EBS frágreiðingin


Tollsamgongur

8.1 Inngangur
Arbeiðssetningur nevndarinnar er at gera upplegg til samráðingar við ES um EBS-líknandi avtalu saman við eini tollsamgongu. Setningurin er grundaður á tilmælið í Bláa álitinum um eina serskipan. Í álitinum verður mælt til, at stevnumiðið í samráðingum við ES um eina serskipan eigur at vera ein skipan, har partar av EBS-leistinum og tollsamgonga eru settir saman.

EBS er ikki ein tollsamgonga. EBS - Europeiska Búskaparliga Samstarvs-økið - fevnir um eina tollsamgongu (EF) og eitt fríhandilsøki (EFTA) og er sostatt eitt víttfevnandi fríhandilsøki fyri ídnaðarvørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi við samansjóðaðum reglum á teimum økjum, sum hava týdning fyri frælsum samskifti av hesum.

Meðan EF hevur felags handilspolitikk og tollmúr úteftir, hava EFTA-londini hvør sær sín egna handilspolitikk og toll mótvegis øðrum triðjalondum. Serligi landbúnaðarpolitikkurin og serligi fiskivinnupolitikkurin í EF gera, at EBS-reglurnar, um at vørur hava frítt at fara, ikki galda fyri landbúnaðarvørur og fisk. Hóast ein EBS-líknandi avtala ber í sær lættar í samhandlinum við ES, so veitir hon ikki føroyskum fiskavørum stórvegis frægari tollsømdir enn verandi handilssáttmáli millum Føroyar og ES.

Í Bláa álitinum verður víst á, at ein tollsamgonga gevur í útgangsstøðu føroyskum virkjum somu marknaðartreytir fyri fisk sum virkjum í ES. Samstundis loysir ein tollsamgonga trupulleikarnar við triðjalandsfiski á ES-marknaðinum. Bláa álitið ger tó vart við, at samráðingar um tollsamgongu verða truplar. Í fyrsta lagi hevur ES ongantíð gjørt tollsamgongu við triðjalond um fisk og fiskavørur, og í øðrum lagi mugu Føroyar helst lata ES okkurt afturfyri størri tollsømdir - eitt nú veiðurættindi.

Evnið í hesum partinum er tollsamgongur. Fyrst verður hugt at, hvat ein tollsamgonga er. Síðani verður komið inn á tollsamgonguna í ES og tollsamgongur, ið ES hevur gjørt við triðjalond, og spurningurin um tollsamgongur í altjóða handilsskipanini verður umrøddur.

At enda verður viðgjørdur spurningurin um Føroyar í tollsamgongu við ES, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri Føroyar. Hvørjar avleiðingarnar verða, veldst nógv um annaðhvørt vit fara upp í tollsamgonguna hjá ES, ella um vit sum triðjaland í ES-samanhangi gera serliga avtalu við ES um tollsamgongu. Ein triði møguleiki, sum tó ikki verður viðgjørdur í hesum umfari, er, at Føroyar sum atland fara í tollsamgongu við Danmark. Fyrimyndin í hesum føri er skipanin millum Bretland øðrumegin og Isle of Man og Ermasundsoyggjar hinumegin.

8.2 Tollsamgongur yvirhøvur
Í kap. 4.3 vórðu høvuðsformarnir í handilsliga og búskaparliga samstarvinum millum vestureuropeisku londini lýstir. Sum yvirlitið vísir, er endamálið við fríhandilsøkjum og tollsamgongum, at vørur skulu hava frítt at fara millum londini.

Í einum fríhandilsøki ganga lond saman um at beina burtur sínámillum toll og kvotur, meðan tey varðveita rættin at hava egnan handils- og tollpolitikk.

Í eini tollsamgongu ganga tvey ella fleiri lond saman um at skipa eitt felags tolløki, har tollur og aðrar handilsforðingar millum londini verða tikin burtur, og tollur mótvegis londum uttanfyri verður felag og samskipaður. Endamálið við eini tollsamgongu er at skipa ein felags víðari marknað, enn londini frammanundan høvdu við felags verju mótvegis útlendskari kapping.

Sjálvbjargnið innan tollsamgonguna gerst størri, enn tað var frammanundan fyri hvørt land sær. Tollsamgongan gevur einstøku fyritøkuni innan tollsamgonguna ein størri marknað, enn fyritøkan frammanundan hevði, og harvið betri møguleikar at vaksa og troyta stórvirkisfyrimunir. Við hesum gerast møguleikarnir at byggja upp størri altjóða kappingarføri betri.

Fríhandilsøki og tollsamgongur eru sostatt diskriminerandi handilsskipanir, tí handilslættarnir bert galda fyri ein bólk av londum. Ein tollsamgonga fer kortini eitt stig longur, tí londini í felag orða og umsita felags politikk fyri uttanríkishandilin viðvíkjandi tolli og øðrum handilsavmarkingum mótvegis triðjalondum.

Tollsamgongur kunnu hava fyrimunir og vansar við sær fyri limalondini.

Fyrimunir:

Vansar:

Trupult er at meta um hesar fyrimunir og vansar. Hvørjir fyrimunir og vansar eru fyri einstøku londini, sum fara upp í eina tollsamgongu, veldst nógv um búskaparligu og politisku støðuna í londunum og støðuna í heimsbúskapinum sum heild.

Síðan seinna heimsbardaga hevur gongdin vanliga verið, at stígur er komin í handilsligt og búskaparligt samstarv millum lond, tá búskaparlig afturgongd er í pørtum av heiminum ella í heimsbúskapinum sum heild. Hetta gjørdi seg m.a. galdandi, tá oljukreppurnar vóru í 1970-árunum. Londini brúktu meginpartin av síni politisku orku til at loysa innanhýsis búskaparligar trupulleikar.

8.3 Tollsamgongan í EF í søguligum baksýni
EF er ein tollsamgonga á tann hátt, at allur tollur millum limalondini er beindur burtur, og felags tollur er móti umheiminum.Vanliga verður sagt, at EF-samstarvið byrjaði í 1950. Tá varð uppskot lagt fram um at skipa allan kol- og stálídnaðin í Týsklandi og Frakland í ein felagskap við egnum og óheftum stovnum. Sáttmálin um Europeiska Kol- og Stálfelagsskapin (EKSF) varð undirskrivaður í 1950 millum Týskland, Frakland, Italia, Belgia, Holland og Luxembourg.

Hóast uppskot longu tá vóru frammi um at fáa í lag tættari politiskt samstarv og felags verjufelagsskap í Europa, spurdist onki burtur úr hesum. Ídnaðstu talsmenninir fyri europeiskari samansjóðing løgdu tey næstu árini størsta dentin á at fáa í lag tættari búskaparligt samstarv millum londini.

Ein ætlan varð løgd fram, og londini fóru undir samráðingar. Í 1956 komu londini ásamt um Rómarsáttmálan um Europeiska Búskapar Felagsskapin EEC og sáttmálan um Euratom. Hesir sáttmálar komu í gildi árið eftir. Saman við EKSF vóru teir grundarlagið undir stovnsetingini av Europeisku Felagsskapunum EF. Meðan EKSF- og Euratom-sáttmálarnir reguleraðu serøki, varð Rómarsáttmálin ein nógv rúmari og víðfevndari búskaparlig rammuavtala, sum legði lunnar undir víðari menning av samstarvinum.

Eftir Rómarsáttmálanum var grundarlagið undir EF ein tollsamgonga "som omfatter al vareudveksling, og som indebærer forbud mod told ved indførelse fra og udførsel til andre medlemsstater, såvel som mod alle afgifter med tilsvarende virkning, samt indførelse af en fælles toldtarif over for tredjeland" (grein 9).

Sáttmálin ásetti, hvussu innanhýsis tollurin stigvíst skuldi beinast burtur. Upprunaliga var ætlanin, at hetta skuldi gerast eftir 12 árum frá 1. januar 1958 at rokna, men longu í juli í 1968 varð komið á mál við tollsamgonguni fyri ídnaðarvørur. Tey seks upprunaligu limalondini vóru við í hesi tollsamgongu, og lond, sum seinni eru komin uppí, hava í flestu førum fingið eina tillagingartíð.

Nevndu ásetingar, saman við øðrum ásetingum í Rómarsáttmálanum um avtøku av kvantitativum avmarkingum millum limalondini, vísa greitt, at tollsamgongan longu tá var ætlað sum eitt stig á leiðini til at fáa í lag ein innmarknað í EF.

Í 1970-árunum og byrjanini av 1980-árunum kom stígur í samansjóðingina í ES. Hóast komið var á mál við upprunaligu stevnumiðunum um at beina burtur allar tollforðingar og aðrar beinleiðis handilsforðingar millum limalondini, so vísti tað seg, at hetta ikki var nóg mikið, til at fáa marknaðin at virka eftir ætlan. Fjaldar handilsforðingar, serstakliga sum ólík fyrisett mát í limalondunum, forðaðu framvegis handlinum.

Á sumri 1985 legði ES-nevndin fram uppskot um eina ætlan at seta innmarknaðin á stovn í 1992. Í ætlanini vórðu nevnd eini 300 øki, har felags reglur skuldu setast í verk fyri at lætta um samhandilin.

Tollsamgongan í EF hevur síðani umleið 1970 havt tættir av einum fullum felagsmarknaði í sær, serstakliga felags landbúnaðar-, fiskivinnu- og regiónalpolitikk, og í ein ávísan mun eisini innan skatt, flutning og sosialpolitikk. Serliga er landbúnaðar-, fiskivinnu- og regiónalpolitikkurin ein neyðug samansjóðing og treyt fyri at fáa felagsmarknaðin í tollsamgonguni annars at virka.

Hvørt land sær hevði sín egna landbúnaðarpolitikk bæði fyri at tryggja sær sjálvbjargni í eini krígsstøðu, men eisini fyri at tryggja bóndum í egnum landi útflutningsmøguleikar. Vanliga kenda burturflytingin frá landbúnaðarøkjum var kend í øllum londunum og fyri at tryggja, at hesir partar av tollsamgonguni ikki forðaðu fyri víðari samansjóðing, var neyðugt at seta í verk felags landbúnaðar- og regiónalpolitikk við felags landbúnaðar-prísskipan og stuðulsskipan, ið tryggjaði, at bøndur sluppu av við sína landbúnaðarframleiðslu til frammanundan kendar prísir.

Ovurframleiðslan, ið skipanin hevði við sær, varð burturbeind ella seld á heimsmarknaðinum til sera lágar prísir. Somuleiðis varð høgur landbúnaðartollur ásettur mótvegis triðjalondum, so útlendskar landbúnaðarvørur ikki kundu verða seldar í EF fyri lægri prísir enn høgu landbúnaðarprísirnir, ið skipanin hevði við sær. Loyvt var bóndum í einum landi at keypa sær jørð og gerast bøndur í øðrum EF-landi undir somu treytum, bøndurnir í heimlandinum høvdu.

Fiskivinnupolitikkurin hjá EF varð skipaður eftir nakað sama leisti og nakað somu skipan. Serlig marknaðarskipan varð sett í verk, sum tryggjaði fiski-monnum at sleppa av við sína veiðu til kendar og høgar prísir. Tað, sum marknaðurin ikki kundi taka ímóti uttan til lægri prísir, var tikið út av marknaðinum fyri rímuligan prís og latið til ídnaðarframleiðslu. Felags høgur tollur varð settur mótvegis triðjalondum fyri at tryggja høgu prísirnar á fiskavørum, sum marknaðarskipanin fyri fisk og fiskavørum tryggjaði.

