Løgmansrøðan 1998

101-1 FRÁGREIÐING FRÁ LØGMANNI 1998

 

PARTUR I
    A. Framløga løgmans
    B. Samantak
PARTUR II
    C. Málsøki útgreinað
    D. Uttanlandsmál
   E. Kommunumál
   F. Sjálvstýrismál
    G. Løgmál
   H. Fíggjar- og búskaparmál
   I. Fiskivinnumál
    J. Vinnumál
   K. Oljuvinna
   L. Umhvørvismál
    M. Almanna- og heilsumál
    N. Undirvísingar- og mentamál
PARTUR III
   O. Løglisti

Framløga Løgmans

Harra formaður.

Skjøtil er settur á eina nýggja tingsetu og eitt nýtt valskeið, ið røkkur inn í næstu øld.

Eftir løgtingsvalið tann 30. apríl í ár varð nýggj samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og samgonguavtala varð undirskrivað tann 9. mai. Løgmaður varð valdur 15. mai og landsstýri síðani skipað.

Frágreiðing løgmans fer at viðgera støðu landsins sum heild og leggja dent á tey politisku høvuðsmálini, sum landsstýrið hevur í hyggju at fremja í hesi tingsetu og hesum valskeiði.

Framtíðarviðurskifti
Seinastu 8-10 árini hevur føroyska samfelagið verið merkt av politiskum og búskaparligum turbulensi. Hetta hevur elvt til, at stórur partur av teirri politisku orkuni er farin til at viðgera fortíðina og at hóra undan í nútíðini.

Búskaparliga eru fortreytirnar broyttar almikið seinastu árini. Við seinastu avtaluni millum landsstýrið og donsku stjórnina um endurgjald fyri bankamálið fer nettouttanlandsskuldin helst at koma niður á 0 í hesum ári, eftir at hon var omanfyri 8 milliardir krónur í 1991.

Seinasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum staðfestir, at tað gongur sum heild framá í føroyska búskapinum. Framgongd er í flestu vinnugreinum grundað á økta framleiðslu og betrað kappingarføri.

Áræði, virkishugur og álit á framtíðina merkjast aftur í samfelagnum. Tó eru nógvir trupulleikar eftir at loysa fyri at fáa grundarlag undir øktum og støðugum framburði.

Tíðin er nú komin at viðgera tey politisku stórmálini, sum hava ligið á láni.

Landsstýrið hevur sett sær fyri, at hetta valskeiðið skal snúgva seg um at skipa framtíðarkarmarnar um føroyska samfelagið:

* Tann grundleggjandi karmin - okkara ríkisrættarligu støðu og okkara viðurskifti við útheimin.

* Marknaðarkarmarnar, har samráðingar um nýggja avtalu við ES skulu fyrireikast og viðgerast politiskt.

* Innanhýsis politisku karmarnar, har nýggj kommunuskipan verður viðgjørd.

* Búskaparligu og fíggjarligu karmarnar fyri føroyska samfelagið framyvir.

* Vinnuligu karmarnar fyri fiskivinnu, øðrum vinnum og møguliga oljuvinnu.

* Útbygging av føroyska samfelagnum á samferðsluøkinum og møguleikar hjá útjaðaranum at mennast.

* Vælferðarskipanina, har vit skulu tryggja varandi loysnir í heilsuverkinum og í almannaverkinum.

* Mentanarligar karmar, har vit skulu fóta okkum í útbúgving, gransking og tøkni í altjóða menningini.

Tað skal vera mín vón og mín áheitan á løgtingið, at vit við opnum sinni viðgera hesi stórmál, og at vit kunnu finna breiðar politiskar semjur um framtíðarkarmarnar um føroyska samfelagið.

Høvuðssetningur landsstýrisins
Samgonguflokkarnir eru samdir um, at tað er neyðugt at hava fult ræði og fulla ábyrgd av landinum til tess at skapa eitt trygt grundarlag undir føroyska samfelagnum í framtíðini.

Høvuðssetningur landsstýrisins er greiður sambært samgonguavtaluni: Føroyar verða skipaðar sum fullveldi, har alt politiskt vald og ábyrgd eru hjá føroyskum myndugleikum. Tað vil ikki siga, at bondini við Danmark og umheimin verða kvett. Endamálið er at samstarva á einum nýggjum grundarlagi sum javnbjóðis partar. Í samgonguskjalinum er ásett, at hetta verður at gera eftir eini skipaðari ætlan:

* Ein partur snýr seg um at fyrireika og samráðast við donsku stjórnina um ein samstarvssáttmála landanna millum, sum tvey sjálvstøðug lond eins og Ísland og Danmark í 1918. Herundir skal samráðast við stjórnina um eina búskaparliga og fíggjarliga skiftisskipan.

* Ein partur snýr seg um at gera eina grundlóg fyri Føroyar.

* Og ein partur snýr seg um at gera føroyskar skipanir á øllum málsøkjum í føroyska samfelagnum, at meta um fíggjarligan tørv, lóggávutørv og umsitingarligan tørv, og ikki minst at gera búskaparligar ætlanir og framrokningar fyri einum sjálvberandi føroyskum búskapi.

Lyklaorðini í hesum arbeiði eru: Fyrireiking, kunning og demokratisk viðgerð. Føroya løgting viðger øll mál og ger av, hvørjar broytingar skulu gerast. Haraftrat hevur samgongan bundið seg til, at uppskot til nýggjan sáttmála við Danmark og uppskot til eina føroyska grundlóg verða send til fólkaatkvøðu í Føroyum.

Til tess at fyrireika hesi stóru stig eru sjálvstýrismál eitt nýtt málsøki í landsstýrinum, og landsstýrismaður er settur til hetta mál burturav. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og fyrsta uppskotið um framtíðarstøðu Føroya verður lagt fyri tingið eftir ólavsøku.

Avtalan við donsku stjórnina
Arbeiðið at skipa framtíðarkarmarnar um føroyska samfelagið byrjaði longu í samráðingunum við donsku stjórnina í juni í ár, sum var fyrsta stóra uppgávan hjá hesum landsstýri. Tann 10. juni varð avtala undirskrivað í Keypmannahavn millum landsstýrið og donsku stjórnina um m.a. endurgjald fyri bankamálið, afturgjalding av uttanlandsskuld, blokkstuðul og tilsøgn um samráðingar um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Landsstýrið legði í fyrireikingunum til samráðingarnar dent á, at talan var um politiskar samráðingar, sum ikki bert skuldu snúgva seg um tann løgfrøðiliga partin av bankamálinum.

Landsstýrið miðaði ímóti eini heildaruppgerð um bankamálið, skuldina til ríkiskassan og tey politisku krepputiltøkini, sum vórðu ein beinleiðis partur av bankamálinum. Harafturat skuldi avtalan leggja lunnar undir komandi samráðingar um ríkisrættarligu støðu Føroya. Tað eydnaðist at fáa eina góða heildaravtalu.

Í veruleikanum er avtalan byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar millum. Vit hava fingið eitt búskaparligt og politiskt rásarúm at styrkja føroyska samfelagið og leggja lunnar undir at broyta ríkisrættarligu støðu okkara. Avtalan ber í sær, at vit taka fulla búskaparliga ábyrgd av Føroyum.

Tað er at fegnast um, at eitt samt løgting tók undir við avtaluni.

Í stuttum verður nortið við tey ymsu málsøkini, men víst verður til 2. part av løgmansrøðuni, har einstøku málsøkini eru nærri útgreinað.

Stytt málsøki

Uttanlandsmál
Seinastu árini hevur løgmaður lagt frágreiðing um uttanlandsmál fyri løgtingið, sum væntandi verður løgd fyri tingið í heyst.

Her skal tó verða trivið í tey mál, ið hava havt týdning fyri Føroya land seinasta árið, og sum landsstýrið fer at leggja stóran dent á næstu árini.

Samráðingarnar við Bretland um landgrunsmarkið hava verið drúgvar og torførar. Tað hevur frá samráðingarbyrjan verið støða landsstýrisins at fáa í lag eina semju við bretar, ið fær breiða undirtøku á løgtingi.

Marknatrætan er tikin upp til máls millum danska forsætismálaráðharran og løgmann. Gongdin seinasta hálvárið hevur víst, at vilji er frá báðum pørtum at royna semju heldur enn at leggja marknamálið fyri altjóða dómstólin í Haag.

Í løtuni verða fyrieikingar gjørdar til tess at greina út, hvussu frægast er at fara fram í hesum máli. Ætlanin er at røkka einari loysn á marknamálinum innan rímiliga tíð.

Heimshandilin er merktur av, at samhandilin í millumlandafelagsskapum og teirra millum mennist. Hóast Føroyar higartil hava valt at standa uttan fyri hesar felagsskapir, eru vit farin í holt við at endurskoða hesi viðurskifti.

Kommunumál
Skattainntøkurnar hjá kommununum vaksa støðugt. Gongdin higartil í ár vísir, at skattainntøkurnar verða uml. 740 mió. kr, sum er nakað hægri enn mett í fíggjarætlanini. Meðal kommunuskattaprosentið er óbroytt á 19,85%.

Rakstrar- og íløguútreiðslurnar eru hækkaðar munandi, og hetta er tekin um økt virksemi í landinum.

Kommunurnar eiga at seta munandi upphæddir av til rentur og avdráttir fyri at gjalda skuldina aftur. Flestu kommunur eru førar fyri at gjalda skuld aftur, men hjá teimum, sum hava meir enn 3 álíkningar í skuld, er tað sera tørført at koma burtur úr hesum hafti. Nakrar kommunur mugu enn fáa hjálp úr veðhaldsgrunninum fyri at rinda rentur og avdráttir.

Landsstýrið fer at leggja áherðslu á at fáa loysn á kommunuskuldini, soleiðis at kommunurnar leggja doyin á at gjalda skuld aftur og ikki at taka nýggj lán.

Fíggjar- og búskaparmál
Framgongdin frá seinasta ári heldur fram í 1998. Hetta sæst millum annað í hagtølunum, sum liggja við sum fylgiskjøl til løgmansrøðuna. Niðanfyri nevndu tøl í ár eru samanborin við sama tíðarskeið í fjør.

* Fólkatalið veksur støðugt. Fólkatalið verður við árslok eini 500 fólk fleiri enn í fjør.

* Arbeiðsloysið minkar alsamt, úr 10% í fjør niður í eini 8% í ár.

* Løngjaldingarnar eru 11% hægri, javnvágin millum framleiðsluvinnuna og almennar tænastur er vorðin betri.

* Handilsjavnin, skip ikki íroknað, er 34 mió. kr. betri fyrsta ársfjórðing í ár.

* Gjaldsjavnaavlopið, sum í fjør var 881 mió.kr. verður helst á sama støði í ár.

* Nettouttanlandsskuldin, sum við árslok í fjør var 2,2 mia. kr. minkar í ár samsvarandi bankaendurgjaldinum 1 mia.kr., og verður nettouttanlandsskuldin umleið 0 við árslok, um gjaldsjavnaavlopið verður á leið tað sama sum í fjør.

Ein av høvuðsorsøkunum fyri hesum úrslitum er tann skatta- og avgjaldspolitikkur, ið førdur er seinastu árini, har kappingarførið hjá vinnuni er batnað, og at tað aftur loysir seg at arbeiða.

Avtalan við donsku stjórnina fær avgerandi týdning fyri framtíðar fíggjarpolitikk landsins, hon leggur eitt fast gjald til rentur og avdrátt av landskassans skuld til danska statin til 323 mio. um árið í 20 ár. Hetta er uml. 80 mio. kr. minni enn tað, ið vit hava goldið í rentu av hesi skuld. Rentan er føst, 5% p.a. fyri alt tíðarskeiðið.

Avtalan staðfestir, at vit hava fullan avgerðarrætt og ábyrgd av búskaparpolitikkinum í framtíðini.

Hetta ber í sær, at neyðugt er at føra ein varligan fíggjar- og búskaparpolitik fyri at styrkja samfelagið og fyri at kunna standa ímóti bakkøstum.

Landsstýrið fer tí at skipa fyri, at avlop verður á fíggjarlógini í komandi árum, og nýggj lán til landskassan koma ikki upp á tal.

Eisini fer landsstýrið at laga almennu íløgurnar til privatu íløgurnar, so vit ikki aftur fáa ovurvirksemi í búskapin.

Fiskivinnumál
Rikin verður ein varin fiskivinnupolitikkur. Reguleringartiltøkini skulu tryggja, at fiskastovnarnir undir Føroyum verða gagnnýttir burðardyggiliga við fiskidøgum, stongdum økjum og friðingum á gýtingarleiðum, so endamálið í lógini um vinnuligan fiskiskap verður rokkið.

Hugt má verða at heildini, og ikki bert at pørtunum hvør sær. Øll liðini mugu verða burðardygg, skal tað geva úrslit. Dentur verður lagdur á allar tættir, samstarv millum framleiðslulið og sølulið, økismenning, arbeiðsumhvørvi, góðskukrøv, hagreiðingarskipanir, meira umsetilig fiskirættindi og størri liberalisering í veiðiliðinum.

Fiskiveiðiavtalurnar fyri 1998 vísa á økt føroysk veiðirættindini á fjarleiðum, tó verða útlendsk veiðirættindi á føroysku landleiðini skerd. Hesar broytingar stava frá eini skerjing í øllum botnfiski og eini øking í uppsjóvarfiski og ídnaðarfiski.

Vinnumál
Ein nútíðarvinnupolitikkur leggur dent á at víðka um ræsur, førleika og møguleikar hjá so mongum einstaklingum og fyritøkum í landinum sum gjørligt fyri at fremja virksemi, ið veksur um búskapin og gerst sostatt ein sameinandi liður í politiska arbeiðinum.

Hóast ein góð semja við danir longu nú hevur slóðað fyri øktum politiskum sjálvræði, slepst ikki undan, at ein sterkur búskapur í longdini er besta trygdin fyri varandi sjálvbjargni.

Fiskieydnan kann vera svikalig, og blokkstuðulin fer einaferð at hvørva. Tað er tí umráðandi, at landskassin fær aðrar inntøkukeldur at líta á.

Grundstøðið undir føroyska búskapinum verður ov veikt, finna vit ikki aðrar vinnur, ið kunnu tryggja javnvágina í búskapinum, tá fiskivinnan hevur ring ár.

Alivinnan er eitt dømi um vinnu, ið bráddliga hevur fingið stóran týdning fyri búskapin. Vit byggja í løtuni skip til Grønlands, vit útflyta trol og nótir, blanda alifóður til Hetlands, smíða hús í Norra, dýpa havnir í Íslandi, og vit flyta ferðafólk millum lond. Sostatt eru mong dømi um, at vit eru kappingarfør, har vit hava rætta fólkið og rættan hugburð.

Somuleiðis verður tryggjað eitt hóskandi ferða- og flutningssamband innanoyggja, sum hevur alstóran týdning fyri vinnumøguleikar, menning og trivnað í útjaðaranum.

Landsstýrið hevur sett eina verkætlan í gongd um orðing av vinnupolitikki, og ætlanin er, at verkætlanin verður grundarlag undir politisku viðgerðini, nú broyttar politiskar fortreytir krevja, at vit ganga nýggjar vinnuvegir.

Oljuvinna
Tulkingar av innkomnum datamongdum frá seismiskum kanningum undir Føroyum benda á, at grundarlag er fyri at bjóða út øki til oljuleiting. Stóri áhugin hjá oljufeløgum fyri føroyska landgrunninum er gott tekin.

Oljuleiting og oljuvinna eiga fyrst og fremst at menna føroysku vinnuna, so hon betur kann laga seg til broytingar og gerast kappingarfør í altjóða høpi. Fyrsta stigið er at vera við í oljuvinnu við Føroyar, og at tryggja føroyskum fyritøkum møguleikar at veita oljufeløgum vørur og tænastur, tá leitingarloyvi verða givin.

Almanna- og heilsumál
Stórar avbjóðingar standa fyri framman, og tilmæli til føroyskan almannapolitikk verður eftir ætlan lagt fyri løgtingið til aðalorðaskiftis.

Í nýggju almannalóggávuni verður miðað ímóti at gera greiðar reglur fyri skyldum hjá landi og kommunum og at avmarka galdandi afturgjalds- og refusiónskipanir.

Lóggávan er á fleiri økjum ótíðarhóskandi og verður at endurskoða samsvarandi fíggjarorku landsins, soleiðis at greiðir karmar verða gjørdir um skyldur og rættindi okkara mótvegis teimum, sum á einhvønn hátt eru við skerdan lut, eins og hin einstaki hevur ábyrgdina av lívi og heilsu síni, meðan at tað almenna stuðlar undir.

Íbúðartørvurin hjá fólki broytist við árunum. Vit eiga at umhugsa at broyta endamálið við Húsalánsgrunninum til at røkja hesa uppgávu, so fólk ikki verða so bundin at tí bústaði, tey einaferð valdu sær.

Ein pensjóns- og eftirlønarábót er neyðug. Verður einki gjørt, gerast eftirlønar- og pensjónskipanirnar fleiri, umframt tvær samhaldsfastar skipanir, sum landið rindar, men sum ikki nøkta tørvin hjá teimum, sum liva av fólkapensjónini burturav.

Heilsutænastan sum heild eigur at gerast betri bæði viðvíkjandi hølum og tøkni. Júst tøkni kann gerast eitt týðandi stuðulsamboð. Hugsandi er, at teldutøkni og kunningartøkni kunnu veita sjúklingum í útjaðaraøkjum tænastur og vera ein trygd hjá óttafullum fólki í einbýli.

Undirvísingar- og mentamál
Mentanarpolitikkur er ein natúrligur partur av heildarpolitikkinum og er ein av fortreytunum fyri menning í nútíðarsamfelagnum. Landsstýrið hevur sett sær fyri at orða ein mentanarpolitikk til at seta í verk í seinasta lagi ár 2000. Ímeðan eiga vit at bøta um fortreytirnar fyri mentanarliga virkseminum í landinum, tí ábøtur eru neyðugar á fleiri økjum.

Nýggj fólkaskúlalóg kemur í gildi 1. august í ár. Nýggja lógin ber í sær rættiliga stórar broytingar, og til tess at lúka krøvini, ið lógin setur, er neyðugt við øktari játtan til fólkaskúlan komandi árini.

Neyðugt er at veita lærarum eina munadygga eftirútbúgving, so teir gerast betur førir fyri at taka ímóti teimum avbjóðingum, ið nýggja lógin førir við sær.

Gransking er ein fortreyt fyri framburði. Skal granskingin ikki verða afturútsigld, mega vit skifta kós, tí útbúgvingartørvurin er stórur.

Viðvíkjandi kunningartøkni og teldusamskifti eiga vit ikki standa aftanfyri. Arbeitt verður við eini KT-ætlan fyri vinnu- og miðnámsskúlaøkið, sum kann gera karmar um menningina í skúlunum og vísa á møguleikarnar, sum kunningartøkni gevur.

Í hesum viðfangi kann verða nevnt, at løgmansrøðan liggur sum tingmál á heimasíðu løgtingsins á vevsíðu, har hon er tøk hjá borgarum landsins.

Samantak
Harra formaður.
Risatøk liggja fyri framman, og neyðugt er tí við breiðari politiskari semju um tey mál, ið viðgerast skulu. Sera umráðandi er at náa eina felags fatan av teim ymisku málunum í hesi viðgerð, hóast vit ikki eru samd um smálutirnar.

