Minstuløn og dagstudning

 

116  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning

§ 1

Í løgtingslóg nr. 112 frá 29. desember 1998 um minstuløn og dagstudning verður gjørd henda broyting:

Í § 2, stk. 1 verður orðingin "Landsstýrismaðurin kann seta nærri reglur um undantak frá regluni í 2. pkt." broytt til: "Landsstýrismaðurin kann seta nærri reglur um undantak frá regluni í 3. pkt."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999.

Almennar viðmerkingar
Undir viðgerðini í løgtinginum av uppskotinum til løgtingslóg um minstuløn og dagstudning er villa komin í, soleiðis at heimildin hjá landsstýrismanninum til at veita undantak frá regluni um at "… Hvør túrur verður roknaður byrjaður, tá farið verður úr føroyskari havn, og endaður, tá komið er aftur í føroyska havn." er dottin burtur og vísir til skeivan setning.

Í gomlu lógini um minstuløn og dagstudning, løgtingslóg nr. 32 frá 27. mars 1992 við seinni broytingum, varð § 4 orðað soleiðis:

"Minstalønin er kr. 12.725,00 um mánaðin ella kr. 424,17 um dagin, hvør túrur roknaður sær. Hvør túrur verður roknaður byrjaður, tá farið verður úr føroyskari havn, og endaður, tá komið er aftur í føroyska havn. Landsstýrismaðurin kann seta nærri reglur um undantak frá regluni í 2. pkt."

Í broytingaruppskotinum frá Vinnunevndini, sum løgtingið samtykti, eru §§ 2, 3 og 4 samanskrivaðar í § 2, ið er soljóðandi:

"Minstalønin er kr. 12.725,00 um mánaðin ella kr. 424,17 um dagin. Minstaløn verður ikki veitt fyri teir dagar, fiskimaður er heima. Hvør túrur verður roknaður byrjaður, tá farið verður úr føroyskari havn, og endaður, tá komið er aftur í føroyska havn. Landsstýrismaðurin kann seta nærri reglur um undantak frá regluni í 2. pkt."

Við samanskrivingini verður nýggi setningurin "Minstaløn verður ikki veitt fyri teir dagar, fiskimaður er heima." 2. punktum. Um Landsstýrismaðurin skal hava somu heimild sum í gomlu lógini, skal "2. pkt." broytast til: "3. pkt.".

Viðmerkingar til einstøku greinarnar
Viðmerking til § 1:
§ 1 gevur landsstýrismanninum heimild til at seta nærri reglur um undantak fyri, hvør túrur verður roknaður byrjaður, tá farið verður úr føroyskari havn, og endaður, tá komið er aftur í føroyska havn.

Viðmerking til § 2: § 2 gevur lógarbroytingini gildi 1. januar 1999, soleiðis at lógarbroytingin hevur gildi fyri tíðina, sum løgtingslóg nr. 112 frá 29. desember 1998 um minstuløn og dagstudning hevur havt gildi.

Umsitingarligar avleiðingar: Við atliti til gomlu lógina, er eingin umsitingarlig broyting.

Fíggjarligar avleiðingar: Við atliti til gomlu lógina, er eingin fíggjarlig avleiðing.

1. viðgerð 11. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskoti samtykt 26-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 14. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 1500-17
Ll. nr. 29/1999 frá 23.04.1999