Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

11. fundur

Týsdagur 24. september 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 24. september kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Andrias Petersen, Vilhelm Johannesen og Jógvan við Keldu og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2002: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2001 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2001.
    Uppskot til samtyktar samtykt 24-1-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2002: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2001 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2001.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbygging av havnini í Vági.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 3/2002 og nr. 1-3/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Henrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 6/2002: Uppskot til samtyktar um troling innan fyri 12 fjórðingar úr strondum Føroya, at Gerhard Lognberg, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 7/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um striking av skuld til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 8/2002: Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki, nr. 9/2002: Uppskot til samtyktar um Altjóða Sáttmálan um Oljudálkingartilbúgving, Atgerðir og Samstarv, 1990, nr. 10/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola, nr. 11/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu og nr. 12/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.


Formaðurin boðaði frá hesum fyrispurningum:
Nr. 100-9/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum,
nr. 100-10/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av almennum fyritøkum,
nr. 100-11/2002 til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann í mentamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi út- og nýbygging av miðnámsskúlunum,
nr. 100-12/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann í lógamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi skøkjulevnaði o.ø., og
nr. 100-13/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi navnalógini og kunngerð um uppkalling.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 25. september 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av almennum fyritøkum.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2002 til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann í mentamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi út- og nýbygging av miðnámsskúlunum.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann í lógamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi skøkjulevnaði o.ø.
  6. Atkvøðugreiðsla um Fyrispurning nr. 100-13/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi navnalógini og kunngerð um uppkalling.
  7. Val av nevningagrundlistanevndum.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Nikláa Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá sjófólki á fjarleiðum at hoyra Útvarp Føroya.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-7/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sjúklingahotellinum HOTEL TÓRSHAVN í Keypmannahavn.
  10. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.40. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari