HT-útbúgving

Álit um tøkniútbugvingar

106  Uppskot til  løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna Signar á Brúnni, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving)

Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri hægri tøkniligari próvtøku og hava eftirlit við henni.

§ 2. Útbúgvingin til hægri tøkniliga próvtøku verður skipað sum eitt støðisár við eini 2 ára framhaldandi útbúgving afturat.
Stk. 2. Í støðisárinum verður undirvísingin framd eftir lógini um støðisútbúgving innan tøkni.
Stk. 3. Hægri tøknilig próvtøka er ein almennandi og yrkisgymnasial útbúgving, ið veitir næmingunum støði undir hægri framhaldslestri og innlit í viðurskifti vinnulívsins.
Stk. 4. Útbúgvingin skal sum heild miða ímóti at geva næmingunum persónligar, samfelagsligar, tøkniligar, fyrisitingarligar, málsligar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningartøkniligar og tænastuligar førleikar, og við støði í føroyskum máli og føroyskari mentan skal HT-útbúgvingin leggja serligan dent á, at næmingarnir skilja vinnulívskorini bæði í heimligum og altjóða høpi.

§ 3. Hægri tøknilig próvtøka kann skipast sum sjálvlestur og stakgreinalestur. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um hesi viðurskifti.

§ 4. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.

Kapittul 2
Upptøka

§ 5. Næmingur, sum hevur staðið støðisárið innan tøkni, ella sum hevur samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn verða tikin upp til 2 ára framhaldandi útbúgvingina til hægri tøkniliga próvtøku, sbr. § 2, stk. 1, um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Sum treyt fyri upptøku kann upptøkuskúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinir á ávísum lærugreinastigi ella ávísa eykaundirvísing.

§ 6. Somu treytir, sum eru ásettar í § 5, stk. 1 og 2, verða settar næmingi, sum verður tikin upp eftir § 3.

§ 7. Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skikkaðir næmingar, sbr. § 5, stk. 1, verða tiknir upp í útbúgvingina eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um upptøku og upptøkukrøv og um treytir fyri upptøku av næmingum, sum ikki lúka treytirnar í § 5, stk. 1 ella 2.

§ 8. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, hann ynskir, treytað at skúlin hevur rúmd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um upptøkusamstarv millum miðnámsskúlar um býti av næmingum.

Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini

§ 9. Hægri tøknilig próvtøka fevnir um lærugreinir úr eini tøkniligari gymnasialari lærugreinarøð, sum landsstýrismaðurin ásetir reglur um, herímillum um innihaldið í lærugreinunum, og um hvar í útbúgvingini, lærugreinirnar koma fyri, og við hvørjum pultstímatali um árið, og um møguligar lærugreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum.
Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at umleið tveir triðingar av undirvísingini eru kravdar lærugreinir úr tí tøkniligu gymnasialu lærugreinarøðini, og ein triðingur er vallærugreinir.
Stk. 3. Lærugreinirnar í tí tøkniligu gymnasialu lærugreinarøðini eru skipaðar í fleiri stigum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kravdar lærugreinir og vallærugreinir til eina samlaða hægri tøkniliga próvtøku, tó skal næmingurin í minsta lagi hava tvær vallærugreinir á hægsta stigi (A-stigi).

§ 10. Næmingi við serligum fakligum tørvi kann verða bjóðað avmarkaða stuðulsundirvísing.
Stk. 2. Næmingur við breki kann fáa serliga undirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini í skúlanum í longri tíð, kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.

Kapittul 4
Próvtøka

§ 11. Undirvísingin til hægri tøkniliga próvtøku endar við próvtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri hægri tøkniliga próvtøku, herímillum um krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl, ársmet og eftirmeting.

Kapittul 5
Námsfrøðilig leiðsla

§ 12. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av námsfrøðiliga virksemi skúlans.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum í skúlanum.
Stk. 3. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum, herímillum um upptøku av næmingum.
Stk. 4. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar prógv.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.

Kapittul 6
Lærarar

§ 13. Lærari skal hava prógv frá tøkniligum háskúla, universiteti ella frá øðrum hægri lærustovni.
Stk. 2. Lærari skal, í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast starv, hava staðið námsfrøðiliga próvtøku eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv, herímillum um útbúgving og praktiskar royndir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr. stk. 3.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesari grein.

Kapittul 7
Kærur

§ 14. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum málum og kæra um avgerðir, tiknar í sambandi við próvtøku, kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.

Kapittul 8
Fígging

§ 15. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúla rakstrarstuðul til góðkent undirvísingarvirksemi sbr. § 1.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann útvega studning til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.

§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri gjald fyri stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlum at taka gjald fyri ljóstøk, ið verða nýtt í undirvísingini.

Kapittul 9
Aðrar ásetingar

§ 17. Næmingarnir hava møtiskyldu og skyldu at lata inn alt kravt avrik.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemið má ikki skerja møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving sum støði undir hægri framhaldslestri, og ei heldur um rættindi og møguleikar teirra á annan hátt.

§ 19. Skúlin skal hava næmingin tryggjaðan móti skaðum, sum hann kann verða fyri undir skúlagongdini.

Kapittul 10
Gildisskipan

§ 20. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.
Stk. 2. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fer løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 um hægri tøkniliga útbúgving við seinni broytingum úr gildi.
Stk. 3. Reglurnar í løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 við seinni broytingum eru tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir útbúgving til hægri tøkniliga próvtøku áðrenn 1. august 1999.

Almennar viðmerkingar
Galdandi lóg um hægri tøkniliga útbúgving (hereftir nevnd hægri tøknilig próvtøka – stytt HT) er løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993, sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 13. mai 1997.

Løgtingslógin frá 1993 við broytingum er fyrsta føroyska lógin um hægri tøkniliga próvtøku. Hon er býtt upp í tveir partar: Ein 1. part, sum er støðisárið innan tøkni (hereftir nevnd SIT), og ein 2. part, sum er ein 2 ára útbúgving til hægri tøkniliga próvtøku. Hon gevur sama førleika á arbeiðsmarknaðinum og somu rættindi til framhaldslestur sum eitt danskt HT(x)-prógv.

Við teimum trimum, nýkomnu løgtingslógunum um:

  1. yrkisútbúgvingar, 2) yrkisskúlar og 3) støðisútbúgvingina innan tøkni, er mælt til at smíða eina nýggja, dagførda lóg um hægri tøkniliga próvtøku, sum samsvarar hesum lógum.

Hægri tøknilig próvtøka verður framvegis ein útbúgving, har 1. parturin er tað sama sum støðisárið á SIT, og 2. parturin ein 2 ára framhaldandi útbúgving til hægri tøkniliga próvtøku.

Nýskipanin við nýggjari HT-lóg er, at næmingurin fær fleiri valmøguleikar enn áður, og hann hevur tí nú betri møguleikar at seta sína útbúgving til hægri tøkniliga próvtøku saman eftir egnum áhuga, ynski, fortreytum og evnum.

Til ber at taka hægri tøkniliga próvtøku á tekniskum skúla sum sjálvlesandi og stakgreinalesandi.

Hægri tøknilig próvtøka er ein gymnasial útbúgving, sum gevur sama førleika sum gymnasialar útbúgvingar geva í okkara grannalondum. Hetta merkir, at næmingarnir lúka upptøkukrøvini til framhaldslestur á universiteti ella hægri lærustovni.

Fíggjarligar avleiðingar: Mett verður ikki, at lógaruppskotið fer at hava meirútreiðslur fyri landskassan. Talan er ikki um størri tímatal enn í verandi skipan ella longri útbúgving. Viðmerkjast skal tó, at skipanin gevur næmingunum størri møguleikar fyri lærugreinasamanseting. Hetta væntast at kunna gerast innan fyri verandi tímatal.

Av tí at nevndin, sum hevur gjørt uppskotið, hevur havt breiða samanseting av umboðum frá vinnuni, yrkisfeløgum, skúlum og viðkomandi stovnum, er uppskotið ikki sent pørtunum til hoyringar.

Serligar viðmerkingar
Ad. § 1.
Heimildin at skipa fyri hægri tøkniligari próvtøku er sbr. § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979.

Ad. § 2, stk. 1. Av tí at fyrsti partur av HT-útbúgvingini og fyrsta støðisárið hava so nógv í felag, verður mælt til framvegis at hava støðisárið sum fyrsta part í HT-útbúgvingini.

Ad. § 2, stk. 3. At HT-útbúgvingin er "yrkisgymnasial" merkir, at HT-prógvið gevur atgongd til hægri framhaldslestur t.d. á tøkniligum háskúla ella universiteti, samstundis sum hon í ávísan mun gevur vinnuførleika.

Ad. § 3. Hetta verður lýst í HT-høvuðskunngerðini.

Ad. § 4. Góðkenningin kann tilskila, hvørjar partar av §§ 2 og 3 góðkenningin fevnir um.

Ad. § 5, stk. 1 og 2. Ásetingin snýr seg um upptøku til HT 2. part. Neyðugt er, at skúlin treytar sær, at næmingurin hevur eitt ávíst kunnleikastøði, áðrenn hann byrjar undirvísingina.

Ad. § 6. Hetta er ásett fyri at tryggja neyðugar fakligar fortreytir í sambandi við upptøku.

Ad. § 7. Hetta verður ásett í upptøkukunngerð.

Ad. § 8. Tað kann henda, at ein skúli fær nógv fleiri umsøkjarar, enn rúmd er fyri, meðan ein annar skúli, sum eisini er góðkendur til at undirvísa til hægri tøkniliga próvtøku, manglar næmingar. Her hevur landsstýrismaðurin møguleika at áseta, hvussu samstarvið millum tekniskar skúlar um býtið av næmingum skal verða.

