Ársfrágreiðing búskaparráðsins 1998

Konjunkturgongdin 1998

Búskaparráðið gav 1.juli í ár út eina frágreiðing um búskapargongdina. Ætlanin við hesari frágreiðing er bara at tríva aftur í aftur, og siga heldur stuttorðað frá, hvussu ráðið metir gongdina, sum verið hevur restina av árinum. Ætlanin hjá Búskaparráðnum framyvir er, at geva eina drúgvari frágreiðing um várið og so at geva smærri frágreiðing út aftur um heystið.

Yvirlítandi inngangur

Nú longri er liðið út á árið, síðan Búskaparráðið gav frágreiðing út í juli, er høvuðsboðskapurin at búskaparvøksturin heldur fram. Á framleiðslusíðuni sæst vøksturin á, at lønargjaldingarnar sum heild framvegis eru vaksandi, og vøkstur er nærum í øllum vinnugreinum. Onnur tekin um framgongd benda sama veg. Arbeiðsloysið minkar framvegis, og fiskiskapurin hevur verið góður. Útflutningsvirðið er vaksandi, meðan innflutningvirðið ikki veksur so dúgliga. Avlop er sostatt á handilsjavnanum. Og prísvøksturin á fiski heldur fram, hóast tað í vár var torført at hugsa sær at hann kundi vaksa nógv meira. Fiskiskipaflotin hevur av tí sama sum heild rættuliga stór avlop. Hinvegin er vøksturin í innflutninginum tekin um størri eftirspurning, eins og høgu húsaprísirnir og vøksturin í byggivinnuni eisini eru tað.

Tað eru bæði fiskiskapurin og fiskaprísirnir, sum skunda undir vøksturin í fiskivinnuni. Men hesar seinastu mánaðarnar er tað meira fiskaprísirnir, sum hava borið vøksturin í fiskivinnuni uppi, tí fiskiskapurin hevur verið slakari seinna partin av árinum. Vaksandi innlendski eftirspurningurin setir ferð á vøksturin í øðrum vinnum, sum framleiða til heimamarknaðin, meðan almennu tænasturnar ikki vaksa eins dúgliga.


Lønargjaldingar, framleiðsla og búskaparvøkstur

Til at meta um inntøkurnar hava vit lønargjaldingarnar at meta okkum eftir. Tær siga í fyrsta lagi, hvussu nógv ið løntakararnir fingu í hvørjari vinnugreinini, men vit fáa ikki tøl fyri samanløgdu inntøkurnar í samfelagnum, tí her eru bara A-inntøkur uppgjørdar. Her eru ikki sosialar veitingar, sum borgararnir fáa, og her eru ikki B-inntøkur ella partafelagsinntøkur uppgjørdar.

Men tølini siga eisini nakað um framleiðsluna, tí samanhangur er millum lønargjaldingar og framleiðslu. Tó kann man ikki heilt siga, at broytingin í framleiðsluni er tann sama, sum broytingin í lønargjaldingunum. Ein orsøkin er, at lønargjaldingarnar vaksa ikki bara tá meira er arbeitt, men eisini tá lønirnar fara upp, og væntast kann, at tá framgongd er í búskapinum, vaksa lønirnar í fleiri vinnugreinum – eitt nú byggivinnuni. Ein onnur orsøk er, at tá framgongd er í búskapinum økjast inntøkurnar hjá fyritøkunum helst lutvíst meira enn lønarinntøkurnar. Men hóast hesi fyrivarni, so er rímuligt at brúka lønargjaldingarnar sum fyribils mát fyri framleiðslugongdina, tá talan er um styttri tíðarskeið.

Framgongdin í lønargjaldingum var 11%, tá sammett verða tíðarskeiðini frá oktobur til septembur í 1996/97 og 1997/98. Serliga stórur vøkstur var í fiskiskapi har hann var 22%, í byggivinnuni 28%, í handli og umvæling 10% og í fiskavirking 13%. Privatu vinnurnar sum heild øktust við 307 miljónum ella 13%, meðan almennu tænasturnar øktust við 84 miljónum ella 6%. Av privatu vinnunum eigur fiskivinnan sum heild meira enn helvtina av vøkstrinum – einar 174 miljónir, sum fyri stóran part stava frá prísvøkstri uttaneftir.

 

Talva 1: Lønargjaldingar í vinnugreinum í 1.000 kr. og prosentbroytingar

Vinnugrein

Oktobur – Septembur

1996/97

1997/98

%

Landbúnaður

3.549

4.451

25

Fiskiskapur

638.259

778.254

22

Ali- og kryvjivirki

74.202

77.625

5

Ráevnisvinna

8.598

8.306

-3

Fiskavøruídnaður

233.722

264.227

13

Skipasmiðjur, smiðjur

83.209

86.983

5

Annað framleiðsluvirksemi

112.589

120.754

7

Bygging

138.140

176.922

28

Orku- og vatnveiting

37.612

36.646

-3

Handil og umvæling

348.998

384.271

10

Gistihús og matstovuvirki

32.863

37.562

14

Sjóflutningur

133.857

140.924

5

Flutningur annars

57.109

70.473

23

Postur og fjarskifti

109.664

116.876

7

Fígging og trygging

199.557

203.504

2

Vinnuligar tænastur

95.017

105.186

11

Húshaldstænastur

21.494

22.423

4

Almenn fyrisiting v.m.

575.499

619.921

8

Undirvísing

213.486

222.456

4

Heilsu- og almannaverk

456.957

474.500

4

Felagsskapir, mentan o.a.

65.997

68.838

4

Ótilskilað v.m.

14.327

24.441

71

Tilsamans

3.654.704

4.045.543

11

Kelda: Hagstova Føroya

Hóast vøkstur hevur verið í flestøllum vinnugreinum, so er framleiðsla av ymsum slag - bygging, smiðjur, fiskavirking og onnur framleiðsla - ikki komin á tað støðið, sum var áðrenn kreppuna. Av hesum sama fyllir tað almenna størri part av búskapinum enn frammanundan, hóast vøksturin í lønargjaldingunum í almennum tænastum er minni enn hann er í privatu vinnunum.

Gera vit eina einfalda framrokning, so fara samanløgdu lønargjaldingarnar at verða í mesta lagi um 4,1 miljard í 1998, og verða sostatt sløk 9% hægri enn í fjør. Hetta er nakað tann sami vøkstur, sum nú hevur verið í 3 ár á rað.

Býta vit vinnurnar upp í útflutningsvinnur, heimamarknaðarvinnur og almennar tænastur, so sæst á myndini, at rímuligur vøkstur er í øllum trimum. Vøksturin stendst bæði av vaksandi lønum til hvønn einstakan og av at fleiri arbeiðspláss vera skapt. Lønargjaldingarnar í útflutningsvinnum øktust 18%, í heimamarknaðarvinnum 10% og í almennum tænastum 6%, tá vit sammeta skeiðini oktobur til septembur 1996/97 og 1997/98. Samanlagdi vøksturin í lønargjaldingum var 11%. Vøksturin er sostatt størstur í fiskivinnuni, og har er inntøkuvøksturin púra stýrdur av tilfeinginum og marknaðarprísunum.

Mynd 1: Lønargjaldingar í vinnubólkum jan. 1995 til sept. 1998, 3 mð. meðal

Vinnurnar, sum ávirkast av eftirspurninginum heima – mest tænastuvinnur, umvæling og bygging – vaksa ikki eins nógv og útflutningsvinnan. Vøksturin í lønargjaldingum í almennum tænastum er minni enn í marknaðarvinnunum, so at tað almenna fyllir minni part av búskapinum, sum frá líður.

Samanlagdur vøkstur upp á 11% í lønarinntøkum, er tó ógvuliga stórur vøkstur. Men spurningurin vil altíð vera, um hetta er ov nógv ella ikki.

Búskaparráðið metir, at enn eru ikki avgerandi tekin um skeiva gongd, hvat ið vøkstrinum viðvíkur:

Handilsjavnin vísir eitt avlop vaksandi frá 1997 til 1998, tí útflutningurin veksur meira enn innflutningurin. Tað er onki sum týður upp á, at samanlagdi gjaldsjavnin skuldi givið verri úrslit – heldur tvørturímóti. Tó má væntast, at innflutningurin til íløgur fer at vaksa, so hvørt sum íløguhugurin økist aftur.

Vit hava framvegis eitt arbeiðsloysi upp á 7%, tá roknað verða tøk í ALS og hjá Almannastovuni. Umframt hetta vita vit, at eitt stórt tal av føroyingum eru í arbeiði uttanlands, og tó eru tøkir til føroyska arbeiðsmarknaðin. Tó kann saktans gerast mangul upp á fólk við røttu førleikunum í mun til eftirspurningin.

Sum tekin um, hvørt stóri vøksturin skapar inflasjón, hava vit prístalið at halda okkum til. Har var vøksturin umleið 4,5% seinasta 12 mánaða skeið, afturímóti 3,3% skeiðið frammanundan. Men av tí, at prístalið vísir bæði inflasjónina í innfluttu vørunum, eins og partvíst innlendsku inflasjónina, er torført at siga við vissu, hvaðani inflasjónin stavar. Men meta vit eftir donsku inflasjónini, so er tó mest sannlíkt, at meginparturin av inflasjónsvøkstrinum var innlendskur. At vøksturin í húsaprísunum er hasaður av, samstundis sum húsabyggingin ikki er so ógvusliga stór, kann takast sum eitt tekin um at húsarhaldini er varin við at økja um útreiðslustøðið.

Hóast ongi avgerandi tekin enn eru um, at rættuliga stóri búskaparvøksturin veldir trupulleikar, so er tó neyðugt, at eitt vakið eyga verður hildið við gongdini. Serliga má havast í huga, at vøksturin í útflutningsinntøkum er sera viðbrekin, tí hann fyri stóran part kemst av prísvøkstri, sum vit ikki hava tamarhald á.

 

Orsøkir til fram- og afturgongd

Fram- og afturgongd í búskapinum stava serliga frá tveimum keldum, nevniliga fram- og afturgongd í útflutningsframleiðsluni og í innlendska eftirspurninginum.

Er nógv til av fiski, ella prísirnir í útflutninginum eru høgir, so setir tað ferð á inntøkuvøksturin, síðani á eftirspurningin og á búskapin sum heild. Í so máta er tað fiskivinnan, sum mangan er keldan til konjunkturar í búskapinum, og hetta er eitt, sum ger fiskivinnubúskapir so óstøðugar.

Men vit hava eisini havt tíðarbil, tá ongin vøkstur hevur verið í fiskivinnuni, og vit tó hava havt vøkstur í búskapinum. Fiskiskapurin seinast í 80’árunum var góður, men tó støðugt minkandi, meðan inntøkurnar úr fiskiskapi hesi árini heldur ikki vóru vaksandi, og kortini var stórur vøkstur í samanlagda búskapinum árini frá 1985 til 1989. Orsøkirnar vóru at bæði penga-, vinnu- og fíggjarpolitikkurin skundaðu undir heldur enn at tarna nýtsluni, sum ikki framleiðslugrundarlag var undir.

Tað er nátúrligt, at fylgt verður gjølla við, hvørjar orsøkirnar eru til vøksturin í inntøkum og vøksturin í eftirspurningi annars. Er ikki inntøkuskapandi grundarlag undir nýtsluni, ella ikki rentabilitetsgrundarlag undir íløgunum, so økist skuldin hjá ymsu pørtunum í búskapinum. Er so heldur ikki vøkstur í inntøkunum komandi árini, so er ikki inntøkugrundarlag til at gjalda læntu nýtsluna ella læntu íløgurnar aftur. Sjálvsagt ber til at økja nýtsluna ella íløgurnar í dag, um framtíðar inntøkan er so mikið størri, at hon ber øktu skuldina. Men um ikki haldgott grundarlag er undir trúnni um betri inntøkur, so má nýtslan vera so mikið minni í framtíðini, fyri at gjalda skuldina aftur.

Er væntandi, at inntøkurnar fara at gerast minni, so eigur tað almenna at brynja búskapin til at taka ímóti bakkastinum. Búskaparráðið hevur áður mælt til at Landskassin altíð hevur eitt rímuligt fríholt, so at vanligu konjunkturirnir í fiskiskapi og fiskaprísum ikki fáa óneyðug órógvandi árin á húsarhaldini, vinnurnar og almennu skyldurnar. Ætlaða avlopið á fíggjarlógini upp á 250 miljónir – ella gott tað, um tað er varisliga ætlað – er tó heldur lítið, tá havt verður í huga, at bæði fiskiskapurin, fiskaprísirnir, renta, oljuprísir, skuldaravtalan við ríkismyndugleikarnar, avlopið hjá Føroya Banka o.a., hava skundað undir búskapargongdina og harvið eisini økt um netto inntøkurnar hjá landskassanum. Minka vit avlopið við teimum 123 miljónunum, sum avtalaða afturgjaldið til donsku stjórnina er, eru 127 miljónir eftir, sum má metast at vera heldur lítið, tá mett verður í mun til sera góðu fortreytirnar annars.

 

Húsaprísirnir

Prísirnir á sethúsum verða settir á einum at kalla fríum marknað. Gongdin í sethúsaprísunum hesi árini síðani januar ársfjórðingin 1985 fram til apríl ársfjórðingin í ár, er víst á myndini niðanfyri.

Mynd 2: Meðal húsaprísir í Havn og í landinum sum heild í ársfjórðingum

Kelda: Føroya Sparikassi

Húsaprísirnir øktust nógv frá 1995 til 1997. Men í ár hevur eingin vøkstur verið í húsaprísunum, at kalla. Prísirnir eru heldur stabiliseraðir, hóast smærri munir eru frá árfjórðingi til ársfjórðing. Tann órógv, sum hevur verið á húsamarknaðinum sær nú út til at vera hasað av. Prísurin fall frá 1990 til 1995, og vaks, sum sagt, frá 1995 til 1997, og nú hevur so í eitt ár verið meira friður á prísinum.

Marknaðurin sær út til at vera komin í eitt slag av javnvág, har prísurin hevur funnið eina legu sum í løtuni sýnist støðug. At so er, týðir kanska eisini upp á, at fólk sum hugsa um at seta búgv í dag, ikki stúra fyri nøkrum rættuligum bakkasti, og at tey ikki vænta nakra størri framgongd heldur. At húsabyggingin so smátt er farin í gongd aftur, merkir helst, at rímuligari lutfall er millum byggingarkostnaðin av nýggjum húsum og prísin á gomlum húsum, sum seld verða á marknaðinum.

Uppgerðir frá SEV vísa, at tað vóru 25 nýggjar innleggingar í sethús í 1996, 51 í 1997, og aftur 51 fram til endan av septembur í 1998. So hóast talið á nýbygdum sethúsum er vaksandi, so er framvegis ikki talan um serliga stóra húsabygging.

Men tað er vert at leggja sær í geyma, at fólk seta seg fyri húsaskuld í dag við sera lágari rentu. Hækkar rentan, so verður húsaskuldin tyngri at bera, tí komandi árini fer rentustuðulin til sethúsabygging at minka.

 

Fiskiskapur – prísir, nøgdir

Útflutningurin í nøgdum av fiskavørum minkaði við 3%, tá sammett verða 12 mánaða skeiðini septembur til august í 1996/97 við 1997/98. Men í virði vaks útflutningurin við einum 14%. Orsøkina til at útflutningsvirðið er vaksið finna vit bæði í generellum prísvøkstri á marknaðinum fyri flest allar fiskaframleiðslur, og í at vit fluttu munandi meira út av virkaðum vørum í mun til óvirkaðar vørur.

Samansetingin av útflutninginum er broytt í hesum 12 mánaða tíðarskeiðinum, talan er um. Serliga er tað minkingin av ísaðum og frystum heilum fiski, sum er minkað í nøgd, meðan stórur vøkstur var í útflutningi av frystum flaki. Hetta hevur so eisini ta ávirkan, at samanlagdu nøgdirnar minka, tí úrtøkan til flak er kanska niðanfyri helvtina av fiskinum, umframt at tað so fær hægri prís. Tað gevur tí ikki so stóra meining av sammeta nøgdirnar í samanlagda útflutninginum av fiski.

 

Talva 2: Útflutningur í vørubólkum og prosentbroytingar

Virði, 1.000 kr

Nøgd, tons

Vørubólkur

Septembur - August

Septembur – August

96/97

97/98

%-broyt

96/97

97/98

%-broyt

Ísaður og frystur fiskur

570.559

505.929

-11

76.645

64.031

-16

Fiskaflak, ísað og fryst

645.722

920.400

43

28.462

35.052

23

Saltfiskur

282.450

340.611

21

12.140

12.285

1

Rækjur og skeljar

204.919

240.432

17

8.278

9.892

19

Laksur og síl

361.863

358.466

-1

15.795

15.007

-5

Tilgjørdur fiskur

60.418

52.236

-14

2.156

1.677

-22

Fiskavørur til ídnað

185.003

211.267

14

135.117

132.198

-2

Aðrar vørur uttan skip

22.737

21.426

-6

859

805

-6

Skip

120.818

71.384

-41

12.858

1.949

-85

Samanlagt

2.454.485

2.722.149

11

Samanl.uttan skip

2.333.671

2.650.767

14

Samanlagt fiskavørur

2.310.934

2.629.341

14

278.593

270.142

-3

Kelda: Hagstova Føroya

Av heilum frystum ella ísaðum fiski telja toskur, hýsa og upsi umleið 1/3 í nøgd av samanlagda útflutninginum bæði tíðarskeiðini í Talvu 2, tó nakað meira í fyrra skeiðinum. Talva 3 vísir hvussu stórur partur av útflutninginum av "Ísaðum og frystum fiski" vóru toskur, hýsa og upsi. Minkingin í útflutninginum av hesum trimum sløgum samanlagt hevur verið markantur, hóast útflutningurin av óvirkaðari hýsu er vaksin nakað. Hetta kemst av at útflutningurin av toski samstundis er minkaður munandi meira.

 

Talva 3: Útflutningur av óvirkaðum toski, hýsu og upsa í tonsum

Sept - August

Fiskaslag 96/97 97/98 %
Toskur

15.141

6.499

-57

Hýsa

8.325

10.982

32

Upsi

1.385

654

-53

Samanlagt

24.851

18.135

-27

Kelda: Hagstova Føroya

Men útflutningurin av óvirkaðum fiski er partvíst ávirkaður av hvussu nógv er fiskað, og partvíst av hvussu kappingarførið hjá virkjunum er til at keypa fiskin. At minni er fiskað av toski og meira av hýsu, seinna tíðarskeiðið í talvuni, hevur sína ávirkan á útflutningssamansetingina. Men rokna vit hvussu stóran part av samlaðu veiðuni, vit útflyta óvirkaða, fryst ella ísað, so sæst at hesin parturin er minkandi. Í meðal vóru útflutt umleið 40% av hesum trimum sløgum óvirkað av landinum í fyrra 12 mánaða skeiðinum, meðan talan er um eini 25% í meðal seinna skeiðið, tá roknað verður í mun til samlaðu avreiðingarnar av toski, hýsu og upsa í Føroyum.

Munurin á avreiðingarprísinum í Føroyum og prísinum í útflutningi av heilum ísaðum fiski er framvegis rættuliga stórur. Munurin á at avreiða tosk í Føroyum og so at senda hann av landinum, liggur 3. ársfjórðing um 1,35 kr. afturímóti 1,80 kr. somu tíð í fjør. Fyri hýsu er harafturímóti talan um ein vøkstur í muninum, frá 1,93 kr. til 2,36 kr.

Útflutningurin av alifiski er minkaður 5% í nøgd hetta tíðarskeiðið, men hevur givið næstan tað sama í útflutningsinntøkum. Prísurin á alifiskinum vaks einar 6 – 8 kr. í vár, men fall so aftur út á heystið. Hvussu marknaðurin fer at vera, er ilt at siga, tí tað kunnu vera bæði kreppurnar í russiska og asiatisku marknaðunum, sum hava ávirkan á prísgongdina í Europa, eins og onnur árin í stóru framleiðaralondunum, sum trýsta prísin. Men í nøgdum kann væntast ein rímuligur vøkstur í 1999 og 2000, so um prísurin verður til vildar, fara útflutningsinntøkurnar at vaksa úr alifiski komandi árini.

 

Talva 4: Avreiðingar frá føroyskum fiskiførum til

føroyskar fiskakeyparar og prosentbroytingar

Oktobur-Septembur

Fiskaslag 1996/97 1997/98 %-broyt
Toskur

33.581

27.364

-19

Hýsa

10.868

19.771

82

Brosma

2.183

2.229

2

Longa

3.162

3.325

5

Upsi

16.507

22.687

37

Hvítingur

766

1.469

92

Kongafiskur

8.161

7.507

-8

Blálonga

965

1.128

17

Svartkalvi

4.440

3.667

-17

Steinbítur

144

205

42

Kalvi

413

287

-31

Havtaska

1.406

1.734

23

Reyðsprøka

437

395

-10

Tunga

279

414

48

Skøta

135

116

-14

Langasporl

57

69

21

Gullaksur

6.486

6.763

4

Annað

2.819

2.251

-20

Samanlagt

92.809

101.381

9

Kelda: Hagstova Føroya

Avreiðingarnar frá føroyskum skipum til føroyskar fiskakeyparar hava verið størri seinastu 12 mánaðarnar, enn teir 12 mánaðarnar frammanundan. Avreiðingarnar frá oktobur 1996 til septembur 1997 vóru umleið 93 túsund tons. Frá oktobur 1997 til septembur 1998 eru avreidd 9% fleiri, ella 101 túsund tons. Avreiðingin av toski er 19% minni, meðan nøgdin av hýsu er munandi størri enn frammanundan - næstan dupult so stór. Hesar seinastu 12 mánaðarnar avreiddu føroysk fiskiskip 27 túsund tons av toski og 20 túsund tons av hýsu. Sambært Fiskirannsóknarstovuni eru útlitini fyri upsafiskiskapinum ikki góð, men tó er væl komið upp á land seinastu mánaðarnar, tí avreidd eru næstan 23.000 tons í skeiðinum oktobur til septembur 1997/98, sum er 37% meira enn tey 16.500 tonsini í 1996/97.

Samanburður millum avreiðingar í 2. og 3. ársfjórðingi í 1997 og 1998 vísir tó, at heldur minni varð avreitt av fiski til føroyskar fiskakeyparar í ár. Men um somu tíð var avreiðingarvirðið munandi størri, so at tað er fyri mesta partin prísurin, sum gevur inntøkuvøkstur í fiskiskapi. Var hann ikki, høvdu vit ikki havt vaksandi inntøkur í fiskiskapi seinna partin av árinum.

 

Avlopini í fiskivinnuni

Útflutningurin av fiskavørum, tó ikki íroknað alifisk, var 320 miljónir krónur størri seinasta 12 mánaða skeiðið oktobur – septembur 1998/97 enn 12 mánaða skeiðið frammanundan.

Sama skeiðið øktust inntøkurnar í vinnuni, sum framleiðir útflutningin, við 170 miljónum, herav øktust hýrurnar við 140 miljónum og inntøkurnar frá fiskavøruídnaði 30 miljónir.

Av útflutningsvøkstrinum upp á 320 miljónir eru soleiðis 170 miljónir farnar til arbeiðsinntøkur. Eftir eru einar 150 miljónir, sum fyritøkurnar í fiskivinnuni hava havt í meirinntøku. Hetta er fyri stóran part prísvøkstur, tí heldur minni varð flutt út í nøgdum. Men av tí at virkaður fiskur er øktur í nøgd í mun til óvirkaðan fisk, hava aðrir framleiðslukostnaðir helst verið nakað størri enn 12 mánaða skeiðið frammanundan.

Nakað av hesum er farið til øktar tilfarskostnaðir, tí at størri partur av fiskinum er virkaður til frystar vørur, enn 12 mánaða skeiðið frammanundan. Men út frá hesum skuldu avlopini í fiskivinnuni sum heild verið vaksin við meira enn 100 miljónum.

Hetta samsvarar væl við roknskapartølini fyri fiskivinnuna sum heild. Út frá gongdini higartil í ár metir Búskaparráðið, at avlopið í fiskivinnuni sum heild áðrenn rentur og avskrivingar í 1998 fer at liggja um 370 miljónir. Hetta er einar 108 miljónir størri enn í 1997, tá avlopið áðrenn rentur og avskrivingar var um 262 miljónir, um íløgustuðulin upp á 50 miljónir ikki verður íroknaður.

Umleið 180 miljónir er avlopið í flotanum, sum ikki fiskar við Føroyar. Og av hesum vóru tað serliga nótaskipini, sum hava havt eitt gott ár. Hóast flakatrolararnir hava fiskað minni í ár enn í fjør, so er avlopið rímuligt, tí at prísirnir á frysta flakinum hava verið sera góðir.

Feskfiskaflotin fær eftir øllum at døma eitt tað besta árið, hóast ongir studningar eru longur. Avlopið áðrenn rentur og avskrivingar fer helst at liggja upp ímóti 150 miljónum. Av partrolarunum eru tað serliga teir nýggjaru, sum hava havt stór avlop, meðan eldru partrolararnir, sum tó eisini hava nógv minni skuld, hava havt minni avlop. Línuskipini hava eisini havt eitt sera gott ár.

Við grundarlag í tølunum fyri avlop til rentur og avskrivingar, ber til at meta um hvussu fiskiflotin er førur fyri at forrenta nýggjar íløgur. Gundað á bjørtu forsøgnina um avlopið í 1998, er kortini ongin skipabólkur í feskfiskaflotanum í meðal førur fyri at forrenta nýggj skip. Og sjálvt um man grundar útrokningina á tey frægastu 3 skipini í hvørjum bólki, eru tey heldur ikki heilt før fyri at svara árligu gjaldingarnar til fulla fremmanda fígging av nývirðinum av skipaslagnum.

Hetta skapar heldur døpur útlit fyri fiskiskapin framyvir. Men tó vísir hetta, at tað er alneyðugt, at flotin sleppur at laga seg til marknaðarkorini, so at hann fær tað stødd og ta samanseting, sum eina verður grundað á inntøkumøguleikarnar. Tað almenna eigur ikki framhaldandi at leggja seg út í, hvussu flotin skal vera samansettur – tað eigur at vera avgjørt av rentabilitetsviðurskiftunum eina.

 

 

Talva 5: Úrslit áðrenn rentur og avskrivingar í fiskiskapi, milj. kr.

