Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

18. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 2. november, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Sverre Midjord, Jákup Mikkelsen og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaðurin, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar

  2.  Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-12/2005 frá Kára P.
    Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi flutningsskyldu á farmaflutningi.
    Málið avgreitt.

  3. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-14/2005 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi Kringvarpi Føroya.
    Málið avgreitt.

  4. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Bill Justinussen, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 16/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um ferðslu, at løgtingsmenninir Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna seg sjálvi, hava lagt fram tingmál nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”), og at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 5/2005: Upp­skot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Marknagili

 

Tikið av dagsskrá:

 Svar upp á fyrispurning nr. 100-11/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini.


Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-17/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi hægri útbúgving og gransking innan føroyska løgfrøði,

nr. 100-18/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av fyritøkum landsins,

nr. 100-19/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi  føroyskum EFTA limaskapi og fríhandilsavtalum,

nr. 100-20/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum, og

nr. 100-21/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og Skattastovu Føroya – Eysturoyar og Norðoya øki.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 3. november 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvík jandi hægri útbúgving og gransking innan føroyska løgfrøði

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av fyritøkum landsins

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi  føroyskum EFTA limaskapi og fríhandilsavtalum

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum

5.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og Skattastovu Føroya – Eysturoyar og Norðoya øki

6.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-15/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum nevndum og ráðum

7.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-16/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum eftirlitsstovnum

8.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.05

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein

skrivari