Eg fari við hesum orðum at bjóða løgtinginum - samgongu sum andstøðu - til eitt týdningarmikið og avgerandi samstarv við eitt vegamót í framtíðarstøðu Føroya.

Góða ólavsøku.

PARTUR II

Málsøki útgreinað

Uttanlandsmál
Seinastu árini hevur løgmaður lagt frágreiðing um uttanlandsmál fyri løgtingið. Henda frágreiðing verður væntandi løgd fyri løgtingið í heyst.

Her skal tó verða trivið í tey mál, ið hava havt týdning fyri Føroya land seinasta árið, og sum landsstýrið fer at leggja stóran dent á næstu árini.

Altjóða samráðingar

Marknamálið
Eitt sera týdningarmikið mál er tann framvegis óloysti spurningurin um landgrunsmarkið millum Føroya og Bretlands.

Málið hevur verið á skránni í 20 ár. Tær samráðingarnar, sum byrjaðu fyri 7 árum síðani hava verið truplar og hava ikki higartil ført til nakað úrslit. Síðan 1993 hevur landsstýrið havt ábyrgdina av samráðingarleiðsluni. Ongin fundur hevur verið millum samráðingarnevndirnar síðan september 1997. Hinvegin hevur hvørgin parturin boðað mótpartinum frá, at samráðingarnar verða hildnar at verða endaðar úrslitaleysar. Sambandið millum partarnar er ikki avbrotið.

Seinastu tíðina hava avvarðandi bretsku myndugleikar við fleiri ymisk høvi sagt seg fúsar at gera sítt til tess at náa fram til eina samráðingarloysn. Landsstýrið er í holt við at kanna, hvat býr undir hesum bretska boðskapi.

Skilligt er, at áhugin hjá oljuvinnuni at sleppa í gongd við leiting báðumegin eitt komandi mark er stórur, og at báðir partar høvdu staðið seg við at fingið ásett markið áðrenn langt um líður.

Altjóða handilsmál
Heimshandilin er merktur av, at samhandilin í millumlandafelagsskapum og teirra millum mennist. Hóast Føroyar higartil hava valt at standa uttan fyri hesar felagsskapir, eru vit tó farin í holt við at endurskoða okkara viðurskifti í samstarvinum við hesar.

Samráðingar við ES
Samstarvið við ES er grundað á ein fiskivinnusáttmála og ein handilssáttmála. Landsstýrið hevur ta áskoðan, at handilssáttmálin við ES er ikki nøktandi. Tískil varð ein nevnd sett í fjør at kanna møguleikarnar fyri sáttmála við ES um eina EBS líknandi skipan. Nevndin er liðug við sín setning og frágreiðing verður handað løgmanni í næstum.

Eftir ætlan verður farið undir samráðingar um sínamillum heilsufrøðilig viðurskifti í heyst. Málið er at fáa semju í lag líknandi tí íslendsku.

Samráðingar við Mið- og Eystureuropa
Áheitan um samráðingar um fríhandil er send tíggju mið- og eystureuropeiskum londum. Sáttmálin við Estland verður lagdur aftur fyri løgtingið í heyst. Harumframt verður sáttmálin við Pólland væntandi undirritaður um stutta tíð og lagdur fyri løgtingið seinni í tingsetuni.

Trygdarmál

Skjalarannsóknir
Við støði í løgtingssamtykt tann 19. apríl 1996 setti løgmaður stýrisbólk at skipa fyri rannsóknararbeiðinum í sambandi við herstøðirnar í Føroyum. Stýrisbólkurin setti søgufrøðing at savna skjøl í USA, og bólkurin hevur savnað skjøl í Danmark og Føroyum. Tó resta nakrar skjalarannsóknir í Danmark og Føroyum í.

Eitt stórt og áhugavert skjalatilfar er fingið til vega. Tilfarið verður viðgjørt og frágreiðing verður latin í málinum seinni.

Norðurlandamál

Sjálvstøðug umboðan
Sum staðfest í samgonguskjalinum er ætlan landsstýrisins at fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum í samsvari við, at Føroyar gerast eitt land við fullveldi.

Neyðugt verður at endurskoða leiklut Føroya í Norðurlandaráðnum og at taka støðu til gongdina í norðurlendskum samstarvi.

Norðurlendska samstarvið er í eini broytingartíð. Samstarvið við ES og samstarvið við tey sonevndu nærøkini, sum fevna um Russland og londini í Eystrasalti, verða raðfest høgt í ráðharraráðnum. Samstarv millum Norðurlandaráðið og Barentsøkið eins og samstarvið við arktiska økið tvørturum Atlantshav til Kanada verður ment.

Útnorður
Dentur verður lagdur á at styrkja støðu Útnorðurlanda og at vera við í nýggju samstarvsøkjunum hjá Norðurlandaráðnum.

Meting av samstarvinum
Stig eru tikin til tess at fáa metingar um leiklut landsstýrisins í Norðurlandasamstarvinum og at fáa tilmæli um, hvussu samstarvið kann styrkjast á ymsu økjunum.

Kommunumál

Skattainntøkur
Skattainntøkurnar hjá kommununum vaksa støðugt. Í 1992 vóru tær 562 mió. kr. og í 1997 uml. 730 mió. kr.

Gongdin higartil í ár vísir, at skattainntøkurnar verða uml. 740 mió. kr, sum er nakað hægri enn mett í fíggjarætlanini. Meðal kommunuskattaprosentið er óbroytt á 19,85%.

Rakstrar- og íløguútreiðslurnar eru hækkaðar uml. 38 mió. kr. upp í 483 mió. kr.

Kommunurnar hava sett 126 mió. kr. av til avdráttir av lánum, men rentuútreiðslurnar eru lækkaðar 15 mió. kr. til 109 mió. kr., sum stendst av, at rentustøðið er lækkað og skuldin minkað.

Kommunuskuld
Kommunuskuldin verður við árslok uml. 1,5 mia. kr., sum er gott og væl 2 álíkningar. Hetta er ein álíkning minni enn í 1995, tá avtala varð gjørd við lánsveitararnar. Skuldin er tó enn sera tyngjandi fyri raksturin hjá flestu kommunum, tí uml. 1/3 av kommunalu fíggjarætlanunum fer til rentur og avdráttir av lánum.

Flestu kommunur eru førar fyri at gjalda skuld aftur, men hjá teimum, sum hava meir enn 3 álíkningar í skuld, er tað sera tørført at koma burtur úr hesum hafti. Einstakar kommunur mugu enn fáa hjálp úr veðhaldsgrunninum fyri at rinda rentur og avdráttir.

Ongantíð ov skjótt má finnast ein loysn á kommunuskuldini. Landsstýrið fer at leggja áherðslu á, at kommunurnar halda fram við at leggja doyin á at gjalda skuldina aftur og halda seg frá at taka nýggj lán.

Kommunubygnaður
Kommununevndin, sum landsstýrið setti í 1996 at endurskoða kommunbygnaðin, fer at leggja fram álit í næstum. Í álitinum er uppskot um nýtt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur og nýtt kommunuuppbýti. Eisini viðurskifti viðvíkjandi útjavning, fíggjarviðurskiftum og serskipanum verða umrødd og við er uppskot um nýggja kommunulóg, nýggja vallóg og eina samanleggingarlóg.

Sjálvstýrismál
Sjálvstýrismál eru skipað sum sjálvstøðugt málsøki í landsstýrinum. Endamálið er at samskipa og fyrireika tað politiska og umsitingarliga arbeiðið at skipa Føroyar sum fullveldi. Gjørd verður ein verkætlan, sum Løgmansskrivstovan samskipar.

Sjálvstýrismálini verða sundurliðað í trý:

Sáttmáli við Danmark
Beint eftir ólavsøku verður uppskot lagt fyri løgtingið at skipa Føroyar sum fullveldi. Uppskotið skal reika fyri samráðingum við donsku stjórnina um ein sáttmála, ið skal staðfesta Føroyar sum fullveldi og áseta framtíðarsamstarvið við Danmark. Haraftrat verður samráðst um eina fíggjarliga og búskaparliga uppgerð og skiftisskipan landanna millum.

Eftir tingsins viðgerð og samtykt skal grundarlagið undir samráðingum og sáttmála byggja á eitt neyvt fyrireikingararbeiði:

* Serfrøðingar greina tað søguliga ríkisrættarliga og fólkarættarliga grundarlagið fyri, at Føroyar gerast fullveldi.

* Serfrøðingar gera grundarlagið fyri eini búskaparligari og fíggjarligari uppgerð millum Føroyar og Danmark bygd á søguligar metingar og á verandi viðurskifti.

* Tørvurin á lóggávu og fyrisiting fyri tey málsøki, sum Føroyar ikki umsita í dag, verður útgreinað og uppskot til framtíðarsamstarv og skiftisskipanir verður gjørt.

* Á teimum málsøkjum, sum Føroyar heilt og lutvíst hava yvirtikið, verður mett um tørvin á nýggjari lóggávu og samstarvi við Danmark og onnur lond.

* Fíggjarligar og búskaparligar framrokningar verða gjørdar um ein sjálvberandi føroyskan búskap.

Til tess at tryggja eina neyva politiska viðgerð verður frágreiðing um fyrireikingarnar løgd fyri tingið til aðalorðaskiftis.

Grundlóg fyri Føroyar
Í heyst verður uppskot lagt fyri tingið um grundlógarnevnd. Hetta arbeiðið fer fram samstundis sum sáttmálin verður gjørdur.

Nevndin skal gera uppskot til grundlóg fyri Føroyar og uppskot til, hvussu dómsvaldið verður skipað óheft av løgtingi og landsstýri. Ætlanin er, at uppskotið til grundlóg fyri Føroyar verður lagt fyri tingið og til fólkaatkvøðu.

Kunning
Ein tann týdningarmesti parturin í arbeiðinum við sjálvstýrismálum er kunningin. Politiska viðgerðin á tingi og í almenninginum er ein týdningarmikil liður í hesum setningi. Ætlanin er at seta pening av til politiska upplýsing í samband við fólkaatkvøðurnar.

Landsstýrið ætlar at skipa fyri eini ráðstevnu í Føroyum um smátjóðir saman við Fróðskaparsetrinum. Ráðstevnan skal lýsa og samanbera royndirnar hjá sjálvsstøðugum smátjóðum í politiskum, búskaparligum, vinnuligum, almonnum og mentanarligum høpi.

Løgmál

Lóggáva
Landsstýrið heitti í síni tíð á ríkismyndugleikarnar at dagføra familjurættarligu lóggávuna í Føroyum í mun til ta donsku. Talan er um hjúnabandslógina, rættarvirknaðarlógina, ættleiðingarlógina og lógina um lógaldur. Løgmálaráðið hevur nú lagt fyri landsstýrið uppkast til uppskot til fyriskipan um at seta hjúnabandslógina í gildi fyri Føroyar, sum væntandi verður lagt fyri tingið í hesi tingsetu. Uppskotið hevur munandi broytingar við sær.

Øll rættargangslógin verður endurskoðað og samanskrivað. Hetta verður grundarlag undir eini sjálvstøðugari føroyskari rættargangslóg. Arbeiðið verður væntandi liðugt um eitt ár.

Lógtøkni
Arbeitt verður við at leggja allar galdandi lógir og reglur í Føroyum á ein lógdatabasa, og at gera hetta atgongt hjá fólki um internótina og teldufløgu. Tilboð at gera skrá til lógdatabasan eru umbiðin, og peningur verður avsettur á fíggjarlógini.

Fíggjar og búskaparmál
Framgongdin í føroyska samfelagnum er sjónsk. Tað sæst aftur í hagtølunum higartil í ár, sum víst verður til, og sum eru fylgiskjøl til løgmansrøðuna.

Fólkatalið veksur
Fyrstu fýra mánaðirnar í ár fluttu nøkulunda eins nógv fólk til landið og fyrstu fýra mánaðirnar í fjør, tvs. eini 500 fólk, og færri fólk flyta av landinum í ár í mun til somu tíð í fjør. Samanumtikið er nettotilflytanin nakað størri higartil í ár - 200 fólk mótvegis 70 fólkum í fjør. Higartil hava bruttotølini verið heldur høg, eini 1700–2000 fólk fluttu hvønn vegin. Væntandi verður burðaravlopið uml. 200 í ár, so fólkatalið fer við árslok at vera í minsta lagi 500 fólk fleiri.

Arbeiðsloysið minkar
Arbeiðsloysið minkar alsamt. Í prosentum er talan um 8% móti einum 10% um sama mundið í fjør.

Lønargjaldingar
Lønargjaldingarnar eru 11% hægri í ár enn somu tíð í fjør, sum er nakað hægri enn vøksturin í 1997, tá hann var 8 %. Gongdin í einstøku vinnubólkunum vísir, at stórur munur er á vøkstrinum í lønargjaldingum millum einstøku vinnubólkarnar. Vøksturin er størstur í framleiðsluvinnuni, serliga fiskiskapinum, eini 17%. Hetta er 10 stig meira enn alt 1997.

Serliga áhugavert er tað, at lønarútgjaldingarnar í fiskavøruídnaðinum eru øktar 11% eftir at hava fallið í fjør. Ein orsøk er, at kappingarførið hjá fiskavirkjunum mótvegis útlandinum er batnað. Hetta er ein framgongd, ið eigur at halda fram. Bygging, handil og aðrar tænastur eru øktar nakað tað sama sum í fjør, t.v.s. 11%. Tvey tey síðstu árini eru lønargjaldingarnar serliga í byggivirkseminum hækkaðar. Higartil í ár er talan um 50% í mun til ávikavist 48% og 20% tvey tey síðstu árini. Lønargjaldingar fyri almennar tænastur eru øktar eini 7% í mun til 6% í fjør.

Útflutningur
Útflutningurin, skip ikki íroknað, er 8% hægri í virði 1. ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør, hóast útflutta nøgdin, skip ikki íroknað, higartil í ár er minkað 18% samanborið við í fjør. Virðið av virkaðum fiski er økt 59% og nøgdin 35%.

Fiskurin verður í størri mun virkaður á landi, útflutningsvirðið hækkar, og tað sæst aftur í lønargjaldingum í fiskavøruídnaðinum. Fyri 1. ársfjórðing í ár samanborið við 1. ársfjórðing 1997 er øll tann útflutta nøgdin av óvirkaðum toski og hýsu minkað 14%, úr 6.000 tonsum niður í uml. 5.100 tons. Toskurin er lækkaður úr 3.624 tonsum niður í 1.475 tons, meðan hýsan er økt úr 2.352 tonsum uppí 3.664 tons.

Innflutningur
Innflutningurin, skip ikki íroknað, fyrsta ársfjórðing er hækkaður 3%. Hetta er munandi minni enn árið frammanundan, har vøksturin í innflutninginum var 9%. Higartil í ár er lítið innflutt av feskum og heilum fiski. Tó er tað økt serliga í byggivirkis- og framleiðsluvinnuni eini 30%, men eisini vørubólkar sum fóður 14%, bilar 8% og nýtsluvørur 11%, eru øktir. Innflutningurin av brennivíni er tó minkaður munandi, eini 35%.

Landingar
Landingar av fiski til føroysk flakavirki eru øktar 10% 1. ársfjóðring í ár ella eitt sindur meira enn 2.000 tons í mun til landingar somu tíð í fjør. Landingar av hýsu eru øktar meira enn 3.000 tons, upsa 500 tons og havtasku 100 tons. Harafturímóti minkaðu landingarnar av toski 1.900 tons og svartkalva 300 tons.

Handilsjavni
Handilsjavnin, skip ikki íroknað, hevði eitt avlop á kr. 138 mió. fyri 1. ársfjórðing. Hetta er 34 mió. kr. meira enn í sama tíðarskeið í fjør.

Gjaldsjavni
Gjaldsjavnaavlopið, sum fyri 1997 fyribils er mett at vera uml. 881 mió.kr., verður sum gongdin higartil er, ikki minni í 1998. Framgongdin á handilsjavnanum og lægru rentuútreiðslurnar merkja, at gjaldsjavnaavlopið fyri 1998 helst fer at vera á sama støði sum í 1997 ella heldur meira.

Nettouttanlandsskuldin
var við árslok 1997 komin niður á 2,2 mia.kr. Tá fara Føroyar helst at hava eina nettoáogn í útheiminum. Alt tað almenna við kommunum hevur tó framvegis eina stóra uttanlandsskuld.

Fiskivinnumál

Heildarætlan
Ikki ber til bert at hyggja at pørtunum í fiskivinnuni. Hugt má verða at heildini. Øll liðini mugu verða burðardygg, skal úrslit koma burturúr. Dentur verður lagdur á allar tættir, samstarv millum framleiðslulið og sølulið, marknaðarføring, økismenning, arbeiðsumhvørvi, góðskukrøv og hagreiðingarskipanir o.a.

Skipanin at forða fyri, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, virkar væl. Allur fiskur, sum fer óvirkaður av landinum, skal hava verið alment boðin út í Føroyum. Hetta hevur bøtt um støðuna og økt um framleiðsluna á virkjunum.

Lóg um vinnuligan fiskiskap
Lógin um vinnuligan fiskiskap varð broytt í fjør, og eitt broytingaruppskot varð lagt fyri løgtingið í vár, sum hevði til endamáls at gera løgtekstin einfaldari, at gera veiðirættindi umsetiligari, at gera fortreytir fyri at leggja veiðiloyvi og fiskirættindi saman í bólkar og at fáa rúmari ræsur sum heild fyri fiskivinnuna. Lógaruppskotið verður lagt fram aftur saman við uppskoti um broytingar í fiskidøgum o.a.

Burðardygd
Landsstýrið fer at reka ein varnan fiskivinnupolitik, har fiskivinnan kann bera seg við tí tilfeingi, ið grunnarnir á Føroyaleiðini og avtalur við onnur lond geva. Javningartiltøkini skulu tryggja, at fiskastovnarnir undir Føroyum verða gagnnýttir burðardyggiliga við fiskidøgum, stongdum økjum og friðingum á gýtingarleiðum, so endamálið í lógini um vinnuligan fiskiskap verður rokkið.

Veiðiflotin
Í samgonguskjalinum stendur, at samtykt verður nýggj lóg um at endurnýggja veiðiflotan, so hann verður betri samansettur fyri at stimbra fiskivinnuna sum heild, soleiðis at til ber at stuðla nýíløgum at gera fiskivinnuna til eina burðardygga vinnu.

Veiðitrýst
Veiðitrýstið á landleiðini er ivaleysa stórt, og kann hetta minka við alternativum veiðimøguleikum sum gulllaksaveiði og aðrari veiði á djúpum vatni. Tað gongur framá at gagnnýta fjarleiðirnar og at endurnýggja uppsjóvarflotan.

Tó eigur at verða havt í huga, at flestu av teimum veiðimøguleikum og teimum kvotum, sum føroysk skip kunnu veiða uttan fyri 200 fjórðinga fiskimarkið verður umbýtt við tilfeingið á landleiðunum í teimum fiskiveiðiavtalum, sum Føroyar hava. Avtalurnar við onnur lond ávirka eisini føroysku fiskimøguleikarnar í føroyskum øki.

Almennur stuðul
Almenni stuðulin til fiskivinnuna er broyttur. Størri dentur verður lagdur á, at teir tættir, sum elva til ovurorku, verða tiknir burtur, og bert teir, sum eru neyðug inntøkutrygd og sum føra til menning og nýskapan, verða varðveittir sum tíðaravmarkaður stuðul. Lógaverkið um inntøkutrygd verður eftirkannað.

Norðhavssild
Dentur verður lagdur á at stuðla royndum at virka størri part av fiski okkara. Búskaparliga kundi norðhavssildin verið eitt gott íkast, nú hon er afturkomin í føroyskan sjógv í nógv størri mun enn mett.

Innaneftirlit
Almennu myndugleikarnir stuðla tilevningini av innaneftirlitsskipanum, góðkenna tær og hava eftirlit við teimum.

Fiskivinnusamráðingar
Fiskiveiðiavtalurnar fyri 1998 vísa, at føroysku veiðirættindini á fjarleiðum samanlagt eru økt 2,5% í 1998, meðan útlendsk skip verða skerd 14% á føroysku landleiðini. Broytingarnar stava frá eini skerjing í øllum botnfiski og eini øking í uppsjóvarfiski og ídnaðarfiski. Haraftrat kann avtalan við Grønland gerast spennandi í framtíðini, um toskurin kemur aftur í grønlendskan sjógv.

Noreg
Gongdin er tann, at føroyska toskakvotan lækkar. Fyri at bøta um veiðimøguleikan hjá føroyskum skipum, nú fiskiskapurin er so nógv minkaður í eystara partinum av Barentshavinum sum heild, eru ávísar nøgdir av toski, hýsu og øðrum fluttar úr russiska partinum av Barentshavinum í norska partin. Viðvíkjandi botnfiskakvotuni við Svalbard varð fiskidagaskipanin í rækjuveiðini við Svalbard broytt í 1997 sambært norska forskrift um rækjuveiði á økinum. Í avtaluni við Noreg fyri 1998 fáa Føroyar veiðirættindi eftir rækjum við Jan Mayen.

Russland
Sáttmálin við Russland er í ár á sama støði sum í fjør. Roynt verður at troyta rækjuveiðina við Russland og Svalbard, so hon kann verða virkað í Føroyum.

ES
Fiskivinnusamráðingar við ES broyttu ikki býtið millum partarnar, og kvoturnar eru tær somu sum í 1997. Skipanin av fiskiskapinum eftir makreli varð nógv viðgjørd. Sum strandaland kunnu vit ikki góðtaka skipanina um býtið av makreli. Málið um makrel og svartkjaft er tikið upp í NEAFC og roynt verður at finna eina hóskandi umsitingarskipan fyri ferðingamynstur og veiði.

Strandalond
Samráðingar um fiskiskapin eftir norðhavssild í 1998 vóru millum strandalondini Russland, Noreg, ES, Ísland og Føroyar. Grundað á tilmæli frá ICES um at minka veiðina úr 1,5 mió niður í 1,2 mió. tons samtyktu strandalondini, at heildarveiðin fyri 1998 ikki skal fara upp um 1,3 mió. tons. Hetta svarar til eina skerjing uppá 13% í veiðini, heildarkvoturnar til strandalondini eru sostatt 13% minni enn í 1997. Tó er lutfallið millum strandalondini óbroytt.

NEAFC
Fyri fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum, tað er Norðureysturatlantshavinum, eru viðtøkur gjørdar fyri fiskiskap á opnum havøki, altjóða sjógvi, um fiskiskap eftir sild, svartkjafti og kongafiski, um fiskiveiðieftirlit og um at samskipa innsavningina um veiðihagtøl. Ásetingarnar eru gjørdar sambært broytingum í havrættarsáttmálanum, ST-semjuni um langfara- og víðspjaddar fiskastovnar og FAO avtaluna um fiskiskap við ábyrgd.

NEAFC ásetti fiskiskapin í altjóða sjógvi eftir norðhavssild grundað á strandalandaavtaluna í fjør fyri fiskiárið 1998. Heildarveiðin á svartkjafti varð ásett samsvarandi tilráðingini frá ICES til 650 tús. tons og heildarveiðin eftir kongafiski í Irmingarhavinum til 150 tús. tons. Fiskiskapurin á djúpum vatni varð eisini viðgjørdur og samtykt varð at gera eina betri fráboðanarskipan fyri hesa veiði.

NAFO
Fyri NAFO skipanarøkið í Norðurvesturatlantshavinum eru viðtøkur um fiskiskapin uttan fyri 200 fjórðinga fiskimark hjá strandalondunum Kanada og Grønlandi ásettar. Vísindaliga nevndin kom við nýggjum tilráðingum t.d. fyri rækjur á Flemish Cap. Fiskivinnunevndin hjá NAFO ásetti kvotur á øll høvuðsfiskasløg og ásetti reglur fyri rækjufiskiskapi á Flemish Cap.

Fyri Føroyar hevur rækjuveiðin og toskurin á Flemish Cap størsta týdningin. Í vísindaligu ráðgevingini um toskin á Flemish Cap varð beinleiðis mælt til toskabann fyri 1998. Tað eydnaðist tó at fáa semju um eina heildarkvotu fyri tosk. Svartkalvakvotan er óbroytt í mun til 1997, og rækjuveiðan er skipað við mest loyvdu døgum og mest loyvdum skipatali.

Ásettar vórðu reglur um tiltøk móti londum, sum veiða á økinum, og sum ikki eru limir í NAFO. Reglurnar fevna um tekniskar reguleringar, fiskiveiðieftirlit, reglur um fylgisveinaeftirlit og eygleiðaraskipan, reglur um trætur og mótmæli móti ásetingum, um fyrivarni í fiskiskapinum, kvotuásetan og ásetan av fiskirættindum og um langtíðarleigu av skipum.

Hóast striltið hevur gingist at fáa avtalu við øll tey Baltisku londini, so eru fiskivinnusáttmálarnir á einum góðum búskaparligum støði.

Møguleikar eru nú serstakliga fyri øktum veiðimøguleikum eftir uppsjóvarfiskasløgum so sum norðhavssild, svartkjafti og lodnu. Haraftrat veksur veiðivirðið av uppsjóvarfiskasløgum støðugt. Fyri rækjuveiðina eru útlitini betri í 1998 við øktum veiðimøguleikum og betri fiskiskapi á Flemish Cap fyrra hálvár.

Áhugin at veiða uppsjóvarfiskasløg er vaksandi. Skip eru komin til landið og onnur eru á veg. Samanumtikið fæst nógv meira fyri uppsjóvarfiskin, og tí er áhugin fyri útskifting vaksandi. Skipaflotin kann sostatt verða endurnýggjaður so sum landsstýrið hevur mælt til.

Fiskiskapurin á djúpum vatni uttan fyri 200 fjórðingar er í dag eitt gott ískoyti hjá djúpvatnstrolarum. Føroysk skip hava fingið loyvi at veiða tunfisk í føroyskum sjógvi, og kann hetta gerast eitt gott ískoyti til búskapin, um hesin fiskiskapur veruliga kann fara fram einar 4 mánaðir og í longdini geva okkum møguleikan at fiska í altjóða sjógvi.

Sjóvinnumál
FAS skipanin er endurskoðað og fer uppskot at verða sett fram aftur í løgtinginum fyri at bøta um kappingarføri føroyinga í farmasigling.

Fyri at menna kappingarførið á handilsskipum og at veita fiskiskipum lættari atgongd til fiskirættindi, varð ein skipan fyri langtíðarleigu sett í verk. Føroysk skip sum eru skrásett undir fremmandum flaggi, hava vunnið sær fiskirættindi til makrel og tosk, sum ikki fyrr hava verið møgulig og hava givið eitt gott íkast til føroyska búskapin.

Skipini eru framvegis føroysk og verða bert fyribils skrásett undir fremmandum flaggi, tó uttan at verða strikað úr føroysku skipaskránni. Skipanin hevur fingið stóran týdning fyri føroysk fiskiskip, har Føroyar fáa atgongd til fleiri veiðimøguleikar í sjóøki hjá londum, sum Føroyar samstarva við.

Fyri at lúka nýggju krøvini frá IMO og tað vaksandi eftirlitið við handils- og fiskiskipum eru broytingarnar í manningarlógini og sjómanslógini framdar. Skipanin um trygdarskeið fyri fiskimenn er sett í verk.

Sjálvstøðug umboðan í IMO
Viðurskiftini millum Danmark og Føroyar verða skipað soleiðis, at Føroyar fáa sjálvstøðuga umboðan í IMO og rættindi sum sjálvstøðugt limaland.

Miðað verður ímóti, at Føroyar hava alla ábyrgd av málsøkinum sjóvinna við teimum skyldum, sum verða okkum álagdar í altjóða høpi, so teir millumlanda sáttmálar, sum hava gildi fyri Danmark og Føroyar í dag, verða lagdir til føroyskar myndugleikar at umsita, og at neyðugar altjóða fráboðanir fylgja fráboðan til IMO beinleiðis ella umvegis Danmark.

Skipaeftirlit
Skipaeftirlitið verður yvirtikið. Tann parturin av lóggávuni, sum enn er felagsmál sum skipatryggleikalógin, sjóreglur og sigling umframt sjólógin, verða føroysk sermál. Fyrisitingin av skipaeftirlitinum verður løgd saman við sjóvinnufyrisitingini.

Dentur verður lagdur á, at føroysk lóggáva og umsiting verður einføld, herundir tað tøkniliga regluverkið og tvørgangandi samskipan í regluverkinum.

Hvalaveiðimál
Landsstýrið heldur fast um, at súgdjór í havinum verða gagnnýtt á burðardyggan hátt og virkar fyri øktum samstarvi við aðrar tjóðir á hesum øki. Dentur verður lagdur á viðurskifti, sum ávirka hval og kóp.

Í NAMMCO, sum fevnir um burðardygga umsiting av súgdjórum í Norðuratlantshavi, lúka Føroyar treytirnar um millumlandasamstarv, sum ásett í havrættarsáttmálanum. Harumframt er karmur gjørdur um vísindaligt samstarv, sum skal tryggja burðardygga gagnnýtslu av súgdjórum í føroyskum sjóøki.

