Landsjørð

 

108  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna Finnboga Arge, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

§ 1

Í løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 29. mars 1996, verður gjørd henda broyting:
§ 3, stk. 1, verður orðað soleiðis:
"Í Jarðarráðnum eru 5 limir og varalimir, sum verða valdir av landsstýrismanninum. Jarðarráðið skal vera mannað við limum, ið hava útbúgving og hollan fakligan førleika innan búskap, løgfrøði, landbúnað og kunnleika til vinnuligt virksemi sum heild."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999. 

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevur ætlanir um at víðka starvsøki Jarðarráðsins og í aðrari lóg heimila Jarðarráðnum at eftirgeva skuld til Føroya Jarðargrunn.

Føroya Jarðarráð tekur fyrisitingarligar avgerðir í festimálum og umsitur almennu jørðina. Harumframt tekur Jarðarráðið støðu til leigu og sølu av almennari jørð. Umframt at umsita Føroya Jarðargrunn og viðgera umsóknir um fíggjarligan stuðul úr grunninum umsitur ráðið eisini studningsskipan, sum landsstýrið hevur lagt til ráðið.

Tá landsstýrismaðurin, sum omanfyri nevnt, hevur í umbúna at áleggja ráðnum fleiri uppgávur og soleiðis víðka starvsøki ráðsins til eisini at umfata viðgerð av umsókn um eftirgeving av skuld til Føroya Jarðargrunn, verður neyðugt at tryggja, at ráðið hevur hollan fakligan førleika innan nevndu øki til at átaka sær hesa nýggju uppgávu.

Lógaruppskotið hevur ikki við sær eykað útreiðslur fyri landskassan.

Viðmerkingar til einstøku greinirnar
Ad § 1:
Ásett verður, at ráðið skal hava hollan fakligan førleika innan búskap, løgfrøði, landbúnað og kunnleika til vinnuligt virksemi sum heild. Tá ætlanin er í aðrari lóg at heimila ráðnum at eftirgeva skuld til Føroya Jarðargrunn og harvið víðka um starvs- og ábyrgdarøkið hjá ráðnum, verður tað mett neyðugt at tryggja, at ráðið hevur hollan fakligan førleika innan nevndu øki til at átaka sær hesa nýggju uppgávu.

Ad. § 2: Lógin kemur í gildi 1. august 1999, tá starvstíðin hjá sitandi Jarðarráði, sum varð valt í september 1995, er um at vera úti.

1. viðgerð 16. mars 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 6. mars 1999 og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 1999 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 24. og 30. mars 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Bóndafelag Føroya og Jarðarráðið.

Nevndin hevur fingið skriv frá Bóndafelag Føroya við viðmerkingum til uppskotið.

Bóndafelagið tekur undir við uppskotinum, men ynskir at sleppa at velja tveir limir ella í øllum førum at innstilla tveir limir til ráðið.

Umboðini fyri Jarðarráðið høvdu einki ímóti uppskotinum, men teir hildu tó, at Jarðarráðið, sum nú er, er bæði fjølbroytt og kvalifiserað.

Umboðini fyri Jarðarráðið høvdu einki ímóti, at nakrir av limunum í Jarðarráðnum møguliga kundu verið valdir ella innstillaðir frá øðrum enn landsstýrinum.

Vinnunevndin skilir tey sjónarmið, sum Bóndafelag Føroya hevur ført fram um týdningin av einum tøttum tilknýti og góðum samstarvi við vinnuna, men heldur ikki at broytingar eiga at verða gjørdar í uppskotinum, við tað at tað er landsstýrismaðurin, sum eigur at hava fulla myndugleikan og fullu ábyrgdina á økinum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men skjýtur upp, at uppskot landsstýrisins verður samtykt við niðanfyristandandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

  1. Í § 1 verða orðini "og varalimir" strikað.

Viðmerkingar:
Tá lógaruppskotið varð orðað, hevur man yvirsæð eina áseting í § 3, stk. 3, sum sigur, at tiltaksmaður verður valdur fyri hvønn limin.

2. viðgerð 9. apríl 1999. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 26-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-1-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 691-8/99
L.l. nr. 39/1999 frá 23.04.1999