Meðan landbúnaðarpolitikkurin hjá EF hevur tryggjað felagsskapinum munandi størri landbúnaðarframleiðslu, enn felagskapurin sjálvur hevur tørv á, og EF sostatt er stórur nettoútflytari av landbúnaðarvørum, so er EF stórur nettoinnflytari av fiskavørum.

Tað hevur sostatt verið munandi truplari hjá EF at linka um landbúnaðarpolitikkin og verju ímóti útlendskum landbúnaðarvørum, enn tá tað snýr seg um fiskivinnupolitikkin og verjuna móti útlendskum fiskavørum. Júst hesi viðurskifti gjørdu tað so trupult at koma til úrslit á landbúnaðarøkinum í Uruguay-umfarinum. Á landbúnaðarøkinum eru tað bert brúkararnir, ið hava áhuga í bíligari matvørum, og skattgjaldararnir, ið rinda nógv til felags landbúnaðarpolitikkin, sum hava ein áhuga í linkaðum landbúnaðarpolitikki.

Á fiskivinnuøkinum er harafturímóti neyðugt at flyta inn stórar nøgdir av fiski fyri at nøkta tørvin hjá ES-marknaðinum. Tískil hava fiskaframleiðarar og fiskaseljarar í EF áhuga í at fáa rávøru og fiskavørur til keyps frá triðjalondum. Bert á teimum økjum, har fiskimenn í EF hava møguleikar sjálvir at útvega rávøruna, t.d. laksavøru, makrel og sild, verður verjutollur og aðrar handilsavmarkandi skipanir fasthildnar við teirri umbering, at tað snýr seg um viðkvæmar vørur. Hetta er eisini galdandi, har møguleikar eru fyri at framleiða viðgjørdar vørur úr innfluttari rávøru. Fyri eitt nú royktar laksavørur tykist vera rættiliga trupult at fáa lættar í tollverjuni.

Handilsliga og búskaparliga samansjóðingin í ES hevur hildið fram við felagsmarknaði, innmarknaði, og seinnu árini við pengapolitiskum og búskarligum samveldi og tættari samstarvi í politiskum og løgrættumálum.

Hóast innmarknaðurin fyri ídnaðarvørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi er víðkaður til eisini at umfata EFTA-londini í EBS, er eyðsæð, at tað skal serligt hepni til at fáa frælsa atgongd fyri allar føroyskar fiskavørur í EF, uttan at vit noyðast at taka við teimum skipanum, sum eru bygdar upp í tollsamgonguna.

Tað tykist eisini greitt, at sjálvt um tað gongur sera skjótt við at taka burtur allar forðingar í altjóða handli, fer tað at taka drúgva tíð, áðrenn seinastu tollforðingar og nøgdaravmarkingar á fiskavørum, sum EF metir viðkvæmar, verða beindar burtur.

Tá metast skal um tollsamgonguna í ES, er neyðugt at hugsa um handilspolitisku støðuna, sum var tá, og um gongdina síðan í samstarvinum í ES og altjóða handli annars. Tollsamgongan í ES var í síni tíð ætlað sum eitt amboð, ið skuldi styrkja støðuna hjá europeiska ídnaðinum í kappingini við amerikanska og japanska ídnaðin. Heldur ikki var ætlanin, at tollsamgongan í ES skuldi vera ein statisk skipan. Hon var ætlað sum eitt stig á leiðini móti tættari handilsligum, búskaparligum og politiskum samstarvi í Europa.

8.4 Tollsamgongur millum ES og triðjalond
Fleiri av teimum avtalum, sum veita innflutningi úr øðrum londum handilslættar á ES-marknaðinum, verða flokkaðar sum tollsamgongur. Í summum førum er talan um tollsamgongur hjá atlondum. Atlond eru lond, sum søguliga, ríkisrættarliga, mentanarliga og handilsliga eru knýtt at einum størri limalandi.

Í nøkrum førum hava atlond gjørt tollsamgongu við landið, sum tey hava tilknýti til. Í hesum bólki eru t.d. Ermasundsoyggjarnar og Isle of Man, ið hava tollsamgongu við Bretland. Hesar skipanir eru ikki fráboðaðar GATT/WTO. Hesar avtalur eru ikki so áhugaverdar hjá okkum, tí vit í ES høpi vanliga verða roknað sum triðjaland, og søguligu og ríkisrættarligu fyritreytirnar hjá okkum ikki eru tær somu, sum hjá nevndu londum.

Tí eru avtalurnar, sum ES hevur við triðjalond um tollsamgongur, meira áhugaverdar hjá okkum. Í talvuni á næstu síðu er yvirlit yvir handilsavtalur hjá ES við triðjalond, sum eru skrásettar í GATT/WTO sum tollsamgongur.

Tollsamgongurnar millum ES og triðjalond eru í nógvum førum ein liður í eini tillaging ella fyrireiking hjá londum til limaskap í ES. Ofta eru tað ávís viðurskifti, sum forða fyri, at londini kunnu gerast limur. Hetta er t.d. galdandi fyri Turkaland, ið ES ikki vil tingast við um limaskap, so leingi landið brýtur mannarættindini.

Felags fyri tollsamgongurnar í talvuni á næstu síðu er, at tær í flestu førum bert fevna um ídnaðarvørur. Serligar skipanir eru fyri handilin við landbúnaðarvørum og fiski, ella eru hesar vørur als ikki tiknar við.

ES hevur ikki skipað tollsamgongu fyri landbúnaðar- og fiskavørur ella á annan hátt liberaliserað handilin við hesum vørum í avtalunum við triðjalond, tí eitt slíkt stig kann koma í stríð við felags landbúnaðarpolitikkin og felags fiskivinnupolitikkin hjá ES.

At veita fríhandil fyri eitt nú landbúnaðarvørur í avtalum við triðjalond, er ósambærligt við felags landbúnaðarpolitikkin, tí hesum politikkurin regulerar handilin við landbúnaðarvørum við framleiðslukvotum, handilsverju mótvegis umheiminum (tollur, referansuprísir o.l.) og prísstuðli.

ES-nevndin hevur tó í stevnu síni (COM(95)607) gjørt greitt, at størri orka eigur at vera løgd í at laga felags landbúnaðarpolitikkin eftir aðalmálunum frá endurskoðanini í 1992. Har verður m.a. sagt, at prísstuðul skal burtur, og størri dentur leggjast á nýtslu av beinleiðis stuðli. Verður hetta gongdin, verður kanska lættari í framtíðini at gera fríhandilsavtalur og tollsamgongur, sum eisini fevna um landbúnaðarvørur og fisk.

 

Talva 8.1: Tollsamgongur millum ES og triðjalond
Land Heiti á avtalu Gildistíð Slag av avtalu Fráboðað til GATT/WTO
TURKA-

LAND

Agreement establishing an Association between the European Economic Community and Turkey Undirskrivað

12. september 1963. Kom í gildi 1. Desember 1963 í óavmarkaða tíð

Leggur upp til at seta á stovn tollsamgongu í trimum stigum.

Avtalan nevnir møguleikan fyri, at Turkaland kann gerast limur í EF

Working Party report adopted 25/3/65
  Decision Relating to Common Position by the EC-Turkey Association Council on the final phase of the Custom Union Kom í gildi

31. desember 1995

Setir í verk síðsta stigið í tollsamgonguni eftir eina 22 ára skiftistíð, sum avtalan frá 1963 legði støði undir Skrásett í des. 1995, áðrenn hon kom í gildi.