Grindahvalurin er ikki hóttur og grindadráp heldur fram. Møguleikar eiga at vera fyri at taka upp aftur veiði eftir smáhvali.

Vinnumál

Vinnupolitikkur
Ein av høvuðsuppgávunum hjá landsstýrinum er at tryggja vinnuni støðugar karmar og í samstarvi við vinnuna at leggja lunnar undir einari fjøltáttari framtíðarvinnu, sum ikki er ov bundin at náttúrutilfeingi og staði.

Landsstýrið kann vera við til at betra um kappingarførið hjá vinnuni við at tryggja hóskandi undirstøðukervi, arbeiðsmegi við vinnuligari útbúgving, skipað viðurskifti við útheimin, góðar marknaðaravtalur, lágt skattatrýst, dygga almenna tænastu og einfalda og støðuga lóggávu.

Tað vísir seg, at tey samfeløg, sum hava megnað at orða eina strategi og hava lagt ein støðugan vinnupolitikk tilrættis og hava havt tol at bíða, til hesin politikkur hevur virkað, hava betri megnað at bygt eitt gróðrarríkt vinnulív.

Landsstýrið hevur sett eina verkætlan í gongd um orðing av vinnupolitikki, og ætlanin er, at verkætlanina verður grundarlag undir politisku viðgerðini.

Vinnuframi
Grunnar og vinnuframaskipanir verða endurskoðað við tí fyri eyga at gera alla skipanina smidligari, so tað verður lættari hjá fyritøkum og einstaklingum at fáa ráð og vegleiðing.

Viðtøkur Framtaksgrunsins verða endurskoðaðar, so grunnurin í størri mun skal menna nýggjar vinnur og fremja økismenning eftir handilsligum fortreytum. Vinnuframaskipanir verða lagaðar til vinnupolitikkin, sum orðaður verður í næstum.

Tilfeingis- og tænastumiðdepil
Fyri at gera Føroyar til ein týðandi tilfeingis- og tænastumiðdepil í Norðuratlantshavi verður kannað, hvørjar útbyggingar á samferðslu- og samskiftisøkinum v.m. eru neyðugar fyri at koma longur á leið.

Kappingarføri
Skatta- og avgjaldsskipanir verða endurskoðaðar, so føroyskar fyritøkur gerast uppaftur kappingarførari.

Marknaðarføring
Føroyskar fyritøkur hava seinnu árini gjørt eitt miðvíst arbeiði at menna marknaðarføringina uttanlands. Hetta er ein týðandi táttur í strembanini at gera føroyska vinnu meira fjøltáttaða og samfelagið meira sjálvbjargið.

Arbeiðsmarknaður
Saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum verður hildið fram við at gera eina skipan, sum kann loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum so skjótt, tær koma í. Skipanin um semingsstovn verður endurskoðað, m.a. so hon fevnir um allan arbeiðsmarknaðin. Somuleiðis verður lóggávan um arbeiðsumhvørvi endurskoðað.

Alivinna

Burðardygd
Útflutningur av alifiski og vørum úr alifiski var 484 mió. kr í fjør ella umleið 20% av øllum útflutninginum og roknað verður við, at framleiðslan fer at vaksa í næstum. Landsstýrið hevur sett sær fyri at seta tiltøk í verk at stuðla gransking , menna og elva til økta framleiðslu og at ala nýggj fiskasløg við neyðugum fyrivarni fyri umhvørvinum.

Kynbótararbeiði
Miðvísa kynbótararbeiðið heldur fram, herundir ætlan at ala kalva. Royndir verða gjørdar at ala á minni vardum økjum fyri at økja framleiðsluna uppaftur meira.

Landbúnaður

Lóggávan endurskoðað
Landbúnaðurin verður styrktur, soleiðis at Føroyar gerast mest møguligt sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum. Virkað verður fyri, at øll landbúnaðarjørð verður gagnnýtt. Jarðarlóggávan verður endurskoðað, soleiðis at bústaðarmynstrið á smærru plássunum verður stuðlað og umstøðurnar hjá festibóndum gerst greiðari.

Í sambandi við at leggja landbúnaðarmenningina til rættis er tað umráðandi at taka fyrilit fyri umhvørvinum og náttúruni sum heild. Landsstýrið umhugsar, hvussu umsiting og førleiki á økinum kann samskipast.

Samskiftismál

Samferðsluætlan
Setningur landsstýrisins er at tryggja hóskandi ferða- og flutningssamband innanoyggja. Ferðasambandið hevur alstóran týdning fyri vinnumøguleikar og trivnað í landinum.

Sum grundarlag undir politiskari støðutakan er arbeiðsbólkur settur at gera eina samferðsluætlan, ið skal lýsa samferðslukervið og tørvin á ábótum og útbyggingum við raðfestingum.

Somuleiðis verður uppskot gjørt um at samskipa tænastuveitingar og at endurskoða verandi lóggávu. Við eini langtíðarætlan verður lættari at leggja til rættis, so vit samfelagsliga fáa sum mest burturúr.

Seinnu árini eru fáar íløgur gjørdar á samferðsluøkinum. Roknast kann við stórum íløgum komandi árini, serliga í strandferðsluskip orsakað m.a. av IMO-krøvum. Sandoyarleiðin verður raðfest frammaliga eins og fast samband um Vestmannasund.

Fjarskifti
Málsøkið telegraf- og telefonmál eru formliga yvirtikin, nýggj fjarskiftislóg er samtykt og Telefonverk Føroya løgtings er skipað sum p/f Telefonverkið. Við privatiseringini eru fyrireikingar gjørdar at fáa kapping á fjarskiftisøkinum, soleiðis at borgarum og vinnuni kann verða veitt bestu og bíligastu tænastu.

Myndugleikaheimildin á radiosamskiftisøkinum verður yvirtikin, soleiðis at tingið fær lógarheimild á radioøkinum og fjarskiftisøkinum, og lóggávan verður gjørd tíðarhóskandi.

Postvirksemi
Uppskot til nýggja lóg um postvirksemi og Postverk Føroya verður løgd fyri tingið, sum fer at líkjast tí á fjarskiftisøkinum. Hetta økið er somuleiðis fyri liberaliseringum, og lógakarmarnir verða at laga til samsvarandi.

Tilbúgving
Gongd er komin á arbeiðið at fremja eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Hetta er neyðugt, fyri at vit kunnu vera á hædd við onnur lond, tá um ræður at bjarga mannalívi og avmarka skaðar, um størri vanlukkur skuldu hent á føroyskum land- og sjóøki.

Samferðsla
Grundað á royndirnar, sum gjørdar verða í summar við farmaflutningi og ferðafólkaflutningi sjó- og loftvegis, verður mett um, hvussu flutningur millum Føroyar og útlond fæst í eina trygga legu, sum er nøktandi fyri allar partar.

Ferðslulógin verður dagførd, soleiðis at hon verður á sama støði sum í grannalondum okkara.

Ferðavinna
Ferðavinnan gevur eitt gott íkast til samfelagsbúskapin. Ætlanin er støðugt at menna ferðavinnuna fyri at fjøltátta vinnugrundarlagið.

Við dyggari marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannalandi, kunning av ferðafólki og innanlands menning verður miðað ímóti at fáa ferðavinnuna at gerast ein størri partur av landsbúskapinum. Lóg um Ferðaráð Føroya verður dagførd.

Kunningartøkni
Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar ikki skulu standa aftanfyri viðvíkjandi kunningartøkni og elektroniskum infrastrukturi.

Miðfyrisitingin fer at samstarva um at gera karmar fyri elektroniskum samskifti í tí almenna, sínamillum og við fyritøkur og borgarar. Ávísar verkætlanir eru í gongd, sum skulu fremja kunningartøkni og styrkja um grundarlagið hjá føroyskum kunningartøknifyritøkum.

Oljuvinna

Forkanningar
Nógvar forkanningar eru gjørdar síðan farið varð undir at gera seismiskar kanningar av føroysku undirgrundini í 1994. Tulkingar av innkomnum datamongdum benda á, at grundarlag er fyri at bjóða út øki til oljuleiting. Áhaldandi áhugin hjá oljufeløgum fyri føroyska landgrunninum er gott tekin.

Útbjóðing
Útbjóðingin verður framd sambært reglunum í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi, sum løgtingið samtykti í vár. Kolvetnislógin, ið gevur føroyskum myndugleikum neyðugu amboðini at stýra eini komandi oljuvinnu, ásetir m.a., at útbjóðingarøki og -treytir verða ásett við løgtingslóg. Ætlanin er at leggja lógaruppskot fyri løgtingið í hesi tingsetu, men avgerðin má verða tikin við atliti at okkara áhugamálum í samráðingunum við Bretland um landgrunsmarkið.

Landsstýrismaður er settur til málsøkið burturav, sum fer at skipa fyri fyrireikingunum til 1. útbjóðingarumfar. Kortini má ásannast, at tørvur er á serkønari hjálp uttaneftir.

Menna førleikan
Landsstýrið hevur sett sær fyri, at oljuleiting og oljuvinna fyrst og fremst eiga at menna førleikan í føroysku vinnuni, soleiðis at hon kann laga seg til broytingar og gerast kappingarfør í altjóða høpi. Fyrsta stigið er kortini at vera við í oljuvinnu við Føroyar. Dentur fer at verða lagdur á, at leitingarloyvini tryggja føroyskum fyritøkum møguleikar at veita oljufeløgum, sum virka á føroyska landgrunninum, vørur og tænastur.

Kolvetnisskattur
Seinastu hond verður løgd á uppskot um kolvetnisskatt. Eftir ætlan verður uppskot lagt fyri løgtingið í heyst.

Umhvørvismál

Havumhvørvið yvirtikið
Møguleikarnir at gera havumhvørvið til føroyskt málsøki burturav verða kannaðir.

Verður havumhvørvið yvirtikið, er ætlan landsstýrisins at kanna, um endurskoðaða løgtingslógin um umhvørvisvernd kann fevna um land- og havumhvørvið.

Við atliti at MARPOL-sáttmálanum um verju móti dálking frá skipum, er neyðugt at samskipa eina lóggávu um skipatryggleika og eina føroyska umhvørvislóg. Tað er tí ein spurningur, um tað er rætt at seta eina danska havumhvørvislóg í gildi fyri Føroyar, tí nógv mál snúgva seg um sigling, tryggleika á sjónum og sjólógina.

Almanna- og heilsumál
Á almanna- og heilsuøkinum standa stórar avbjóðingar fyri framman.

Almannamál
Tilmæli til føroyskan almannapolitikk verður eftir ætlan lagt fyri løgtingið til aðalorðaskiftis við serligum atliti til, at nýggj føroysk forsorgarlóg og barnaforsorgarlóg skal verða samtykt í 1999.

Nýggj lóggáva
Í nýggju almannalóggávuni verður miðað ímóti at gera greiðar reglur fyri skyldum hjá landi og kommunum og at avmarka allar tær afturgjalds- og refusiónskipanir, sum eru galdandi í dag.

Lóggávan á hesum økjum, sum fevna um nærum helmingin av fíggjarlógini, er framvegis í høvuðsheitinum donsk lóggáva ella føroysk lóggáva eftir donskum leisti. Lóggávan er á fleiri týðandi økjum gomul og ótíðarhóskandi. Harafturat hevur samfelagskreppan lagt alt størri byrðar á almanna- og heilsuverkið.

Landsstýrið hevur bundið seg til at fylla karmarnar á rammulógini frá 1995 seinast í avtaluni við donsku stjórnina í juni í ár. Til tess at tryggja at vit røkka á mál í hesum spurningi, við so stórari undirtøku frá Føroya fólki sum møguligt, er neyðugt at veita øllum borgarum trygg viðurskifti á almanna- og heilsuøkinum.

Hetta setir krøv til okkara at bróta upp úr nýggjum eina lóggávu fyri almanna- og heilsuverkið, sum er lagað til føroyska samfelagið og fíggjarorku landsins.

Lóggávan skal seta greiðar karmar fyri skyldum og rættindum okkara mótvegis einstaklingi, samfelagi og einstaklingum sínámillum og rættindum hjá børnum, og veita øllum teimum tryggleika, sum vegna sjúku, ófullføri ella arbeiðsloysi eru við skerdan lut. Ein lóggáva, ið ger greitt, at tað er hin einstaki, sum fyrst og fremst hevur ábyrgdina av egnum lívi og egnari heilsu; men at tað almenna stuðlar undir.

Vælferðarhugtakið
Aðrastaðni í vesturheiminum eru stjórnir og fakbólkar farin at hugsa um at endurskoða grundarlagið undir vælferðarhugtakinum ásannandi, at støðug útgjalding av peningi til viðskiftafólk ikki nóg væl tryggjar, at fólk fáa møguleika at brúka síni evni fult ella lutvíst.

Ónýtt arbeiðsmegi
Í Føroyum eru framvegis nógv fólk, ið eru púra óvirkin, hóast teirra vinnuevni bert partvís eru skerd. Henda støða er til mikið ógagns fyri hin einstaka og elvir til framleiðslumiss fyri samfelagið.

Tað er eitt stórt og verdugt mál fyri almanna- og heilsuverkið saman við skúlaverkinum og vinnulívinum annars at fáa ónýttu arbeiðsmegina til gagns. Ein tílík ætlan krevur, at tey ymsu verkini í landinum samstarva neyvt. Eins væl og tað verður neyðugt at seta onnur og meira bindandi krøv til Arbeiðsloysisskipanina.

Eldraøkið
Á eldraøkinum er tørvurin á virðiligum umstøðum og røkt alsamt vaksandi. Neyðugt er, at hesin tørvur verður útgreinaður ikki minst, hvussu tørvurin á røktarplássum og eldraíbúðum skal nøktast.

Spurningurin um møguleika fyri tíðaravmarkaðari røkt, tá eldri verða útskrivað av sjúkrahúsi, eigur at verða tikin til viðgerðar.

Pensjónsmál
Fyrireikað verður ein pensións- og eftirlønarábót, har hin einstaki í størri mun hevur skyldu at tryggja sín aldurdóm. Umráðandi er í tílíkum fyrireikingum at hava fyrilit fyri sosialum órættvísi og fyri tí veruleika, at arbeiðsmegin í dag er flytfør, og at fólk skifta starv oftari nú enn fyrr. Verður einki gjørt endar tað skjótt við nógvum ymiskum eftirlønar- og pensjónskipanum umframt tvær samhaldsfastar skipanir, sum landið rindar, men sum ikki megna at nøkta tørvin hjá teimum, sum skulu liva av fólkapensjónini burturav.

Íbúðamál
So hvørt sum tørvur og førleiki hjá fólki broytist, broytist eisini íbúðatørvurin. Tey, sum í ungum árum sótu í stórum húsum, ynskja sær kanska á ellisárum fittligari íbúð í grannalagnum hjá børnunum, ella kanska tørvar tí avlamna ella gamla eina umfatandi umbygging so til ber at ferðast innandura við breki.

Íbúðamarknaðurin hevur verið rættuliga stirvin, serliga í nítiárunum, og tí er spuringurin, um almanna- og heilsuverkið ikki átti at havt ein virknan lut til tess at gera fólk minni bundin at tí bústaði, tey einaferð valdu sær. Vit eiga at umhugsa at broyta endamálið við Húsalánsgrunninum til at røkja hesa uppgávu.

Heilsumál
Hildið verður fram at betra um heilsutænastuna, herundir at útbyggja landssjúkrahúsið.

Fyribyrging
Fyribyrging er neyðug, bæði tá talan er um likamliga og sálarliga heilsu og viðvíkjandi sosialari trongstøðu.

Heilsuligu rokningina fyri lívsstíl rinda fólk vanliga ikki í einum valskeiði, men heldur tekur tað 4-5 valskeið, áðrenn tann rokningin kemur. Fyribyrgjandi arbeiðið er sostatt ein langtíðaríløga.

Rúsevni
Rættiliga stórt arbeiði verður gjørt og peningur játtaður at bøta um skaðan av ovnýtslu, sum rúsevni elva til. Men tá talan er um royking verður lítið og einki gjørt fyri at upplýsa um vanda og skaða. Føroyar hava evropeiskt met í tali á ungum, sum roykja. Hesa gongd eiga vit at broyta.

Teldutøkni
Tøkni kann gerast týðandi stuðulsamboð í almannaheilsu. Tað ber væl til at hugsa sær, at teldutøkni og kunningartøkni verða nýtt at tryggja sjúklingum í útjaðaraøkjum tænastur, ið byggja á fullgott kunningargrundarlag, t.d. í samband við kommunulæknavitjan. Eisini ber til at hugsa sær kunningartøkni brúkt sum trygd hjá óttafullum fólki í einbýli.

Undirvísingar- og mentamál

Fólkaskúlin
Í komandi skúlaári verður skipað fyri einari kanningarverkætlan við atliti at byrjanarundirvísing í fólkaskúlanum.

Undirvísingartilboð
Næmingum í 10. flokki stendur í boði verkætlanararbeiði, evniskunnandi undirvísing og undirvísingartilboð, har verkligt og ástøðiligt innihald er samskipað í eina undirvísing, ið kann fara fram í skúlanum og uttan fyri skúlan.

Harumframt kann skúlasamstarv verða skipað um 10. flokkarnar ímillum fólkaskúlar sínamillum og aðrar skúla- og útbúgvingarhættir, vinnulív, almanna- og heilsuverk o.o. viðvíkjandi breytatilboðum, ið kunnu standa hesum næmingum í boði.

Stig verða nú tikin til at geva møguleika fyri slíkum útbúgvingartilboðum, sum møguliga kunna hjálpa til at nøkta 9 ára undirvísingarskylduna.

Kunningartøkni
Kunningartøkni í fólkaskúlanum er átrokandi mál. Ætlanin er at seta skjøtil á longu í hesum skúlaári.

Ráðgevaskipan
Námsligu- og lærugreinaráðgevaskipanin, ið nú hevur virkað á fólkaskúlaøkinum seinastu 10 árini, verður endurskoðað. Álit verður skrivað í løtuni um, hvussu hon kann verða samskipað.

Miðnám

Oljuútbúgvingar
Næstu árini má setast orka av til at menna útbúgving við atliti at oljuvinnuni fyri at lúka neyðugu fakligu fortreytirnar. Saman við vinnuskúlunum verður stílað fyri útbúgving av lærarum á skúlunum, soleiðis at vinnuskúlarnir kunnu fara undir skeið viðvíkjandi oljuvinnu.

Kunningartøkni
Ætlanin er at útbúgva fólk við førleika í kunningartøkni (KT), sum nøktar tørvin hjá vinnulívinum, og samstundis er ein hjálp hjá teimum ungu, tá tey fara undir hægri lestur. Arbeitt verður við eini KT-ætlan fyri vinnu- og miðnámsskúlaøkið, sum kann verða við til at skapa karmar fyri menningina á skúlunum og vísa á nýggju møguleikarnar, sum kunningartøkni gevur bæði námsfrøðiliga og fakliga í undirvísingini.

Nýggj datagrundútbúgving undir heitinum teldustøðingur er byrjað á handilsskúlanum, og teldustøðingurin kann halda fram til teldufrøðing á Fróðskaparsetrinum. Ein flokkur verður tikin upp annaðhvørt ár, og arbeitt verður fram ímóti, at tann fyrsti flokkurin byrjar í ár.

Skúlabygging
Á fíggjarlógini fyri 1998 vórðu 2 mill. avsettar til forprojektering av nýggjum studentaskúla í Tórshavn. Skúlin, sum var bygdur fyrst í 60’unum, er ikki tíðarhóskandi, næmingatalið er tvífaldað í mun til tað, hann varð bygdur til, og stórar tøkniligar og námsfrøðiligar broytingar eru farnar fram seinastu árini. Arkitektakapping verður væntandi útskrivað í næstum.

Mentamál

Mentanarpolitikkur
Ein væl lýstur og miðvísur mentanarpolitikkur er ein av fortreytunum fyri menning í nútíðarsamfelagnum. Samgongan hevur sett sær fyri at orða ein mentanarpolitikk at seta í verk í seinasta lagi ár 2000. Ímeðan eiga vit at bøta um fortreytirnar fyri mentanarliga virkseminum í landinum.

Mentanarpolitikkur er ein natúrligur partur av tí heildarpolitkki, ein stjórn rekur.

Tað snýr seg m.a. um at varðveita okkara felags mentanararv. Hugsað verður her um tað arbeiðið, ið verður gjørt á siðsøguligum søvnum, granskingarstovnum og í felagsskapum um alt landið. Eisini her er tørvur á ábótum.

Skal fíggjarkarminum fyri mentamál økjast er neyðugt við raðfestingum og málsetningum.

Ætlanin er at stuðla skapandi og útinnandi virksemi eitt nú leiklist, rithøvundavirksemi meira enn gjørt hevur verið.

Forngripir
Heimflutningur av forngripum, skjølum og handritum eru spurningar, sum eru um at verða loystir Ætlandi kunnu mætastu dýrgripir okkara uttanlands varðveitast og sýnast fram í Føroyum í næstum. Fornminnissavnið, sum fyllir hundrað ár í hesum døgum, hevur bøtt heilt væl um síni framsýningarhøli.

Gransking
Gransking er ein fortreyt fyri framburði. Virksemið hjá Fróðskaparsetrinum og øðrum granskingarstovnum hevur tó verið nógv darvað av skerjingum seinastu árini.

Vit mega broyta kós, um okkara gransking ikki skal verða sigld afturút. Her eru tað spurningar sum rakstrarjáttan, nýtt ættarlið av granskarum, samstarv við útlendskar granskingarstovnar, raðfestingar, hølistrupulleikar og útbúgvingartørvur, ið eru átroðkandi.

Kirkjan

Yvirtøka
Ein av teimum stóru yvirtøkunum, ið liggja fyri framman, er yvirtøkan av kirkjufyrisiting okkara. Yvirtøkan krevur stórar fyrireikingar, og væntandi verður lóggávuverkið fyri eina føroyska kirkjufyrisiting lagt fyri tingið á vári ár 2000.

1000 ára hátíðarhald
Júst ár 2000 verður 1000 ára hátíðarhald fyri kristnitøku Føroya á Tinganesi á sinni. Tann stóra týdning kristindómurin í øldir hevur havt fyri Føroya fólk sum mentannarberi er ómetaligur. Ætlanin er at hátíðarhalda hetta merkisár, og verður peningur settur av á fíggjarlógini til hetta endamál.

PARTUR III

LØGLISTI
Mál, ið Føroya landsstýri hevur í hyggju at fremja í hesi tingsetu

Løgmál

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Broyting í løgtingslóg um fólkanøvn
Broyting í løgtingslóg um privatar skráir
Broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding
Broyting í løgtingslóg um eydnuspæl v.m.
Broyting í løgtingslóg um føroyskan happadrátt
Broyting í løgtingslóg um flaggið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Broyting í løgtingslóg um kommunur
Broyting í løgtingslóg um kommunuval
Løgtingslóg um kommunusamanlegging

Uppskot til ríkislógartilmæli:
Lóg um broyting í revsilógini
Lóg um broyting í lóg um skifti av deyðsbúgvi
Lóg um broyting í lóg um hjúnalag og hjúnaskilnað
Lóg um broyting í lóg um útlendingar
Lóg um endurgjaldsábyrgd

Uttanlandsmál

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Løgtingslóg um yvirtøku av "Færøernes Realkreditinstitut"
Løgtingslóg um 12 fjórðinga mark

Uppskot til samtyktar:
Samráðingar við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya
Setan av nevnd at gera uppskot um nýggja stýrisskipan
Handilssáttmálar við Baltisku londini og Pólland
Norðurlendskur sáttmáli um atgongd til hægri útbúgvingar
Norðurlendskur sáttmáli um mentan
Millumlandasáttmáli um útbúgving, sjóvinnu og vaktarhald fyri manning á fiskiskipum
ST-sáttmáli um forboð móti kjarnorkuroyndarspreingingum
ST-sáttmáli frá 1995 um víðspjaddar og langfarafiskastovnar
Avtala um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild
Millumlandasáttmáli um havumhvørvisvernd í Landnyrðingsatlantshavi
Rammuavtala millum Føroya landsstýri og Grønlands landsstýri um sínámillum fiskirættindi
Millumlandasáttmáli um fíggjar-, almanna- og mentanarrættindi
Europeiskur Almannasáttmáli
Norðurlendskur millumlandasáttmáli um almannastuðul og almannatænastur

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:
Sáttmálar við eysturevropeisku londini

Fíggjar- og búskaparmál

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Eykafíggjarlóg 1998
Fíggjarløgtingslóg 1999
Løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn
Løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum
Løgtingslóg um eftirgeving av ella gjaldsskipan fyri skuld til landskassan
Løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m
Broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan
Broyting í løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting
Broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
Broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur
Broyting í løgtingslóg um toll
Broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Broyting í løgtingslóg um búskaparráð

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Løgtingslóg um kolvetnisskattaskipan
Løgtingslóg um arvaavgjøld
Broyting í løgtingslóg um rentutrygging

Fiskivinnumál

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Løgtingslóg um endurnýgging av feskfiskaflotanum um umlegging og javnskipan av veiðiorku
Broyting í løgtingslóg um telefonstuðul
Løgtingslóg um at taka av Vaktar- og bjargingartænastuna
Løgtingslóg um skipatryggleika og sigling
Broyting í løgtingslóg um manning av skipum
Broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn
Broyting í løgtingslóg um forskotsgrunn fiskimanna
Broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning
Broyting í løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn
Broyting í løgtingslóg um stuðul til fiskaflutning
Broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings
Broyting í løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m.
Broyting í løgtingslóg um stuðul til menning av fiskivinnu á landi
Broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarbátar undir 20 BRT
Broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskráseting
Broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons

Uppskot til ríkislógartilmæli:
Lóg um broyting í sjólógini

Vinnumál

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Løgtingslóg um postvirksemi
Løgtingslóg um umlegging av Postverki Føroya til partafelag
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Løgtingslóg um gjøld fyri tænastur hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og landsdjóralæknanum
Løgtingslóg um djóralæknavirksemi
Løgtingslóg um vinnugrunn (fyrr grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál)
Broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd
Løgtingslóg um stuðul til útoyggjar

Uppskot til ríkislógartilmæli:
Lóg um havumhvørvi

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Broyting í løgtingslóg um Ferðaráð Føroya
Broyting í løgtingslóg um trygging
Broyting í løgtingslóg um Føroya Ídnaðargrunn (yvirtøka av Menningargrunninum) Løgtingslóg um at taka av Menningargrunn Ídnaðarins
Løgtingslóg um at leggja Grunn Ferðavinnunnar saman við Føroya Ídnaðargrunn
Broyting í løgtingslóg um fuglaveiði
Broyting í løgtingslóg um matvørur
Broyting í løgtingslóg um umhvørvi
Løgtingslóg um grunn í samband við fast samband um Vestmannasund
Løgtingslóg um øki og treytir fyri fyrsta útbjóðingarumfar í kolvetnisvirksemi

Almanna- og heilsumál

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Løgtingslóg um sosialar pensjónir
Løgtingslóg um at javna almannaveitingar
Løgtingslóg um vanlukkutrygging
Broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

Uppskot til ríkislógartilmæli:
"Lov om patientforsikring"
"Lov om videnskabsetisk komité og behandling af biomedicinske forskningsprojekter"

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár

Uppskot til løgtingslóg:
Løgtingslóg um kommunulæknar
Broyting í løgtingslóg um forsorg (bygnaðarbroytingar)
Broyting í løgtingslóg um barnaforsorg (bygnaðarbroytingar)
Løgtingslóg um forsorg og barnaforsorg
Løgtingslóg um børn og ung
Løgtingslóg um gjald til pensjónistar, sum fara á stovn, sambýli ella røktarheim
Løgtingslóg um sjúkratrygging (sjúkrakassarnir)
Løgtingslóg um apoteksverk og heilivág (evt. bert broyting í løgtingslóg)
Broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunnin
Broyting í løgtingslóg um dagpening

Uppskot til ríkislógartilmæli:
"Lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien"
"Lov om patientrettigheder"

Undirvísingar- og mentamál

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Løgtingslóg um yrkisskúlar
Løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni
Broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Løgtingslóg um hægri handilsútbúgving
Løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar á miðnámsstigi
Broyting í løgtingslóg um granskingarráð Føroya
Broyting í løgtingslóg um Føroya Landsskjalasavn
Løgtingslóg um útbúgvingar stúðulsskipanir
Løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar
Løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovuyrki, FHS útbúgving

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot til løgtingslóg:
Løgtingslóg um musikkskúla
Løgtingslóg um maskinmeistaraútbúgvingar
Løgtingslóg um navigatørútbúgvingar
Løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni
Løgtingslóg um atstøðisútbúgving innan tøkni
Løgtingslóg um hægri tøkniliga útbúgving
Løgtingslóg um skipskokkaútbúgving
Løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum

Fylgiskjøl til løgmansrøðuna 1998: Hagtíðindi nr. 1, 1998, Juli 1998