Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

73. fundur

Mikudagur 2. apríl 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, mikudagin 2. apríl kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    Broytingaruppskot í áliti II frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 25-0-5. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-4-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. Framløga.
    Bill Justinussen, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 101-3/2002: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá Bill Justinussen, landsstýrismanni, um skipan av heildarpsykiatri í Føroyum.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 64/2002: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um skatting av reiðaravirksemi (tonnaguskattalóg), og nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 4. apríl 2003, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 69/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2002: Uppskot til løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-1/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-2/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-3/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-6/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapin fyri fíggjarárið 2001.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  9. Framløga 

Fundur lokin kl. 14.45. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari