100-16 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi  almennum eftirlitsstovnum

Orðaskifti riggar ikki

Ár 2005, mikudagin 21. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Heldur løgmaður verandi bygnað við okkara almennu eftirlitsstovnum hóska til føroysk viðurskifti, og um ikki, hvat ætlar løgmaður at gera við tað?
  2. Hvussu nógvir almennir eftirlitsstovnar eru í Føroyum, og hvussu eru hesir mannaðar?
  3. Heldur løgmaður, at tær fyrisitingarligu uppgávurnar hjá hesum eftirlitsstovnum taka ov stóra orku frá kjarnuarbeiðinum (tí fagliga innihaldinum)?
  4. Kann hugsast, at fleiri av hesum eftirlitsstovnum kundu samstarva um eitt nú tær fyrisitingarligu uppgávurnar - so sum roknskap, fíggjarætlan, fyrisitingarligar mannagongdir, telefonavgreiðslu og nøktandi høli o.a.?
  5. Heldur løgmaður tað vera eina gongda leið hjá verandi eftirlitsstovnum at leggja tær fyrisitingarligu uppgávurnar saman, og um ja, nær væntar løgmaður, at farast kann undir hetta arbeiðið?

 

Viðmerkingar:

Hesin fyrispurningur kemur í kjalarvørrinum av kjakinum um at avtaka Búskaparráðið.

Tað, sum tykist at eyðkenna bygnaðin við verandi almennu miðfyrisiting og fyrisiting annars, er, at  hetta ber brá av at vera eitt avrit av donskum leisti. Alt gott um danskan leist og fyrisiting, og er hetta uttan iva frálíkt til donsk viðurskifti, har fólkatalið er gott og væl 100 ferðir størri enn okkara, og har fíggingarmøguleikar og talið av fólki at taka av er samsvarandi. Men tá ið talan er um føroysk viðurskifti, kann hugsast, at tað er óheppið, um bygnaðir verða avritaðir burtursæð frá manningini, sum skal lagast eftir okkara útboði og fólkatali, sum also er ein lítlan hundraðpart av tí fólkatali, vit avrita. Tá er ikki óhugsandi,  at hetta kemur at merkja møguleikarnar hjá verandi nevndum og ráðum  at geva eina nøktandi tænastu.

 

Nú hava so fyrrverandi formaður og skjótt fráfarandi formaður fyri Búskaparráðið sátt iva um virðið í Búskaparráðnum, sum teir báðir siga vera danska fyrimynd, har teir halda, at hon hóskar væl, men ivast stórliga í tess virði fyri okkara samfelag. Tí, sum víst var á: Eitt er, at játtanin til Búskaparráðið ikki er nøktandi, annað er, at um so var, at játtanin var væl hægri, so er ivasamt, hvat var til sølu av búskaparligari servitan í einum so lítlum landi sum okkara. Og sum avleiðing av hesum, hava hesir víst á annað forum, sum teir halda hóskar seg betur í einum samfelagi sum okkara.

 

Er hendan  niðurstøðan um Búskaparráðið  røtt,  er ikki óhugsandi, at hetta eisini ger seg galdandi fyri aðrar fyrisitingarligar eindir og í hesum føri fyri eftirlitsstovnarnar.

 

Nakrir av spurningunum eru um hagtøl. Vitanin um hesi hagtøl, trúgvi eg, kann geva eitt betri kjak í Løgtinginum, tá ið fyrispurningurin verður svaraður. Og hinir spurningarnir snúgva seg um hugburð og ætlanir hjá løgmanni á hesum øki.

 

Tí verða hesir spurningar settir.

 

Á tingfundi fríggjadagin 30. september 2005 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 3. november 2005 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

1. Heldur løgmaður verandi bygnað við okkara almennu eftirlitsstovnum hóska til føroysk viðurskifti, og um ikki, hvat ætlar løgmaður at gera við tað?

 

Svar:

Torført er at svara uppá, um verandi bygnaður við okkara eftirlitsstovnum hóskar til føroysk viðurskifti, tí bygnaðurin sum so er ikki eintýddur, skilt á tann hátt, at ymist er, hvussu eftirlitsstovnarnir eru skipaðir, og hvussu ymiskt eftirlitsvirksemið er samskipað.

 

Harafturat eru eftirlitsstovnar ikki so lættir at flokka, tí teirra beinleiðis eftirlitsvirksemi er ymist í vavi í mun til aðrar uppgávur, ið hin einstaki stovnurin hevur ábyrgdina av.

 

Hóast Føroyar eru sera lítið land, hava vit nøkulunda somu almennu tænasturnar og eftirlit, ið eyðkennir størru grannalond okkara. Alt annað líka verður tað tí lutfalsliga dýrari í Føroyum enn í størru londunum.

 

Hóast føroyski stovnsbygnaðurin í prinsippinum líkist tí, ið er í okkara grannalondum, eru loysnirnar viðvíkjandi okkara eftirlitsstovnum tó ikki altíð samsvarandi loysnunum í grannalondunum. Heilsufrøðilig Starvsstova er stovnur, har nógv ymist eftirlitsvirksemi er samansjóðað á ein hátt, ið ikki finst í okkara grannalondum. Her er eftirlit viðvíkjandi matvørum bæði innanlendis og viðvíkjandi útflutningi, umhvørvi og livandi dýrum lagt í ein og sama stovn, júst fyri at fáa eina so virkna og ódýra eind sum gjørligt. Á sama hátt er Kærustovnurin felags skrivstova til fyrireiking av málum fyri fleiri ymiskar kærunevndir.

 

Tá spurt verður, um bygnaðurin við eftirlitsstovnunum hóskar til føroysk viðurskifti, verður helst fyrst og fremst hugsað um, at teir eru ov nógvir í tali. Tað er ivaleyst rætt, at vit sum heild hava ov nógvar almennar stovnar í mun til støddina á samfelagnum. Tí verður støðugt roynt at finna útav, um broytingar og samanleggingar kunnu gerast til fyrimunar fyri samfelagið. Slíkt arbeiði má gerast javnan, so at vit allatíðina eru klár at tillaga bygnaðin til tíðarinnar tørv.   

 

2. Hvussu nógvir almennir eftirlitsstovnar eru í Føroyum, og hvussu eru hesir mannaðar?

 

Svar: 

Eftirlit verður framt á nógvum ymiskum stovnum, ið eisini í størri og minni mun hava aðrar uppgávur at røkja.

 

Eyðkendu eftirlitsstovnarnir eru hesir, og eru teir mannaðir soleiðis í ár:

 

Arbeiðseftirlitið                     11 fólk

Akstovan                             18,5 fólk

Brunaumsjónin                     3 fólk

Dátueftirlitið                         1,3 fólk

Filmseftirlitið   ½ fólk

Fiskiveiðieftirlitið                  61 fólk

Eygleiðaraskipanin                4 fólk

Fjarskiftiseftirlitið                  6,5 fólk

Skipaeftirlitið  10,8 fólk

  

Harumframt eru fleiri stovnar, sum hava eftirlit sum sína uppgávu, umframt at teir røkja aðrar uppgávur. Eitt nú hevur Toll- og Skattstova Føroya eftirlit við, at allar skatta- og avgjaldslógir o.a. verða hildnar, samstundis sum stovnurin hevur alla umsiting av skatta-og avgjaldslógunum o.a. Øll stjórnarráðini hava eftirlitsuppgávur, eins og stovnar og eindir sum Posteftirlitið, Landsdjóralæknin, Búnaðarstovan, Kappingarráðið, Matrikulstovan og Tryggingareftirlitið eisini fremja eftirlit. Harumframt eru ivaleyst  aðrir stovnar og fyrisitingareindir, sum eisini fremja eftirlitsuppgávur av ymsum slagi.  

 

3. Heldur løgmaður, at tær fyrisitingarligu uppgávurnar hjá hesum eftirlitsstovnum taka ov stóra orku frá kjarnuarbeiðinum (tí fagliga innihaldinum)?

 

Svar:

Tað er møguligt, at fyrisitingarligu uppgávurnar hjá eyðkendu eftirlitsstovnunum taka ov stóra orku frá eftirlitsarbeiðnum. Til tess at svara hesum spurningi krevst ein nágreining av eftirlitsstovnum og teim stovnum og fyrisitingareindum, sum hava eftirlit sum partsuppgávu. Tað hava ikki verið stundir til at seta eina so stóra lýsing í verk. (Sí annars svar til spurning nr. 4) 

 

4. Kann hugsast, at fleiri av hesum eftirlitsstovnum kundu samstarva um eitt nú tær fyrisitingarligu uppgávurnar – so sum roknskap, fíggjarætlan, fyrisitingarligar mannagongdir, telefonavgreiðslu og nøktandi høli o.a.?

 

Svar:

Fjarskiftiseftirlitið er dømi um, at til ber at samskipa uppgávuna viðvíkjandi ymsum umsitingaruppgávum. Fjarskiftiseftirlitið, Posteftirlitið,  Radioeftirlitið, Tryggingar­eftirlitið, eftirlit við Realinum og Kappingarráðið húsast saman, - hava somu leiðslu og somu fyrisiting. Henda samskipanin hevur hepnast sera væl.

 

Hinvegin metir Toll- og skattstovan, at tað er torført at síggja, at teirra eftirlit í størri mun kann leggjast saman ella samskipast við annað eftirlit ella aðrar stovnar.  

 

5. Heldur løgmaður tað vera eina gongda leið hjá verandi eftirlitsstovnum at leggja tær fyrisitingarligu uppgávurnar saman, og um ja, nær væntar løgmaður, at farast kann undir hetta arbeiðið?

 

Svar:

Vísir tað seg, at fyrimunir eru at leggja eftirlitsstovnar saman, eigur tað sum útgangsstøði at verða gjørt. Eg kann nevna, at Innlendismálaráðið arbeiðir við at leggja saman Matrikulstovuna, Tinglýsingina, Landsfólkayvirlitið, umhvørvisdeildin á HS og Skógrøkt Landsins. Eftirlitsuppgávur verða partar av arbeiðinum hjá hesum stovni, og vónandi kann fyrimunur fáast eisini á hesum fakøkinum. Á savnsøkinum verður somuleiðis arbeitt við at gera lóggávu at leggja saman Fornminnissavnið, Landsskjalasavnið og Landsbókasavnið, sum lutvíst eisini fremja eftirlit, tó at talan er ikki um klassiskar eftirlitsuppgávur.

 

Broytingar eru sostatt støðugt í gongd til tess at betra um fyrisitingina, og umráðandi er allatíðina at læra av teim royndum, sum verða gjørdar.

 

Málið avgreitt.