Ítróttarvedding

 

112  Uppskot til  løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.

Kapittul 1
Um Sp/f Ítróttarvedding

§ 1. Landsstýrið stovnsetir saman við Ítróttarsambandi Føroya og Føroya Ungdómsráð eitt smápartafelag, Sp/f Ítróttarvedding, sum hevur til endamáls at fyriskipa veddingar og talspøl, serliga í sambandi við ítróttarkappingar.

§ 2. Partapeningurin skal verða minst kr. 100.000,-. Av samlaða partapeninginum teknar landsstýrið 20%, Ítróttarsambandið Føroya kr. 50% og Føroya Ungdómsráð 30%.

§ 3. Reglurnar í smápartafelagslógini eru galdandi fyri smápartafelagið í øllum viðurskiftum felagsins við hesum undantøkum:

  1. Felagið skal verða stjórnað av eini 5- ella 7-mannanevnd, ið skipar seg sjálv.
  2. Samtykt felagsins ella broyting í samtykt felagsins skal vera góðkend av landsstýrinum, áðrenn hon fær gildi.
  3. Samsýningar til nevndarlimir og lønir til stjóra og starvsfólk skulu góðkennast av landsstýrinum.
  4. Avlop felagsins skal býtast sbr. reglunum í § 9.
  5. Landsstýrið hevur til eina og hvørja tíð heimild til at krevja allar upplýsingar og øll skjøl frá Sp/f Ítróttarvedding.

Kapittul 2
Um spøl felagsins

§ 4. Landsstýrinum verður heimilað at geva Sp/f Ítróttarvedding loyvi til at skipa fyri veddingum og talspølum.
Stk. 2. Loyvi verður veitt undir hesum treytum:

  1. Av peninginum, sum spælt verður fyri, skulu 50% nýtast sum vinningur til vinnarar.
  2. Loyvið er bert galdandi fyri í mesta lagi 5 ár frá loyvisdegnum.
  3. Í loyvinum skal neyvt vera tilskilað, hvørji spøl loyvi verður veitt til.

Stk. 3. Landsstýrinum er harumframt heimilað at seta aðrar treytir fyri loyvinum.

§ 5. Sp/f Ítróttarvedding kann við góðkenning landsstýrisins áseta nærri treytir fyri tey í § 4 nevndu spøl, eitt nú um framleiðslu av úrslitum, ið eru neyðug vegna avlýsing ella útseting av kappingum.

§ 6. Sp/f Ítróttarvedding kann gera avtalu við veddingarfelag í einum av norðurlondunum um, at spøl hjá hesum felagnum verða boðin út í Føroyum undir hesum treytum:

  1. Góðkenning landsstýrisins krevst til søluna.
  2. Veddingarfelagið skal vera undir almennum eftirliti í viðkomandi norðurlandi.
  3. Avtalan kann í mesta lagi vera galdandi fyri tað tíðarskeið, loyvið hjá Sp/f Ítróttarvedding er galdandi sbr. § 4, stk. 2, 2)

Stk. 2. Í slíkum førum eru reglurnar fyri, hvussu stórur partur av peninginum, sum veddað verður fyri, skal nýtast sum vinningur til vinnarar, og treytirnar annars sbr. § 4 og § 5 ikki galdandi, men fylgja teim vanligu reglunum í tí landi, avtalan er gjørd við. Fyri tey spøl, sum sambært sáttmála millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste (DT), eru sett á stovn í Føroyum, verða reglurnar í ríkislóg "om visse spil, lotterier og væddemål" nýttar.

§ 7. Landsstýrið skipar fyri neyðugum eftirliti við virkseminum og roknskapinum hjá Sp/f Ítróttarvedding sbr. § 4, stk. 1.
Stk. 2. Í førum, har P/f Ítróttarvedding avhendar rættindi síni til veddingarfelag í einum av hinum norðurlondunum sbr. § 6, stk. 1, samstarvar eftirlitið við eftirlitini í hinum norðurlondunum.
Stk. 3. Eftirlitsmyndugleikin kann krevja tær upplýsingar, ið neyðgar eru til tess at kunna útinna eftirlitið.

