56-5 Uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2002
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2004, 30. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi
Uppskot
til
samtyktar
Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2002 við hesum viðmerkingum.
Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 56-5/2003: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu 2002 verður lagt fram:
Olav Enomoto | Sverre Midjord | Óli Breckmann |
Hergeir Nielsen | Høgni Hoydal | Karsten Hansen |
Tórbjørn Jacobsen | Annita á Fríðriksmørk | Páll á Reynatúgvu |
Finnur Helmsdal | Heidi Petersen | Kaj Leo Johannesen |
Lisbeth L. Petersen | Marjus Dam | Johan Dahl |
Alfred Olsen | Andrias Petersen | Kristian Magnussen |
Henrik Old |
1. viðgerð 1. apríl 2004. Tingmálini nr. 56-4/2003 og nr. 56-5/2003 vórðu viðgjørd undir einum. Málini beind beinleiðis til 2. viðgerð.
2. viðgerð 14. apríl 2004. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.