Formansskapurin
Starv Virkisøki formansskapsins er: Formansskapur løgtingsins er hitt hægra fyriskipaða stýrið í løgtinginum og umboðar tingið úteftir. Formansskapurin skal tryggja, at løgtingsumsitingin virkar væl og tíðarhóskandi í allar mátar.Umframt viðger formansskapurin ítøkilig mál, ið sbrt. tingskipanini skulu leggjast fyri formansskapin, mál av grundregluligum týdningi og/ella stórum týdningi og mál, sum annars skulu verða viðgjørd eitt nú:
1) Hægri fyriskipaðar spurningar løgtingsarbeiðinum viðvíkjandi,
2) lønarviðurskifti løgtingsmanna sbrt. stýrisskipanarlógini § 25,
3) spurningar, um tingmaður í valskeiðnum hevur mist valbæri sítt og tí má siga tingsessin frá sær sbrt. stýrisskipanarlógini § 6, stk. 4,
4) spurningar um at taka óárinið frá løgtingsmanni sbr. stýrisskipanarlógini § 24.
Formansskapurin setir løgtingsskrivstovustjóran sbrt. tingskipanini § 20. Formansskapurin tekur støðu til mál, sum skulu verða burturvíst eftir reglunum í tingskipanini § 57, stk. 1.
Limir valdir 03.02.2004 Edmund Joensen, formaður Løgtingsins
Hergeir Nielsen, 1. næstformaður
Vilhelm Johannesen, 2. næstformaður
Óli Breckmann, 3. næstformaður
Skrivari Súsanna Danielsen
Gerðabókin
Dagsskrá