80 Uppskot til løgtingslóg um heildarveiting
Ár 2009, 24. februar, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, vegna Sjálvstýrisflokkin, fram soljóðandi
§ 1. Heimilað verður Føroya landsstýri landskassans vegna at taka ímóti heildarveiting úr ríkiskassanum.
Stk. 2. Heildarveitingin er tann játtan, ið veitt verður sambært lóg úr ríkiskassanum samsvarandi avtalu millum lands og ríkis innan karmarnar av heimastýrisskipanini.
§ 2. Heildarveitingin er í 2009 615,5 mió. kr., men lækkar samsvarandi §§ 3-5.
Stk. 2. Landsstýrismanni er heimilað at samráðast við ríkismyndugleikar um árligu heildarveitingina innan karmarnar av hesi lóg.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kunngerð fyri 1. oktober á hvørjum ári, hvør upphæddin verður fyri komandi ár; kunngjørda talið verður útgangsstøði fyri heildarveitingini árini hareftir.
§ 3. Heildarveitingin lækkar á hvørjum ári 1 mió. kr.
§ 4. Heildarveitingin lækkar harumframt samsvarandi yvirtøkum eftir yvirtøkulógini.
§ 5. Heildarveitingin lækkar harumframt við 15 prosentum av positiva reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini.
§ 6. Lógin fær gildi dagin eftir kunngerð.
Viðmerkingar
Lógaruppskotið skal tryggja, at greið matriel heimild fæst fyri inntøkuni heildarveiting á fíggjarlógini. Heildarveitingin er meginparturin av rikisstuðlinum – eisini nevnd “blokkstuðulin” – hin parturin er endurrindan av eftirlønum, ið greið lógarheimild er fyri. Óbeinleiðis liggur í heimastýrislóg og yvirtøkulóg, at ríkið kann veita landinum stuðul at umsita HL §9-yvirtøkur, og gjørdar eru avtalur frá tíð til aðra; men henda nýggja heimildin verður mett at vera ruddiligari og samsvarar við donsku heimildarlógina at rinda út peningin; bæði londini fara nú at hava greiðar fíggjarligar og innihaldsligar heimildir.
Lógaruppskotið leggur eisini støði undir tjóðskaparliga búskaparsemju. Tikið verður í ásetingina, ið samgongan við Sambandsflokkinum á odda hevur sett sær sum stevnumið, nevniliga at gera búskap Føroya sjálvberandi við at lækka blokkin samsvarandi veruliga langtíðar inntøkuvøkstrinum hjá landinum. Við hesum verður tann semjan staðfest í lóg og verður útgangsstøði fyri framtíðar politiskum semjum um tilgongdina fram ímóti sjálvberandi búskapi. Eisini verður tryggjað, at Føroya landsstýri samráðist við danir innan fyri greiðar karmar, ásettar á Løgtingi.
Til § 1.
Innihaldslig (matriel) heimild og greið allýsing.
Til § 2.
Byrjunarstøði og semjan um lækkan samsvarandi sjálvberandi búskapi.
Heimild at samráðast innan lógarkarmar.
Skylda at áseta í árligari kunngerð, hvørja veiting heimild er at taka ímóti árið eftir.
Til § 3.
Minsta lækking, ið tryggjar, at gongd er altíð ímóti sjálvberandi búskapi.
Henda er fyri fyrst varliga sett til 1 mió. kr. Er vilji at lækka veitingina eftir linju, heldur enn eftir yvirtøkum, ber til til at hækka hetta tal.
Til § 4.
Lækking samsvarandi yvirtøkum; staðfest verður at talan verður um niðurskurð í absoluttum tølum, ikki prosentum, av eftirverandi veiting (staðfest eftir § 2, stk.3).
Lækkingar eftir hesi grein verða samsvarandi hesum yvirtøkum (Eftir Ll. 41/2006, § 1, stk. 2, nr.):
Málsøki “6) Fólkatrygging” |
117,0 mió. kr. |
Málsøki “7) Heilsumál, læknar, jarðamøður, sjúkrahús” |
213,3 mió.kr. |
Málsøki “17) Serumsorgan” |
283,6 mió. kr. |
Umframt "Færøernes Fiskerilaboratorium" |
1,6 mió. kr. |
Tilsamans |
615,5 mió. kr. |
Til § 5.
Tann í samgonguskjalinum ásetta lækking; tó er staðfest, at samsvarandi avtalum við ríkið verður eyðvitað bert talan um dagføring sambært “positivum vøkstri” – danir vilja ikki hækka blokkin, um onkuntíð talan er um “negativan vøkstur”, tvs. fall í landskassainntøkum – vit kunnu siga “yvirtikið er yvirtikið, og borðið fangar.”
Til § 6.
Gildiskoma.
Skjøl:
Skjal 1: Brot úr Fíggjarlógini
Skjal 2: Samtykta uppskotið um ríkisheimildarlóg
Skjal 3: Brot úr samgonguskjalinum
Skjal 4: Ríkisveitingin í % av BTÚ
Skjal 5: Landskassainntøkur