Flóttafólk

 

123  Uppskot til  samtyktar viðvíkjandi flóttafólkum

 Fráboðan sambært § 51, stk. 3. í tingskipanini frá løgmanni um flóttafólkatrupulleikan í Kosovo

Inngangur
Jugoslaviskir myndugleikar hava tey seinru árini ført eina herferð móti kosoviska fólkinum, sum hevur ført við sær, at fleiri hundraðtúsundtals kosovar eru farnir úr Kosovo í onnur lond. Í 1989 var kosoviska heimastýrið avtikið sambært fyriskipan úr Beograd, samstundis sum kosovoalbanskt varð bannað sum alment mál. Hetta galt eisini skúlaverkið.

Fyri at steðga hesi gongd hava samráðingar verið millum ávís vestanlond saman við Russlandi øðrumegin við ávikavist jugoslavisku stjórnina og umboð fyri kosoviska fólkið hinumegin.

Samráðingarnar endaðu úrslitaleysar, av tí at jugoslaviska stjórnin ikki kundi góðkenna, at Kosovo fekk heimastýri undir OSCE eftirliti.

Til tess at reinsa Kosovo fyri kosovar eru jugoslavisku atgerðirnar herdar mikið. Samstundis er NATO farið undir eitt langtíðar loftálop á Jugoslavia við tí í hyggju at sannføra jugoslavisku stjórnina um at taka undir við kosoviskum heimastýri undir OSCE eftirliti.

Støðan á Balkanhálvoynni er í dag ein sorgarleikur. Umleið ein millión kosovar eru riknir úr Kosovo higartil. Harumframt krógvar eitt stórt tal av kosovum seg í fjøllunum í Kosovo. Høvuðsstaðurin Pristina er manntómur eins og fleiri aðrir býir í Kosovo. Samstundis hava jugoslavisk herlið brent í grund og í ávísum førum sprongt bygdir og býir, fyri at tað skal sýnast sum um NATO flogfør hava framt bumbuálop.

Málsræðið
Málsræðið viðvíkjandi fremmandafólkum í Føroyum liggur hjá donskum myndugleikum. Mannagongdin viðvíkjandi fólki, ið ikki eru úr Norðurlondum, hevur higartil verið hon, at danska Udlændingestyrelsen í hvørjum einstøkum føri hevur tikið støðu til ávikavist uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi í Føroyum aftaná ummæli frá Føroya Landsstýri.

Hetta verður framt sambært ríkislóg frá 1952, ið er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 393 frá 24. november 1960. Verður gjørt av at taka ímóti kosovum, kann landsstýrið við grundarlagi í hesi lóg senda eina áheitan til donsku stjórnina, sum síðani ger av, í hvønn mun hon gongur áheitanini á møti.

Havt eigur at verða í huga, at danska lógin um flóttafólk úr Kosovo, sum í løtuni verður viðgjørd í fólkatinginum, væntandi fær eina áseting um, at hon kann setast í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan. Flóttafólk úr Kosovo kunnu tískil koma til Føroya við grundarlagi í hesari lóg.

Møguleikar fyri stuðli
Landsstýrið ásannar, at tørvurin á humaniterari hjálp til flóttafólk úr Kosovo er stórur og hevur gjørt av tann 12. apríl 1999, at tær kr. 200.000, sum settar eru av á fíggjarlógini til menningarhjálp, verða at nýta til endamálið. Peningurin er farin til Reyða Kross Føroya deild, sum síðani letur altjóða Reyði Krossi peningin til hjálpararbeiðið til frama fyri flóttafólk.

Landsstýrið metir tó, at Føroyar eiga at hjálpa uppaftur meiri og hevur tí kannað viðurskiftini nærri. Fleiri trupulleikar eru, tá talan er um føroyska luttøku í hjálpararbeiði, m.a. er eingin politikkur á hesum øki og eingin servitan í Føroyum. Niðanfyri eru tó tvey dømi um møgulig hjálpartiltøk lýst. Annar møguleikin er, at Føroyar taka ímóti flóttafólkum, hin er, at Føroyar saman við altjóða hjálparfelagsskapi hjálpa á staðnum.

Fyri at lýsa báðar møguleikarnar við atliti at kostnaði, er í døminum roknað við, at Føroyar taka ímóti flóttafólki, sum verða í Føroyum í eitt ár.

Dømi - 50 flóttafólk til Føroya
Ímyndin er, at Føroyar senda Atlantsflog til Tirana eftir 50 flóttafólkum. Hesi fáa fyribils bústað í tríggjar mánaðir í leguhúsinum Zarepta í Vantsoyrum ella í leguhúsinum í Nesvík. Aftaná verða flóttafólkini sum húski flutt í sethús at búgva. Niðanfyri er sett ein tørvsmeting fyri, hvat vit kunnu rokna við, at tiltakið fer at krevja, verður farið fram á ein rímiliga skipaðan hátt.

Lagt verður upp fyri, at talan er bert um eitt uppskot. Vegna vantandi kunnleika til økið, er stór óvissa um málið.

Flutningur og leigumál
Atlansflog verður leigað úr Vágum til Tirana aftur og fram. Zarepta í Vantsoyrum ella leguhúsið í Nesvík verða nýtt sum fyribils búðstaður fyri flóttafólkini í minst ein ársfjórðing. Eftir hetta verða flóttafólkini sum húski (ella í bólkum) flutt í sethús at búgva. Neyðugt verður at leiga leguhús og sethús.

