Roknskapur - Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin

 

 

71-3  Uppskot til  samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fyri fíggjarárið 2001

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 25. februar, legði Bárður Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fyri fíggjarárið 2001 við hesum viðmerkingum.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag

Lógargrundarlagið fyri Bjálvingarstuðulslánsgrunnin er Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 "um Húsalánsgrunn o.a.". Við heimild í lógini lýsti Landsstýrið 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 "um Húsalánsgrunn o.a."

2. Endamál

Sambært § 8, stk. 1, í lógini er endamál grunsins at veita stuðulslán til bjálving og orkusparandi tiltøk til njótandi avlamis-, einkjufólka- og fólkapensjónistar, sum búgva í egnum húsum ella íbúð.

Sambært § 9, stk. 1, í lógini eru bjálvingarstuðulslán avdráttar- og rentufrí. Frítøkan fyri at rinda avdráttir og rentur heldur vanliga uppat, tá ið húsini ella íbúðin skifta eigara ella verða nýtt av øðrum.

Sambært § 12 í lógini kann eitt bjálvingarstuðulslán í mesta lagi vera 110 t.kr. umframt útreiðslur til kanningar, eftirlit, tinglýsing, veðhavaralýsing og byggirentur.

3. Fyrisiting

Sambært § 3 í lógini verður grunnurin fyrisitin av einum 3 manna stýri, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin tilnevnir samstundis 3 tiltakslimir fyri sama tíðarskeið. Stýrið setir stjóra at taka sær av dagligu um- og fyrisitingini, og ásetir við Landsstýrisins góðkenning hansara lønar- og setanartreytir. Í nevndini sita:

Gunri E. Johansen, Tórshavn, formaður
Jóhan Mortensen, Tórshavn
Hans Trygvi Teirin, Tórshavn
Tiltakslimir eru:
Vagn Erik Mikkelsen, Tórshavn
Niclas Mikkelsen, Syðrugøtu
Martin Simonsen, Fuglafirði

4. Fíggjarviðurskifti

Sambært § 15, stk. 1, í lógini fær Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin árliga játtan á fíggjarløgtingslógini. Í 2001 og 2002 er ongin peningur játtaður á løgtingsfíggjarlógini. Peningur, sum kemur inn sum rentur og avdráttur, fer í Bjálvingarstuðulslánsgrunnin.

5. Roknskaparviðurskifti

Sambært § 31 í lógini skal ársroknskapurin verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara og síðani verða sendur Landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.

-------------

Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2001, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1997-2000 tikin við.

6. Yvirlit yvir gongdina í rakstrinum 1997-2001

(t.kr.)

2001

2000

1999

1998

1997

Rentuinntøkur o.a.

938

588

441

358

394

Rakstrarútreiðslur o.a.

-1.147

-942

-845

-653

-600

Rakstrarúrslit

-209

-354

-404

-295

-206

7. Yvirlit yvir gongdina í fíggjarstøðuni 1997-2001

(t.kr.)

2001

2000

1999

1998

1997

Aktiv
Tøkur peningur o.a.

5.865

15.070

11.782

4.368

5.230

Veðskuldarbrøv (útlán)

61.123

53.788

48.024

43.672

38.792

Aktiv tilsamans

66.988

68.857

59.806

48.040

44.022

Passiv
Skuld

709

2.369

1.838

1.118

805

Eginogn:
Eginogn við ársbyrjan

66.489

57.968

46.922

43.217

41.423

Játtan á fíggjarlóg

0

8.875

11.450

4.000

2.000

Rakstrarúrslit

-209

-354

-404

-295

-206

Eginogn við ársenda

66.280

66.489

57.968

46.922

43.217

Passiv tilsamans

66.989

68.858

59.806

48.040

44.022

Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógv er játtað á fíggjarlógini hvørt árið sammett við, hvussu nógv er goldið út sum lán.

(t.kr.)

2001

2000

1999

1998

1997

Fíggjarlógarjáttan í árinum

0

8.875

4.000

11.450

2.000

Útgoldin lán í árinum, netto

7.335

5.764

4.352

4.880

3.871

Munur

-7.335

3.111

-352

6.570

-1.871

Í ársfrágreiðingini í roknskapinum fyri 2001 verður boðað frá, at grunnurin hevur ongan tøkan pening til nýggjar játtanir, og at uml. 50 umsóknir hava fingið noktandi svar. Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fær árliga uml. 120 umsóknir, sum svara til uml. 8-10 mió.kr.

8. Roknskapargrannskoðanin

Løgtingsgrannskoðararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir m.a. á frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini, Grannskoðaravirkinum Inpact.

Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 2001, sum er dagfest 20. desember 2002, vísir roknskapargrannskoðanin á, at: "Rakstur grunsins vísti eitt hall kr. 209.695, ið er flutt fram til næsta ár. Við verandi lógarkarmum og útlánsvirksemi eru rentuinntøkurnar sera avmarkaðar, tí meginparturin av lánunum eru rentufrí, og sum er, svara inntøkurnar ikki til rakstrarkostnaðin. Tí er tað neyðugt hjá grunninum at fáa játtað part av fíggjarlógarveitingini til rakstur."