§ 8. Verður brot framt á ásetingarnar í hesi lóg, ella á reglur ella treytir, settar sambært lógini, kann eftirlitsmyndugleikin áleggja nevndini, stjóra ella grannskoðara at fáa viðurskiftini í samsvar við galdandi reglur og treytir.
Stk. 2. Um so er, at álvarslig brot, ella brot upp í saman, verða gjørd á hesa løgtingslóg, ella fyriskipanir ella treytir, givnar sbr. lógini, kann loyvi sbr. § 4 takast aftur av landsstýrinum.

Kapittul 3
Um avlop felagsins

§ 9. Árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttarvedding verður, aftaná avsetingar til fyrisiting, innan 3 mánaðir eftir roknskaparárslok býtt soleiðis:
60% verða nýtt til ítróttarendamál hjá ÍSF
20% til barna- og ungdómsendamál hjá F.U.R  og
20 % at stuðla ymiskum barna- og ungdómsarbeiði.
Stk. 2. Nevndin fyri Sp/f P/f Ítróttarvedding tekur avgerð um, hvussu peningurin verður býttur.
Stk. 3. Peningur, ið er nýttur sambært stk. 1, kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni hjá Sp/f Ítróttarvedding.

§ 10. Sp/f Ítróttarvedding skal árliga lata landsstýrinum grannskoðaðan roknskap viðvíkjandi tí peningi, sum eftir § 11 er latin felagnum. Til nýtslu hjá Landsgrannskoðaranum og Rigrevisionen kann landsstýrið krevja annað rokskapartilfar til neyvari roknskapargjøgnumgongd.

Kapittul 4
Ymsar fyriskipanir

§ 11. Peningurin, sum tilkemur heimastýrinum at býta til almannagagnlig endamál sbr. § 6 A og § 6 I í ríkislóg "om visse spil, lotterier og væddemål", verður latin Sp/f Ítróttarvedding.

§ 12. Fyriskipan av óheimilaðum spølum, sum fevnd eru av hesi lóg, og fyriskipan, sum millummaður við løn fyri luttøku í útlendskum spølum, sum ikki hevur heimild í § 6, verður revsað við sekt, hefti ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Tann, ið tekur lut í ólógligum ella ólógliga fyriskipaðum spølum eftir stk. 1, verður sektaður.

§ 13. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1983 um ítróttarvedding, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 29. desember 1998.

Viðmerkingar
Verandi lógagrundarlag.
Løgtingslóg nr. 50 frá 20 mai 1983, sum broytt við
løgtingslóg nr. 69 frá 13. mai 1992
løgtingslóg nr. 78 frá 23 mai 1997
løgtingslóg nr. 89 frá 29. desember 1998.

Eftir lógini skal landsstýrið geva loyvi til vedding í sambandi við ítóttarkappingar. Landsstýrið kann eisini geva loyvi til talspæl og góðkenna, at veddingin samstarvar við aðrar norðurlenskar veddingar. § 1, stk. 1, í galdandi lóg.

Loyvishavarin kann við góðkenning landsstýrisins áseta reglur um veddingina og talspælið og um framleiðslu av úrslitum, sum eru neyðug vegna avlýsing ella útseting av kappingum. § 1, stk 2.

Loyvi kann bert verða givið einum smápartafelag fyri 5 ár í senn. § 2, stk 1.
Reglurnar í smápartafelagslógini eru galdandi fyri felagið, um ikki annað er ásett í lógini. § 2, stk. 2.

Landsstýrið skal góðkenna viðtøkurnar og broytingar í viðtøkunum. § 2, stk. 3.

Landsstýrið hevur eftir lógini heimild til, saman við Í.S.F. og Føroya Ungdómsráð (F.U.R.), at seta pening í smápartafelag at skipa fyri ítróttarvedding v.m. Partapeningurin skal vera minst 100.000 kr. Av innskotspeninginum skal landsstýrið tekna 20%, Í.S.F. 50% og F.U.R. 30%. § 3.

Av peinginum, veddað verður fyri, skulu 50% vera vinningur til vinnarar. § 4.

Av yvirskotinum skulu 60% nýtast til ítróttarendamál hjá Í.S.F., 20% til barna- og ungdómsendamál hjá F.U.R og 20% til studning av ymsum barna- og ungdómsarbeiði. § 6.

Í 1997 varð avtala gjørd millum Sp/f Ítróttarvedding og DT um at bjóða spølini hjá DT út í Føroyum. Landsstýrið góðkendi avtaluna. Avtalað varð, at føroyingar skuldu fáa ein part av veddingarpengunum, men áðrenn hetta var neyðugt, at danska veddingarlógin varð broytt.

Við lóg nr. 438 frá 26. juni 1998 varð danska veddingarlógin broytt. Lógin ásetir, at Føroyar fáa 0,5% av yvirskotinum hjá DT. Parturin til Føroyar er ásettur sum lutfallið millum umsetningin hjá DT í Føroyum og samlaða umsetningin hjá DT. Mett verður, at hetta árliga svarar til eina upphædd uppá uml. 6,5 mió. kr. Føroyar fáa lut í veddingarpengunum frá 1. juli 1998 at rokna.

Í lógini er ásett, at peningurin verður rindaður heimastýrinum at nýta til almannagagnlig endamál, at heimastýrið ásetir nærri reglur um roknskapir og grannskoðan av nýtsluni av peninginum, sum eftir lógini er latin privatum feløgum at umsita, og at heimastyrið, til nýtslu fyri nærri roknskapargjøgnumgongd, kann krevja annað roknskapartilfar.

Ríkismyndugleikarnir hava ynskt, at lógin verður sett í gildi í Føroyum.

Økið, spøl v.m., er yvirtikið sum sermál, og tað hóskar tí ikki væl saman við tí málsbýti millum ríkismyndugleikar og heimastýri, sum er fyriskipað í heimastýrislógini, at seta eina ríkislóg í gildi á einum øki, sum er yvirtikið. Hetta hevur landsstýrið boðað rikismyndugleikunum frá og hevur skotið upp, at neyðugar reglur verða settar í løgtingslóg í staðin fyri at seta ríkislógina í gildi í Føroyum. Landsstýrð hevur sent ríkismyndugleikunum uppskotið til løgtingslóg, men enn er einki svar komið haðani.

Veddingarpeningurin, sum verður rindaður landskassanum, skal eftir hesum uppskotinum latast Sp/f Ítróttarvedding. Tí er neyðugt, at landsstýrið fær eykajáttan frá løgtinginum, áðrenn landsstýrið kann lata Sp/f Ítróttarvedding peningin. Harumframt er neyðugt at fáa greiði á, hvørja støðu ríkismyndugleikarnir hava til uppskotið hjá landsstýrinum.

Upplýsast skal, at 3,3 mió. kr eru rindaðar landkassanum av veddingarpengunum.

Uppskotið er sent til ummælis hjá Sp/f Ítóttarvedding, Skattamálaráðnum og til kunningar til Forsætismálaráðið.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar
Til § 1.
Ásetingarnar í greinini í upskotinum heimila landsstýrinum saman við Ì.S.F. og Føroya Ungdómsráð at stovnseta eitt smápartafelag. Ásett verður, hvat virksemið hjá smápartafelagnum kann fevna um: At fyriskipa spøl, vedding, eydnuspøl og veddingar, serliga í sambandi við ítróttarkappingar.  

Ásetingarnar í uppskotinum svara til ásetingarnar í verandi lóg, sí omanfyri, tó soleiðis, at Sp/f Ítróttarvedding, umframt vedding og talspæl, eisini kann skipa fyri øðrum spølum, eydnuspølum.

Smápartafelagið er stovnsett.

Til § 2.
Í hesi greinini í uppskotinum verða ásett krøv til partapeningin í felagnum, og býtið av honum ímillum partaeigararnar í felagnum ásett.

Partapeningurin skal ikki vera minni, men kann vera størri, enn kr. 100. 000,-, og eru hetta somu ásetingar sum í verandi lóg.

Býtið av partapeninginum ímillum partaeigararnar er eisini tað sama sum eftir verandi lóg, ávikavist Í.S.F. 50%, F.U.R. 30% og landsstýrið 20%.

Til § 3.
Greinin í uppskotinum ásetir tær stýrisskipanarligu reglurnar fyri Sp/f Ítróttarvedding og ásetir, at tað eru reglurnar í smápartafelagslógini, ið skulu galda, við teimum undantøkum, ið nevnd eru í greinini.

Ásetingarnar í uppskotinum um tær stýrisskipanarligu reglurnar fyri felagið svara til tær í verandi lóg, tó soleiðis, at í uppskotinum er ásett, at felagið hevur skyldu at lata landsstýrinum upplýsingar.

Til § 4.
Eftir ásetingunum í uppskotinum skal Sp/f Ítróttarvedding hava loyvi frá landsstýrinum til tey spøl, ið felagið skipar fyri, og ásett verður, undir hvørjum treytum loyvi kann verða veitt. Ásett verður, at umframt tær í lógini nærri tilskilaðu treytir, sum skulu setast, kann landsstýrið eisini seta aðrar treytir.

Til § 5.
Ásetingar í uppskotinum um, at landsstýrið skal góðkenna treytir, sum Sp/f Ítróttavedding setir fyri spølunum, eru tær somu sum í verandi lóg.

Til § 6.
Í uppskotinum til ásetingar er heimild til, at Sp/f Ítróttarvedding, við góðkenning frá landsstýrismanninum, og undir nærri í lógini tilskilaðum treytum, kann gera avtalu við veddingarfeløg í hinum norðurlondunum um, at spøl hjá hesum feløgunum verða boðin út í Føroyum.

Bert spøl, sum Sp/f Ítróttarvedding eftir § 1 í uppskotinum kann skipa fyri, kunnu eftir § 6 í uppskotinum verða boðin út í Føroyum eftir avtalu millum Sp/f Ítróttarvedding og eitt annað norðurlendskt felag.

Heimild er í slíkum førum at víkja frá ásetingunum í lógini um, hvussu stórur partur skal nýtast til vinningar til vinnarar, og frá treytum fyri loyvinum til Sp/f, sum landsstýrismaðurin hevur sett eftir § 4, stk. 3 í lógini, ella treytum fyri spølunum, sum Sp/f Ítróttarvedding, við landsstýrisins góðkenning hevur sett smbrt. § 5 í uppskotinum. Um hesi viðurskiftini verða í staðin reglurnar í viðkomandi norðurlandi galdandi, og fyri spøl, sum Dansk Tipstjeneste bjóðar út í Føroyum, verða reglurnar í ríkislóg "om visse spil, lotterier og væddemål" nýttar.

Avtala er gjørd millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste, og er hon góðkend av landsstýrinum.

Til § 7 og § 8.
Ásett verður í uppskotinum, at landsstýrismaðurin skal skipa fyri neyðugum eftirliti við virkseminum og roknskapinum hjá Sp/f Ítróttarvedding, og at eftirlitið fær neyðugar heimildir at útinna eftirlitið.

Til § 9.
Eftir uppskotinum skal yvirskotið hjá Sp/f Ítróttarvedding, heruppií peningur, sum er latin felagnum eftir § 11 í uppskotinum, nýtast til tey í greinini tilskilaðu endamál, og nevndin fyri felagið tekur avgerð um, hvussu peningurin verður býttur.

Til § 10.
Felagið skal á hvøjum ári lata  landsstýrismanninum grannskoðaðan roknskap. Um Sp/f Ítróttarvedding hevur annað virksemi enn tað, sum stendst av spølunum hjá DT í Føroyum, skal felagið hava serligan roknskap viðvíkjandi tí peningi, sum latin er felagnum eftir § 11.

Til § 11.
Eftir uppskotinum verður heimilað landsstýrismanninum at lata Sp/f Ítróttavedding partin, sum Føroyar fáa av yvirskotinum hjá DT. Sum nevnt undir almennu viðmerkingunum, krevst eykajáttan frá løgtinginum til hetta.

Til § 12.
Fyriskipan av óheimilaðum spølum, sum lógin fevnir um, verður revsað við bót, hefti ella fongsul í upp til 6 mánaðir.

Til § 13.
Reglurnar fáa gildi dagin eftir, at tær eru kungjørdar

1. viðgerð 12. mars 1999. Málið beint í rættarnevndina, sum 25. mars 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 5. mars 1999, og eftir 1. viðgerð tann 12. mars 1999 er tað beint rættarnevndini.

Uppskotið er ein avleiðing av støðutakan nevndarinnar í løgtingsmáli nr. 56/1998, har landsstýrið skeyt upp ávísar broytingar í galdandi veddingarlóg, men har rættarnevndin bert mælti til at samtykkja tær bráðneyðugu broytingarnar, men annars leggja uppskot fyri tingið um nýggja veddingarlóg.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 18. og 22. mars 1999.

Nevndin hevur bert smærri broytingaruppskot til uppskotið.

Sp/f Ítróttarvedding er stovnsett, og tí verður skotin upp ein øðrvísi orðing av § 1. Í § 2 verður mælt til broyting, tí at Skráseting Føroya altíð brúkar heitið "innskotspening" um partapeningin í einum smápartafelag". Nevndin hevur broytingaruppskot til § 9. Nevndin heldur, at tað skal verða leiðslan í ÍSF sum skal gera av, hvussu teirra partur av peninginum skal nýtast, og ikki leiðslan í Sp/f Ítróttarvedding soleiðis, sum landsstýrið skjýtur upp. Sama er við FUR. Nevndin heldur ikki, at tað er rætt, at nevndin í Sp/f Ítróttarvedding ger av, hvussu tey 20 %'ini til barna- og ungdómsarbeiði skulu nýtast, men mælir til, at hesum tekur landsstýrismaðurin sær av.

Peningurin, sum latin verður sbr. § 9, kann eftir uppskoti landsstýrisins nýtast frítt. Nevndin heldur, at tað eigur at verða ásett sum treyt, at hann verður nýttur til almannagagnlig endamál innan fyri virksemi hjá feløgunum. Í øðrum londum hava verið óhepnar royndir, har peningur av feløgum hevur verður nýttur til endamál, sum als ikki kunnu sigast at vera almannagagnlig.

Nevndin heldur, at eftirlitsheimildin hjá landsstýrinum við peningi, sum latin verður sbr. § 9, eigur at vera rættiliga sterk, og skjýtur tí upp øðrvísi orðing av hesi grein.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 1 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 1. Sp/f Ítróttarvedding er stovnsett av landsstýrinum, Ítróttarsambandi Føroya og Føroya Ungdómsráð og hevur til endamáls at fyriskipa veddingar og talspøl, serliga í sambandi við ítróttarkappingar."

  3. Í § 2 verður "kr." framman fyri "50 %" strikað. Og í staðin fyri "Partapeningurin" verður sett "Innskotspeningurin" og í staðin fyri "partapeninginum" verður sett "innskotspeninginum".
  4. § 9 verður orðað soleiðis:
  5. "§ 9. Árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttarvedding verður, aftaná avsetingar til fyrisiting, innan 3 mánaðir eftir roknskaparárslok býtt soleiðis til hesi feløg og stovnar at nýta til almannagagnlig endamál:
    60% verða nýtt til ítróttarendamál hjá ÍSF
    20% til barna- og ungdómsendamál hjá F.U.R og
    20 % verða latin landsstýrismanninum í skúla- og mentamálum at stuðla ymiskum barna- og ungdómsarbeiði.
    Stk. 2. Sp/f Ítróttarvedding kann draga frá í skattskyldugu inntøkuni tað, ið útbýtt verður sambært 1. stk."

  6. § 10 verður orðað soleiðis:
    "§ 10. Landsgrannskoðarin, og ríkisgrannskoðarin hava eftirlit við, at tann í § 9 nevndi peningur verður brúktur almannagagnliga, og hava teir í starvi sínum neyðuga lógaheimild at fáa hendur á øllum skjølum fyri at útinna hetta eftirlit.
    Stk. 2. Um so er, at landsgrannskoðarin ella ríkisgrannskoðarin vísa á, at peningur sbr. stk. 1 ikki er nýttur til almannagagnlig endamál, hevur landsstýrismaðurin heimild til við kunngerð at áseta, at tann peningur, sum eftir § 9 skal býtast av Ítróttarsambandi Føroya og Føroya Ungdómsráð, í staðin verður útbýttur av landsstýrismanninum"

2. viðgerð 8. apríl 1999. Broytingaruppskot frá rættarnevndini samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr.  663-1/90
L.l. nr. 34/1999 frá 23.04.1999