Verður kannað av Committee on Regional Agreements í WTO

KYPROS   Undirskrivað

19. desember 1972. Kom í gildi 1. juni 1973. Er ikki tíðaravmarkað

Ásetir, at miðast skal eftir at seta á stovn tollsamgongu í tveimum stigum Working Party report adopted 21/6/74
MALTA Agreement establishing an Association between the European Economic Community and Malta Undirskrivað í des. 1970. Kom í gildi 1. apríl 1971. Er ikki tíðar-avmarkað Ásetir, at miðast skal eftir at seta á stovn tollsamgongu í tveimum stigum Working Party report adopted 29/5/72
ANDORRA Agreement between the EEC and the Principality of Andorra Kom í gildi

1. januar 1991. Er ikki tíðaravmarkað

Ásetir, at miðast skal eftir at seta á stovn tollsamgongu fyri ídnarvørur í tveimum stigum Ikki fráboðað WTO
SAN MARINO Interim Agree-ment on Trade and Customs Union between the EEC and the Republic of San Marino Undirskrivað 27.11. 1992. Kom í gildi 1.12.92. Er galdandi, til Co-operation and Custom Union Agreement, undir-skrivað 16.12.91 kemur í gildi Ásetir, at tollsamgonga skal setast á stovn Ikki fráboðað WTO

8.5 Tollsamgongur í altjóða handilskipanini
Ein tollsamgonga ber í sær, at tollur og aðrar handilsforðingar verða beindar burtur, og felags tollmúrur er ímóti londum uttanfyri. Ein tollsamgonga er sostatt ein diskriminerandi handilsskipan millum lond, tí handilsligur mismunur verður gjørdur á londum uttan fyri og innan fyri tollsamgonguna.

Hetta er ikki heilt í samsvari við meginregluna í GATT-skipanini um ikki-diskriminering. Sambært GATT 95 eru limalondini bundin at tí sonevndu "most-favoured-nation"-regluni. Hendan meginreglan ber í sær, at limalondini í WTO skulu veita hvørjum øðrum somu sømdir, sum tey geva øllum øðrum limalondum. Tollsamgongur millum ein avmarkaðan bólk av londum eru tí ikki sambæriligar við hesa meginreglu.

WTO-reglurnar hava kortini eitt undantak, sum loyvir londum at skipa seg í fríhandilsfelagsskapir og tollsamgongur, tá ávísar treytir verða loknar. Hendan undantaksregla er fyrst og fremst ein avleiðing av, at endamálið við stovnsetingini av GATT í síni tíð var at birta upp undir millumtjóða fríhandil.

Tey fyrstu árini hjá GATT var hugsanin framvegis, at tollsamgongur vóru eitt stig móti altjóða fríhandli. Seinni varð kortini ásannað, at tollsamgongur eisini kundu roknast sum eitt stig móti protektiónismu.

Ásetingarnar um fríhandilsøki og tollsamgongur í WTO-skipanini siga annars í stuttum, at fríhandilsfelagskapir og tollsamgongur skulu vera í samsvari við altjóða handilsskipanina og mugu ikki máa støði undan henni. Eisini verður sagt, at tá lond skipa seg í fríhandilsøki ella tollsamgongur, skulu tollur og aðrar handilsforðingar minkast ella beinast burtur. Lond uttan fyri skulu í handlinum við londini í fríhandilsøkinum ella tollsamgonguni ikki gerast verri fyri, enn frammanundan.

Nevndu ásetingar eru ógreiðar, og í løtuni arbeiðir ein nevnd í WTO - "Committee on Regional Trade Agreements - við at fáa greiðari reglur á hesum øki.

Viðvíkjandi tollsamgongum í altjóða handilsskipanini er eisini vert at hava í huga, at tollsamgongur sum amboð at fáa fríari heimshandil, kom fram í eini tíð, tá størsti dentur varð lagdur á beina burtur tollforðingar í handlinum við ídnaðarvørum.

Lond skipaðu seg í tollsamgongur fyri at verja egnan ídnað móti kapping uttanífrá. Gongdin síðani seinna heimsbardaga hevur verið, at tollur er vorðin ein alsamt minni forðing fyri millumtjóða handil. Hetta er fyrst og fremst galdandi fyri handilin við ídnaðarvørum, sum um fá ár fer at hava lítlan ella ongan toll.

Eftir Uruguay-umfarið, er eisini líkt til, at sum frá líður, fer tollurin eisini at lækka á landbúnaðarvørum og fiski. Tí er nógv sum bendir á, at um ikki so langa tíð verða tollsamgongur neyvan amboðið, sum fer at verða nýtt til at fáa fríari heimshandil og at beina burtur handilsforðingar.

Tollur einsamallur fer ikki at vera sama forðingin fyri handli millum lond. Hinvegin er hugsandi, at aðrar forðingar fáa størri týdning, eitt nú heilsufrøðilig, djórafrøðilig og teknisk krøv. Til tess at sleppa undan, at tílík krøv verða ein forðing fyri handlinum, krevst helst øðrvísi og rúmari politiskt samstarv, enn ein tollsamgonga leggur upp til.

8.6 Føroyar í tollsamgongu við ES
Endamálið við at royna at fáa tollsamgongu við ES er at tryggja føroyskum fiskavørum gagnligastu marknaðaratgongd til ES-marknaðin.

Hvørjar avleiðingar ein tollsamgonga hevði fingið, veldst nógv um, hvat slag av tollsamgongu, talan verður um. Ein møguleiki er, at serlig avtala verður gjørd við ES um eina tollsamgongu eins og triðjalond hava gjørt. Hin møguleikin er at fara uppí tollsamgonguna hjá ES.

Fyrri møguleikin er ein samráðingarloysn, og spurningurin um, hvørjir møguleikar eru á hesum øki, kann bert svarast við at royna hetta í samráðingum við ES.

Tann seinna loysnin - at fara upp í tollsamgonguna í ES - ber í sær, at vit í høvuðsheitum mugu góðtaka meginreglurnar í verandi skipan hjá ES og í handilspolitikkinum hjá ES. Hetta ger m.a., at:

Tollmarkið hjá ES verður víðkað til at fevna um Føroyar, og vit koma undir felags skipan av tollviðurskiftum.

Føroyskar fiskavørur fáa frítt at fara inn í ES

Vit mugu góðtaka felags marknaðarskipanina fyri fisk og fiskavørur í ES (sí Bláa álitið bls. 80-85).

Trupulleikarnir við triðjalandsvørum og upprunareglum verða beindir burtur, tvs., at vørur, sum verða innfluttar til Føroya úr triðjalondum, kunnu umsetast frítt í ES.

Vit lata politiskan avgerðarrætt í handlinum við umheimin til ES. Nógvar av handilsavtalunum vit hava við lond uttanfyri ES mugu sigast upp ella broytast.

Vit mugu góðtaka, at mannamunur verður gjørdur í handlinum við lond uttanfyri tollsamgonguna, m.a. ymiskar bólkar av menningarlondum, ið serligar skipanir eru galdandi fyri. Hesar avtalur hava samband við fortíðina hjá hesum londum sum hjálond.

Vit mugu góðtaka, at eitt nú landbúnaðarvørur verða innfluttar til ES-prísir, sum vanliga liggja omanfyri heimsmarknaðarprísirnar.

Herumframt er lítið at ivast í, at ES sum treyt fyri at gera eina avtalu, sum veitir fiskaútflutningi okkara betri tollsømdir í ES-londunum, enn verandi handilsavtala ella tær skipanir, sum Noreg og Ísland hava, fer at seta mótkrøv, sum sannlík verða veiðurættindi í føroyskum sjógvi.