Í grannskoðanarfrágreiðingini kunnar roknskapargrannskoðanin eisini um, at: "Gjaldførið hjá grunninum er lækkað úr 8,7 mió.kr. niður í 5,7 mió.kr., og er tað alt ov lítið, samanborið við tørvin sambært innkomnum umsóknum til bjálvingar- og orkusparandi lán. Grunnurin hevur í árinum, eins og undanfarin ár, fingið nógvar umsóknir, men av tørvandi fíggjarorku hevur verið neyðugt at sýta nógvum umsóknum, og í løtuni verða ongi nýggj lán játtað.

Í árinum eru 130 nýggj bjálvingarlán stovnað fyri 7,861 t.kr. og 53 nýggj orkusparandi lán stovnað fyri 797 t.kr. Eisini eru 22 hækkingar bókaðar á bjálvingarlán fyri 793 t.kr., og 3 hækkingar bókførdar á orkusparandi lán fyri 31 t.kr.

Tilsamans eru veitt 183 nýggj og 25 hækkingar av lánum fyri 9,5 mió.kr. Við árslok hevði grunnurin veitt 62 mió.kr. í bjálvingar- og orkusparandi lánum. Netto eru 39 lán fyri 1,9 mió.kr. afturgoldin á vanligan hátt og í ótíð."

9. Viðmerkingar

9.1. Tilknýtið til fíggjarlógina
Vísandi til uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá m.ø. Bjálvingarstuðulslánsgrunninum – Lm. nr. 16/13-1998 –, sum varð samtykt 13. apríl 1999, varð hildið rættastu mannagongd vera, at virksemið hjá Bjálvingarstuðulslánsgrunninum varð tikið beinleiðis við á fíggjarlógina, so Løgtingið fekk innlit í ætlaða virksemið og fekk høvi til at áseta fíggjarligu karmarnar.

Í juli 1999 og í januar 2000 greiddi landsstýrismaðurin frá, at bíðað hevði verið eftir Fíggjarmálaráðnum, fyri at finna útav, hvussu fram skuldi verða farið, og at hesin spurningur eisini fór at verða tikin upp í sambandi við, at lógargrundarlagið fór at verða endurskoðað

Landsstýrismaðurin boðaði í februar 2001 løgtingsgrannskoðarunum frá, at hann helt málið vera prinsippielt, og at ein støðutakan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum var neyðug, áðrenn talan kundi vera um at seta Bjálvingarstuðulslánsgrunnin á fíggjarlógina.

Í november 2001 læt Fíggjarmálaráðið úr hondum eitt álit "um landsstovnar og –grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og grannskoðanarviðurskifti".

Niðurstøðan í álitinum er m.a., at Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin er ein landsstovnur, og er sostatt ogn landskassans. Tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, at grunnurin ikki verður tikin við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Álitið vísir á, at trupulleikarnir kunnu verða loystir við, at alt virksemið verður at taka við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Í heilt serligum førum kann Løgtingið tó við lóg samtykkja at hava virksemið uttanfyri fíggjarlógina.

Í uppskoti til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000 (Lm. nr. 85/2001) vórðu niðurstøðurnar í álitinum frá Fíggjarmálaráðnum umrøddar, og Løgtingið samtykti 12. mars 2002 at heita á løgmann um at síggja til, at stýrisskipanarlógin í framtíðini verður hildin, soleiðis at allir stovnar/grunnar, sum skulu við á fíggjarlógina, verða tiknir við á fíggjarlógina 2003.

Løgmaður kunnaði í skrivi 13. juni 2002 um, at álitið frá Fíggjarmálaráðnum hevði verið lagt fyri og gjøgnumgingið á landsstýrisfundi 11. desember 2001. Niðurstøðan á landsstýrisfundinum var, at hvør landsstýrismaður beinanvegin skuldi fara í holt við at gjøgnumganga landsstovnar og grunnar á sínum øki til tess at gera neyðugar broytingar samsvarandi álitinum. Møguligir ivaspurningar skuldu verða greiddir í samráð við Fíggjarmálaráðið.

Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin var ikki við sum landsstovnur/-grunnur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, og ongin lógarbroyting er samtykt, sum heimilar, at virksemið verður hildið uttanfyri fíggjarlógina.

Løgmaður kunnaði 12. desember 2002 um, at arbeitt verður við at fáa greiði á formligu viðurskiftunum. Síðani fer støða at verða tikin til, um neyðugar lógarbroytingar skulu verða gjørdar, so at heimild fæst fyri, at grunnurin kann liggja uttanfyri fíggjarlógina, ella um hann skal verða settur á fíggjarlógina. Sambært løgmanni halda Løgmálaráðið og Fíggjarmálaráðið, at uppskot um neyðugar lógarbroytingar kann verða gjørt so mikið skjótt, at tað kann verða lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Landsstýrismaðurin hevur 13. januar 2003 heitt á løgmann um at leingja freistina til 1. november 2003.

9.2. Aðrar viðmerkingar
Løgtingsgrannskoðararnir vilja gera vart við, at grunnurin kann ikki virka samsvarandi lógini vegna vantandi játtan á løgtingsfíggjarlógini.

1. viðgerð 27. februar 2003. Tingmálini nr. 71-1, 71-2 og 71-3/2002 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 1. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt málið fram tann 25. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 27. februar 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17., 24. og 31. mars 2003 saman við málunum 71-1, og 71-2/2003. Málini hava fingið somu viðgerð, og verður víst til álitið í máli 71-1/2003.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at góðkenna roknskapin.

2. viðgerð 4. apríl 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.