1996

1997

1998

Langfarafiskiskip

140

155

180

Feskfiskaskip

65

94

150

Skiftisavlop 1)

205

249

330

Íløgustuðul

51

50

10

Úrslit áðrenn rentur og avskrivingar

256

299

340

Kelda: Roknskapartøl og egnar metingar

Viðmerking: 1) Skiftisavlop er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og møguligan almennan stuðul

Men stór broyting er í rakstrinum hjá fiskavirkjunum, sum væntandi fara at hava rímilig avlop aftaná rentur og avskrivingar. Tað verður fyrstu ferð í fleiri ár, at virkini fara at hava rímulig avlop, og hetta hendir hóast harða kapping um rávøruna, bæði millum virkini í Føroyum og eisini í kapping við útlendskar keyparar. Príshækkingarnar á frystu flakavørunum hesa seinastu tíðina, hava givið virkjunum møguleika at kappast um rávøruna. Hetta sæst væl aftur á útflutninginum, tí parturin av fiskinum, sum farin er óvirkaður av landinum er minkaður munandi.

 

Innflutningurin

Innflutningurin er samanlagt – uttan skip – øktur við 6%, ella góðum 120 miljónum, tá sammett verður millum sept/august 1996/97 og 1997/98. Rokna vit við, at inflasjónin í londunum vit handla við, hetta tíðarskeiðið er millum 2 og 3%, er ein realur vøkstur í innflutningi upp á eini 3 ella 4%.

Av hesum er innflutningurin til beinleiðis nýtslu vaksin 11%, sum er umleið tað sama, sum lønargjaldingarnar øktust sama tíðarskeið. Í so máta er vøksturin hvørki størri ella minni enn væntað.

Innflutningur samanlagt av vørum til framleiðslu er vaksin umleið 10% - hetta er fiskainnflutningur og vørur til landbúnað, aling, bygging , og sigur hetta nakað um økingina í framleiðsluvirksemi, sum brúkar innfluttar vørur. Innflutningur av íløguvørum til vinnurnar er vaksin 7%, tá talan er um maskinur og aðra útgerð. Men tá talan er um skip, bátar o.t. er ein tilsvarandi minking, so at innflutningur av slíkum íløguvørum samanlagt ikki er broyttur í tíðarskeiðinum.

Enn sæst einki til at gongd er komin á íløgurnar í privatari vinnu. Innflutningurin av maskinútgerð er vaksin nakað, men minking er í innflutningi av skipum og bátum, so at innflutningur til slíkar íløgur er óbroyttur. Hinvegin er vøkstur í innflutningi til byggivirkini, og hann endar í fyrsta lagi í sethúsum, men kanska eisini nakað í bygging til vinnulig endamál.

 

Talva 5: Innflutningur í vørubólkum, 1.000 kr.

Septembur - August

Vørubólkur 96/97 97/98 %-broyt
Fóður

175.931

203.897

16

Annað til landbúnað

17.744

19.485

10

Til byggivirki

155.829

178.904

15

Til aðra framleiðslu

409.058

459.446

12

Brennievni o.t.

277.205

208.619

-25

Maskinur o.o. útgerð

188.183

201.061

7

Bilar

140.065

142.082

1

Til beinleiðis nýtslu

683.318

758.606

11

Vørur ikki fl. aðrast.

44.023

44.278

1

Skip, flogfør o.a.

114.824

100.908

-12

Salt

6.434

7.267

13

Feskur fiskur

33.909

17.676

-48

Frystur heilur fiskur

23.875

32.072

34

Idnadarfiskur

44.719

42.667

-5

Samanlagt

2.315.119

2.416.971

4

Samanl.uttan skip

2.200.293

2.316.060

5

Samanl.u.skip og fisk

2.091.356

2.216.378

6

Kelda: Hagstova Føroya

 

At lítið er gjørt av íløgum í fiskiveiðu undir Føroyum, er ikki løgið. Tað hevur leingi ligið á ljóði, at Landsstýrið fór at koma við einum uppskoti um íløgustuðul, og at 40 miljónir longu vóru settar av á fíggjarlógini í 1998. Hetta hevur ta sjálvsøgdu avleiðing, at eingin fer at forhasta seg at gera íløgur áðrenn lógin um íløgustuðul er sett í verk. Aðrar orsøkir eru helst eisini til at bert fáar íløgur verða gjørdar. Ein er at avlopið áðrenn rentur og avskrivingar í meðal hesi seinastu árini hevur verið ov vánaligt til at forrenta nýggjar størri íløgur. Og helst er óvissan um vinnuliga umhvørvið ein onnur orsøk.

Slík ábending um komandi íløgustuðul, hevur ta avleiðing, at útgerðafyritøkurnar brúka onnur mát í íløguavgerðunum, enn rentabilitetin í vinnuni. Best var fyri vinnuna, eins og samfelagið sum heild, at tað vóru kappingartreytirnar í vinnuni, sum avgjørdu nær íløgur vórðu gjørdar, og hvør tað var ið framdi tær. Var tað vinnnugrundarlagið, sum avgjørdi íløgurnar, so var størri møguleiki fyri, at best hóskandi eindirnar gjørdu íløgur, meðan minni hóskandi eindir so við og við góvust í fiskiskapi. Men tá Landsstýrið skal lata íløgustuðul, verður vinnan samansett av eindum, sum "tilvildarliga" fáa íløgustuðul.

Samanlagt er innflutningurin einar 300 miljónir krónur minni enn útflutningurin í seinna 12 mánaða skeiðinum, sum uppgjørd eru í talvu 2. Men her eru ikki íroknað frímerkir, so at samanlagt er avlopið á handilsjavnanum (vøruhandlinum) væl omanfyri 300 miljónir.

 

Fíggjarlógin, fíggjarpolitikkur og tað almenna

Vøksturin í lønargjaldingum hjá tí almenna liggur væl niðanfyri vøksturin í privatum vinnum. Hetta hevur tað við sær, at tað almenna verður minni partur av búskapinum, og verður lutfallsliga bíligari í rakstri fyri borgararnar.

Síðani frágreiðingina hjá Búskaparráðnum í summar, er fíggjarlógaruppskotið fyri árið 1999 lagt fram. Ein veikleiki í uppskotinum er tó, at torført er at skyna á hvat ið fíggjarpolitiska málið er, tí at tvørgangandi yvirlit ikki eru tøk, so tað meira skilliga sæst, hvørjar broytingar eru at hóma í samansetingini av inntøkum og útreiðslum hjá landskassanum. Í so máta er ikki lætt at síggja hvørt landsstýrið miðar eftir at fremja ella at darva vøksturin í búskapinum.

Tá gjørt verður upp fyri fíggjarárið 1997 var avlopið eftir rakstur og íløgur helst einar 200 miljónir. Fyri 1998 verður helst talan um eitt uppaftur størri avlop - kanska 300 miljónir – partvíst tí at inntøkurnar øktust munandi meira enn væntað við serligum inntøkum frá Fíggingargrunninum viðvíkjandi Føroya Banka, tí at avtalan við ríkismyndugleikarnar gav minni rentuútreiðslur og tí at skattainntøkurnar gjørdust betri enn væntað, og partvíst tí at útreiðslurnar, eitt nú til minstalønir og íløgustuðul helst vóru minni enn ætlað. Verða ikki munandi eykajáttanir givnar tað sum eftir er av árinum, man metingin um 300 miljónir í avlopi í 1998 fara at líkjast.

Á fíggjarlógini fyri 1999 er ætlað eitt avlop av rakstrar- og íløguroknskapinum upp á 250 miljónir. Mesta einstaka broytingin frá í fjør er, at rentuútreiðslurnar minka við 200 miljónum. Íløgurnar eru helst tálmaðar í mun til ynskini frá ymsu økjunum á fíggjarlógini, hóast talan er um ein vøkstur í mun til í fjør upp á 10 miljónir.

Av teimum 160 miljónunum til íløgur (tá íroknaðar eru 20 miljonir til stuðul til tunnilin undir Vestmannasund), fara einar 50 miljónir í vaktarskip og ferju til innanoyggjasigling. Eftir eru 110 miljónir, sum fara til byggiíløgur.

Metingin í Fíggjarstýrinum er, at kommunalu íløgurnar fara at vera umleið 130 miljónir í 1999, har meginparturin eru byggiíløgur. Tilsamans kann tí væntast at land og kommunur fremja byggiíløgur fyri 240 miljónir, sum fara at krevja arbeiðskraft í 1999. Verða skipini eisini bygd í Føroyum, verður eftirspurningurin eftir arbeiðskraft tað størri.

Tað er sjálvandi sera gott tekin, at roknað verður við rímuliga stórum avlopum á rakstrar- og íløguroknskapinum hjá landskassanum bæði í 1997, 1998 og eisini ætlað í 1999. Men, sum eisini nevnt frammanundan, er ætlaða avlopið í 1999 upp á 250 miljónir heldur lítið, tá mett verður í mun til sera góðu treytirnar hetta seinasta árið. Og tá Landsstýrið hevur goldið avtalaðu avdráttirnar til danska statin, eru 127 miljónir eftir spariavlop. Skal Landsstýrið miða eftir at hava nóg mikið at standa ímóti við, tá konjunkturarnir ganga ímóti, so má í bestu tíðum vera størri avlop enn nú er.