Marknasemja

 

124  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av sáttmála um marknaseting millum Føroya og Bretlands

Sáttmáli - á føroyskum

 

Sáttmáli

millum Stjórn Kongsríkis Danmarkar saman við Landsstýri Føroya øðrumegin og Stjórn Sameinda Kongsdømis Stórabretlands og Norðurírlands hinumegin um marknaseting á havleiðunum millum Føroya og Sameinda Kongsdømisins

Stjórn Kongsríkis Danmarkar saman við Landsstýri Føroya øðrumegin og Stjórn Sameinda Kongsdømis Stórabretlands og Norðurírlands hinumegin ("Partarnir"),

sum eru samdir um at áseta landgrunsmark á leiðunum millum Føroya og Sameinda Kongsdømisins innanfyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum, haðani sjóøkið hjá hvørjum parti verður roknað ("Økið"),

sum harumframt eru samdir um at áseta mark í sjónum upp frá landgrunninum á parti av Økinum og at áseta serskipan fyri tann partin, ið eftir er ( "Serøkið"),

eru komnir ásamt um hetta:

 

Grein 1

1. Landgrunsmarkið á Økinum er ein røð av skammlinjum, sum knýta saman punktini, ið sett eru á listan í Uppískoyti A til henda Sáttmála, í tí raðfylgju tey standa.

2. Til upplýsingar eru marknalinjan og punktini, ið standa á listanum í Uppískoyti A, teknað á kort A, ið er fylgiskjal til henda Sáttmála.

3. Í landnorðri endar marknalinjan í trípunkti, javnfjart úr Føroyum, Noregi og Sameinda Kongsdøminum. Í útsuðri endar marknalinjan í punkti, roknað 200 fjórðingar úr grundlinjupunktum fyri sjóøkið, ávikavist í Mykineshólmi og St. Kilda.

 

Grein 2

1. Verður kolvetnis- ella einhvør annar mineralfundur staðfestur í ella á landgrunninum hjá øðrum Partinum og hin Parturin hevur ta áskoðan, at fundurin røkkur inn á sín landgrunn, kann seinri nevndi Parturin, við at leggja fram próvtilfarið, hann grundar sína áskoðan á, føra hetta fram fyri fyrra nevnda Partin.

2. Verður slík áskoðan førd fram, skulu Partarnir taka til umrøðu víddina á fundinum og møguleikarnar fyri at troyta hann. Í hesum samrøðum skal tann Parturin, sum tekur stig til teirra, grunda sína áskoðan á próvtilfar frá jarðalisfrøðiligum og jarðfrøðiligum upplýsingum íroknað boriupplýsingar í røttum tíma, og skulu báðir Partar gera sítt besta at tryggja, at alt viðkomandi tilfar verður framlagt til nýtslu undir samrøðunum. Verður staðfest undir hesum samrøðum, at fundurin røkkur inn á landgrunnin hjá báðum Pørtum, og somuleiðis, at fundurin á landgrunninum hjá øðrum Partinum allur sum hann er ella lutvíst kann troytast frá landgrunninum hjá hinum Partinum, ella at troyting av fundinum á landgrunninum hjá øðrum Partinum kann ávirka møguleikarnar at troyta fundin frá landgrunninum hjá hinum Partinum, skal, eftir áheitan frá øðrum Partinum, semja gerast, serstakliga um, hvussu fundurin verður troyttur til lítar, og hvussu úrtøkan skal býtast.

3. Partarnir skulu av øllum alvi royna at loysa eina og hvørja ósemju so skjótt sum tilber. Um tað kortini ikki eydnast Pørtunum at semjast í hesum samrøðum, skulu teir í felag umhugsa allar møguleikar fyri at koma burtur úr stillstøðuni, harímillum at biðja um metingar frá óheftum serkønum.

 

Grein 3

1. Á Økinum er markið, ið ger skil ímillum fiskiøkini hjá Pørtunum, og har Partarnir útinna ella fara at útinna fullveldisrættindi ella myndugleika, sum altjóða rættur lutar strandaríkjum til, umframt landgrunsrættindini, skammlinjur sum knýta saman punktini, frá punkti A til L og frá punkti R til T, ið sett eru á listan í Uppískoyti B til henda Sáttmála, í tí raðfylgju tey standa.

2. Til upplýsingar eru marknalinjan og punktini, ið standa á listanum í Uppískoyti B, teknað á kort B, ið er fylgiskjal til henda Sáttmála.

 

Grein 4

1. Á økinum millum punktini L og R, ið standa á listanum í Uppískoyti B, Serøkinum, er hvørjum Partinum heimilað at útinna sín myndugleika og síni rættindi í samsvari við ásetingarnar í greinunum 5, 6 og 7.

2. Serøkið er lýst við krosstølunum í Uppískoyti C til henda Sáttmála, og til upplýsingar teknað á kort C, ið er fylgiskjal til henda Sáttmála.

 

Grein 5

Tá talan er um myndugleika og rættindi fiskiskapi viðvíkjandi á Serøkinum, skal hvør Parturin halda fram sum higartil:

  1. at nýta viðkomandi reglur og fyriskipanir, sum galda innanfyri fiskiøki hansara, um umsiting av fiskiskapinum, heruppií at geva fiskiloyvi, og um hvussu fiskast skal,
  2. at halda seg frá umsjón og eftirliti við fiskiførum, sum royna á Serøkinum einans við loyvi frá hinum Partinum,
  3. at halda seg frá øllum atgerðum, sum ikki hava fyrilit fyri, ella sum ganga útinning av fiskiveiðimyndugleika hjá hinum Partinum, ella fiskiskapi við loyvi frá hinum Partinum, ov nær.

 

Grein 6

Tá talan er um útinning av landgrunsmyndugleika og -rættindum á Serøkinum, skal hvør Parturin:

  1. taka øll stig, sum møgulig eru, til at byrgja fyri og beina burtur dálking frá sínum frálandsvirksemi, í samsvari við Sáttmálan um Havumhvørvisvernd fyri Landnyrðingsatlantshav, undirritaður í París, 22 september 1992, serstakliga Fylgiskjal III til Sáttmálan, við broytingum sum tíðir líða,
  2. hava hóskandi fyrilit fyri áhuganum hjá hinum Partinum í at varðveita sínar fiskimøguleikar,
  3. skipa so fyri, at tað slepst undan óneyðugari uppílegging í fiskiskap, sum verður rikin við loyvi frá hinum Partinum,
  4. tryggja, at hin Parturin í góðari tíð fær boð um eitt og hvørt virksemi, sum kann hava óhepna ávirkan á havumhvørvið ella á fiskiskap við loyvi frá hinum Partinum, um Parturin sjálvur hevur loyvt virkseminum, ella hevur fingið fráboðan um tað,
  5. eggja stovnum og grunnum í landi sínum, sum veita fiskiførum viðurgjald fyri skaða frá slíkum virksemi, til at víðka slíkar viðurgjaldsskipanir til at fevna um fiskifør, skrásett hjá hinum Partinum,
  6. eggja til, og skjótast gjørligt tryggja, at teir, ið hava loyvi til forkanningar, ella til leiting og framleiðslu, hava hóskandi samskipan millum, øðrumegin reiðarar á seismikk- og veitingarførum, teir hava í vinnu, og skipararnar á hesum førum, og hinumegin teir myndugleikar ella felagsskapir, sum umboða fiskivinnuna hjá hinum Partinum, við tí í hyggju at fremja gott samstarvslag millum teir ymsu partarnar.

 

Grein 7

Tá talan er um útinning á Serøkinum av myndugleika og rættindum, sum altjóða rættur lutar strandaríkjum til, undantikið myndugleika og rættindi, ið stava beinleiðis frá fullveldisrættindunum landgrunni ella fiskiskapi viðvíkjandi, skal hvør Parturin halda seg frá at útinna slíkan myndugleika ella slík rættindi uttan samtykki frá hinum Partinum, og skal hann samstarva við hin Partin, serliga um tiltøk til havumhvørvisvernd.

 

Grein 8

Hvør Parturin kann ígjøgnum stjórnarumboð krevja ráðleggingar við hin Partin við tí í hyggju at fáa semju í lag um ein og hvønn spurning, sum viðvíkir greinunum 5, 6 og 7 í hesum Sáttmála. Slíkar ráðleggingar skulu verða hildnar ikki seinri enn seksti dagar eftir at áheitanin er móttikin.

 

Grein 9

Tá hesin Sáttmáli nevnir "loyvi frá hinum Partinum" skal henda orðing, tá talan er um Sameinda Kongsdømið, vera at skilja sum fevnandi um loyvi frá Sameinda Kongsdøminum, øðrum limalandi í Evropiska Felagsskapinum, ella frá Evropisku Nevndini vegna Evropiska Felagsskapin.

 

Grein 10

Hesin Sáttmáli skal ikki vika við nakað krav hjá nøkrum av Pørtunum uttanfyri Økið.

 

Grein 11

1. Hvør Parturin skal boða hinum frá, tá ið tær innlendsku mannagongdir, ið kravdar eru til tess at Sáttmálin fær gildi, eru loknar.

2. Hesin Sáttmáli fær gildi tann dag, seinra av hesum fráboðanum er móttikin.

 

Til vitnis um hetta hava undirritaðu, sum hava fullgóða heimild til tess frá stjórnum sínum, undirritað henda Sáttmála.

 

Gjørdur í tvíriti í Tórshavn, hin 18. mai 1999 á føroyskum, donskum og enskum máli, og skulu allir tekstir hava sama gildi.

Fyri Stjórn Kongsríkis Danmarkar

Fyri Stjórn Sameinda Kongsdømis
Stórabretlands og Norðurírlands

 Fyri Landsstýri Føroya

 

 

Uppískoyti A (jb. Grein 1)

A 63° 53'.225 N 00° 29'.451 W (ETRS 89)

A 63° 53' 14.93" N 00° 29' 19.55" W (ED50)

B 63° 40'.649 N 00° 47'.736 W

C 61° 59'.233 N 03° 03'.325 W

D 61° 52'.114 N 03° 11'.729 W

E 61° 21'.611 N 03° 47'.898 W

F 61° 07'.651 N 03° 59'.619 W

G 61° 04'.449 N 04° 02'.425 W

H 61° 02'.757 N 04° 03'.859 W

I 60° 54'.979 N 04° 10'.497 W

J 60° 51'.809 N 04° 14'.008 W

K 60° 47'.717 N 04° 18'.541 W

L 60° 24'.077 N 04° 44'.272 W

M 60° 21'.101 N 04° 56'.672 W

N 60° 18'.754 N 05° 24'.195 W

O 59° 56'.450 N 09° 00'.660 W

P 60° 00'.951 N 10° 20'.853 W

Q 60° 02'.137 N 10° 50'.778 W

R 60° 02'.833 N 11° 16'.458 W

S 60° 07'.306 N 12° 17'.622 W

T 60° 09'.031 N 13° 16'.199 W

Punktini eru ásett í landafrøðiligari longd og breidd sambært European Terrestrial Reference System 1989 (ETRS89)

Punkt A omanfyri er eins við punkt A í Uppískoyti B, umroknað frá ED50, sum er nýtt har, til ETRS89

 

Uppískoyti B (jb. Grein 3)

A 63° 53' 14.93" N 00° 29' 19.55" W

B 63° 40' 40" N 00° 47' 37" W

C 61° 59' 16" N 03° 03' 13" W

D 61° 52' 09" N 03° 11' 37" W

E 61° 21' 39" N 03° 47' 47" W

F 61° 07' 41" N 03° 59' 30" W

G 61° 04' 29" N 04° 02' 19" W

H 61° 02' 48" N 04° 03' 45" W

I 60° 55' 01" N 04° 10' 23" W

J 60° 51' 51" N 04° 13' 54" W

K 60° 47' 45" N 04° 18' 26" W

L 60° 24' 07" N 04° 44' 10" W

R 60° 02' 53" N 11° 16' 20" W

S 60° 07' 21" N 12° 17' 30" W

T 60° 09' 05" N 13° 16' 05" W

Punktini eru ásett í landafrøðiligari longd og breidd sambært European Datum (First Adjustment 1950) (ED50)

Punkt A omanfyri er eins við Stað 26 í Uppískoytisfrumskjali frá 22. desember 1978 til sáttmála frá 10. marts 1965 millum stjórn Sameinda Kongsdømis Stórabretlands og Norðurírlands og stjórn Kongsríkis Noregs um landsgrunsmarkið landanna millum, og við Punkt nr. 1 í Sáttmála frá 15. juni 1979 millum stjórn Kongsríkis Danmarkar og stjórn Kongsríkis Noregs um landgrunsmark millum Føroya og Noregs og um mark millum fiskiøkið við Føroyar og norska búskaparøkið.

  

Uppískoyti C (jb. Grein 4)

L 60° 24' 07" N 04° 44' 10" W

S1 60° 21' 08" N 04° 56' 34" W

S2 60° 18' 47" N 05° 24' 05" W

S3 60° 13' 10" N 06° 24' 56" W

S4 59° 59' 35" N 09° 43' 30" W

S5 60° 02' 28" N 10° 33' 29".W

S6 60° 03' 08" N 10° 52' 50".W

R 60° 02' 53" N 11° 16' 20" W

L 60° 24' 07" N 04° 44' 10" W

F1 60° 21' 55" N 04° 46' 31" W

F2 60° 09' 56" N 05° 13' 36" W

F3 60° 01' 35" N 05° 32' 03" W

F4 59° 56' 32" N 06° 04' 48" W

F5 59° 49' 50" N 08° 38' 29" W

F6 59° 50' 32" N 09° 33' 55" W

F7 59° 57' 28" N 10° 29' 47" W

R 60° 02' 53" N 11° 16' 20" W

Punktini eru ásett í landafrøðiligari longd og breidd sambært European Datum (First Adjustment 1950) (ED50).