45-1 Grannskoðan av almennum roknskapum
Uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá Húsalánsgrunninum 2003
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2005, 23. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi
til
samtyktar
Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Húsalánsgrunninum fyri fíggjarárið 2003 við hesum viðmerkingum.
Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:
Lógargrundarlagið fyri Húsalánsgrunnin er Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 “um Húsalánsgrunn o.a.” Umframt Húsalánsgrunnin fevnir lógin eisini um Bjálvingarstuðulslánsgrunnin og Íbúðagrunnin. Við heimild í lógini lýsti Landsstýrið 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 “um Húsalánsgrunn o.a.”
Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls at veita lán at byggja og keypa sethús ella íbúðir, og kann sambært § 5 veita hesi lán:
1. Stuttfreistað lán at keypa grundøki.
2. Byggilán at byggja ella umbyggja nýggj sethús ella íbúð, avmarkað til ta upphædd, ið grunnurin veitir sum veðskuldarlán.
3. Veðskuldarlán til nýggj sethús ella íbúð.
4. Veðskuldarlán at keypa sethús ella íbúð.
5. Veðskuldarlán til at endurnýggja, umbyggja og bjálva sethús ella íbúð.
Í kunngerðini eru lýstar neyvari reglur um lán og lánstreytir.
Sambært § 3 í lógini verður grunnurin fyrisitin av einum stýri við 3 limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin tilnevnir samstundis 3 tiltakslimir fyri sama tíðarskeið. Stýrið setir stjóra at taka sær av dagligu um- og fyrisitingini, og ásetir við landsstýrisins góðkenning hansara lønar- og setanartreytir. Í nevndini sita:
Marja Lamhauge, Lambareiði, formaður
Gurið Joensen, Tórshavn
John Færø, Klaksvík
Tiltakslimir eru:
Ivy Jacobsen, Glyvrar
Niels Juel Arge, Tórshavn
Tórálvur Weihe, Tórshavn
Inntøkurnar hjá Húsalánsgrunninum eru rentuinntøkur av veittum lánum. Fíggjarárini 1982/83-1992 vórðu tilsamans 205 mió.kr. játtaðar á fíggjarlógini, og harafturat fekk Húsalánsgrunnurin í 1994 eftirgivið lán úr Oljugrunninum 57,5 mió.kr.
Við heimild í Ll. nr. 28/1995 “um lán til Húsalánsgrunnin” hevur grunnurin í 1995 lænt 50 mió.kr. úr landskassanum. Við árslok 2003 er restskuldin 10,3 mió.kr.
Ársroknskapurin skal sambært § 31 í lógini verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara, og skal síðani verða sendur Landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.
-------------
Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina, er niðanfyri gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2003, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1999-2002 tikin við.
|
|
|
|
|
(mió.kr.) |
|
2003 |
2002 |
2001 |
2000 |
1999 |
Rentuinntøkur av útlánum |
20,8 |
23,8 |
25,2 |
20,8 |
20 |
Rentuútreiðslur og kurstap |
-1,5 |
-1,8 |
-2,1 |
-3,3 |
-3,5 |
|
19,3 |
22,0 |
23,1 |
17,5 |
16,5 |
Rakstrarútreiðslur |
-6,6 |
-6,0 |
-5,9 |
-5,7 |
-5,4 |
Av- og niðurskrivingar av fastogn |
-0,4 |
-0,4 |
-0,3 |
-0,5 |
-0,4 |
Avskrivað og sett av móti tapi |
10,0 |
35,0 |
3,7 |
8,3 |
40,2 |
Óvanligar útreiðslur/inntøkur |
0 |
-0,1 |
-1,5 |
0,1 |
0 |
Rakstrarúrslit |
22,3 |
50,5 |
19,1 |
19,8 |
50,9 |
|
|
|
|
|
(mió.kr.) |
|
Aktiv |
2003 |
2002 |
2001 |
2000 |
1999 |
|
Veðbrøv, útlán |
276,7 |
319,5 |
349,5 |
352,4 |
352,3 |
|
- sett av móti tapi |
-49,7 |
-59,3 |
-93,6 |
-97,0 |
-105,2 |
|
|
227,0 |
260,2 |
255,9 |
255,4 |
247,2 |
|
Innlánspeningur og virðisbrøv |
175,4 |
126,9 |
82,7 |
82,6 |
74,9 |
|
Millumrokning við Íbúðagrunnin |
11,5 |
11,1 |
13,2 |
- |
- |
|
Onnur ogn |
13,5 |
13,1 |
14,1 |
22,1 |
20,9 |
|
Aktiv tilsamans |
427,4 |
411,3 |
365,9 |
360,1 |
343,0 |
|
Passiv |
|
|
|
|
|
|
Lán innanlands |
17,0 |
21,1 |
25,9 |
37,1 |
42,0 |
|
Lán uttanlands |
0 |
2,1 |
2,2 |
0 |
2,3 |
|
Onnur skuld |
0,2 |
0,2 |
0,3 |
4,6 |
0,5 |
|
Skuld tilsamans |
17,2 |
23,4 |
28,4 |
41,8 |
44,8 |
|
Eginogn: |
|
|
|
|
|
|
Eginogn við ársbyrjan |
387,9 |
337,4 |
318,4 |
298,2 |
247,3 |
|
Rakstrarúrslit |
22,3 |
50,5 |
19,1 |
19,8 |
50,9 |
|
Kursmunur |
0,0 |
0,0 |
0,0 |
0,4 |
- |
|
Eginogn tilsamans |
410,2 |
387,9 |
337,4 |
318,4 |
298,2 |
|
|
|
|
|
|
|
|
Passiv tilsamans |
427,4 |
411,3 |
365,9 |
360,1 |
343,0 |
|
Løgtingsgrannskoðararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir m.a. á frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini, Grannskoðaravirkinum Inpact, sum er dagfest 29. mars 2004.
Í ársfrágreiðingini í roknskapinum hjá Húsalánsgrunninum fyri 1996 varð boðað frá, at Húsalánsgrunnurin hevði ætlanir um at skipa so fyri, at møguleikar fóru at verða fyri alternativari íbúðabygging, t.v.s. smærri íbúðum til yngri, eldri og rørslutarnað.
Í februar 1999 kunnaði landsstýrismaðurin um, at ætlanir vóru um at gera ávísar broytingar í lógini, og at møguligar lógarbroytingar fóru at verða framdar í næstu tingsetuni.
Løgtingsgrannskoðararnir settu í 1999 spurnartekin við, um grunnurin tænti sínum upprunaliga endamáli. Húsalánsgrunnurin hevði tá onki sethúsalán veitt síðani 1994, og nógvir sethúsaeigarar høvdu goldið lán síni aftur, m.a. tí rentan hevði verið hægri enn hjá øðrum peningastovnum.
Í februar 2001 boðaði landsstýrismaðurin løgtingsgrannskoðarunum frá, at uppskot til nýggja lóg var um at verða liðugt, og fór væntandi at verða lagt fyri tingið fyrst í tí næstu tingsetuni.
Í januar 2003 kunnaði landsstýrismaðurin um, at ein frágreiðing frá einum embætismannabólki, hvussu gongd kundi fáast á alternativa bústaðarbygging, fór at verða latin Løgtinginum til aðalorðaskiftis um miðjan februar 2003.
21. oktober 2003 var aðalorðaskifti á Løgtingi um frágreiðingina. 24. oktober 2003 kunnaði landsstýrismaðurin um, at hann hevði gjørt av at leggja Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin saman. Sambært landsstýrismanninum var ikki liðugt viðgjørt politiskt, hvørjar uppgávur endurskipaði Húsalánsgrunnurin skuldi røkja, men væntandi fór lóggávuarbeiðið at verða liðugt í tingsetuni.
