HH-útbúgvingar

 

107  Uppskot til  løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna Signar á Brúnni, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)

Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri hægri handilspróvtøku og hava eftirlit við henni.

§ 2. Útbúgvingin til hægri handilspróvtøku verður skipað sum eitt støðisár við eini 2 ára framhaldandi útbúgving afturat.
Stk. 2. Í støðisárinum verður undirvísingin framd eftir lóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.
Stk. 3. Hægri handilspróvtøka er ein yrkisgymnasial útbúgving, ið bæði veitir næminginum støði undir hægri framhaldslestri, og sum eisini gevur næminginum betri møguleika at starvast í privatari/almennari vinnu. Útbúgvingin skal sum heild miða ímóti at geva næminginum persónligar, samfelagsligar, búskaparligar, fyrisitingarligar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningatøkniligar og tænastuligar førleikar, og við serligum støði í føroyskum máli og mentan skal hægri handilspróvtøka leggja serligan dent á, at næmingurin skilir vinnulívskorini og korini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og altjóða høpi.

§ 3. Hægri handilspróvtøka kann skipast sum sjálvlestur, stakgreinalestur og sum eitt 1 ára skeið. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hesi viðurskifti.

§ 4. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.

Kapittul 2
Upptøka

§ 5. Næmingur, sum hevur staðið støðisárið innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, ella sum hevur samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn verða tikin upp til ta 2 ára framhaldandi útbúgvingina til hægri handilspróvtøku, sbr. § 2, stk. 1, um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Sum treyt fyri upptøku kann upptøkuskúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinir á ávísum lærugreinastigi ella ávísa eykaundirvísing.

§ 6. Somu treytir, sum eru ásettar í § 5, stk. 1 og 2, verða settar næmingi, sum verður tikin upp eftir § 3.

§ 7. Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skikkaðir næmingar, sbr. § 5, stk. 1, verða tiknir upp í útbúgvingina, og ásetir nærri reglur um hetta.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um upptøku og upptøkukrøv og um treytir fyri upptøku av næmingum, sum ikki lúka treytirnar í § 5, stk. 1 ella 2.

§ 8. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, hann ynskir, treytað av at skúlin hevur rúmd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um upptøkusamstarv millum miðnámsskúlar um býti av næmingum.

Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini

§ 9. Hægri handilspróvtøka fevnir um lærugreinir úr eini handilsgymnasialari lærugreinarøð, sum landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, herímillum um innihaldið í lærugreinunum, og um hvar í útbúgvingini, lærugreinirnar koma fyri, og við hvørjum pultstímatali um árið, og um møguligar lærugreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum.
Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at umleið tveir triðingar av undirvísingini eru kravdar lærugreinir úr tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini, og ein triðingur er vallærugreinir.
Stk. 3. Lærugreinirnar í tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini eru skipaðar í fleiri stigum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kravdar lærugreinir og vallærugreinir til eina samlaða hægri handilspróvtøku, tó skal næmingurin í minsta lagi hava tvær vallærugreinir á hægsta stigi (A-stigi).

§ 10. Næmingi við serligum fakligum tørvi kann verða bjóðað avmarkaða stuðulsundirvísing.
Stk. 2. Næmingur við breki kann fáa serliga undirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini í skúlanum í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.

Kapittul 4
Próvtøka

§ 11. Undirvísingin til hægri handilspróvtøku endar við próvtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri hægri handilspróvtøku, herímillum um krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl, ársmet og eftirmeting.

Kapittul 5
Námsfrøðilig leiðsla

§ 12. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av námsfrøðiliga virksemi skúlans.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum á skúlanum.
Stk. 3. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum, herímillum um upptøku av næmingum.
Stk. 4. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar prógv.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.

Kapittul 6
Lærarar

§ 13. Lærari skal hava prógv frá handilsháskúla, universiteti ella frá øðrum hægri lærustovni.
Stk. 2. Lærari skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast starv hava staðið námsfrøðiliga próvtøku eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv, herímillum um útbúgving og praktiskar royndir, sbr. stk. 1 og 2, og um námsfrøðiliga próvtøku sbr. stk. 3.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesi grein.

Kapittul 7
Kærur

§ 14. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum málum og kæra um avgerðir, tiknar í sambandi við próvtøku, herímillum um áseting av próvtali, kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.

Kapittul 8
Fígging

§ 15. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúla rakstrarstuðul til góðkent undirvísingarvirksemi sambært § 1.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann útvega studning til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.

§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri gjald fyri stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri ljóstøk til nýtslu í undirvísingini.

Kapittul 9
Aðrar ásetingar

§ 17. Næmingurin hevur møtiskyldu og skyldu at lata inn alt kravt avrik.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemið má ikki minka um møguleikar næmingsins at nýta sína útbúgving sum støði undir hægri framhaldslestri, og ei heldur um rættindi hansara í øðrum førum.

§ 19. Skúlin skal hava næmingin tryggjaðan móti skaðum, sum hann kann verða fyri undir skúlagongdini.

