71-4 Uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá Føroya Jarðargrunni fyri fíggjarárið 2001
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð
Ár 2003, 25. februar, legði Bárður Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi
til
samtyktar
Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Føroya Jarðargrunni fyri fíggjarárið 2001 við hesum viðmerkingum.
Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:
1. Lógargrundarlag
Lógargrundarlagið er:
Løgtingslógin setir karmar fyri fyrisitingini av landsjørðini og var ætlað sum 1. partur av tillagingini av gomlu lógini frá 1937. Løgtingslógin fevnir um ein part av ríkislógini, nevniliga §§ 1-7 og §§ 10-27. Sostatt eru §§ 8-9 og §§ 28-61 í ríkislógini framvegis í gildi.
Sambært løgtingslógini er álagt Landsstýrinum við kunngerð at áseta neyvari reglur fyri m.a.:
2. Endamál
Føroya Jarðarráð hevur tríggjar høvuðsuppgávur:
at fyrisita landsjørðina
at umsita Jarðargrunnin
at umsita studningsskipanir
3. Fyrisiting
Sambært § 4 í K. nr. 164/1993 "umsitur Jarðarráðið jarðargrunnin eftir reglunum í §§ 8 og 9 og §§ 40-56 í lóg nr. 174 frá 24. mai 1937 um landbúnaðarins frama við seinni broytingum og eftir §§ 10-36 í reglugerð nr. 120 frá 22. mars 1938 um Jarðarráðið."
Sambært § 5, stk. 2, í kunngerðini eru í Jarðarráðnum 5 limir, sum landsstýrismaðurin velur. Jarðarráðið skal verða mannað við limum, ið hava útbúgving og hollan fakligan førleika innan búskap, løgfrøði, landbúnað, og sum hava kunnleika til vinnuligt virksemi sum heild. Sambært 2. stk. verður fyri hvønn limin valdur tiltakslimur eftir reglunum í 1. stk. Í nevndini sita:
Elisabeth Eldevig, Fuglafirði, formaður
Birita Petersen, Tórshavn
Ottar Hentze, Sandi
Jákup Petersen, Viðareiði
David Hansen, Kvívík
Tiltakslimir eru:
Bjørn á Heygum, Tórshavn
Annfinn Brekkstein, Velbastað
Rólvur Djurhuus, Kollafirði
Gunnvør Dam Jensen, Kollafirði
Anna Rubeksen, Velbastað
4. Fíggjarviðurskifti
Í tí partinum av donsku lógini, sum framvegis er í gildi, eru reglur fyri umsiting av Jarðargrunninum, herímillum um at keypa jørð, veita lán úr grunninum og fyri studningsskipanir.
5. Roknskaparviðurskifti
Sambært § 14 í "Bekendtgørelse nr. 120 af 22 marts 1938" skal ársroknskapurin "revideres af to Revisorer, hvoraf Ministeriet for Landbrug og Fiskeri vælger den ene, Lagtinget den anden; deres Honorar fastsættes af Landbrugsministeriet og afholdes af den færøske Jordfond. Som Led i Revisionen afholder Revisorerne periodisk uanmeldt Eftersyn af Fondens Kassebeholdning og Værdipapirer. Inden 1. September tilstilles der Ministeriet for Landbrug og Fiskeri, Finansministeriet og Lagtinget hver et Eksemplar af det aflagte Driftsregnskab og Status med Revisorernes Bemærkninger. Finansministeriet deciderer Fondens Regnskaber."
-------------
Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2001, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1997-2000 tikin við.