Ad. § 9, stk. 1-4. "Tøknilig gymnasial lærugreinarøð" er eitt felags heiti fyri lærugreinirnar í tí tøkniligu gymnasialu útbúgvingini. Lærugreinirnar kunnu verða á ymsum stigum. Hesi viðurskifti verða lýst í HT-høvuðskunngerðini og í fylgiskjølum til høvuðskunngerðina, har innihaldið í øllum lærugreinunum verður gjølla lýst.

Ad. § 10, stk. 1. Her kann verða talan um, at næmingur, ið hevur verið nøkur ár burtur frá skúla, kann fáa eitt styttri uppafturfrískanarskeið fyri at koma á hóskandi fakligt støði í onkrari lærugrein.

Ad. § 10, stk. 2. Talan kann verða um bæði likamlig og sálarlig brek.

Ad. § 10, stk. 3. Hetta verður ásett í kunngerð um sjúkraundirvísing. Greinin tryggjar, at næmingur, ið orsakað av sjúku er burtur frá undirvísingini í longri tíð, kann fáa møguleika at fylgja við.

Ad. § 10, stk. 4. Hetta er ein áseting, sum skal tryggja, at næmingurin verður kunnaður breitt um útbúgvingar- og yrkismøguleikar.

Ad. § 11. Hetta verður ásett í próvtøkukunngerð.

Ad. § 12. Her verður staðfest, at í námsfrøðiligum viðurskiftum hevur skúlastjórin ábyrgdina av HT-útbúgvingini mótvegis landsstýrismanninum.

Ad. § 13, stk. 1. Hetta merkir, at lærari annaðhvørt skal hava eitt kandidatprógv, hava staðið samsvarandi útgúgving, ávísa bachelorútbúgving e.l., fyri at kunna undirvísa næmingum á HT-stigi. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri førleikakrøv læraranna. Sama ger seg galdandi við møguligari skiftisskipan fyri teir lærarar, ið ikki lúka hesar treytir.

Ad. § 14. Hetta verður lýst bæði í HT-høvuðskunngerð og í próvtøkukunngerð. Stórur dentur verður lagdur á at lýsa kærumøguleikarnar gjølla.

Ad. § 15, stk. 1. Gjøllari ásetingar um stuðulsveitingar eru at finna í kapitli 3 í løgtingslógini um yrkisskúlar.

Ad. § 15, stk. 2. Talan er um neyðuga og framhaldandi eftirútbúgving av lærarum í skúlunum. Harumframt um møguleikarnar at stuðla neyðugum royndar- og menningarvirksemi.

Ad. § 16. Viðurskiftini um gjøld fyri stakgreinalesandi og sjálvlesandi og um gjald fyri ljóstøk verða lýst í kunngerð.

Ad. § 17. Hesar reglur eru í samsvari við tey almennu krøvini í øllum miðnámsútbúgvingunum, og viðurskiftini verða lýst gjøllari í HT-høvuðskunngerðini.

Ad. § 18. Talan kann verða um royndarvirksemi, t.d. nýggjar lærugreinir, ella menning av nýggjum undirvísingarhættum.

Ad. § 19. Næmingurin skal vera tryggjaður móti skaðum, sum hann kann verða fyri í skúla, í starvsvenjing, á vitjanum á virkjum, á námsferðum o.ø.

Ad. § 20, stk. 1. Lógin verður sett í gildi 1. august 1999. Hetta merkir, at tey, sum við støði í SIT-útbúgvingini byrja undirvísing til hægri tøkniliga próvtøku eftir 1. august 1999, og tey, sum byrja undirvísing sambært § 3, ganga eftir hesi lóg.

Ad. § 20, stk. 2 og 3. Teir næmingar, sum byrjaðu undirvísing til hægri tøkniliga próvtøku áðrenn 1. august 1999, ganga eftir HT-lógini frá 1993 við seinni broytingum.

1. viðgerð 12. mars 1999. Málið beint í mentanarnevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. mars 1999, og eftir 1. viðgerð tann 12. mars 1999 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25., 29. og 31. mars 1999, og hevur undir viðgerðini havt fund við Signar á Brúnni, landsstýrismann, og aðalstjóran í undirvísingarmálum.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum, tó við eini øðrvísi orðing av § 3, har fjarlestur eisini verður heimilaður.

Nevndin setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 3, stk. 1 verður aftaná orðið "sjálvlestur" og áðrenn orðið "stakgreinalestur" sett "fjarlestur,".

2. viðgerð 9. apríl 1999. Broytingaruppskot frá mentanarnevndini tikið aftur. Uppskotið samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 13. apríl 1999 løgdu tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Joan Ziskason, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Jóanis Nielsen, Heðin Mortensen og Álvur Kirke fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 3 verður orðað soleiðis:

"§ 3. Hægri tøknilig próvtøka kann skipast sum sjálvlestur, fjarlestur og stakgreinalestur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um hesi viðurskifti".

3. viðgerð 13. apríl 1999. Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Joan Ziskason, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Jóanis Nielsen, Heðin Mortensen og Álvi Kirke til § 3 samtykt 28-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 690-15/99
L.l. nr. 42/1999 frá 23.04.1999