Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

4. fundur

Ár 2006, fríggjadagin, 11. august, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Bill Justinussen og Kristian Magnussen, løgmaður, Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

 1.    1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2006: Uppskot til samtyktar um rætt til løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum

Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.20
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

2.    1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2006
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

3.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
løgtingsmenninir Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt fram tingmál nr. 7/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.


Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 15. august 2005, kl. 13.30,  við hesi dagsskrá:

 

1.    1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina.

2.    1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina.

3.    Framløga

   

Fundur lokin kl. 15.15

 

             Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein

                                                                                                                                                                                    skrivari