Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
43. fundur |
Mikudagur 19. desember 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, mikudagin 19. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Ingi Olsen, Jógvan við Keldu, Heðin Mortensen og Helena Dam á
Neystabø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Ófráboðaðir
fyrispurningar.
- Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr.
100-37/2001 frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, viðvíkjandi verkætlanini
berghol millum Fjarða og Kambsdal.
Málið avgreitt.
- Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-38/2001
frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, viðvíkjandi gjald fyri skúlabarnaflutning.
Málið avgreitt.
- Frávik.
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jógvan Durhuus, Óli Breckmann, Eyðun
Viderø, Jóanis Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Jógvan á Lakjuni, Finnbogi Arge, Kári
P. Højgaard, Henrik Old, Flemming Mikkelsen, Rúna Sivertsen, Heini O. Heinesen, Signar
á Brúnni, Hergeir Nielsen og Edmund Joensen hava heitt á tingformannin um at gera
frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, millum 2. og 3. viðgerð av
tingmálunum nr. 1-4/2001:
Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001, nr.
20/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum, nr. 28/2001: Uppskot
til løgtingslóg um trygd á sjónum, nr. 29/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti, nr. 36/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, nr. 40/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll, og nr.
43/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning
av almannaveitingum, og frá øllum tíðarfreistum í málunum nr. 33/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging
o.a., nr. 34/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin), nr.
35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi
(Kapitalvinningsskattalógin), nr.
25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar
avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin), nr. 26/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin), soleiðis at málini kunnu verða endaliga avgreidd frá tinginum
hósdagin tann 20. desember 2001.
Samtykt 17-0-0.
- Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr.
100-21/2001 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uttanlandsfrádrátti
hjá handverkarum.
Málið avgreitt.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría
samanlegging o.a., nr. 34/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin), nr.
35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi
(Kapitalvinningsskattalógin), nr.
25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar
avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin) og nr. 26/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin)
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 20. desember 2001 kl. 10.00, við
hesi dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2001:
Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um
Leirvíksfjørð.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn
landsstýrismanna v.m.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um
samsýning og eftirløn. landsstýrismanna v.m.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2001:
Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
20/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2001: Uppskot
til løgtingslóg um trygd á sjónum.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2001: Uppskot til løgtingslóg
um broyting í løgtingslóg um fjarskifti.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
43/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning
av almannaveitingum.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001:
Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar
avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin)
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi
koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 16.30.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari