Noršulandarįšiš

 

115  Skjal - Frįgreišing

Frįgreišing til lųgtingiš

 Frįgreišing til lųgtingiš frį fųroysku limunum ķ Noršurlandarįšnum

Vķsandi til lųgtingslóg um sendinevnd Fųroya til Noršurlandarįšiš § 3 lata fųroysku limirnir herviš lųgtinginum įrligu frįgreišingina um, hvat er fariš fram ķ Noršurlandarįšnum.

Fųroysku limirnir ķ Noršurlandarįšnum hava ķ 1998 bįšir veriš limir ķ Noršurnevndini. Fyrst Marita Petersen og Jųrgen Niclasen og eftir lųgtingsvališ Jógvan viš Keldu og Dan R. Petersen.

Jųrgen Niclasen hevur harumframt veriš limur ķ Handikappolitisk Råd, til hann, eftir at hava tikiš viš sum landsstżrismašur, segši henda sess frį sęr. Jógvan viš Keldu er nś valdur at yvirtaka henda sessin eftir Jųrgen Niclasen.

Marita Petersen og Jųrgen Niclasen hava ķ januar, februar og mars/aprķl 1998 veriš į fundum ķ Noršurnevndini.

Undirritašu, Jógvan viš Keldu og Dan R. Petersen, lata hesa stuttu frįgreišing um virksemi okkara frį tķ degi, vit vóršu valdir ķ Noršurlandarįšiš, tann 19. mai 1998.

Fundirnir, iš veriš hava, har vit hava luttikiš, eru hesir:

Ķ Tórshavn 24.-26. juni 1998
Ķ Åbo (Turku), Finnlandi 10.-12. aug. 1998
Ķ Mariehamn 22.-24. sept. 1998
Ķ Oslo įrsfundur Noršurlandarįšsins 9.-12. nov. 1998
Ķ Helsingfors 9. feb. 1999

Her skal serliga verša tikiš fram, at summarfundirnir hjį Noršurlandarįšnum ķ įr vóru hildnir ķ Fųroyum, og eydnašust teir sera vęl.

Bįšir teir fųroysku limirnir sita, sum omanfyri nevnt, ķ Noršurnevndini. Arbeišiš hjį Noršurnevndini snżr seg fyri taš mesta um menta-, undirvķsingar- og sosialmįl. Ķ hesum sambandi eru mįl sum umhvųrvismįl, samstarv viš baltisku londini o.s.f.r. sjįlvsųgd, og koma mįl sum arbeišiš ķ móti kriminaliteti o.ų. eisini inn ķ hesum sambandi.

Fųroyar er partur av donsku luttakarunum. Ķ hesum sambandi hava vit fųrt fram fyri landsstżrinum, at eitt er, at Fųroyar fįa lut ķ danska partinum, men at danski rķkiskassin eisini rindar fųroyska partin av fķggjarętlan Noršurlandarįšsins, meta vit at vera skeivt.

Hetta eigur ikki bert at verša tikiš upp, men gjųrt nakaš viš.

Noršurnevndin hevur višgjųrt 6 nżggj mįl hetta seinasta įriš, har serliga vķsast kann til uppskotiš frį undirritašu, mįliš 1182/nord "Įtųk til styrking av minstu mįlunum ķ Noršurlondum", har undirtųka frį rįšnum var at ųkja konto 1140 "Stųtte til de nordiske sprognęvner" śr 1.020.000 kr. viš 800.000 kr. til 1,8 mió.kr.

Trupult tykist tó at vera at fįa framt tęr jįttanir, sum Noršurlandarįšiš samtykkir, og ķ sambandi viš nevnda uppskot frį undirritašu er jįttanin soleišis enn ikki komin į rętta staš.

Fundir hava veriš millum NORA - Noršuratlantiska Samstarviš og undirritašu, har talan hevur veriš um, hvat meira kann fįast burtur śr noršurlendska samstarvinum enn nś. Umboš fyri umleiš 20 stovnar og felųg hava veriš viš į hesum fundum.

Taš hevur kanska veriš til įvķsan ampa, at noršurlandarįšslimirnir so ofta skifta, tķ sum ųllum kunnugt, er arbeišiš ķ Noršurlandarįšnum vķšfevnt, og tķ er umrįšandi at varšveita somu limirnar sum longst, tķ tį fęst mest burturśr fyri Fųroyar.

Dan R. Petersen er ķ limur ķ javnašarbólkinum, og tį politisk mįl verša višgjųrd, er hann nįttśrlig atkvųša har, somuleišis sum Jógvan viš Keldu er limir ķ konservativa bólkinum.

Vit meta, at hesir bįšir bólkar eru so mikiš stórir, at eru vit inni ķ hitanum ķ hesum bįšum flokkum, ber til at fįa įvķs arbeiši framd.

Eisini er umrįšandi, at fųroyska sendinevndin hevur fastan skrivara, ikki so at skilja, at hann einki annaš skal gera, men at hann įvķsa tķš varš settur av til hetta arbeišiš, hevši komiš okkum undirritašu vęl viš, tķ arbeišiš er sum nevnt sera vķšfevnt, og taš eru royndir politikarar, vit arbeiša saman viš.

Eisini ętla vit okkum at fįa ķ lag eitt nęrri samstarv millum noršurlandarįšsskrivstovuna ķ Keypmannahavn og okkum, og ķ hesum sambandi ętla vit at fįa ein fundardag ķ Keypmannahavn, har vit fįa eina frįlęru ķ, hvussu mįlini, frį tķ tey koma upp, og tey verša višgjųrd, til tey verša samtykt, sķšani verša framd ķ verki. Ķ hesum sambandi er eisini neyšugt, at rśmari tķš veršur givin skrivara okkara.

Framlagda uppskotiš til samtyktar kann hava fķggjarligar avleišingar, um so er, at lógir skulu setast ķ verk fyri Fųroyar.

Undirritašu meta, at umrįšandi er, at vit eru viš til at vera ein gjaldandi partur og ikki bara eru viš ķ kjalarvųrrinum. Umrįšandi er, at tęr lógir, iš verša samtyktar fyri ųll noršurlond, eisini kunnu verša galdandi fyri Fųroyar, men skulu sjįlvandi samtykkjast į Fųroya lųgtingi.

Taš er eingin ivi ķ, at Fųroyar kunnu fįa meira burtur śr noršurlendska samstarvinum į so mangan hįtt. – Hetta veršur taš, vit ķ samrįš viš flokkar okkara og sambandiš millum skrivara okkara og rįšsskrivstovuna ķ Keypmannahavn fara at gera meira viš.

Eisini var ynskiligt, at tęttari samstarv var ķ millum okkum bįšar noršurlandarįšslimirnar og tey landsstżrisumboš, iš mųta ķ Rįšharrarįšnum.

Virksemiš hjį Noršurlandarįšnum ķ 1998 er meira nįgreiniliga lżst ķ tķ rapporti, sum formansskapurin ķ Noršurlandarįšnum gevur śt.

Arbeišiš ķ 1999 er lżst ķ višlųgdu virkisskrį fyri Noršurnevndina. 

Į Fųroya lųgtingi, 4. mars 1999 

Jógvan viš Keldu     Dan Reinert Petersen