Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

56. fundur

Hósdagur 27. februar 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, hósdagin 27. februar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Henrik Old, Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni, Rúni Hentze og Tórbjørn Jacobsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 13-0-8.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-1/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
    Málið varð beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-2/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
    Málið varð beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-3/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
    Málið varð beint í fíggjarnevndina.

    Tingmálini nr. 71-1, 71-2 og 71-3/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-4/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2001.
    Uppskotið varð beint beinleiðis til 2. viðgerð
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-5/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2001.
    Uppskotið varð beint beinleiðis til 2. viðgerð

    Tingmálini nr. 71-4 og 71-5/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
    Málið varð beint í vinnunevndina
  8. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini 75/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, og nr. 76/2002: Uppskot til løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m. og 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 4. mars 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2002: Uppskot til løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristinu Háfoss løgtingsmanni, viðvíkjandi altjóða staðfesting og viðurkenning av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
  5. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.20

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Armgarð Godtfred
skrivari