Starvsfólkatørvur
Starvsfólkabólkarnir, sum tørvur verður á, eru sosialráðgevar, sálarfrøðingar, sjúkrasystrar, læknar, sosialpedagogar v.m. Hesi eru í landinum, men heilt fá av teimum hava persónligar royndir í at hjálpa flóttafólkum, og eingin stovnur í landinum hevur servitan á økinum.

Umframt tey starvsfólk, sum nevnd eru omanfyri, verður eisini tørvur á fólki at reka leguna ta fyrstu tíðina, flóttafólkini eru í landinum.

Hjálpartørvurin verður grundleggjandi ymiskur alt eftir støðuni hjá flóttafólkunum. Er talan um fólk við meðalútbúgving úr fjølbygdum øki, er málførleiki teirra munandi betri og mentanarmunirnir minni, enn um talan er um fólk úr meira fjarskotnum bygdasamfeløgum. Hjálpartørvurin verður at laga seg eftir hesum.

Eru eingin avvarðandi at størri børnum millum flóttafólkini, krevst ógvuliga stór starvsfólkaorka, og haraftrat nógv og neyv ráðgeving úr onkrum av grannalondum okkara, hvussu hesin serliga hart rakti bólkur kann verða hjálptur. Harafturat skiftir persónligi hjálpartørvurin alt eftir, hvørjum umstøðum flóttafólkini sjálvi hava verið í.

Sambært fjølmiðlunum eru farsóttir, sum ikki hava verið um okkara leiðir í mong ár, farnar at gera um seg millum flóttafólkini. Hugsandi er, at tørvur eisini verður á verndartiltøkum og læknafrøðiligari servitan uttaneftir eitt skifti.

Vert er at hava í huga, at sum er eigur landið onga servitan á økinum. Starvsfólkini skulu tí ikki einans eftir førimuni hjálpa flóttafólkunum, tey skulu samstundis vinna sær servitan á økinum, so hjálpin kann gerast nøktandi.

Upptøka í samfelagið (integratión), um flóttafólkini seinni søkja friðskjól
Vert er at hava í huga, at talan er um at taka ímóti flóttafólki - ikki at taka móti fólki, sum søkja friðskjól. Munurin á hesum er m.a., at flóttafólk væntandi ikki nýtast at vera gestir okkara í longri tí, meðan fólk, sum fáa friðskjól, vera búgvandi, ið hvussu so er í fleiri ár.

Hjálpin verður tess vegna hvør sín: Flóttafólki tørvar sámilig livikorð, góða viðferð, okkurt at fara upp til, sjúkrahjálp, hjálp til at halda saman, og í mestan mun at halda samband við heimaumhvørvið.

Fáa flóttafólk hinvegin friðskjól, eigur samfelagið at leggja áherðslu á at taka tey at sær sum einhvønn annan samfelagsborgara. Hetta setir stór krøv til undirvísingar- og almannaverk at hjálpa nýggju samfelagsborgarunum at vinna sær festið á arbeiðsmarknaðinum, læra málið, kenna mentanina og annars læra at klára seg í nýggja landinum.

Tað er ikki viðgjørt, hvat slík tiltøk krevja. Tey verða í fyrstani væl dýrari enn omanfyri umrødda flóttafólkatiltak, men vónandi ein inntøka í longdini.

Kostnaður
Kostnaðurin av at fáa 50 flóttafólk til Føroya og at tryggja teimum eitt nøktandi uppihald her, er sera torførur at meta um. Ein meting er tó gjørd, sum eigur at verða tikin við stórum fyrivarni, er hjáløgd sum fylgiskjal nr. 1. Metingin vísir, at ein má rokna við, at kostnaðurin verður uml. 10-12 mió. kr. í eitt ár.

Hjálp á staðnum
Landsstýrið hevur verið í sambandi við altjóða hjálparfelagsskap, sum í løtuni arbeiðir í grannalondunum hjá Kosovo (Montenegro, Makedonia og Albania). Arbeiðið, sum felagsskapurin saman við øðrum hjálparfelagsskapum fæst við, fevnir um m.a.:

Fyri at lýsa nærri, hvussu hjálpin á staðnum verður fyriskipað, og hvussu nógv tiltøkini kosta, er hjálagt eitt upprit (fylgiskjal nr. 2) gjørt av hjálparfelagsskapinum. M.a. verður mett, at tað kostar einar 24 mió. kr. at seta eina flóttafólkalegu á stovn, sum hýsir 10.000 flóttafólkum, og nakað tað sama at reka hana í eitt ár.

Niðurstøða
Føroya landsstýri ásannar, at Føroyar eiga at verða við í hjálpararbeiðinum á Balkan. Talan er um størsta sorgarleik í Evropu síðani seinna heimsbardaga, har hundraðtúsundtals menniskju eru í svárari neyð. Hjálpin kann skipast á ymiskan hátt. Omanfyri eru lýstir tveir møguleikar: Annar er at fáa flóttafólk hendanvegin, og hin er at hjálpa á staðnum í samstarvi við altjóða hjálparfelagsskap.

Landsstýrið heldur fram við at kanna viðurskiftini so væl sum til ber. Tá lógaruppskotið frá donsku stjórnini - forslag til lov om midlertidig opholdstilladelse til nødstedte fra Kosovo-provinsen í Forbundsrepublikken Jugoslavien (Kosovo-nødloven) - er samtykt í Fólkatinginum, verður lógin politiskt viðgjørd í landsstýrinum. Um mett verður, at lógin eigur at setast í gildi fyri Føroyar, verða neyðugar tillagingar gjørdar, áðrenn lógin verður løgd fyri tingið til støðutakan.