6. Yvirlit yvir rakstur 1997-2001
(mió.kr.) |
||||||
Nota | 2001 |
2000 |
1999 |
1998 |
1997 |
|
Rentuinntøkur o.a. | 7,2 |
6,5 |
5,9 |
6,4 |
6,3 |
|
- Fyrisitingarútreiðslur | 3,1 |
2,4 |
2,2 |
1,8 |
1,7 |
|
4,1 |
4,1 |
3,7 |
4,6 |
4,6 |
||
1 |
- Sett av til tap uppá útlán | 2,0 |
2,4 |
2,0 |
4,0 |
7,0 |
- Avskrivað tap uppá lán | 0,0 |
0,0 |
0,8 |
0,1 |
0,0 |
|
- Umskipanarútreiðslur | -0,2 |
0,7 |
0,1 |
0,1 |
1,5 |
|
Rakstrarúrslit | 2,3 |
1,0 |
0,8 |
0,4 |
-3,9 |
Nota 1. Sett av til tap uppá útlán
Í 2001 eru settar av 2 mió.kr. aftrat til tap uppá skuldarar, soleiðis at nú eru tilsamans settar av 57,4 mió.kr. Í ársfrágreiðingunum í roknskapunum fyri 1997-2001 verður m.a. víst á, at tá garðar við ov stórari skuldarbyrðu skifta festara, verður tað ikki hildið at vera rætt, at tann komandi festarin skal átaka sær skuld, sum raksturin ómøguliga kann svara. Men av tí at grunnurin ikki hevur heimild at avskriva skuld/staðfesta eitt tap, hevur ráðið gjørt vart við tapsveruleikan við at seta av móti tapi. Ráðið vísir eisini á, at so leingi lógarbroytingar ikki verða framdar, sum týðiliga staðfesta ábyrgdarbýtið millum Jarðarráðið og bónda, og sum gera tað møguligt at fáa skuldarbyrðuna hjá teimum bóndum, sum eru ringast fyri, niður á eitt rímiligt støði, fara eftirstøðurnar til Jarðargrunnin bert at vaksa.
7. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1997-2001
(mió.kr.) |
||||||
Nota | 2001 |
2000 |
1999 |
1998 |
1997 |
|
AKTIV: | ||||||
2 |
Útlán og eftirstøður | 160 |
159 |
155 |
156 |
157 |
- Sett av til tap uppá útlán | 57 |
55 |
53 |
51 |
47 |
|
103 |
104 |
102 |
105 |
110 |
||
Tøkur peningur, virðisbrøv o.a. | 70 |
61 |
55 |
49 |
43 |
|
Onnur aktiv | 0 |
0 |
1 |
1 |
1 |
|
Aktiv tilsamans | 172 |
165 |
158 |
155 |
154 |
|
PASSIV: | ||||||
Eginpeningur: Grunnurin | 78 |
75 |
75 |
74 |
74 |
|
3 |
Festikonta | 92 |
88 |
82 |
80 |
79 |
Tilsamans | 170 |
163 |
157 |
154 |
153 |
|
Stuttfreistað skuld/studningskontur | 2 |
1 |
1 |
1 |
1 |
|
Passiv tilsamans | 172 |
165 |
158 |
155 |
154 |
Nota 2. Útlán og eftirstøður
Útlánini kunnu verða greind út til hesi endamál:
(mió.kr.) |
||||||
2001 |
2000 |
1999 |
1998 |
1997 |
||
Fjós | 87 |
88 |
86 |
86 |
87 |
|
Sethús | 7 |
6 |
5 |
4 |
5 |
|
Vakstrarhús | 3 |
3 |
3 |
3 |
3 |
|
Seyðahús | 4 |
4 |
5 |
5 |
6 |
|
Traktorar og maskinur | 6 |
5 |
5 |
6 |
6 |
|
Mjólkarvirkið | 20 |
22 |
21 |
22 |
24 |
|
Sláturhús | 3 |
3 |
3 |
3 |
3 |
|
Rakstrarlán | 1 |
1 |
1 |
1 |
1 |
|
Ullarvirkið | 1 |
1 |
1 |
1 |
0 |
|
Kommunur | 0 |
1 |
4 |
4 |
4 |
|
Onnur lán | 4 |
3 |
1 |
3 |
2 |
|
Tilsamans | 136 |
137 |
135 |
138 |
141 |
|
Falnir avdráttir og rentur | 24 |
22 |
20 |
18 |
16 |
|
160 |
159 |
155 |
156 |
157 |
||
- Sett av til tap | 57 |
55 |
53 |
51 |
47 |
|
103 |
104 |
102 |
105 |
110 |
Sett av til tap er ikki greinað út á ávísar skuldarar. Síðani 1993 er kunnað um, at leiðslan er farin undir eina sonevnda engagementsgjøgnumgongd, soleiðis at mett kann verða um og sett kann verða av til tey hvørt útlán sær. Í grannskoðanarprotokollini fyri 1998 varð kunnað um, at engagementsgjøgnumgongdin var ikki liðug, og vísandi til at jarðarlóggávan skuldi verða viðgjørd í Løgtinginum á heysti 1999, hevði leiðslan gjørt av ikki at gera meira við gjøgnumgongdina, fyrr enn viðgerðin í Løgtinginum var liðug. Í grannskoðanarprotokollini 1. mars 2000 viðvíkjandi ársroknskapinum fyri 1999 varð umrøtt, at í sambandi við at jarðarlóggávan skuldi verða viðgjørd í Løgtinginum í 2000, var leiðslan farin undir at gera eina engagementsgjøgnumgongd av øllum lánum. Í grannskoðanarprotokollini fyri 2000 og 2001 verður onki nevnt um hesi viðurskifti.
Jarðarráðið hevur áður greitt frá, at tey serligu ognarviðurskiftini á festijørðini gera, at grunnurin í veruleikanum "lænir" til sín sjálvs. Tí er ongin veðrættur at gera galdandi. Útlegg kunnu ikki verða gjørd, og innheintingarmál kunnu ikki verða førd so langt, at ein møgulig tvingsilssøla kann koma uppá á tal. Jarðargrunnurin hevur ikki heimild at avskriva skuld, og samanumtikið kann grunnurin tí ógvuliga sjáldan veruliga staðfesta tap.
Nota 3. Festikonta
Jarðarsøla og aðrar inntøkur og stuðul úr Jarðargrunninum til festarar verður ikki tikin við í rakstrarroknskapinum, men í notu verður víst til eina samlaða »festikontu« undir eginognini.
Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av inntøkum og útgjaldingum á festikontum árini 1997-2001. Í serligari notu í roknskapinum eru inntøkurnar sundurgreindar.
(mió.kr.) |
||||||
2001 |
2000 |
1999 |
1998 |
1997 |
||
Salda, primo | 88 |
82 |
80 |
80 |
80 |
|
Søla av jørð o.a. | 5 |
7 |
3 |
2 |
2 |
|
- Goldið út til festarar, netto | 0 |
1 |
1 |
2 |
2 |
|
Salda ultimo | 92 |
88 |
82 |
80 |
80 |
Sambært § 5 í kunngerð nr. 164 frá 26. august 1993 um reglur fyri Jarðarráðið verður peningurin fyri jarðarsølu o.a. goldin inn í Jarðargrunnin og har bókaður á kontu fyri hvørt festi sær. Jarðarráðið kann veita fíggjarligan stuðul til íløgur á festinum við peningi av festikontuni, og ráðið viðger umsóknir um stuðul eftir somu reglum, sum umsóknir um lán.
Sostatt hevur hvørt festi sína festikontu, og Jarðarráðið hevur greitt frá, at tað er orsøkin til, at inntøkur og útreiðslur viðvíkjandi hesum kontum ikki eru tiknar við í rakstrarroknskapi Jarðargrunsins.
8. Roknskapargrannskoðanin
Løgtingsgrannskoðararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir m.a. á frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini, Grannskoðaravirkinum KPMG.
Sambært grannskoðanarátekningini er roknskapargrannskoðanin samd við ráðnum í, at tað helst verður trupult í framtíðini at fáa rentur og avdráttir inn, og at ávísur vandi tí er fyri, at avsetingin ímóti tapi, 57,4 mió.kr., er ov lítil. Roknskapargrannskoðanin er samd við leiðsluni í roknskaparligu viðgerðini av avsetingini upp á útlán og eftirstøður.
9. Viðmerkingar
9.1. Ófullfíggjað lógargrundarlag/stórar eftirstøður
Í uppskotum til samtyktar um at góðkenna roknskapirnar hjá Føroya Jarðargrunni hava løgtingsgrannskoðararnir í áravís gjørt vart við serligu trupulleikarnar viðvíkjandi teimum støðugt vaksandi eftirstøðunum á lánum, veitt úr Jarðargrunninum.
Løgtingsgrannskoðararnir hava átalað, at viðurskiftini eru ikki komin í rættlag, og teir hava víst á, at tað er landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgdina.
Í skrivi 28. oktober 1999 boðaði landsstýrismaðurin frá, at saman við nývalda Jarðarráðnum fyrireikar Vinnumálaráðið uppskot um, hvussu farið skal verða fram viðvíkjandi lánum, sum ikki verða goldin aftur á vanligan hátt. Um lógararbeiðið viðvíkjandi landsjørðini vísti landsstýrismaðurin á, at í november 1993 hevði Landsstýrið gjørt av at seta nevnd at gera uppskot um framtíðar landbúnaðarvinnu í Føroyum. Í desember 1997 legði nevndin fram álit, herímillum uppskot um løgtingslóg um landsjørð, men tað hevur víst seg, at politisk undirtøka er ikki fyri at leggja lógaruppskotið fyri Løgtingið. Landsstýrismaðurin kunnaði 28. oktober 1999 um, at hann tí hevði gjørt av at taka stig til aðalorðaskifti um viðurskiftini hjá landbúnaðinum, m.a. við støði í álitinum.
Í februar 2001 kunnaði Vinnumálaráðið løgtingsgrannskoðararnar um, at 4. mai 2000 hevði landsstýrismaðurin lagt fram í Løgtinginum tilmæli um framtíðar landbúnað, ið saman við niðurstøðunum frá orðaskiftinum á Løgtingi skuldi verða brúkt sum grundarlag í arbeiðinum at orða ein landbúnaðarpolitikk. Í tráð við hesa ætlan setti undanfarni landsstýrismaður nevnd at orða ein landbúnaðarpolitikk, herímillum m.a. at gera uppskot til reglur fyri at geva eftir skuld. Nevndin miðaði ímóti at lata landsstýrismanninum uppskotið í seinasta lagi 15. mai 2001.
1. juni 2001 handaði nevndin landsstýrismanninum álit og uppskot til lógarbroytingar um framtíðar landbúnað. Sambært tíðindaskrivi 29. mai 2001 frá Vinnumálaráðnum ætlaði landsstýrismaðurin, við støði í álitinum, at leggja fyri Løgtingið í næstu tingsetu:
27. november 2002 hevur landsstýrismaðurin kunnað roknskapargrannskoðanina um, at Vinnumálaráðið saman við Føroya Jarðarráði arbeiðir við at gera lógaruppskot, ið heimilar landsstýrismanninum at endurskipa skuldina innan landbúnaðin, herímillum heimild til at veita skáa og at avskriva skuld.
Løgtingsgrannskoðararnir hava spurt landsstýrismannin, nær lógin um landsjørðina verður gjørd liðug, og nær trupulleikarnir viðvíkjandi støðugt vaksandi eftirstøðum verða loystir.
Landsstýrismaðurin kunnaði í januar 2003 um, at lógaruppskot um búnaðargrunn og landsjørð eru send til hoyringar, og fara væntandi at verða løgd fyri Løgtingið í februar 2003.
9.2. Tilknýtið til fíggjarlógina
Niðurstøðan í álitinum er m.a., at Jarðargrunnurin er ein landsstovnur, og er sostatt ogn landskassans. Tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, at grunnurin ikki verður tikin við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Álitið vísir á, at trupulleikarnir kunnu verða loystir við, at alt virksemið verður at taka við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Í heilt serligum førum kann Løgtingið tó við lóg samtykkja at hava virksemið uttanfyri fíggjarlógina. Í uppskoti til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000 (Lm. nr. 85/2001) vórðu niðurstøðurnar í álitinum frá Fíggjarmálaráðnum umrøddar, og Løgtingið samtykti 12. mars 2002 at heita á løgmann um at síggja til, at stýrisskipanarlógin í framtíðini verður hildin, soleiðis at allir stovnar/grunnar, sum skulu við á fíggjarlógina, verða tiknir við á fíggjarlógina 2003.
Løgmaður kunnaði í skrivi 13. juni 2002 um, at álitið frá Fíggjarmálaráðnum hevði verið lagt fyri og gjøgnumgingið á landsstýrisfundi 11. desember 2001. Niðurstøðan á landsstýrisfundinum var, at hvør landsstýrismaður beinanvegin skuldi fara í holt við at gjøgnumganga landsstovnar og grunnar á sínum øki til tess at gera neyðugar broytingar samsvarandi álitinum. Møguligir ivaspurningar skuldu verða greiddir í samráð við Fíggjarmálaráðið.
Jarðargrunnurin var ikki við sum landsstovnur/-grunnur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, og ongin lógarbroyting er samtykt, sum heimilar, at virksemið verður hildið uttanfyri fíggjarlógina.
Løgmaður kunnaði 12. desember 2002 um, at arbeitt verður við at fáa greiði á formligu viðurskiftunum. Síðani fer støða at verða tikin til, um neyðugar lógarbroytingar skulu verða gjørdar, so at heimild fæst fyri, at grunnurin kann liggja uttanfyri fíggjarlógina, ella um hann skal verða settur á fíggjarlógina. Sambært løgmanni halda Løgmálaráðið og Fíggjarmálaráðið, at uppskot um neyðugar lógarbroytingar kann verða gjørt so mikið skjótt, at tað kann verða lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.
1. viðgerð 27. februar 2003. Tingmálini nr. 71-4 og 71-5/2002 vórðu viðgjørd undir einum og beind beinleiðis til 2. viðgerð.
2. viðgerð 5. mars 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.