Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

55. fundur

Mikudagur 26. februar 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, mikudagin 26. februar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Henrik Old, Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni, Heini O. Heinesen og Tórbjørn Jacobsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðslulógini
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2002: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Málið varð beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
    Málið varð beint í fíggjarnevndina
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið varð beint í fíggjarnevndina.

    Tingmálini nr. 66 og 67/2002 vórðu viðgjørd undir einum.

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 26. februar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-1/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-2/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-3/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001.
    Punktini 2-4 verða viðgjørd undir einum
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-4/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2001.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-5/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2001.
    Punktini 5 og 6 verða viðgjørd undir einum
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
    Málið verður beint í vinnunevndina
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
    Málið verður beint í vinnunevndina
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  10. Framløga

Fundur lokin kl. 18.15

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Armgarð Godtfred
skrivari