Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

74. fundur

Fríggjadagur 4. apríl 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, fríggjadagin 4. apríl kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Finnleif Guttesen, Andrias Petersen, Jenis av Rana og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Høgni Hoydal, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 69/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-1-2.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2002: Uppskot til løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-1/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-2/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-3/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-6/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2001.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið beint í vinnunevndina.
  9. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, nr. 77/2002: Uppskot til samtyktar um at kanna møguleikarnar fyri undirsjóvartunli millum Suðurstreymoy og Sandoynna, nr. 90/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum, nr. 94/2002: Uppskot til løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø., nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, nr. 110/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Vinnuframagrunn, og nr. 114/2002: Uppskot til samtyktar um ferðasambandið í Sandoynna.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn, er tikð aftur av uppskotssetaranum,Katrin Dahl Jakobsen, sambært skrivi dagfest 3. apríl 2003.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-42/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útreiðslubýtinum millum land og kommunur og fyrispurning nr. 100-43/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi A-fiskiloyvum hjá pensjónistum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 8. apríl 2003, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útreiðslubýtinum millum land og kommunur.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-43/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi A-fiskiloyvum hjá pensjónistum.
  3. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-3/2002: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá Bill Justinussen, landsstýrismanni, um skipan av heildarpsykiatri í Føroyum.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2002: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um skatting av reiðaravirksemi (tonnaguskattalóg).
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2002: Uppskot til samtyktar um at kanna møguleikarnar fyri undirsjóvartunli millum Suðurstreymoy og Sandoynna.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2002: Uppskot til løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2002: Uppskot til samtyktar um ferðasambandið í Sandoynna.
  10. Framløga.

 Fundur lokin kl. 11.50. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari