Marknasemja

 

124  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av sáttmála um marknaseting millum Føroya og Bretlands

Sáttmáli á føroyskum
Sáttmáli á donskum
Sáttmáli á enskum
Kort A
Kort B
Kort C

  

Málsviðgerðin á fólkatingi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 1999, tann 10. mai, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýri fram soljóðandi 

Uppskot
til
samtyktar 

Løgtingið tekur undir við, at løgmaður undirritar hjálagda uppskot til sáttmála millum Stjórn Kongsríkis Danmarkar saman við Landsstýri Føroya øðrumegin og Stjórn Sameinda Kongsdømis Stórabretlands og Norðurírlands hinumegin um marknaseting á havleiðunum millum Føroya og Sameinda Kongsdømisins, og at sáttmálin, tá ið hann er undirritaður, verður settur í gildi.

Viðmerkingar
Inngangur
Sáttmálin um marknaseting á havleiðunum millum Føroya og Bretlands verður við hesum lagdur fyri Føroya løgting til støðutakan.

Sáttmálin er millum tveir partar: Øðrumegin danska stjórnin saman við Føroya landsstýri, hinumegin bretska stjórnin. Hann snýr seg um landgrunsmark millum Føroya og Bretlands innan fyri 200 fjórðingar. Harumframt verður avtalað mark í sjónum upp frá landgrunninum í parti av økinum innan fyri 200 fjórðingar. Í parti av økinum fylgir hetta mark landgrunsmarkinum; og fyri tann partin, ið eftir er, tað sonevnda Serøkið, verður serskipan ásett viðvíkjandi útinning partanna av rættindum og myndugleika viðvíkjandi fiskiskapi v. m.

Við hesum sáttmála verður ein stórur samfelagstrupulleiki loystur, nevniliga tann ótrygga støðan, sum nú í nógv ár hevur valdað viðvíkjandi landgrunsmarkinum millum Føroya og Bretlands. Eisini viðvíkjandi fiskimarkinum fáast nú tryggir karmar. Harumframt verður nú møguleiki fyri at útvega sær heimild til at útinna serstakan umhvørvismyndugleika út á 200 fjórðingar. Ein fylgja av semjuni um henda sáttmála er, at tað slepst undan hinum valkostinum: Einum drúgvum rættarmáli við Altjóða Dómstólin í Haag.

Við hesum sáttmála verður møguligt hjá pørtunum at seta í verk ta leingi væntaðu útbjóðingina av tí føroyska landgrunninum til leiting eftir olju og gassi á ein slíkan hátt, at hon eisini kann fevna um havbotn uttan fyri tað øki, sum nú verður roknað at verða undir føroyskum løgdømi, í tí sonevnda "Hvíta Økinum", har áhugin hjá oljufeløgunum at leita tykist vera serliga stórur.

Sáttmálin verður, um løgtingið tekur undir við hesum uppskoti, ætlandi undirritaður í næstum. Hann skal sambært grein 11 koma í gildi, tá ið partarnir hava boðað hvørjum øðrum frá, at tær innlendsku mannagongdir, ið kravdar eru til tess at sáttmálin fær gildi, eru loknar. Umframt løgtingsins krevst eisini fólkatingsins góðkenning av sáttmálanum. Í Bretlandi skal sáttmálin leggjast fyri bretska parlamentið.

Tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri ætlanir landsstýrisins um eitt útbjóðingarumfar til kolvetnisleiting á føroyskum landgrunsøki í hesum árinum, um tær innlendsku mannagongdirnar til tess at seta sáttmálan í gildi verða loknar áðrenn heystið 1999. Sambært bretskum myndugleikum kann teirra parlamentsviðgerð verða lokin einaferð í summar. Hóast skotbráið er stutt, er danska stjórnin og danska fólkatingið sinnað at royna at fáa sáttmálan viðgjørdan í fólkatinginum, áðrenn tað fer í summarfrí fyrst í juni. Fyri fólkatingsviðgerðina er neyðugt at vita, hvørja støðu løgtingið tekur til sáttmálan. Tess vegna verður í hesum máli tann heldur sjáldsama mannagongd nýtt at leggja sáttmálan fyri løgtingið, áðrenn hann er undirritaður.

Hesin sáttmáli hevur verið leingi ávegis. Mál um marknaseting millum lond eru ríkismál. Samráðingarnar við Bretland hava verið førdar av eini samráðingarnevnd við umboðum fyri bæði lands- og ríkismyndugleikar, síðan várið 1993 undir leiðslu landsstýrisins, sum tá tók av tilboði frá ríkismyndugleikunum um at standa fyri samráðingunum. Landsstýrið hevur alla tíðina staðið í neyvum sambandi við uttanlandsnevnd (fyrr marknaðarnevnd) løgtingsins, sum hevur fingið frágreiðingar um tilgongdina og er tikin upp á ráð, áðrenn stig eru tikin. Somuleiðis hevur danska stjórnin verið við í øllum avgerðum og hevur kunnað uttanríkisnevnd fólkatingsins um gongdina.

Við tí stóra týdningi, hesin sáttmáli hevur og kann fáa fyri føroyska samfelagið, verður hildið hóskandi niðanfyri at koma við eini gjøllari frágreiðing um forsøguna, samráðingarnar, tey mørk, avtalað eru, umframt stutt at umrøða tilfeingisspurningin. Síðan verður farið út í æsir við frágreiðing um og viðmerkingunum til tær einstøku sáttmálagreinarnar, og at enda verður nevnt nakað um, hvussu sáttmálin verður fylgdur upp við kunngerðum av ymsum slagi. Eisini verður víst til hjálagda korttilfar.

Forsøga
Sáttmálin hevur eina drúgva forsøgu.

Í 1963, eftir at Danmarkar ríki var vorðið bundið av Genf-sáttmálanum frá 1958 um landgrunn, varð yvirvaldsrættur Ríkisins landgrunninum viðvíkjandi lýstur fyri Føroyar við kongligari fyriskipan (Kgl. Anordning nr. 259 frá 7. juni 1963). Tá varð eingin roynd gjørd at avmarka landgrunnin, ið sambært 1958-sáttmálanum rakk út á 200 metra dýpdarkurvuna, ella so langt til bar at troyta tilfeingið í honum.

Undir 3. havrættarstevnu ST, sum byrjaði 1974, gjørdist skjótt greitt, at altjóða samfelagið góðtók, at strandalond kundu kanna sær tilfeingisøki, annaðhvørt sum fiskiøki ella sum búskaparligt øki, ið eisini fevndi um landgrunsrættindi, út á 200 fjórðingar úr landi. Brátt varð viðurkent sum landasiðvenja at seta 200 fjórðinga mark.

Í løgtingsmáli nr. 2/1976 samtykti Føroya Løgting, at fiskimarkið kring Føroyar skuldi verða flutt úr 12 og út á 200 fjórðingar. Hetta varð síðan framt við kgl. fyriskipan nr. 598 frá 21.desember 1976 at galda frá 1. januar 1977. Við heimild í lóg nr. 597 frá 17. desember 1976 um fiskimark danska ríkisins og í samsvari við altjóðarætt varð gjørt av, at har minni enn 400 fjórðingar vóru til næsta land, og um ikki annað varð avtalað við grannalondini, skuldi markið móti teimum vera miðlinjan. Sostatt gjørdist tørvur á at seta mark ímóti grannalondunum Noregi, Íslandi og Bretlandi.

Í boðskrivi frá 13. desember 1976 skjeyt Bretland upp, at fiskimørkini millum bretska og danska ríkið skuldu fylgja miðlinjuni, bæði í Norðsjónum og í Norðuratlantshavi. Danmark tók undir við hesum við boðskrivi frá 23. desember 1976. Tá ið partarnir seinri kunngjørdu síni fiskimørk, kom undan kavi, at ikki var semja um, hvussu miðlinjan millum Føroya og Bretlands skuldi roknast. Danskir myndugleikar høvdu roknað miðlinjuna frá teimum beinu føroysku grundlinjunum og frá oyggjabólkinum St. Kilda, men høvdu ikki roknað frá tí fjarskotna oyðiklettinum Rockall ella frá ávísum skotskum hólmum ella smáoyggjum, nevnliga Sule Skerry (Súluskerið Eystara), North Rona, Sula Sgeir (Súluskerið Vestara) og oyggjabólkinum Flannan Isles. Bretskir myndugleikar roknaðu fiskimarkið út frá øllum hesum skotsku hólmum og klettum, men ikki frá teimum beinu grundlinjunum undir Føroyum.

Orsakað av hesum ymsu roknihættum gjørdust trý øki við umskarandi krøvum um fiskiløgdømi, sonevnd "grá øki":

Sostatt vóru um 13.000 ferkilometrar umstríddir. Báðir partar loyvdu sínum skipum at veiða í hesum umstríddu økjum, men sýndu varsemi við eftirliti við skipum, sum fiskaðu har við loyvi frá mótpartinum. Tey 22 árini, henda ósemja hevur staðið við, hava sera sjáldan verið nakrir tilburðir á hesum umstríddu fiskileiðum.

Í 1997, tá ið Bretland góðtók ST havrættarsáttmálan frá 1982, sum heimilar 200 fjórðinga búskaparmarki, men ikki roknað úr oyðiklettum, góvust bretar við at krevja 200 fjórðinga fiskimark roknað úr Rockall, og við hesum datt meginparturin av "gráa økinum" í útsuðri burtur. Eftir av tí vóru bert um 80 ferkilometrar, ið stóðust av ósemjuni um tær beinu grundlinjurnar vestan fyri Føroyar.

Tann nýggi havrættur, ið spratt úr 3. havrættarstevnuni, heimilaði strandalondum at krevja landgrunsmark út á 200 fjórðingar, og uppaftur longur út, um náttúrliga framhaldið av landinum óbrotið rakk út um 200 fjórðingar. Við hesum gjørdist greitt, at tørvur fór at verða á avmarking av føroyska landgrunninum mótvegis grannalondum, ið lógu nærri enn 400 fjórðingar, nevniliga Noregi, Íslandi og Bretlandi. Somuleiðis var mangt, sum bendi á, at Føroyar eisini kundu kanna sær landgrunn uttan fyri 200 fjórðingar í útsuðri, við tað, at sunnari parturin av "Føroya-Rockall Háslættanum", t. e. økið kring Rockall og Hatton-bankan, kundi roknast sum náttúrligt framhald av Føroyum.

Bæði Ísland og Noreg ásettu fyribils miðlinjumark móti Føroyum, tá ið tey settu 200 fjórðingamark, ávikavist í 1975 og 1977. Við Noreg varð avtala gjørd 15. juni 1979 um, at fiskimarkið og landgrunsmarkið skuldu fylgja miðlinjuni. Hetta er einasti formligi sáttmáli, sum higartil er gjørdur um mark millum Føroyar og eitt grannaland.

Tá ið føroyska fiskimarkið varð ásett í 1977 kom undan kavi, at ósemja var við Ísland um, hvussu miðlinjan skuldi roknast. Hetta stóðst av, at Ísland hevur roknað sína miðlinju úr oyðiklettinum Hvalsbaki, sum Danmark/Føroyar ikki hava viðurkent sum grundlinjupunkt. Enn er eingin semja fingin í lag við Ísland um hetta.

Longu í 1974 hevði Bretland kannað sær landgrunn vestan fyri Hetland og Skotland. Hetta varð gjørt við sonevndum "designeringum", t. e. kunngerðum um, at bretskir myndugleikar, inntil annað varð avrátt, roknaðu ávís øki fyri at vera undir bretskari lóggávu landgrunni viðvíkjandi. Tey designeraðu økini vórðu avmarkað við linjum, ið líktust "trappustigum", og sum virdu eina hugsaða miðlinju móti Føroyum innan fyri 200 fjórðingar. Longur suðuri, vestur úr Suðuroyggjum, rukku bretsku designeraðu landgrunsøkini vestur um 200 fjórðingar úr landi. Danska stjórnin tók fyrivarni mótvegis Bretlandi hesum viðvíkjandi. Tá ið Írland eisini kannaði sær landgrunn út um 200 fjórðingar á hesum leiðum, varð somuleiðis fyrivarni tikið mótvegis írsku stjórnini.

Í 1978 var á fyrsta sinni fundur við Bretland um landgrunsmarkið millum Føroya og Bretlands. Hesin fundur avdúkaði ósemju um markið, bæði innan fyri og uttan fyri 200 fjórðingar.

Miðskeiðis í áttatiárunum varð hildið, at bretsku - og írsku - landgrunsdesigneringarnar úti á Rockall-Hatton økinum uttan fyri 200 fjórðingarnar ikki longur kundu standa einsamallar. Samráðingar vóru við Bretland um hetta 1984-85, men uttan úrslit.

7. mai 1985 kunngjørdu danskir myndugleikar i Statstidende eina designering av landgrunni kring Føroyar. Eins og Bretland hevði gjørt, varð designeringsmarkið formað sum "trappustig", ið innan fyri 200 fjórðingar virdu bretsku fiskimarksmiðlinjuna. Millum designeraðu økini kom sostatt at liggja eitt øki, har hvørki Danmark/Føroyar ella Bretland fyribils kannaðu sær landgrunsmyndugleika, tað sonevnda "Hvíta Økið", ið var umleið 41.000 ferkilometrar til víddar.

Uttan fyri 200 fjórðingar, í útsuðri, umskaraðist okkara designering við ta hjá Bretlandi og Írlandi, sum bæði mótmæltu. Dagin eftir, 8. mai 1985, kunngjørdi eisini Ísland eina landgrunsdesignering, ið var nakað meira víðgongd enn tann føroyska. Sostatt vóru nú fýra strandalond, ið kannaðu sær landgrunn uttan fyri 200 fjórðingar á sunnara parti av Føroya-Rockall Háslættanum.

Í 1990 tók Bretland stig til nýggjar samráðingar um ásetan av landgrunsmarki millum Føroya og Bretlands. Hesar samráðingar komu í gongd 1991 og hava staðið við, til semja fekst um henda sáttmálatekst, ið nú verður lagdur fyri løgtingið.

Samráðingarnar
Samráðingarnar um landgrunsmarkið hava roynst drúgvar og truplar. Sambært tí reglugerð, partarnir gjørdu, tá ið samráðingarnar byrjaðu í 1991, hava tær verið førdar í trúnaði, og ber tí ikki til at greina nærri frá innihaldinum í teimum. Uttanlandsnevnd (áður marknaðarnevnd) løgtingsins er alla tíðina undir trúnaðartreytum kunnað um, hvat fyrifarist hevur, og hevur verið tikin við upp á ráð, áðrenn nýggj uppskot eru løgd fram fyri mótpartin. Tað er kortini ikki nakað dulsmál, at partarnir hava staðið sera langt frá hvørjum øðrum, bæði tá talan er um tey havbotnsøki, teir hvør í sínum lagi hava kravt, og tá talan er um, hvørjum reglum markið eigur at verða sett eftir.

Eitt eyðkenni við samráðingum um landgruns- og fiskimark er, at ávísar altjóða reglur eru galdandi fyri slíkar marknasetingar til havs, og um partarnir ikki sjálvir semjast um eina loysn, kunnu teir bera málið inn fyri ein triðja part, sum t. d. kann vera ein gerðarættur ella Altjóða Dómstólurin í Haag. Tann uppfatan, hvør parturin hevur av, hvønn úrskurð ein rættur hevði gjørt, ávirkar hansara samráðingarmál og samráðingarhátt, og setur eitt evsta mark fyri, hvørja loysn hann vil góðtaka. Hinvegin er eitt slíkt rættarmál drúgt og dýrt, og uttan mun til, hvussu væl undirbygd ein partur heldur síni sjónarmið vera, kann hann ongantíð vera vísur í, at rætturin tekur undir við honum. Bæði frá føroyskari/danskari og frá bretskari síðu hevur tann áskoðan verið førd alment fram, at partarnir áttu at roynt sítt ítasta til tess at sleppa undan einum rættarmáli.

Frá føroyskari/danskari síðu hava krøvini sum kunnugt verið bygd á ta fatan av altjóða rætti um áseting av landgrunsmarki, at við tað at báðir partar vóru fevndir av sáttmálanum frá 1958 um landgrunn, skuldi markið setast í samsvari við grein 6 í hesum sáttmála, ið sigur, at markið skal setast í semju, men fæst ikki semja um annað, skal miðlinjan galda, um ikki serligar umstøður tala fyri øðrum. Harumframt átti landgrunsmarkið innan fyri 200 fjórðingar úr landi í hesum serliga føri at fylgt fiskimarkinum, ið partarnir sum áður nevnt høvdu avtalað í desember 1976 skuldi vera ein miðlinja. Og føroyska/danska uppfatanin var, at tað var tí føroysku/donsku útgávuni av tí miðlinju, ið varð ásett sum fiskimark 1977, landgrunsmarkið skuldi fylgja. Eftir okkara tykki vóru ikki serstakar umstøður, ið talaðu fyri nakrari aðrari linju.

Kunnugt er, at frá bretskari síðu hava krøvini bygt á ta áskoðan, at fiskimark og landgrunsmark vóru hvør sítt, og at sambært altjóða siðvenjurætti hevði miðlinjan onga serstøðu millum avmarkingarhættir, men at onnur viðurskifti, m.a. skapið á strondunum og serstakliga lutfallið millum strandalongdir partanna í økinum, áttu at verðið havd í huga, tá ið mark skuldi setast. Út frá hesum sjónarmiðum bar til at grundgeva fyri, at landgrunsmarkið átti at ligið nærri Føroyum enn miðlinjan.

Uttan fyri 200 fjórðingar bygdi føroyska/danska kravið á ta fatan, sum førd varð fram við designeringina í 1985, at bert Føroyar, men ikki Bretland, uppfyltu treytirnar í nútíðar altjóða lóg fyri at kunna kanna sær landgrunn út um 200 fjórðingar, nevniliga um óbrotið framhald av landgrunninum út um 200 fjórðingar. Bretska áskoðanin hevur sum kunnugt verið, at eisini Bretland leyk hesar treytir og tískil hevði rætt til landgrunn uttan fyri 200 fjórðingar.

Um fiskimarkið, og týdningin av teimum miðlinjum, ið ásettar vórðu í 1977, høvdu partarnir eisini ymsar áskoðanir.

Tað hevur loksins eydnast pørtunum at finna fram til semju um landgrunsmarkið innan fyri 200 fjórðingar. Partarnir hava samstundis hildið vera best at finna eina endaliga loysn eisini fyri hini mørkini innan fyri 200 fjórðingar, eina helst fiskimarkið. Ásannandi at partarnir hava kunnað livað við umskarandi fiskimarki uttan ov stórar trupulleikar í meira enn 20 ár, og at fiskivinnan hjá báðum pørtum treyðugt vildi sleppa hevdvunnum fiskileiðum, eru partarnir komnir ásamt um eina serliga loysn fyri ta stóra gráa økið fyri sunnan, ið varandi tryggjar atgongd har fyri fiskifør við loyvi frá hvørjum partinum sær.

Markið
Landgrunsmarkið (sí kort) byrjar í landnorðri í trípunkti, javnfjarum úr Noregi, Hetlandi og Føroyum (umleið 180 fjórðingar úr landi, har sum fiski- og landgrunsmarkið, ið avtalað varð við Noreg í 1979 byrjar) (Punkt A) og endar í útsuðri í punkti, ið liggur 200 fjórðingar úr ávikavist Mykineshólmi og bretska oyggjabólkinum St. Kilda (Punkt T).

Á strekkinum úr omanfyri nevnda trípunkti og suður til tað staðið í suðurhallan landsynning úr Føroyum, har landgrunsmarkið snarar vestureftir (Punkt L), er avtalað eitt fiskimark, ið fylgir landgrunsmarkinum, og sum harumframt setir mark millum partarnar viðvíkjandi øðrum myndugleika, sum altjóða rættur lutar strandalondum til, sum t. d. viðvíkjandi umhvørvisvernd. Tað sama er galdandi í útsuðri, frá omanfyri nevnda 200 fjórðingapunkti (Punkt T) og nakað eystureftir (til Punkt R). Á strekkinum ímillum hesi punktini (L og R) ásetir sáttmálin serligar reglur at galda fyri fiski- og annan myndugleika í tí sonevnda "Serøkinum".

Á strekkinum eystan fyri Føroyar, har Føroyar liggja yvir av Hetlandi, (úr Punkti A í Punkt L), fylgir felags landgruns- og fiskimarkið, ið eisini er nýtiligt sum búskaparøkismark, í høvuðsheitum føroysku/donsku útgávuni av tí miðlinjumarki fiskiskapi viðvikjandi, ið ásett varð í 1977. Tað eystara gráa økið (um 200 ferkilometrar) fellur sostatt Føroyum til.

Á strekkinum longst í útsuðri, har vestursíðan av Føroyum og vestursíðan av Suðuroyggjum (íroknað St. Kilda) stýra miðlinjuni, (úr Punkti T í Punkt R) er somuleiðis felags mark, ið býtir ta smølu álina, ið báðir partar kannaðu sær (um 80 ferkilometrar), í helvt.

Á strekkinum millum tey omanfyri nevndu, t. e. sunnan fyri Føroyar - har Føroyar liggja yvir av Orknoyum, Skotlandi og Suðuroyggjum - fylgir landgrunsmarkið, roknað eystanífrá, fyrst bretsku útgávuni av fiskimiðlinjuni eitt stutt petti (Frá Punkti L til Punkt N), og fer síðan suður um hesa miðlinju í ein suðurhallan vestan til Punkt O, og haðani í ein høgan vestan til Punkt R, (so at út við 1200 ferkilometrar av teimum stívliga 8.000 ferkilometrunum av landgrunni í hesum gráa øki fella Føroyum til). Og í punktinum R fær landgrunsmarkalinjan aftur fatur á tí felags landgruns- og fiskimarkinum, ið sum nevnt gongur frá Punkti R til 200 fjórðingapunktið T.

Tilsamans skiftir landgrunsmarkið Hvíta Økið sundur við stívari helvtini (53 %) til Bretlands og lakaru helvtini (47 %) til Føroya.

Á strekkinum millum Punkt L og Punkt R eru partarnir komnir ásamt um eitt "Serøki" (umleið 8.000 ferkilometrar), har serlig skipan er ásett fyri fiskiløgdømi partanna, til tess at tryggja fiskiførum við loyvi frá pørtunum framhaldandi atgongd til økið uttan uppílegging frá hinum partinum. Føroyskir fiskimenn, umframt teir fremmandu fiskimenn, ið fáa føroyskt fiskiloyvi, fáa sostatt trygd fyri framhaldandi atgongd suður til ta miðlinju, ið ásett varð sum føroyskt fiskimark í 1977. Sømu sømdir fáa bretskir fiskimenn, og teir fiskimenn ið sambært bretskari lóg hava loyvi at fiska har, norður til ta miðlinju, bretar ásettu sum fiskimark í 1977. Tá talan er um onnur strandalandarættindi enn til landgrunn og fisk, t. d. viðvíkjandi havumhvørvinum, skulu partarnir í hesum havøki bert útinna slík rættindi í semju við hin partin.

Tilfeingi
Tá talan er um tilfeingið á ella í landgrunninum, er at siga, at eitt stórt tal av leitiboringum eftir kolvetnum eru gjørdar bretsku megin Hvíta Økið, meðan tað á Hvíta Økinum og føroysku megin higartil bert eru gjørdar forkanningar, herundir serliga seismiskar kanningar. Fram ígjøgnum nítiárini eru einstakir áhugaverdir kolvetnisfundir gjørdir vestan fyri Hetland, nærhendis Hvíta Økinum. Jarðfrøðingar meta, at áhugavert er at leita eftir olju og gassi báðu megin avtalaða landgrunsmarkið. Ávísur áhugi er somuleiðis fyri at leita eftir olju nærri Føroyum, men tær tjúkku basaltfláirnar bera við sær stórar tøkniligar avbjóðingar.

Tá talan er um fiskatilfeingið er at siga, at gráu økini fyri eystan og í útsuðri hava týdning svarandi til stødd teirra. Í tí stóra gráa økinum fyri sunnan hava føroyskir línubátar og trolarar veitt nakað av botnfiski á djúpum vatni, somuleiðis norskir línubátar og franskir trolarar við loyvi bæði frá Føroyum og frá EF. Svartkjaftur verður veiddur í hesum øki, serliga um várið. Har luttaka umframt føroysk og bretsk skip eisini onnur EF-skip, norsk skip bæði við føroyskum og við EF-loyvi, umframt skip úr Ruslandi og Baltalondum við føroyskum loyvi. Seinastu árini hevur tunfiskur verið at fingið á hesum leiðum á sumri og nakað út á heystið. Í hesum fiskiskapi hava bæði føroysk, japonsk og EF-skip tikið lut.

Viðmerkingar til tær einstøku sáttmálagreinirnar
Grein 1.
Í hesi grein verður landgrunsmarkið ásett, vísandi til punktini í listanum í Uppískoyti A. Tilskilað verður, at hetta mark gongur úr trípunktinum, har miðlinjurnar millum Noreg, Hetland og Føroyar møtast, í landnorðri, og sum varð avtalað millum Bretland og Noreg í 1978 við góðkenning Danmarkar, og sum eisini varð nýtt í marknasetingini millum Føroya og Noregs í 1979, og endar í útsuðri í punkti, ið liggur 200 fjórðingar úr ávikavist Mykineshólmi og oyggjabólkinum St. Kilda. Henda marknaseting fevnir bert um leiðirnar innan fyri 200 fjórðingar úr landi.

Grein 2.
Henda grein viðger, hvussu partarnir skulu bera seg at, um annar parturin ger ein kolvetnis- ella mineralfund, og hin parturin heldur, at fundurin røkkur inn á sín landgrunn. Her verður avtalað mannagongd fyri, hvussu partarnir skulu kanna og royna at semjast um, hvørt fundurin røkkur tvørtur um mark, ella at tað, at fundurin verður troyttur inni á hjá øðrum partinum ávirkar møguleikarnar hjá hinum partinum at troyta fundin. Verður hetta staðfest, hava partarnir skyldu at fáa semju í lag um, hvussu fundurin verður troyttur til lítar, og hvussu úrtøkan skal býtast. Royndir aðrastaðni vísa, at øll stig í slíkum samráðingum kunnu vera trupul. Tí verður dentur lagdur á, at partarnir av øllum alvi royna at loysa allar ósemjur um slíkt, og um tað ikki eydnast, so at royna allar útvegir, íroknað at biðja um metingar frá serkønum.

Vanligt er í sáttmálum um landgrunsmark at hava slíkar reglur. Ásetingarnar í hesum sáttmála, sum lutvíst byggja á sáttmálan um markið millum Grønlands og Íslands sum fordømi, eru munandi meira gjølligar enn t. d. í sáttmálunum um mark millum Danmarkar og Noregs viðvíkjandi ávikavist Føroyaøkinum og Norðsjóarøkinum, millum Bretlands og Danmarkar, og millum Bretlands og Noregs, og eru serliga hugsaðar best møguligt at tryggja áhugamálini hjá hinum partinum, um annar parturin ger ein fund.

Verður sáttmáli gjørdur við Bretland um troyting av kolvetnisfundi, ið gongur tvørtur um avtalaða landgrunsmarkið, kann landsstýrismaðurin í oljumálum sambært § 16, stk. 2 í kolvetnislógini geva loyvishavara til føroyska partin av fundinum boð um at taka lut í avtalaða samstarvinum.

Grein 3.
Í grein 3 verður fiskimarkið ásett á teimum strekkjum fyri eystan og í útsuðri, har tað fylgir landgrunsmarkinum, vísandi til viðkomandi punktini á listanum í Uppískoyti B. Eisini verður her avtalað, at markið millum økini, har partarnir kunnu útinna onnur strandaríkjarættindi, á hesum strekkjunum skal fylgja landgruns- og fiskimarkinum. Hetta kann t. d. koma upp á tal, um partarnir innføra sonevnd búskaparøki (EEZ), sum umframt fiska- og landgrunstilfeingið eisini fevna um umhvørvismál.

Punktini A - L og R - T eru á listanum í Uppískoyti B roknað í longd og breidd sambært eini landafrøðiligari skipan nevnd European Datum 50, ið er tann skipan, fiskimarkið hjá báðum pørtum varð roknað í, tá ið 200 fjórðinga markið varð ásett í 1977. Hinvegin eru punktini A - T fyri landgrunsmarkið í listanum í Uppískoyti A umroknað til ta nýggjaru og neyvaru skipanina, ið nevnist European Terrestrial Reference System 1989 (ETRS89).

Grein 4.
Í hesi grein er sonevnda "Serøkið" lýst, vísandi til krosstølini á listanum í Uppískoyti C, har punktini S1 - S2 svara til samsvarandi punkt á tí bretsku útgávuni av fiskimarkinum frá 1977, og punktini F1- F7 svara til samsvarandi punkt á tí føroysku/donsku útgávuni av fiskimarkinum frá 1977.

Víst verður til, at í Serøkinum hava partarnir heimild til at útinna sín myndugleika og síni rættindi í samsvari við ásetingarnar í eftirfylgjandi greinunum 5, 6 og 7.

Grein 5.
Henda grein ásetir myndugleika og rættindi partanna í Serøkinum fiskiskapi viðvíkjandi.

Hvør partur kann sum higartil nýta sítt regluverk fiskiskapi viðvíkjandi í Serøkinum og skal halda seg frá umsjón og eftirliti við fiskiførum, ið royna har einans við loyvi frá hinum partinum. Skip úr triðjalondum, ið royna har við loyvi frá báðum pørtum, kunnu sostatt vera undir umsjón og eftirliti frá báðum síðum. Roynir fremmant skip har við loyvi frá hvørgum parti, kann hvør av pørtunum í sínum lagi taka sær av hesum. Báðir partar skulu halda seg frá øllum atgerðum, sum ikki hava fyrilit fyri, ella sum ganga útinning av fiskiveiðimyndugleika hjá hinum partinum ov nær.

Grein 6.
Henda grein viðger teir trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp, har sum annar parturin hevur landgrunsmyndugleika, meðan ikki bert ein sjálvur, men eisini hin parturin útinnir fiskimyndugleika. Báðir partar eru í hesi støðu. Á føroyskum landgrunni norðan- og vestanvert landgrunsmarkið í Serøkinum kunnu fiskifør royna við bretskum loyvi, og á bretskum landgrunni sunnan- og eystanvert landgrunsmarkið kunnu fiskifør royna við føroyskum loyvi. Báðir partar hava sostatt áhuga fyri, at hansara fiskifør ikki hava óneyðugan ampa av landgrunsvirkseminum hjá hinum partinum.

Tá ið hvør parturin útinnir landgrunsmyndugleika í Serøkinum, áleggur henda grein honum ávísar skyldur mótvegis fiskiførum við loyvi frá mótpartinum:

  1. at taka stig at byrgja fyri og beina burtur dálking. Víst verður til sonevnda OSPAR sáttmálan, so sum hann til eina og hvørja tíð verður dagførdur. Partarnir hava hesa skyldu hvør móti øðrum í Serøkinum, uttan mun til um teir hvør í sínum lagi eru partar í OSPAR,
  2. hava fyrilit fyri áhuganum hjá hinum partinum fyri at varðveita sínar fiskimøguleikar,

  3. ansa eftir at sleppa undan uppílegging í fiskiskap, rikin við loyvi frá hinum partinum,

  4. syrgja fyri fráboðan í góðari tíð til hin partin um virksemi, sum kann skaða umhvørvið ella fiskiskapin hjá hinum partinum,

  5. royna at fáa sínar viðurgjaldsskipanir til egin fiskifør eisini at fevna um tey hjá hinum partinum,

  6. royna at fáa í lag gott samskifti millum seismikkfør hjá einum sjálvum og fiskiskip hjá hinum partinum.

Viðvíkjandi punkti e) kann verða nevnt, at her er talan um viðurgjald/skaðabót í førum, har skaðaelvarin er ókendur, men har tað kortini er greitt, at kolvetnisvirksemi er orsøkin til skaðan, t. d. tí lutir frá kolvetnisvirksemi koma í trol ellan annan reiðskap. Sambært § 36 í kolvetnislógini ábyrgdast loyvishavarar á føroyskum landgrunsøki í slíkum førum einans mótvegis føroyskum eigarum, reiðarum og manning á fiskiførum. Kolvetnislógin leggur kortini upp til, at loyvishavarar seta á stovn skaðabótagrunn, og vilja føroyskir myndugleikar samsvarandi hesi áseting í sáttmálanum eggja grunninum til eisini at veita skipum frá hinum partinum viðurgjald, um skaði stendst, meðan tey royna í Serøkinum.

Viðvíkjandi punkti f) kann verða víst til tær skipanir viðvíkjandi sambandi millum seismikkskip og fiskifør, sum galda á føroyska landgrunsøkinum.

Grein 7.
Henda grein snýr seg um, hvussu partarnir í Serøkinum skulu útinna myndugleika og rættindi, ið altjóða rættur annars lutar strandaríkjum til, umframt landgruns- og fiskimyndugleika og -rættindi. Her kann t. d. vera talan um havumhvørvismál og mál viðvíkjandi havrannsóknum. Ásett verður, at hvør parturin skal halda seg frá einvíst at útinna slíkan myndugleika uttan samtykki frá hinum partinum. Partarnir skulu samstarva um slík viðurskifti, serliga um umhvørvismál.

Grein 8.
Í hesi grein verður ásett, at hvør parturin hevur rætt at krevja ráðleggingar um ein og hvønn spurning, sum viðvíkir greinunum 5 - 7, og skal hin parturin verða til reiðar at samráðast ikki seinri enn 60 dagar.

Grein 9
Vegna EF-limaskap Bretlands verður her tilskilað, at tá talan er um Bretland, fevnir "loyvi frá hinum partinum" eisini um loyvi frá øðrum EF limalandi, ella frá Evropisku Nevndini vegna EF. Hetta seinra er galdandi fyri skip úr triðjalondum, sum frá EF hava loyvi at fiska í EF-sjógvi. Hetta er bert staðfesting av støðuni, sum hon er í dag.

Grein 10
Sum nevnt í sambandi við 1. grein, verður á hesum sinni bert avtalað mark innan fyri 200 fjórðingar ("Økið"). Hesin sáttmáli skal ikki vika við nakað krav hjá nøkrum av pørtunum uttan fyri "Økið", t. e. uttan fyri 200 fjórðingar. Víst verður til tað, ið omanfyri varð nevnt um krøv partanna um landgrunn uttan fyri 200 fjórðingar í útsynning úr Føroyum.

