Kunningarskriv frá Norðurlandaráðnum 2000

 

Norðurlandaráðið

wpe4.jpg (2083 bytes)

wpe2.jpg (4608 bytes)

 

 

Kunning til fjølmiðlarnar

29/05-2001

Hvørjar avleiðingar hevur víðkanin av ES?

Hvørjar avleiðingar hevur víðkanin av ES fyri Baltalond og Norðurlond og samstarvið teirra millum? Hetta verður ein av spurningunum, ið verður til viðgerðar, tá politikarar úr umráðunum báðum hittast til fundar í høvuðsstaðnum í Letlandi, Riga, hósdagin og fríggjadagin komandi. Á hesum triðja fundi millum tinglimir í norðurlondum og baltalondum verður eisini skift orð um m.a. marknasamstarv og útbúgvingar- og mentanarsamstarv. Úr Føroyum luttaka føroysku limirnir í Norður-landaráðnum, Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu.

Baltisku londini hava í mong ár havt sera tætt samstarv við Norðurlond m.a. gjøgnum Norðurlandaráðið. Fyrstu ferð skipað varð fyri felagsfundi millum limirnar í Norðurlandaráðnum og politikarar í Baltalondum var í 1996, og fundurin hósdagin og fríggjadagin er hin triðji í røðini.

Baltalondini hava í rúma tíð fyrireika seg til upptøku í ES. Gerast tey trý londini limir í ES, ávirkar tað sjálvsagt samstarvið við Norðurlond, og hesin spurningur verður eisini høvuðsevnið á fundinum. Uttanríkismálaráðharrarnir í teimum trimum Baltalondunum fara saman við svenska uttanríkismála-ráðharranum, Annu Lindh, at leggja fyri, og greiða frá støðuni.

Eitt annað evni á skránni er økissam-starv á eitt nú orkuøkinum. Mentanar- og útbúgvingarsamstarv við m.a. menning av ungdóms- og næminga-umbýti verður eisini umrøtt.

Fyri Føroyar fara føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum og Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum, at luttaka.