Kapittul 10
Gildisskipan

§ 20. Henda lóg kemur í gildi 1. august 2000.
Stk. 2. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fer løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 um hægri handilsútbúgvingar við seinni broytingum úr gildi.
Stk.3. Reglurnar í løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 við seinni broytingum eru tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir útbúgving til hægri handilspróvtøku áðrenn 1. august 2000.

Almennar viðmerkingar
Galdandi lóg um hægri handilspróvtøku (hereftir nevnd HH) eru løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993, sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 13. mai 1997.

Lógin frá 1993 við broytingum er fyrsta føroyska lógin um hægri handilspróvtøku. Hon er býtt upp í tveir partar: Ein 1. part, sum er støðisárið innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (hereftir nevnd FHS), og ein 2. part, sum er ein 2 ára útbúgving til hægri handilspróvtøku. Hon gevur sama førleika á arbeiðsmarknaðinum og somu rættindi til framhaldslestur sum eitt danskt HH-prógv.

Við teimum trimum, nýkomnu lógunum um: 1) yrkisskúlar, 2) yrkisútbúgvingar og 3) FHS hevur landsstýrismaðurin valt at smíða eina nýggja, dagførda HH-lóg, sum samsvarar hesum lógum.

Hægri handilspróvtøka verður framvegis ein útbúgving, har 1. partur er tað sama sum støðisárið á FHS, og 2. partur ein 2 ára framhaldandi útbúgving til hægri handilspróvtøku.

Nýskipanin við nýggjari HH-lóg er, at næmingurin fær fleiri valmøguleikar enn áður, og hann hevur tí nú betri møguleikar at seta sína útbúgving til hægri handilspróvtøku saman eftir egnum huga, ynski, fortreytum og evnum.

Í løtuni ber til at taka hægri handilspróvtøku á handilsskúlunum sum sjálvlesandi og stakgreinalesandi, men í framtíðini ber helst eisini til sum stakgreinalesandi at taka hægri handilspróvtøku sum fjarlestur.

Tryggjað verður, at hægri handilspróvtøka framvegis gevur í minsta lagi sama førleika sum útbúgvingar av sama slagi geva í okkara grannalondum, og at næmingarnir lúka upptøkukrøvini til hægri framhaldslestur.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur nakrar fíggjarligar avleiðingar, orsakað av at talan serliga er um dagføringar.

Av tí at nevndin, sum hevur gjørt uppskotið, hevur havt breiða samanseting av umboðum frá vinnuni, yrkisfeløgum, skúlum og viðkomandi stovnum, er uppskotið ikki sent pørtunum til hoyringar.

Serligar viðmerkingar
Ad. § 1.
Heimildin at skipa fyri hægri handilspróvtøku er sbr. § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979.

Ad. § 2, stk. 1. Av tí at 1. partur (støðisárið) hevur so nógv í felag við yrkisútbúgvingarnar, heldur landsstýrismaðurin, tað vera rættast framvegis at hava eina lóg fyri støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið fyri seg, sum bæði fevnir um støðið undir yrkisútbúgvingunum og støðisárið á FHS, enn at hava HH- og FHS-lógirnar undir einum.

Ad. § 2, stk. 2. Hetta merkir, at 1. partur (støðisárið) av útbúgvingini til HH framvegis er undir FHS-skipanini.

Ad. § 2, stk. 3. At HH-útbúgvingin er "yrkisgymnasial" merkir, at lokin HH-útbúgving gevur atgongd til hægri framhaldslestur t.d. á handilsháskúla ella universiteti, samstundis sum hon í ávísan mun gevur vinnuførleika.

Ad. § 3. Hetta verður lýst í HH-høvuðskunngerðini.

Hetta gevur studentum, HF'arum og øðrum við líknandi útbúgving møguleika at taka eina HH-útbúgving eftir einum ári. Hetta styrkir teirra førleika bæði í lestrarligum og vinnuligum høpi.

Ad. § 4. Góðkenningin kann tilskila, hvørjar partar av §§ 2 og 3 góðkenningin fevnir um.

Ad. § 5, stk. 1 og 2. Ásetingin snýr seg um upptøku til 2. part á HH. HH-útbúgvingin er krevjandi, og tí er tað neyðugt, at skúlin treytar sær, at næmingurin hevur eitt ávíst kunnleikastøði, áðrenn hann byrjar undirvísing til hægri handilspróvtøku.

Ad. § 6. Hetta er ásett fyri at tryggja neyðugar fakligar fortreytir í sambandi við upptøku.

Ad. § 7, stk. 1 og 2. Hetta verður ásett í eini upptøkukunngerð.

Ad. § 8, stk. 1 og 2. Tað kann henda, at ein skúli fær nógv fleiri umsøkjarar, enn rúmd er til, meðan ein annar skúli manglar næmingar. Her hevur landsstýrismaðurin møguleika at áseta, hvussu samstarvið millum miðnámsskúlar, herundir handilsskúlar, um býti av næmingunum skal verða.

Ad. § 9, stk. 1-4. "Handilsgymnasial lærugreinarøð" er eitt felags heiti fyri lærugreinirnar í tí handilsgymnasialu útbúgvingini. Lærugreinirnar kunnu verða á ymsum stigum. Hesi viðurskifti verða lýst í HH-høvuðskunngerðini og í fylgiskjølum til høvuðskunngerðina, har innihaldið í øllum lærugreinunum verður gjølla lýst.

Ad. § 10, stk. 1. Her kann verða talan um, at næmingur, ið hevur verið nøkur ár burtur frá skúla, kann fáa eitt styttri uppafturfrískanarskeið fyri at koma á hóskandi fakligt støði í onkrari lærugrein.

Ad. § 10, stk. 2. Talan kann vera um bæði likamlig og sálarlig brek.

Ad. § 10, stk. 3. Hetta verður ásett í kunngerð um sjúkraundirvísing. Greinin tryggjar, at næmingur, ið orsakað av sjúku er samanhangandi burtur frá undirvísingini í longri tíð, fær møguleika at fylgja við.

Ad. § 10, stk. 4. Hetta er ein áseting, sum skal kunna tryggja, at næmingurin verður kunnaður breitt um útbúgvingar- og yrkismøguleikar.

Ad. § 11, stk. 1-2. Hetta verður ásett í próvtøkukunngerð.

Ad. § 12, stk. 1-5. Her verður staðfest, at í námsfrøðiligum viðurskiftum hevur skúlastjórin ábyrgdina av HH-útbúgvingini mótvegis landsstýrismanninum.

Ad. § 13, stk. 1. Hetta merkir, at lærari annaðhvørt skal hava eitt kandidatprógv, hava staðið samsvarndi útbúgving, ávísa bachelorútbúgving e.l. fyri at kunna undirvísa næmingum á HH-stigi. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri førleikakrøv læraranna. Sama ger seg galdandi við møguligari skiftisskipan fyri teir lærarar, ið ikki lúka hesar ásetingar.

Ad. § 13, stk. 2. Hetta er ein regla um, at tann, ið verður sett(ur) í fast starv, hevur staðið eina námsfrøðiliga útbúgving ("pedagogikum").

Ad. § 14. Hetta verður lýst bæði í HH-høvuðskunngerð og í próvtøkukunngerð. Stórur dentur verður lagdur á at lýsa kærumøguleikarnar greitt og gjølla.

Ad. § 15, stk. 1. Stuðulsreglurnar eru at finna í kapitli 3 í lóg um yrkisskúlar.

Ad. § 15, stk. 2. Talan er um neyðuga og framhaldandi eftirútbúgving av lærarum á skúlunum. Harumframt um møguleikarnar at stuðla neyðugum royndar- og menningarvirksemi.

Ad. § 16, stk. 1-4. Viðurskiftini um gjøld fyri stakgreinalesandi og sjálvlesandi og um gjald fyri ljóstøk verða lýst í kunngerð.

Ad. § 17, stk. 1 og 2. Hesar reglur eru í samsvari við tey almennu krøvini í øllum miðnámsútbúgvingunum, og viðurskiftini verða lýst gjøllari í HH-høvuðskunngerðini.

Ad. § 18, stk. 1 og 2. Talan kann verða um royndarvirksemi, t.d. nýggjar lærugreinir, ella menning av nýggjum undirvísingarhættum.

Ad. § 19. Næmingurin skal vera tryggjaður móti skaðum, sum hann kann verða fyri í skúla, í starvsvenjing, á vitjanum á virkjum, námsferðum o.ø.

Ad. § 20, stk. 1. Lógin verður sett í gildi 1. august 2000. Hetta merkir, at tey, sum byrja á FHS-støðisári aftaná 1. august 1999, og tey, sum byrja undirvísing, sbr. § 3, aftaná 1. august 2000, ganga eftir tí nýggju HH-lógini.

Ad. § 20, stk. 2 og 3. Teir næmingar, sum byrjaðu undirvísing til hægri handilspróvtøku áðrenn 1. august 2000, ganga eftir tí gomlu HH-lógini frá 1993 við seinni broytingum.

1. viðgerð 12. mars 1999. Málið beint í mentanarnevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. mars 1999, og eftir 1. viðgerð tann 12. mars 1999 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25., 29. og 31. mars 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við Signar á Brúnni, landsstýrismann, og aðalstjóran í undirvísingarmálum. Landsstýrismaðurin hevur upplýst fyri nevndini, at uppskotið mestsum er samsvarandi við uppskot í áliti um handilsútbúgvingar, sum varð latið landsstýrinum í februar 1998. Tó er tann munur, at partar viðvíkjandi innihaldinum av undirvísingini ikki eru lógarfestir, men landsstýrið fær heimild til at áseta hetta við kunngerð.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum, tó við eini øðrvísi orðing av § 3, har fjarlestur eisini verður heimilaður.

Nevndin setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 3, stk. 1 verður aftaná orðið "sjálvlestur" og áðrenn orðið "stakgreinalestur" sett "fjarlestur,".

2. viðgerð 9. apríl 1999. Uppskotið samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 690-13/99
L.l. nr. 43/1999 frá 23.04.1999