Grein 11
Henda grein inniheldur vanligar ásetingar um, hvussu og nær sáttmálin fær gildi, nevnliga tá ið partarnir, t. e. ávikavist Føroyar/Danmark og Bretland, hava boðað hinum partinum frá, at tær innlendsku mannagongdir, ið krevjast, eru loknar. Í Føroyum krevst samtykki frá løgtinginum, í Danmark frá fólkatinginum, og í Bretlandi skal sáttmálin leggjast fyri bretska parlamentið.

Møguligar avleiðingar fyri lóggávuna
Tá ið sáttmálin kemur í gildi, verður tørvur á nýggjari kongligari fyriskipan um ávikavist landgrunsmarkið innan fyri 200 fjórðingar, um fiskimarkið, umframt um "Serøkið". Eisini kemur upp á tal at nýta heimildina í ríkislóg nr. 411 frá 22. mai 1996 um búskaparøki (EEZ) til at seta í gildi búskaparøki kring Føroyar. Hetta kann verða gjørt við kongligari fyriskipanin, sum eigur at hava fyrilit fyri teimum avmarkingum, ið ásettar eru í grein 7 í sáttmálanum.

Hinvegin er ikki tørvur á broyting í fiskiveiðilóggávuni. Hon verður framvegis at galda innan fyri tað higartil lýsta føroyska fiskimarkið (við undantaki av einum smølum geira, sum fer burturav í útsuðri), eisini í Serøkinum. Ei heldur er tørvur á at broyta kolvetnislóggávuna. Hon er nú galdandi á tí designeraða økinum og verður frameftir at galda eisini í teimum pørtum av Hvíta Økinum, ið sambært sáttmálanum verða at liggja innan fyri landgrunsmarkið.

 

Vísandi til tingskipanina § 54, stk. 2 viðmæla undirritaðu tingmenn, at uppskotið kann verða lagt fram og fáa viðgerð, hóast frestin í § 54, stk 1 er farin.

Tórshavn, hin 10. mai 1999.
23 tingmenn hava skrivað undir (sí gerðabók 84. fund)

1. viðgerð 12. mai 1999. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 14. mai 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 10. mai 1999 og eftir 1. viðgerð tann 12. mai 1999 beint í uttanlandsnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 12. og 14. mai 1999.

Síðani málið um marknaseting millum Føroya og Bretlands byrjaði, hevur uttanlandsnevndin (fyrr marknaðarnevndin) fingið frágreiðingar um gongdina í málinum og er tikin upp á ráð, seinast viðvíkjandi sjálvum sáttmálauppskotinum, sum nevndin hevur boðað løgmanni frá, at hon tók undir við, longu áðrenn sáttmálin varð lagdur fyri tingið. Hóast nevndin undir viðgerðini ikki hevur verið samd og vísandi til tær viðmerkingar, sum hava verið førdar fram í nevndini undir viðgerðini av hesum málinum, og sum hava verið endurtiknar undir 1. viðgerð í løgtinginum, og til tað, sum annars hevur verið upplýst undir 1. viðgerð í løgtinginum, tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Sambært grein 11 í sáttmálanum skal hvør parturin boða hinum frá, tá ið tær innlendsku mannagongdir, ið kravdar eru til tess, at sáttmálin fær gildi, eru loknar. Nevndin vísir á, at tekur løgtingið undir við sáttmálanum, so verður framhaldandi gongdin í málinum tann, at sáttmálin komandi týsdag verður undirskrivaður í Føroyum, ætlandi av Anfinn Kallsberg, løgmanni, danska uttanríkismálaráðharranum Niels Helveg Petersen, og bretska varauttanríkisráðharranum Tony Lloyd.

Sáttmálin væntast at verða lagdur fyri fólkatingið dagin eftir, at hann er undirskrivaður, við tí viðmerking, at hann er góðkendur av løgtinginum, og við tí í hyggju at viðgerðin her skal vera liðug, áðrenn fólkatingið fer í summarfrítið grundlógardagin. Í Bretlandi er mannagongdin tann, at stjórnin kunnar parlamentið um sáttmálan, og um parlamentið ikki innan 30 dagar hevur biðið um at fáa málið viðgjørt, so verður tað roknað fyri góðkent. Bretska parlamentið fer ikki í summarfrí fyrr enn í endanum av august mánaði.

Síðani málið um marknaseting millum Føroyar og Bretland byrjaði, hevur uttanlandsnevndin (fyrr marknaðarnevndin) fingið frágreiðingar um gongdina í málinum og er tikin upp á ráð, seinast viðvíkjandi sjálvum sáttmálauppskotinum. Hóast nevndin undir viðgerðini ikki hevur verið samd og vísandi til tær viðmerkingar, sum hava verið førdar fram í nevndini undir viðgerðini av hesum málinum, og sum hava verið endurtiknar undir 1. viðgerð í løgtinginum, og til tað, sum annars hevur verið upplýst undir 1. viðgerð í løgtinginum, tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 17. mai 1999.   Uppskotið til samtyktar samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.