Kunningarskriv frá Norðurlandaráðnum 2000

 

Norðurlandaráðið

wpe4.jpg (2083 bytes)

wpe2.jpg (4608 bytes)

 

Kunning til fjølmiðlarnar

26/06-2001

 

 Norðurlendsk umhvørvisætlan samtykt

Á eyka ársfundi í Kungälv í morgun samtykti Norðurlandaráðið umhvørvisætlanina fyri árini 2001 – 2004 og uppskotið um burðardygga menning, sum Noðurlendska Ráðharraráðið legði fram fyrr í ár.

Breið semja var um at seta uppskotini í verk, og at norðurlond í felag eiga at stremba eftir teimum málum, sett verða í uppskotunum.

Jógvan við Keldu røddi í sínari talu um, hvønn týdning umhvørvisvernd hevur fyri londini í útnorði, og hvussu stóran týdning hesar ætlanir hava fyri londini. Somuleiðis nam Jógvan við týdningin av fyribyrgjandi umhvørvisarbeiði og mælti til, at man í framtíðini gav tí fyribyrgjandi størri ans.

Jógvan fanst eisini at svium fyri teirra fyrivarni móti partinum, sum snýr seg um fiskiskap, veiðu og aling. Jógvan segði m.a., at hetta fyrivarni stríðir móti ætlanini í síni heild, og at man í nærmastu framtíð átti at hyggja at málinum av nýggjum og stremba eftir, at norðurlond eisini í hesum standa sum ein maður.