Jarðarbrúk

 

109  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. Tikið aftur

Ár 1999, 5. mars, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna Finnboga Arge, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme"

§ 1

Í lóg nr. 174 frá 24. mai 1937 "for Færøerne om Jordbrugets Fremme", sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 160 frá 19. desember 1997, verður gjørd henda broyting:
Aftaná § 50 verður sett:
"§ 50 a. Jarðarráðið kann, eftir umsókn, eftirgeva skuld ella part av skuld til Føroya Jarðargrunn, um

  1. skuldarin prógvar, at hann ikki er førur fyri og innan tey næstu árini eingi útlit hevur fyri at kunna lúka sínar gjaldskyldur, og
  2. viðurskiftini hjá skuldaranum og umstøðurnar annars tala fyri hesum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um eftirgevan av skuld ella parti av skuld sambært § 1, herundir reglur um krøv til skjalprógv."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. september 1999.

Almennar viðmerkingar
Útbygging av landbúnaðinum seinastu 25 árini sambært játtanum og lániheimildum frá løgtinginum hevur givið rúmar ræsur fyri útbygging innan landbúnaðin.

Staðfest er, at ein partur av lántakarunum hjá Jarðargrunninum ikki eru førir fyri at rinda lán síni aftur. Skuldarbyrðan hjá nøkrum av teimum undir bólki II nevndu niðanfyri er vorðin so mikið stór, at landsstýrismaðurin ikki metir seg kunna bíða við at seta tiltøk í verk, skulu virðir hjá Føroya Jarðargrunni ikki fara fyri skeyti.

Føroya Jarðarráð hevur í høvuðsheitum veitt lán til tveir bólkar av skuldarum:

Bólkur I: Privatir, bøndur og ognarmenn, Mjólkarvirki Búnaðarmanna og hagapartar.

Bólkur II: Kongsbøndur.

Bólkur I kemur undir vanligar reglur fyri lánveitara og lántakara, har galdandi er, at um lántakari ikki klárar skyldur sínar, verður skuldin latin til innheintingar við møguligari tvingsilssølu sum fylgju.

Tá tað snýr seg um Bólk II, er støðan ein onnur, tí sereyðkennið hjá kongsbóndum er, at teir ikki eru formligir eigarar av tí, sum lán eru veitt til. Føroya Jarðarráð stendur sum eigari og Jarðargrunnurin sum lánsveitari, meðan bóndin er skuldari, og hóast lánið, t.d. eitt fjóslán, verður fult afturgoldið, stendur ráðið framvegis sum eigari av fjósinum, sum hoyrir til festið hjá bóndanum.

Bólkur II er sostatt í einari aðrari støðu enn aðrir vinnurekandi, tí teir eiga ikki jørðina og bygningarnar, tvs. framleiðslutólini. Kongsbøndurnir eru tí eisini í einari aðrari støðu viðvíkjandi skattligum avskrivingum o.ø.

Av somu orsøk hevur Jarðargrunnurin ikki møguleika fyri at heinta inn eftirstøður av lánum soleiðis, sum lánistovnar vanliga hava mótvegis vinnurekandi, ið sjálvir eiga framleiðslutólini.

Jarðarráðið hevur fyrst í 90’unum, vísandi til stóru skuldarbyrðuna hjá bóndum, ið tá var uml. 46 mió. kr., heitt á Føroya landsstýri um at seta tiltøk í verk, og geva Jarðarráðnum heimild at umleggja skuld til grunnin. Í 1993 setti Føroya landsstýri eina nevnd at gera tilmæli um framtíðar landbúnaðarvinnu í Føroyum, herundir gera uppskot til broyting í jarðarlógini, so at Føroya Jarðargrunnur verður skildur burtur úr gomlu lógini frá 1937.

Álitið og uppskot til lóg um landsjørð varð handað undanfarna landsstýrismanni í landbúnaðarmálum í juni 1997. Undanfarni landsstýrismaður legðið álitið/lógaruppskotið fram á landsstýrisfundi, men tóktist mótstøðan at vera so mikið stór, at málið varð ikki lagt fyri Føroya løgting.

Sitandi landsstýrismaður hevur lisið álitið, men metir ikki undirtøku vera fyri at leggja uppskotið fyri løgtingið.

Í galdandi lóg "Lov om Jordbrugets Fremme" frá 1937, er heimild ikki fyri at eftirgeva skuld. Um skuldarbyrðan hjá bóndunum skal greiðast, krevst ítøkilig heimild í lógini frá 1937.

Tá skuldarbyrðan hjá fleiri bóndum (Bólkur II) nú er vorðin so mikið stór, at útlit ikki tykjast vera fyri, at viðkomandi kunnu lúka gjaldsskyldur sínar, hevur landsstýrismaðurin gjørt av at leggja lógaruppskot fyri tingið um eftirgeving av skuld til Føroya Jarðargrunn.

Lógaruppskotið hevur ikki við sær eykað útreiðslur fyri landskassan.

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar
§ 1:
Eftir hesi lóg er fortreytin fyri eftirgeving, at umsøkjari/skuldari ikki er førur fyri, og eingi útlit eru fyri, at skuldarin kann uppfylla sínar gjaldsskyldur. Við øðrum orðum skal vera misjavni millum gjaldsevnini hjá skuldaranum og skuldina, sum viðkomandi hevur til Føroya Jarðargrunn.

Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur fyri eftirgeving ella partvísari eftirgeving av skuld til Føroya Jarðargrunn.

1. viðgerð 16. mars 1999. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit  

Málið er lagt fram av landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum Finnboga Arge 6. mars 1999 og eftir 1. viðgerð 16. mars 1999 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 29., 30. og 31. mars og 7. og 12. apríl 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í landbúnaðarmálum, Finnboga Arge, og Bóndafelagið.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal P. í Grund) førir fram, at tá hetta mál snýr seg um at eftirgeva skuld og harvið er ógvuliga prinsipielt og viðbrekið, so verður mett, at málið eigur at fáa eina neyvari viðgerð, soleiðis at tingið fær vissu fyri, at áðrenn heimild verður givin at eftirgeva skuld, skal løgtingið fáa størri trygd fyri, at hetta verður gjørt á skynsamasta hátt.

Landstýrismaðurin hevur boðað frá, at í heyst verður orðaskifti um langtíðarætlan viðvíkjandi komandi landbúnaðarpolitikkinum, og tá kemur náttúrliga eitt so týdningarmikið mál sum hetta at eiga sín stóra lut í orðaskiftinum, sum aftur kann ávirka málið í samsvari við tingsins vilja.

Somuleiðis vísir meirilutin á landbúnaðarálitið, sum landsstýrið fekk í 1997, og sum saman við brævi og upplýsandi tilfari frá Bóndafelag Føroya, dagfest 18. februar 1999, fer at verða gott ískoyti til hetta orðaskiftið.

Meirilutin vísir somuleiðis á løgtingsmál nr. 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð, sum er endaliga samtykt við 3. viðgerð. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999, og kann landsstýrismaðurin tá velja nýtt jarðarráð, sum sambært lógini skal hava serligan førleika at viðgera m.a. eftirgeving av skuld. Meirilutin heldur tí, at rímiligt hevði verið, at hetta nýggja jarðarráð verður við í tilevningini av uppskoti til kunngerð og reglur um eftirgeving av skuld, so tann ivi, sum var um hetta mál undir 1. viðgerð fæst av vegnum.

Meirilutin mælir tí frá at samtykkja uppskotið, men heitir á landsstýrismannin um at leggja málið fram aftur í næstu tingsetu, tá nýggja jarðarráðið hevur havt høvi at gera sínar tilráðingar. Mælt verður til, at reglurnar um eftirgevingin av skuld eru neyvt orðaðar, og at miðað verður eftir, at lógin kann koma í gildi 1. januar 2000.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur ikki undir við, at Føroya jarðarráð, eftir nærri reglum frá landsstýrismanninum fær heimild til eftir umsókn, at eftirgeva skuld ella part av skuld til Føroya jarðargrunn undir núverandi umstøðum.

Í 1993 setti Føroya landsstýri nevnd at gera uppskot til landsstýrið viðvíkjandi framtíðar landbúnaðarvinnu í Føroyum. Í 1997 læt nevndin landsstýrinum eitt álit um nýggjan bygnað í fyrisitingini av landsjørðini. Mælt verður tí til, at heimildin til eftirgeving av skuld til Føroya jarðargrunn verður útsett, til ein greiðari orðing um framtíðarætlanir fyri føroyska landbúnaðin fyriliggur, og sum Føroya løgting kann taka støðu til.

Á tingfundi 20. apríl 1999. Løgmaður tók, vegna landsstýrismannin í vinnumálum, uppskotið aftur. Málið avgreitt.

J.nr. 691-8/99