Í januar 2004 kunnaði landsstýrismaðurin um, at tá løgtingsval varð útskrivað 5. desember 2003, kom stígur í lóggávuarbeiðið.
Landsstýrismaðurin hevur í januar 2005 boðað frá, at tá nýggja landsstýrið tók við, gav hann fyrisitingini boð um at gera ávísar broytingar í ætlanunum, ið undanmaður hansara hevði arbeitt við. Hetta arbeiðið var liðugt í mai 2004. Síðan tá hevur málið verið til politiska viðgerð. Ein politiskur bólkur, við umboðum úr øllum samgonguflokkunum, er settur, sum saman við landsstýrismanninum skal finna fram til eina prinsipiella loysn á málinum. Hetta arbeiðið er ikki liðugt enn, men landsstýrismaðurin sigur seg alla tíðina hava lagt áherðslu á týdningin av eini skjótari loysn.
Í november 2001 læt Fíggjarmálaráðið úr hondum eitt álit “um landsstovnar og –grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og grannskoðanarviðurskifti”.
Niðurstøðan í álitinum er m.a., at Húsalánsgrunnurin er ein landsstovnur, og at tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, at grunnurin ikki verður tikin við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Álitið vísir á, at í heilt serligum førum kann Løgtingið tó við lóg samtykkja at hava virksemið uttanfyri fíggjarlógina.
Í oktober 2003 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann hevði gjørt av at leggja Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin saman og at skipa tann endurskipaða Húsalánsgrunnin eftir sama leisti sum Føroya Realkreditstovnur.
Í januar 2004 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hóast løgtingsval varð útskrivað 5. desember 2003, verður arbeitt víðari við teimum lógarbroytingum, ið snúgva seg um tilknýtið hjá Húsalánsgrunninum til fíggjarlógina.
Landsstýrismaðurin hevur í januar 2005 kunnað um, at málið er partur av einum størri pakka, sum fevnir um nógvar grunnar, ið flestu landsstýrismenn varða av. Viðvíkjandi Húsalánsgrunninum er ætlanin, at málið skal verða loyst við at endurskipa grunnin. Málið er til politiska viðgerð í løtuni.
Vísandi til uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá m.ø. Húsalánsgrunninum – Lm. nr. 16/13 1998 – sum varð samtykt 13. apríl 1999, varð mælt til, at heimildirnar til lántøku í § 4 og § 17 í Ll. nr. 118/1997 vórðu strikaðar.
Í februar 2001 boðaði landsstýrismaðurin frá, at Húsalánsgrunnurin eigur ikki at kunna taka lán uttan við heimild í løgtingslóg. Tí fer í uppskotinum um nýggja lóg fyri Húsalánsgrunnin at verða miðað ímóti at strika verandi heimildir.
Í januar 2003 kunnaði landsstýrismaðurin um, at ætlanin er at greiða hesi viðurskifti, samstundis sum Húsalánsgrunnurin verður umskipaður.
Í januar 2004 boðaði landsstýrismaðurin frá, at tá løgtingsval varð útskrivað 5. desember 2003, kom stígur í lóggávuarbeiðið.
Landsstýrismaðurin hevur í januar 2005 kunnað um, at hesin spurningur skal avgreiðast sum partur av endurskipanini av Húsalánsgrunninum, sum er til politiska viðgerð í løtuni.
Vísandi til gongdina í málinum hava skiftandi landsstýrismenn í áravís boðað frá, at ivamálini væntandi fóru at verða loyst við lógarbroytingum um stutta tíð, uttan at nakað lógaruppskot er lagt fyri tingið til støðutakan. Løgtingsgrannskoðararnir mæla til at skunda undir at loysa málið.
1. viðgerð 3. mars 2005. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
2. viðgerð 31. mars 2005. Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.