Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

54. fundur

Týsdagur 25. februar 2003

kl. 10.00

Ár 2003, týsdagin 25. februar kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Henrik Old, Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni og Poul Michelsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2002: Uppskot til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.
    Uppskot frá Heðin Mortensen um at beina málið aftur í nevnd fall 12-0-14.
    §§ 1 – 9 samtyktar 14-0-12.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 11.50
    Fundur uppafturtikin kl. 13.40

  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Broytingaruppskot til § 52 fall 6-0-19. Uppskot til ríkislógartilmæli fall 6-0-19.
    Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  5. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-2/2002: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini frá Annlis Bjarkhamar, landsstýrismanni, um "Tilmæli um sernámsfrøði".
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram tingmálini nr. 71-1/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001, nr. 71-2/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2001, nr. 71-3/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2001, nr. 71-4/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2001 og nr. 71-5/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2001, og at Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-32/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðslulógini.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan og 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 26. februar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðslulógini
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2002: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina
    Tingmálini nr. 66/2002 og 67/2002 verða viðgjørd undir einum.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  8. Framløga

 Fundur lokin kl. 17.30

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Armgarð Godtfred
skrivari