S-26 Fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, viðvíkjandi fólkaatkvøðu
Ár 2009, týsdagin 17. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
Viðmerkingar
Í fjølmiðlunum týsdagin, 10. februar 2009, fáa føroyingar og fólkavald umboð á Løgtingi eina einvegis fráboðan um, at ein fólkaatkvøða skal haldast í Føroyum sunnudagin, 7. juni 2009, um donsku trúnarvingarlógina.
Danska stjórnin hevur av sínum eintingum útskrivað fólkaatkvøðuna, og fólkaatkvøðudagurin er settur, tí at danska fólkið skal velja síni umboð í ES-tingið sama dag.
Slíkar fráboðanir kenna vit úr samfeløgum, ið ikki hava fólkaræði, ella har fólkið ikki hevur nakran fólkavaldan stovn at umboða seg.
Eftir fólkaræðisligum meginreglum er hetta burturvið og kann als ikki góðtakast.
Tjóðveldi mótmælir sjálvsagt slíkum framferðarhátti og vísir staðiliga á, at Føroya fólk hevur ongantíð givið heimildir frá sær at lóggeva ella skriva út fólkaatkvøður í okkara egna landi.
Løgtingið er elsta ting í Evropa, og Føroya fólk hevur á fólkaatkvøðu staðfest, at Føroya fólk eru sjálvstøðug tjóð og hevur fult fólkaræði í egnum landi.
Samstundis sum føroyskir politikarar á hátíðardøgum kunnu tosa um fólkaræði og um, at “ongin er yvir ella undir liðini á Løgtinginum”, so síggja vit nú ein framferðarhátt, sum undirgrevur fólkaræðið í Føroyum og heimildirnar hjá Løgtinginum.
Tí verður løgmaður spurdur, hvørt hann hevur góðkent henda framferðarhátt, hvørjar heimildir eru fyri slíkum, og um hann ætlar at leggja málið fyri tingið.
Á tingfundi 24. februar 2009 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast