Fíggingargrunnurin

Henda frágreiðing, sum ikki kemur í staðin fyri vanligu ársfrágreiðing fíggingargrunsins, er í høvuðsheitum samtykt á nevndarfundi fíggingargrunsins tann 10. desembur 1998. Endaliga redaktiónin við einstøkum tillagingum, sum nevndin hevur góðkent, er avsluttað tann 30. desembur 1998.

  

Frágreiðing frá nevndini fyri Fíggingargrunnin fyri 1992 við árslok 1998

 

 

1. Inngangur

Avtalan millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri frá 10. juni 1998 er ein marknasteinur í teirri menning, sum hevur verið føroyska samafelagnum fyri síðani 1992. Í 1992 var fíggingargrunnurin stovnaður sum liður í royndunum at tryggja, at Føroyar komu burtur úr búskaparkreppuni við einum vælvirkandi bankakervi.

Ein kanningarnevnd hevur sum kunnugt kannað umstøðurnar, tá grunnurin varð stovnaður og kring partabrævaumbýtið í mars 1993, sum gjørdi fíggingargrunnin til høvuðspartaeigara í báðum teimum stóru bankunum. Kanningarúrslitini hava m.a. havt við sær, at Føroya Landsstýri og fíggingargrunnurin hava lagt sak móti Den Danske Bank við kravi um endurgjald fyri tey kapitaltap í Føroya Banka, sum eftir partabrævaumbýtið gjørdu stórar kapitaltilflutningar neyðugar.

Tá landsstýrið og stjórnin gjørdu avtaluna 10. juni 1998 varð avgjørt, at danski staturin skuldi taka seg burtur úr fíggingargrunninum fyri árslok 1998. Í royndini merkir hetta eitt nú, at viðtøkurnar verða broyttar, eitt nú soleiðis at føroyingar í framtíðini velja alla nevndina og danska deildin av skrivstovuni verður niðurløgd.

Av hesum stendst, at skeiðið hjá nevndini, sum varð vald 1. apríl 1996, rennur út 31. december 1998 í staðin fyri 31. mars 1999, og at ein nevnd, sum verður vald sambært nýggju viðtøkunum, yvirtekur leiðsluna fyri grunninum 1. januar 1999. Sostatt skal tann nýggja nevndin leggja fram grunsins vanligu ársfrágreiðing og roknskap fyri 1998.

Nevndin, sum fer frá í fíggingargrunninum, hevur kortini hildið tað vera rætt at enda sítt arbeiði við hesi óformligu frágreiðing. Endamálið við henni er m.a. at tryggja, at tann nýggja nevndin fær eitt gott útgangsstøði fyri arbeiði sínum. Fyri grunsins stovnarar, Føroya Landsstýri og donsku stjórnina, er frágreiðingin eitt stutt samantak um grunsins virksemi síðani 1996.

Fíggingargrunnurin vónar haraftrat, at frágreiðingin verður fatað sum ein kvittan fyri tað góða samarbeiði, sum grunnurin hevur havt við Føroya Landsstýri og donsku stjórnina, og sum ein viðurkenning fyri tað stóra arbeiði, sum nevnd, stjórn og medarbeiðarar í tí nýggja Føroya Banka hava gjørt til tess at endurreisa føroyska bankakervið.

Í pørtunum, sum koma, verður greitt frá ymsum lutum í virksemi fíggingargrunsins, meðan fráfarandi nevndin hevur sitið.

Í parti 2 verður frágreiðingin um bankamálið, sum stóð í ársfrágreiðingini fyri 1997, dagførd. Her verður eitt nú nevndur úrskurðurin hjá Eystara Landsrætti í spurninginum um at nýta frágreiðingina hjá kanningarnevndini í sambandi við tey sakarmálini, sum landsstýrið og fíggingargrunnurin hava lagt móti Den Danske Bank.

Í parti 3 verður umrødd tann yvirhøvur góða gongdin, sum hevur verið føroyskum búskapi fyri, síðani vend kom í um ársskiftið 1993/94. Henda gongd hevur eitt nú havt við sær, at skuldarbyrðar føroyska samfelagsins eru munandi minkaðar.

Í parti 4 verður tikið saman um gongdina hjá tí nýggja Føroya Banka. Hon hevur orsakað av búskaparligu gongdini og av rationaliseringum eftir samanleggingina hevur verið nøktandi hetta sama tíðarskeið.

Í parti 5 verður í stuttum greitt frá grundarlagnum fyri virksemi fíggingargrunsins og tí, sum grunnurin hevur gjørt síðani 1996.

At enda er í parti 6 eitt roknskaparligt samantak til tess at lýsa útreiðslurnar av og fíggingina av innanhýsis rakstri Fíggingargrunsins hesa tíðina, sum farin er.

 

2. Føroyska bankamálið

Bankamálið er gjølla umrøtt í ársfrágreiðingini fyri 1997, á síðunum 8-10 í føroyska partinum og síðunum 36-39 í danska partinum. Sum nevnt har stevndi fíggingargrunnurin ultimo apríl 1998 Den Danske Bank. Kravið var principalt, at bankanum varð álagt at gjalda fíggingargrunninum 1.185 mió. kr., subsidiert 744 mió. kr., í báðum førum við procesrentu lagdari aftrat frá mars 1993.

Principala kravið svarar til tað serliga stóru upphæddina, sum fíggingargrunnurin mátti flyta Føroya Banka í 1993. Subsidiera kravið svarar til tær staðfestu burturleggingarnar og útreiðsluførdu tapini í Føroya Banka í tíðarskeiðnum 1. januar-30. juni 1993.

Den Danske Bank hevur kravt frídøming.

Málið er fyri í Eystara Landsrætti samstundis sum sakarmálið, sum Føroya Landsstýri hevur lagt móti Den Danske Bank.

Í avtaluni millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina frá 10. juni 1998 er ásett, at ta endurgjald, sum hesi mál kunnu enda við, skal latast danska statinum. Í hesum viðfangi verður samrátt um eina avtalu, har ásett verður, at staturin endurrindar fíggingargrunninum útreiðslur av sakarmálinum og Kamaradvokaturin hjálpir til við sakarmálinum. Líknandi avtala er gjørd millum Føroya Landsstýri og løgmálaráðið.

Í báðum sakarmálunum er frágreiðingin hjá kanningarnevndini, bindini 1-5, løgd við sum skjal 1. Men Den Danske Bank hevur kravt, at bindini 1, 2 og 3 skulu takast burtur úr sum skjøl í málinum.

Av hesi orsøk hevur landsrætturin steðgað realitetsviðgerðini til hesin formligi spurningurin er endaliga greiddur. Í sambandi við hendan spurningin hava partarnir latið processkriv, og spurningurin er eisini viðgjørdur munnliga í eini formalitetsproceduru 16. november 1998.

Den Danske Bank hevur m.a. ført fram, at tann próvmetingin, sum er í frágreiðingini hjá bankakanningarnevndini, skal ikki brúkast í hesum sakarmálum, meðan fíggingargrunnurin og Føroya Landsstýri við stuðli frá stjórnini m.a. hava víst á grundregluna um próvfrælsi við teir donsku dómstólarnar, herundir rættin til at leggja bankafrágreiðingina við sum skjal í málinum.

Úrskurðurin hjá landsrættinum hevur ikki givið Den Danske Bank viðhald í, at skjølini 1-3 skulu takast úr málinum sum skjøl.

Eftir at hava gjøgnumgingið og mett um grundgevingarnar, sum partarnir hava ført fram undir proceduruni, sigur rætturin, at tað ikki at haldast at vera "betænkeligt at lade undersøgelsesrapportens bind 1-3 fremlægge som bilag under erstatningssagerne med den bevisværdi, som retten efter at have gjort sig bekendt med alle sagens beviser være sig i form af bilag, forklaringer eller andet og efter at have hørt parternes procedure måtte mene, at den fortjener. Denne fremgangsmåde findes ej heller at kunne være i strid med art. 6 i Den Europæiske Menneskerettighedskonvention om kravene til en retfærdig rettergang".

Tað er upplýst, at Den Danske Bank hevur søkt um loyvi at kæra avgerðina til Hægstarætt.

 

3. Búskaparliga gongdin í Føroyum

Broytingarnar í føroyska búskapinum hava verið ógvuliga stórar ymsar vegir frá 1985 til í dag. Hetta tíðarskeiðið kann býtast sundur í fýra partar: 1) 1985-1988, 2) 1988-1992, 3) 1992-1994 og 4) 1994-1998.

Tey lyklatøl, sum vísa gongdina í høvuðsheitum standa í hesi talvu:

 

 

1985

1988

1991

1994

1995

1996

1997

19981

Lønarútgjaldingar, mia. kr.

3,1

4,8

4,1

3,1

3,2

3,5

3,8

4,2

Umsetningur í smásølu, mia. kr. 2

..

..

..

1,0

1,0

1,1

1,2

1,4

Veiða undir Føroyum, 1000 tons3

131

115

100

72

83

105

110

125

Arbeiðsloysisprosent4

..

..

..

19

16

10

10

8

Nettotilflytning, tal

-59

268

-599

-1923

-584

139

217

350

Gjaldsjavni, mia. kr.

-1,3

-1,6

-0,4

1,2

0,8

1,2

0,9

1,0

Uttanlandsskuld, mia. kr.

3,8

7,8

8,2

5,4

4,4

3,0

2,2

0,0

 

1) 1998 meting. 2) Umsetinginstøl finnast ikki fyri 1993. 3) Matfiskur. 4) Arbeiðsloysið er ikki gjørt upp fyri 1992, men verður mett at hava verið ógvuliga lítið 1985-1992.

Tann hákonjunkturur, sum var í Føroyum árini frá 1985 til 1988, stóðst fyri tað mesta av íløgum. Tær bygdu i stóran mun á skatta- og vinnuframaskipanir við óhepnum tileggjanarmynstrum og lætta atgongd til lánikapital í Føroyum og uttanfyri Føroyar. Úrslitið var, at nógvar ólønandi íløgur vórðu settar í verk. Tær høvdu stóra ávirkan á bæði alment og privat virksemi. Hesa tíðina var fiskiskapurin eisini góður og fiskaprísirnir við.

Í 1988 komu undan kavi tekin um stagnatión og vantandi lønsemi. Eitt nú orsakað av teirri sera stóru uttanlandsskuldini, sum føroyska samfelagið hevði átikið sær tey undanfarnu fýra árini varð truplari og dýrari at fáa fígging. Stórir gjaldføristrupulleikar tóku seg upp, bæði í teimum almennu kassunum, í peningastovnunum og í virkjunum. Omaná hetta sveik fiskiskapurin bæði orsakað av ovfisking, lívfrøðiligum/veðurfrøðiligum viðurskiftum, og av at fiskaprísirnir móti endanum á skeiðnum fóru at falla. Trupulleikarnir versnaðu av, at landskassin og kommunurnar, orsakað av ógvuliga lítlum gjaldføri, noyddust at reka kontraktivan fíggjarpolitikk.

Henda gongd kom í hæddina í oktober 1992, tá báðir teir stóru føroysku bankarnir noyddust at gera ógvuliga stórar burturleggingar, og tí máttu hava kapital uttanífrá. Hetta varð gjørt við lánum frá danska statinum til Føroya Landsstýri, sum um Fíggingargrunnin frá 1992 setti eigarakapital í teir føroysku bankarnar. Tíðarskeiðið fram til 1994 var merkt av fleiri endurreisnum í bankakervinum, stórum skattahækkingum, stórum almennum sparingum, húsagangum í vinnulívinum, broytingum í fiskivinnuni v.m. Hartil komu stór prísføll á fiski. Í roynd og veru steðgaði búskapurin næstan heilt upp. Tað hevði aftur við sær, at arbeiðsloysið vaks í stórum og fólk í hópatali fluttu av landinum.

Tey grundleggjandi realbúskaparligu viðurskiftini í búskapinum versnaðu kortini ikki frá 1993 til 1994. Fyrst og fremst tí fallið í fiskaprísunum og veiðuni undir Føroyum steðgaði. Hartil kom, at saneringin av privatu virkjum og húsarhaldum fór at síggjast aftur. Tí sóust í 1994 veik tekin um búskaparliga framgongd - ein framgongd, sum hevur hildið fram við øktari ferð.

Grundarlagið undir búskaparvøkstrinum er fyrst og fremst stór framgongd í fiskiskapinum eftir matrfiski undir Føroyum. Veiðan er farin úr 70.000 tonsum (livandi vekt) í 1993 upp ímóti 120.000 tonsum í 1998. Aftrat tí kemur, at samansetingin av fiskasløgum eisini er broytt tann rætta vegin, soleiðis at tey virðismiklu sløgini toskur og hýsa, nú eru útivið 50% av veiðuni móti minni enn 15% í 1993. Prísirnir eru eisini hækkaðir nógv síðani 1996. Hóast hendan gongd hevur bøtt munandi um búskapin í fiskiflotanum, kann ásannast, at ov fá skip hava nóg lønandi rakstur til at kapitaltólið kann verða endurnýggjað. Tað má sigast at vera eitt vánaligt tekin, at flotin ikki er nóg lønandi, sjálvt tá umstøðurnar eru tær allarbestu, og hetta reisir spurningin, um fiskidagaskipanin er før fyri at tryggja nóg lønandi rakstur.

Fiskidagaskipanin kom í 1996 í staðin fyri eina kvotuskipan, sum var komin í gildi í 1994. Serliga fiskivinnan fanst harðliga at kvotuskipanini, og hon var tí skjótt tikin av. Skipanin veitti ikki møguleika fyri at handla við kvotum, hvørki millum skip í sama reiðskaps-/støddarbólki ella millum skip í ymsum bólkum, og var tí ikki so liðilig, at tað bar til at "keypa orku" burturúr, soleiðis sum ætlanin var við tí upprunaliga uppskotinum. Í fiskidagaskipanini hevur ikki borið til at selja nakað nevnivert av fiskidøgum, og hon hevur tí eisini nakað av somu veikleikum sum kvotuskipanin, Haraftrat er talið á tillutaðum fiskidøgum so stórt, at avmarkingin bert virkar í einstøkum skipabólkum.

Frá heystinum 1998 eru størri møguleikar fyri at selja og keypa dagar, men talið á fiskidøgum er framvegis stórt. Skipanin hevur tí framvegis ikki tann eginleika, at hon minkar orkuna, sum er neyðug til tess at skipini, sum fiska, røkka mest møguligt lønsemi.

Vantandi lønsemi í fiskivinnuni ger sítt til at nýíløgurnar eru fáar. Tí verða politiskar royndir gjørdar til tess at seta í verk íløgustudning at fremja endurnýggjan av fiskiflotanum. Íløgustudningur skundar neyvan undir lønsemi í flotanum í longdini, uttan so at tryggjað verður samstundis, at onnur flotaorka verður skerd. Hartil kemur, at tað er óheppið, at studningurin verður latin, sama hvørji inntøkuevnini hjá skipunum eru.

Fiskiídnaðurin hevur havt eina sera torføra tíð. Flestu flakavirkini vórðu løgd saman í P/f Fiskavirking í 1993, men hetta felag mátti ígjøgnum tvær endurreisnir, áðrenn tað í 1998 á fyrsta sinni fekk yvirskot eftir rentur og avskrivingar. Úrslitið fekst bæði við stórum rationaliseringum og tí veruleika, at tær føroysku lønirnar nominelt bert eru farnar ógvuliga lítið upp, tá mett verður saman við Skotland og Ísland, sum eru meginkappingarneytarnir um ráfiskin.

Innan fiskaalingina, sum er næststørsti útflutningssektorur, eru eisini farnar fram munandi bygnaðarbroytingar til størri og effektivari eindir. Hesi átøk hava í fullan mun vigað upp ímóti teimum javnt fallandi útflutningsprísunum. Lønsemið í alivinnuni er nú nøktandi og har standa fyri stórar víðkanir í framleiðsluni, sum væntandi fer upp um 30.000 tons eftir fáum árum móti 18.000 tonsum í 1997.

Takast skal eisini fram, at innan byggivinnuna hevur vøksturin verið meir enn 40% síðani 1996. Byggingin er kortini bara umleið 50% av tí hon var, tá hon var upp á tað mesta í 1988.

Gongdin, sum er lýst her, sæst eisini í øðrum viðurskiftum. Arbeiðsloysið er fallið úr umleið 25% medio 1994 niður í 7% í september 1998. Nettofráflytingin, sum var næstan 2000 í 1994, er vorðin til eina nettotilflyting uppá umleið 350 (væntað tal) í 1998. Privata nýtslan, máld við innflutninginum av brúksvørum, er vaksin í samsvar við vøksturin í lønarútgjaldingunum.

Gongdin í gjaldsjavnanum og uttanlandsskuldini hevur verið ógvuslig. Í tíðarskeiðnum frá 1985 til 1990 varð við árligum gjaldsjavnahallum úr 0,9 uppí 1,6 (1988) mia kr. bygd upp ein nettouttanlandsskuld, sum var góðar 8,5 mia kr. Síðani er nettouttanlandsskuldin minkað so nógv, at hon verður væntandi mestsum burtur ultimo 1998. Sloppið er av við skuldina við gjaldsjavnayvirskoti uppá góðar 6 mia kr. síðani 1990, við útlendskum kreditortapum uppá stívar 1,5 mia kr. og við at niðurskriva statsins áogn uppá 1 mia kr (sbr. avtaluni frá 10. juni 1998 millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina). Gongdin í nettoskuldini fevnir kortini um stórar bruttoupphæddir. Ultimo 1997 var bruttouttanlandsskuldin 9,6 mia kr., meðan áognin uttanlands var 7,4 mia kr. Somu tøl ultimo 1990 vóru 11,8 mia kr. og 3,3 mia kr. Skuldin í 1997 var í stóran mun hjá almenna sektorinum, meðan hon í 1990 fyri mestapartin var í tí privata sektorinum. Tað eru fyrst og fremst privatu peningastovnarnir, tryggingarfelagið og landsbankin, sum eiga áognina.

Hóast sloppið er av við nettouttanlandsskuldina eftir fáum árum, er almenna skuldin tískil enn stór. Landskassin við sínum stovnum hevði ultimo 1997 eina nettoskuld, sum var umleið 4,5 mia kr., og kommunurnar við kommunalum feløgum høvdu eina nettoskuld, sum var góðar 1,5 mia kr. Við avtaluni frá 10. juni 1998 millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina minkaði skuld landskassans 900 mió kr. og skuldin hjá kommununum er eisini minkað eitt sindur síðani. Meðan skuldin hjá kommununum er íkomin í tíðarskeiðnum fram til fyrst í 1990-árunum, er skuld landskassans fyri ein stóran part úrslit av, at landsstýrið noyddist at átaka sær at endurreisa bankakervið í 1992 og 1993. Hetta varð gjørt við lánum frá danska statinum. Staturin endurfíggjaði eisini ta upprunaligu landskassaskuldina so hvørt, sum hon fall til gjaldingar. Tá sæð verður burtur frá teimum virðisbrøvum, sum landsstýrið hevur tikið síðani 1994, og sum ikki eru innfríað enn, er staturin sostatt landsstýrisins einasti kreditorur av týdningi.

 

4. Føroya Banki

Tá teir føroysku bankarnir vóru endurreistir í 1992-1993 og tá fíggingargrunnurin, við partabrævaumbýti við Den Danske Bank í 1993, var vorðin høvuðspartaeigari í bæði Sjóvinnubankanum og táverandi Føroya Banka, vórðu teir báðir bankarnir lagdir saman pr. 1. januar 1994 við heitinum P/F Føroya Banki.

Samanleggingin hevði við sær sera týðandi rationaliseringsfyrimunir. Føroya Banki hevur skert talið av deildum niður í helvt úr 49 niður í 25, men tað hevur ikki nervað bankans møguleikar at røkja marknaðin nevnivert. Kostnaðurin hjá bankanum er næstan minkaðar samsvarandi. Kostnaðurin hjá bankanum var í 1997 118 mió. kr. - 41% minni enn samanlagdi kostnaðurin hjá Føroya Banka og Sjóvinnubankanum í 1991, 201 mió kr.

 

Gongdin í bankans rakstri og javna sæst á talvunum niðanfyri:

 

 

Úrslit

Mió. kr.

1994

1995

1996

1997

1994-1997 tilsmans

19971)

Jan.-sep.

19981)

Jan.-sep.

Fíggjarligir postar

314

265

248

237

1.064

176

178

Kursjavnan

¸ 21

47

13

¸ 16

23

¸ 12

3

Bruttovinningur

293

312

261

221

1.087

164

181

Kostnaður

140

131

123

118

512

88

92

Avskrivingar og burturleggingar

39

2

¸ 161

¸ 265

¸ 385

¸ 100

¸ 78

Vanligt úrslit

114

179

299

368

960

176

167

Serligir postar

¸ 22

¸ 29

¸ 4

4

¸ 51

5

1

Úrslit fyri skatt

92

150

295

372

909

181

168

Skattur

28

0

0

29

57

Ársúrslit

64

150

295

343

852

Lutað út

0

35

100

168

303

Konsolidering

64

115

195

175

549

 

1) Ikki grannskoðað tøl

 

 

Javni, ultimo

Mió. kr.

1994

1995

1996

1997

1997, sept.

1998, sept.

Tøkur peningur

1.676

1.616

1.684

2.029

2.014

1.906

Útlán

1.923

1.906

2.035

2.264

2.086

2.323

Onnur aktiv

224

139

119

109

133

100

Aktiv

3.823

3.661

3.838

4.402

4.233

4.329

Innlán

3.260

3.022

2.968

3.133

3.144

3.192

Onnur passiv

220

181

217

441

255

141

Eginpeningur

343

458

653

828

834

996

Passiv

3.823

3.661

3.838

4.402

4.233

4.329

 

Í 1994-1997 hevur Føroya Banki tilsamans havt 909 mió kr. í vinningi fyri skatt. Bankin hevur kunnað framflutt eitt skattligt hall frá 1992 í upp til fimm ár, og orsakað av hesum hevur bankin bert goldið 29 mió kr. í skatti síðani samanleggingina. Haraftrat eru í 1994 goldnar 28 mió. kr. í avgjaldi av fíggjarligum aktivum. Av vinninginum hava partaeigararnir fingið lutaðar 303 mio. kr., og bankin hevur sostatt til ultimo 1997 konsoliderað sína støðu við 549 mió. kr.

Í sambandi við kapitaltilflutningin í 1992 og 1993 burturløgdu Føroya Banki og Sjóvinnubankin ógvuliga stórar upphæddir, tilsamans 4 mia kr., til at standa ímóti tapi av debitorum. Burturleggingarar skulu metast saman við teimum upphæddum, bankarnir hava verið noyddir at avskriva sum mistar síðani tíðirnar vendu í 1989. Árini 1990-1997 avskrivaðu teir báðir bankarnir 3,9 mia kr. um burturleggingarkontoina. Av tí at konjunkturarnir vendu í 1995, hevur Føroya Banki árini 1994-1997 netto verið førur fyri at afturføra burturleggingar fyri 385 mió kr., sum eru uppi í vinninginum uppá 909 mió kr. Føroya Banki hevur kortini framvegis upp á seg stórar burturleggingar.

Orsakað av tí stóra vinninginum og ikki minst teimum stóru afturføringunum av burturleggingum, hevur bankin síðani samanleggingina í 1994 goldið partaeigarunum 150 mió kr. av partapeninginum aftur. Partapeningurin er minkaður úr 250 mió kr. niður í 100 mió kr.

Tá bankarnir vórðu lagdir saman stóð partapeningurin upp á 250 mió kr. í partabrøvum á 1 kr. Orsakað av, at partapeningurin er minkaður, er hvørt einstakt partabræv minkað niður í 40 oyru. Av tí, at tað var hildið vera óheppið at hava so smá partabrøv, samtykti árligi aðalfundurin í Føroya Banka í apríl 1998 at broyta partabrævastøddina til 100 kr. Tey gomlu partabrøvini á 40 oyru vórðu sostatt í lutfallinum 250:1 umbýtt til nýggj partabrøv á 100 kr. Partaeigarar við minni enn 250 partabrøvum kundu antin lata seg innloysa ella, eftir at hava keypt gomul partabrøv aftrat, vera við í umbýtinum. Eftir umbýtið, sum varð framt í august 1998, hevur Føroya Banki 956 partaeigarar. Fíggingargrunnurin frá 1992 eigur einsamallur 99,4 pct. av partapeninginum.

Stovnarar Fíggingargrunsins, Føroya Landsstýri og danska stjórnin, søgdu í felagsfrágreiðingini frá 3. november 1995, at í longdini eigur grunnurin ikki at eiga bankan. Teir spurningar, sum taka seg upp í hesum viðfangi, eru lýstir í eini frágreiðing, sum ein serligur arbeiðsbólkur gjørdi og sum varð almannakunngjørd í ársfrágreiðingini hjá Fíggingargrunninum fyri 1997. Tað er sjálvsagt ein politisk avgerð, hvussu ognarviðurskiftini skulu verða í framtíðini, men av tí, at tað ikki hevur í sær serliga tekniskar trupulleikar, at bankin framvegis verður á almennum hondum, hevur fíggingargrunnurin lagt dent á at kanna teir spurningar, sum standast av eini møguligari privatisering.

Sum sæst á tabellunum, er búskapurin hjá Føroya Banka komin aftur á beint eftir tær hørðu rembingarnar í 1992-1993. At vanliga úrslitið, uttan avskrivingar og burturleggingar, hevur verið versnandi í tíðarskeiðnum, stendst í høvuðsheitum av tí fallandi rentuni á peninga- og virðisbrævamarknaðinum. Gjaldføri bankans hevur síðani samanleggingina ligið um 1,7 mia kr. Í sama tíðarskeiði er tann effektiva virðisbrævarentan fallin úr góðum 9 pct p.a. niður í umleið 5,5 pct. p.a.

 

5. Virksemi Fíggingargrunsins 1996-1998

Grundarlagið fyri arbeiði fíggingargrunsins í skeiðnum hjá nevndini, sum nú fer frá, hevur verið stovningarsamtykt grunsins og viðtøkurnar frá 2. november 1992 og lóg nr. 462 frá 12. juni 1996 og tær broytingar í samtyktunum, sum m.a. vóru fylgja av hesi lóg.

Danska stjórnin góðkendi broytingarnar 2. december 1996 og Føroya Landsstýri góðkendi tær 16. december 1996. Eftir hesa broyting í lógini kundi fíggingargrunnurin flyta landsstýrinum pengar, sum Føroya Banki lutaði grunninum sum partaeigari. Eisini vórðu reglurnar um, hvussu pengarnir hjá grunninum kundu setast, broyttar. Higartil høvdu teir staðið sum innlán í tjóðbankanum, men nú kundu teir eisini setast í føroysk og donsk virðisbrøv og í banka.

"Felagsfráboðan frá fundinum 3. november 1996 millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri" hevur eisini verið partur av grundarlagnum fyri virkseminum hjá Fíggingargrunninum í skeiðnum hjá fráfarandi nevndini. Serliga punkt 9, har sagt verður:

 

"Sambært viðtøkunum fyri Fíggingargrunnin frá 1992 verður í november 1995 tilnevnd ein nevnd fyri eitt nýtt trý ára skeið. Í viðtøkunum er ásett, at av teimum fimm nevndarlimunum tilnevnir landsstýrið tveir, meðan stjórnin tilnevnir tríggir limir, teirra millum formannin. Stjórnin tekur undir við, at nevndarformaðurin komandi trý ára skeiðið verður tilnevndur eftir semju millum landsstýrið og stjórnina. Fyritreyt er, at formansessurin verður mannaður við einum fólki, sum aftrat kravinum um gegni er serkønt í fíggjarligum viðurskiftum. Semja er um, at fíggingargrunnurin í longdini ikki skal eiga Føroya Banka".

Við hesum í huga er semja um at longja virkisskeiðið hjá hesi nevndini til 1. februar 1996".

Samsvarandi felagsfráboðanini varð Knud Heinesen, stjóri, í februar 1996 valdur at taka við sum nýggjur formaður og luttók eftir tað á nevndarfundum. Skeiðið hjá gomlu nevndini varð longt til 1. apríl 1996. Tá vórðu Eskil Trolle, advokatur, og Jørgen Ulriksen, fyrrverandi bankastjóri, valdir aftur í nevndina, meðan landsstýrið valdi John P. Danielsen, fíggjarstjóra, og Jógvan E. Ellefsen, advokat, sum nýggjar nevndarlimir. John P. Danielsen varð samstundis tilnevndur næstformaður.

Nevndin hevur í skeiðnum 1. apríl 1996 til 31. december 1998 verið soleiðis mannað:

Formaður Knud Heinesen, stjóri

Næstformaður John P. Danielsen, fíggjarstjóri

Jógvan E. Ellefsen, advokatur

Eskil Trolle, advokatur

Jørgen Ulriksen, fyrrverandi bankastjóri

Samstundis sum Richard Mikkelsen, stjóri, fór frá sum formaður gavst Tjóðbankin at hýsa og tæna skrivstovuni hjá Fíggingargrunninum, tí bankin helt tað ikki vera eina uppgávu hjá sær, nú praktiskar grundir ikki talaðu fyri tí. Tessvegna fór eisini danski skrivarin hjá Fíggingargrunninum, Erik Niepoort, undirstjóri, frá sum skrivari.

Heimstaðurin hjá Fíggingargrunninum er Tórshavn, har ein partur av skrivstovuni er, men til tess at formaðurin skuldi fáa dygga hjálp varð hildið neyðugt framvegis at hava skrivstovu í Keypmannahavn, hóast hesin spurningur ikki var heilt lættur at loysa, tí uppgávan var so avmarkað.

Fleiri møguleikar vóru umhugsaðir, og 1. juli 1996 fekst í lag ein skipan, sum var grundað á samarbeiði við Danmarks Statistik, sum móti gjaldi lat høli, skrivstovuútgerð og skrivstovuhjálp. Samstundis varð Poul Jensen, ráðgevi á Damarks Statistik, tilnevndur skrivari í parttíðarstarvi. Haraftrat varð roknskaparføringin, sum grannskoðanin higartil hevði havt um hendi, eftir avtalu flutt til Føroya Banka við roknskaparstjóranum Johan Djurhuus.

Arbeiðsbýtið millum báðar skrivstovurnar hevur stórt sæð verið, at skrivstovan í Keypmannahavn hevur tænt formanninum og nevndini, tikið sær av skjalagoymslu og øðrum umsitingarligum spurningum, meðan skrivstovan í Havn, sum Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovu Føroya framvegis stendur fyri, hevur tikið sær av málum mótvegis Føroya Landsstýri, lýsingum av føroyska búskapinum og viðgerð av teimum málum, sum standast av, at Fíggingarunnurin er móðurfelag hjá Føroya Banka.

Tá teir nýggju nevndarlimirnir vórðu tilnevndir varð lagdur dentur á, at nevndin í Fíggingargrunninum ikki fór at fáa boð frá stovnarunum. Tey sambond, sum vóru neyðug fyri samskiftið - eitt nú har ráðføring skal vera sambært viðtøkunum - vórðu knýtt, tá formaðurin stutt eftir, at hann var valdur, fór at hitta føroyskar og danskar myndugleikapersónar.

Sambandið hevur verið røkt á henda hátt:

 

Virksemið í 1996

Á dagsskránni hjá nevndini eru fleiri føst punkt av roknskaparligum og umsitingarligum slag. Av tí, at fíggingargrunnurin eigur Føroya Banka, verður gongdin í føroyska búskapinum og í Føroya Banka eisini alsamt viðgjørd.

Frá apríl til december 1996 helt nevndin sjey fundir; tríggjar í Keypmannahavn, tveir í Havn, ein í Bø og ein telefonfund.

Tey týdningarmestu evnini, sum ikki eru føst mál á dagsskránni, vóru hesi:

 

Virksemið í 1997

Í hesum ári vórðu hildnir sjey nevndarfundir - tríggir í Vágum, tveir í Havn og tveir í Keypmannahavn. Tað vóru færri enn ætlað og bendi á, at virksemið minkaði. Hetta sást eisini aftur í tí, at arbeiðið á skrivstovuni í Keypmannahavn var minni.

Hinvegin vaks arbeiðið á skrivstovuni í Føroyum í sambandi við spurningin um framtíðar ognarviðurskiftini í Føroya Banka, sum ein serligur arbeiðsbólkur viðgjørdi. Í honum vóru formaðurin og næstformaðurin í Fíggingargrunninum, forstjórin í bankanum og føroyski skrivarin í Fíggingargrunninum. Arbeiðsbólkurin fekk sakkøna hjálp frá "A/S Aros Securities". Til tess at lýsa spurningin vóru ymsar viðgerðir og kanningar framdar. Arbeiðsbólkurin helt fimm fundir og var í høvuðsheitum liðugur við sín setning í 1997, so frágreiðingin kundi leggjast fyri nevndina og viðgerast endaliga har fyrst í 1998. Ultimo príl 1998 varð frágreiðingin almannakunngjørd í ársfrágreiðingini hjá Fíggingargrunninum fyri 1997.

Lógin frá 8. juni 1996 og tær nýggju viðtøkurnar veittu frá ársenda 1996 Fíggingargrunninum møguleika fyri at lata útluting frá Føroya Banka fara víðari til Føroya Landsstýri.

Fyri roknskaparárið 1994 hevði Føroya Banki útgoldið 35 mió. kr. í útbýti og í 1995 25 mió. kr., sum svaraði til 10 pct. av partapeninginum. Í 1996 fekst munandi størri vinningur, eitt nú orsakað av afturfluttum burturleggingum. Nú var kapitalgrundarlagið hjá Føroya Banka sera sterkt. Eftir tær ráðføringarnar við donsku stjórnina og Føroya Landsstýri, sum eru nevndar í viðtøkunum, samtykti nevnd grunsins á aðalfundi í Føroya Banka at atkvøða fyri, at aftrat einum óbroyttum útbýti uppá 25 mió. kr. vóru útlutaðar partaeigarunum 75 mió. kr. av partapeninginum. Av tí at fíggingargrunnurin eigur so at siga øll partabrøvini, merkti hetta, at grunnurin fekk meginpartin av útbýtinum og útlutingini, sum sambært teimum nýggju reglunum vórðu latin Føroya Landsstýri.

Á heysti 1997 var greitt, at frágreiðingin frá kanningarnevndini í føroyska bankamálinum fór at verða almannakunngjørd fyrst í 1998. Til tess at fyrireika eina skjóta støðutakan til teir spurningar, sum stóðust av kanningarúrslitinum, varð avgjørt at biðja ein advokat ganga kanningina ígjøgnum og hjálpa til at greina tey møguligu stig, sum fíggingargrunnurin fyri sítt viðkomandi skuldi taka.

 

Virksemið í 1998

Virksemið var nógv í nevndini fyri Fíggingargrunnin og á skrivstovuni, serliga fyrra hálvár 1998. Í 1998 vórðu hildnir 10 nevndarfundir og ein felagsfundur við arbeiðsbólkin viðvíkjandi framtíðar ognarviðurskiftunum í Føroya Banka. Hetta var væl meir enn ætlað.

Nevndin feskt serliga við teir torføru løgfrøðiligu spurningarnar, sum tóku seg upp í kjalarvørrinum frá nevndarfrágreiðingini um bankamálið. Hesi mál vórðu sum nevnt viðgjørd við hjálp frá løgfrøðiligum - og seinni eisini grannskoðanarligum - serkunnleika. Úrslitið av viðgerðini er nevnt í ársfrágreiðingini fyri 1997, sum kom út í mai 1998, og í parti 2 frammanfyri.

Eisini avtalan millum donsku stjórnina og landsstýrið frá 10. juni 1998, sbr. part 1 frammanfyri, hevur elvt til fleiri principiellar og praktiskar spurningar.

Orsakað av teimum framhaldandi góðu úrslitunum hjá Føroya Banka, sbr. part 4, samtykti nevndin í Fíggingargrunninum á aðalfundi í Føroya Banka at atkvøða fyri at útbýtið fyri 1997 var prosentliga tað sama, tvs. 17,5 mió. kr. og fyri eini eyka útlutning av partapeninginum, sum var 75 mió. kr. fyri kurs 200, tilsamans 150 mió. kr. Sum nevnt krevur eitt slíkt stig, at teir politisku myndugleikarnir taka støðu. Orsakað av valum bæði til fólkatingið og løgtingið varð støðutakanin til hesi mál seinkað, og tað hevði aftur við sær, at aðalfundurin í Føroya Banka mátti útsetast til 8. apríl 1998 og ársfrágreiðingin hjá Fíggingargrunninum kundi ikki almannakunngerast fyrrenn 30. apríl 1998. Ársfrágreiðingin var meiri umfatandi enn vant orsakað av frágreiðingini um framtíðar ognarviðurskiftini í Føroya Banka.

Í avtaluni millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri frá 10. juni 1998 varð, sbr. part 1, avgjørt at leggja niður donsku luttøkuna í Fíggingargrunninum, soleiðis at føroyingar í framtíðini velja alla nevndina og danska skrivstovan heldur uppat. Fíggingargrunnurin hevur verið við til at viðgera tær praktisku fylgjurnar av hesum broytingum og verið við í viðgerðini av teimum nýggju viðtøkunum. Formligt tilmæli til Føroya Landsstýri og donsku stjórnina um tær nýggju viðtøkurnar varð samtykt á nevndarfundi tann 10. desembur 1998 út frá einum uppskoti til viðtøkur, sum Føroya Landsstýri hevði gjørt. Danska búskaparmálaráðið hevur í skrivi frá 21. desembur 1998 við einstøkum viðmerkingum tikið undir við viðtøkunum.

Fíggingargrunnurin hevur til endans gjørt tilfar at brúka í rættarmálinum móti Den Danske Bank, sum sambært teirri í parti 2 nevndu avtaluni við donsku stjórnina skal førast víðari undir tí nýggju nevndini.

 

 

6. Innanhýsis útreiðslur og inntøkur fíggingargrunsins

 

Roknskaparfrágreiðing

Roknskapir figgingargrunsins, soleiðis sum teir vanliga verða lagdir fram sambært galdandi lóg, eru heilt yvirskuggaðir av viðurskiftunum í Føroya Banka. Við árslok 1998 er ikki møguligt at leggja fram ein ársroknskap fyri fíggingargrunnin í vanligum líki, tí ársroknskapurin fyri Føroya Banki enn ikki er tøkur. Úrslit bankans fyri 1.-3. ársfjórðing sæst í parti 4.

Fíggingargrunsins "egnu" rakstrarinntøkur, rakstrarútreiðslur og teir postar í fíggjarstøðuni, sum ikki eru avleiddir av viðurskiftunum í Føroya Banka, kunnu lýsast í roknskaparuppsetingini á síðu 14 fyri 1998, sum í ávísan mun er grundað á metingar. Til samanberingar er víst tøl fyri 1997.

Meðan 1997 er eitt "normalár" við lutfalsliga lítlum virksemi, sbr. part 5, er 1998 merkt av virksemi, som stóðst av kanningarnevndarfrágreiðingini um føroyska bankamálið og av virksemi, sum stóðst av avtaluni frá 10. juni 1998 millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina.

Sakarmál grunsins móti Den Danske Bank førdi í fyrstu atløgu til sera munandi útreiðslur, serliga rættaravgjald. Av tí at útreiðslurnar eru fíggjaðar við sølu av obligatiónum er framkomið eitt stórt rentutap og eitt stórt umskifti í aktivpostunum frá obligatiónum til áogn, sum fevnir um kr. 11.850.000 til rættaravgjald, tí rættaravgjaldið og aðrar advokatútreiðslur mugu ætlast at fara at verða endurgoldnar av statinum. Harumframt eru goldnar kr. 728.000 til advokat- og grannskoðarasamsyning og føroyskt meirvirðisgjald, nevniliga kr. 182.000.

Viðvíkjandi aktivunum er at viðmerkja, at tann peningur, ið er tøkur til innanhýsis rakstur grunsins, bert er ein lítil partur av øllum eginpeninginum, sum fyrst og fremst er 99,4 pst. av bókaða eginpeninginum hjá Føroya Banka. Allur eginpeningur grunsins pr. 31. des. 1997 var sambært ársfrágreiðing fíggingargrunsins fyri 1997 845 mió. kr.

 

Nýttur roknskaparháttur

Innanhýsis ársroknskapurin fyri fíggingargrunnin kemur ikki undir ársroknskaparlógina, men er tillagaður høvuðsásetingarnar í hesi lóg.

Størsta inntøkukelda grunsins er rentuinntøkur. Hesar standa tí ovast í rakstraruppgerðini. Børsnoterað virðisbrøv standa til teir alment noteraður kursirnar pr. 20. novembur 1998.

Maskinur og innbúgv verða avskrivað liniert yvir 3 ár.

Tøki peningur grunsins er stendur sum innskot í P/F Føroya Banka og BG Bank A/S. Hesar upphæddir er tiknar við undir tøkan pening.

Tað, sum grunnurin eigur av partabrøvum í P/F Føroya Banka, er ikki við í innanhýsis roknskapinum.

 

Innanhýsis rakstur og javni

Rakstur (í 1.000 kr.)

1998

1997

Rentur

   

Obligatiónir

590

1385

Innistandandi í peningastovnum

274

219

Rentuinntøkur tilsamans

864

1.604

     

Starvsfólkaútreiðslur

   

Nevndarsamsýningar

¸ 420

¸ 390

Vanligar skrivarasamsýningar

¸ 195

¸ 200

Meirútreiðslur til skrivarasamsýning

¸ 330

 

Aðrar starvsfólkaútreiðslur

¸ 159

¸ 178

Tilsamans

¸ 1.104

¸ 768

     

Aðrar útreiðslur

   

Ferða- og uppihaldsútreiðslur

¸ 202

¸ 200

Advokat- og grannskoðarasamsýning í sambandi við rættarmál

¸ 910

 

Aðrar útreiðslur

¸ 308

¸ 220

Tilsamans

¸ 1.420

¸ 420

     

Saldo á rakstri

¸ 1.660

416

     

Kursjavnan av obligatiónum

¸ 82

¸ 670

     

Skattur

0

¸ 42

     

"Úrslit" av rakstri fíggingargrunsins

¸ 1.742

¸ 296

     

 

Javni (innahýsis rakstur) (í 1.000 kr.)

ultimo 1998

ultimo 1997

Aktiv

   

Skrivstovuinnbúgv

4

18

Obligatiónir

6.026

20.568

Áogn í sambandi við rættarmál

11.850

0

Onnur áogn

20

589

Tøkur peningur

2.059

519

Tilsamans

19.959

21.694

     

Passiv

   

Skyldugur kostnaður

74

67

Rakstrarkapitalur

19.885

21.627

Tilsamans

19.959

21.694