Barnagjald

 

102  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mars 1997, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 9, stk. 3 verður strikað.
  2. § 18, stk. 2 verður strikað.

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 1999. 

Almennar viðmerkingar
Frá 1. januar í ár kom ein broyting í skattalógina, sum førdi við sær, at barnapeningur o.a. ikki longur skuldi skattast hjá barninum. Eitt broytingarupskot til skattalógina, sum eisini verður framlagt nú, førir við sær, at eingin verður skattaður av teimum upphæddum, sum verða útgoldnar sum barnapeningur o.a.

Mett verður eisini, at tað er rættast, at øll skattaviðurskifti verða umsitin í skattalógini.

1. viðgerð 25. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskoti samtykt 26-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 14. apríl 1999.Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 687-11/99
Ll. nr. 23/1999
frá 21.04.1999