54-2 Grannskoðan av almennum roknskapum
Uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin fyri Húsalánsgrunnin fyri
fíggjarárið 2005
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2007, 13. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:
Hergeir Nielsen | Olav Enomoto | Sverre Midjord |
Óli Breckmann | Tórbjørn Jacobsen | Heidi Petersen |
Páll á Reynatúgvu | Annita á Fríðriksmørk | Vilhelm Johannesen |
Kaj Leo Johannesen | Jenis av Rana | Lisbeth L. Petersen |
Marjus Dam | Henrik Old | Anfinn Kallsberg |
Heðin Zachariasen | Gerhard Lognberg | Jørgen Niclasen |
Kjartan Joensen | Jógvan við Keldu | Poul Michelsen |
Kári P. Højgaard | Andrias Petersen | Kristian Magnussen |
1. viðgerð 23. mars 2007. Tingmálini nr. 54-2, 54-3 og 54-4 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi
Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt málið fram tann 13. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 23. mars er tað beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 12., 13. og 19. apríl 2007.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum.
Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst, hvussu útlánini hjá Húsalánsgrunninum býta seg á økir.
Øki |
Skuld kr. |
Tal |
|
|
|
Suðurstreymoy |
62.851.445 |
246 |
Eysturoy |
25.205.939 |
113 |
Norðoyggjar |
31.838.517 |
51 |
Norðstreymoy |
10.661.705 |
43 |
Suðuroy |
17.637.521 |
83 |
Vágoy |
2.961.571 |
24 |
Sandoy |
1.839.742 |
14 |
|
|
|
Tilsamans |
152.996.440 |
574 |
Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá ætlanini um at einskilja Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin til eitt partafelag. Nevndarlimirnir Páll á Reynatúgvu, Karten Hansen og Kári P .Højgaard meta tað vera ivasamt beint uppundir eitt løgtingsval at gera so grundleggjandi broytingar, sum eru so lítið gjøgnumskygdar.
Nevndarlimirnir Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P .Højgaard vísa á, at viðmerkingarnar frá løgtingsgrannskoðarunum tykjast at hava verið tær somu nú í áravís, so teir ásanna, at lítil vón er fyri, at landsstýrismaðurin tekur hesar viðmerkingar til eftirtektar.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.