Almannamál - Frágreiðing - skjal

 

101-6  Skjal - Frágreiðing um almannamál

KAP. 1: INNGANGUR *
KAP. 2: FORSORGARLÓGIN *
    2.1. Skyldan hjá tí almenna mótvegis tí einstaka og hjá tí einstaka mótvegis tí almenna . *
    2.2. Fyribyrgjandi tátturin í forsorgarlógini *
        2.3. Fíggjarliga trygdin *
        2.3.1. Fyribils peningahjálp *
       2.3.1.1. Endamál *
       2.3.1.2. Hvør fær veiting? *
       2.3.1.3. Veitingarupphæddir *
       2.3.2. Stuðul til rindan av rímiligt grundaðum stakútreiðslum *
       2.3.3. Stuðul til gjald av útreiðslum av sjúkraviðgerð, tannviðgerð o.t. *
       2.3.4. Varandi uppihaldshjálp *
       2.3.5. Endurgjald fyri meirútreiðslur til foreldur at børnum, ið bera likamlig ella sálarlig brek *
   2.4. Fremjan, menning og endurmenning av arbeiðs- og sosiala førleikanum *
        2.4.1. Arbeiðsfremjandi tiltøk – aktiveringsskipan *
        2.4.2. Menning ella endurmenning av arbeiðsevnunum – "endurbúgving" *
        2.4.3. Hjálpartól o.t. *
   2.5. Sosial trygd, trivnaður og umsorgan *
        2.5.1. Serforsorg - hjálp á stovnum og sambýlum til fólk, ið bera umfatandi likamlig ella sálarlig brek *
        2.5.2. Sosialar íbúðir. *
        2.5.3. Heimarøkt og stovnar til eldri *
        2.5.3.1. Heimarøktin *

KAP. 3: BARNAFORSORGARLÓGIN *
   3.1. Barnaverndarnevndir o.a. *
   3.2. Færøernes Nævn for Børneforsorg (FNB) *
   3.3. Løgfrøðingur *
   3.4. Veitingar til barnið *
   3.5. Dagrøkt og dagstovnar *
   3.6. Uppgávur Almannastovunar eftir barnaforsorgarlógini. *

KAP. 4: SAMANTAK OG FELAGS NIÐURSTØÐA *

KAP. 1: INNGANGUR

Almannapolitikkur er ein týdningarmikil partur av okkara samfelag. Tað er týdningarmikið fyri øll, at føla seg trygg í samfelagnum. Tey veiku í samfelagnum eiga at føla, at tey ikki verða slept upp á fjall, at samfelagið tekur sær av teimum, men tó so at tey eisini hava eina skyldu yvirfyri samfelagnum. Eina skyldu til at verða ein partur av samfelagnum, soleiðis at ein ábyrgd verður givin teimum og krøv verða sett til tey.

Grundlagið undir fyri verandi almannapolitikk er galdandi forsorgarlóg og barnaforsorgarlóg. Umframt forsorgarøkið fevnir almannaskipanin eisini um fólkapensiónslógina, avlamispensiónslógina og aðrar lógir, men eftirsum vit nú standa frammanfyri at skula tilevna nýggja forsorgarlóg og barnaforsorgarlóg, verður hetta orðaskiftið avmarkað til hesi økini.

Sambært avtalu millum danskar og føroyskar myndugleikar varð í 1995 "L.nr. 315 frá 17.05.1995 om sociale ydelser på Færøerne" sett í gildið í Føroyum. Talan er um eina rammulóg, sum áleggur og gevur føroyskum myndugleikum heimild at yvirtaka og áseta reglur viðvíkjandi uppgávum, veitingum og fyrisiting av almannaverkinum innan hesi øki:

forsorgarhjálp
pensiónsskipan
serlig tilboð fyri persónar við sálarligum ella likamligum brekum
serlig tilboð til persónar við varandi sjúku- ella ellisbreki
tilboð til persónar við serligum sosialum trupulleikum
reglur um dagtilboð og hjálp til børn og ung
barnagjald til einsamallar uppihaldarar
heimahjálp
revalideringshjálp og
dagpening við óarbeiðsføri vegna sjúku, barnsburð ella føðing

Rammulógin ásetir, at tær donsku lógirnar á almannaøkinum, ið eru í gildi í Føroyum, verða verandi í gildi til tær verða avloystar av føroyskum løgtingslógum. Sambært avtalu við danir, skulu hesar verða lidnar í seinasta lagi 1999 og sostatt verður almannaøkið bæði fyrisitingarliga (frá 1975) og løgfrøðisliga føroyskt.

Arbeiðið við at gera føroyskar løgtingslógir sambært rammulógini er í gongd, og miðað verður ímóti, at allar almannalógirnar verða lidnar í ár 1999.

Síðan forsorgarlógin varð gjørd, eru samfelagsviðurskiftini nógv broytt.

Føroyska familjumynstrið er nógv broytt. Kvinnurnar eru komnar út á arbeiðsmarknaðin. Hetta hevur skapt tørv á bøttum møguleikum fyri barnsburðarfarloyvi, barnaansingarplássum o.a. Eisini eru fleiri hjúnarskilnaðir í dag enn áður og fleiri pør velja at fáa børn uttanfyri hjúnarlag. Hesin broytti veruleiki hevur skapt ein øktan tørv á veitingum til. Samanbera vit okkum við londini kring okkum, er støðan hjá omanfyrnevndu vánaligari í Føroyum.

Serliga ring er støðan hjá teimum ungu í Føroyum, ið ikki fáa tilboð um arbeiði og tí eru í vanda fyri at detta niðurímillum í skipanini. Sostatt er vandi fyri at hesi ungu ongantíð fara at gerast ein virkin partur í okkara samfelag, um ikki vit gera eitt størri arbeiði fyri at hetta ikki skal henda.

Vit mugu staðfesta, at krøvini hjá fólki til almannaveitingar gerast alsamt størri. Møguligt er ikki at venda aftur til gamla føroyska familjumynstrið, har kvinnurnar ganga heima og taka sær av teimum gomlu, hava teirra ungu arbeiðsleysu børn búgva o.s.fr. Tíðin er farin frá hesum. Vit hava vant okkum til nýmótans samfelagið, og kunnu ikki byrja av nýggjum nú. Men spurningurin er, hvussu vit forða fyri at skapa eina skipan, har borgararnir í landinum í alsamt størri mun gerast bundnir at einari almennari forsorgarskipan, bundnir av óvirknum veitingum.

Besti máti at basa hesum trupulleika erat skapa eina skipan, har møguleikarnir hjá viðskiftafólkunum verða settir í hásæti. Krøvini til viðskiftafólki mugu tó eisini herðast. Skipanin má byggja á eina sínámillum skyldu, soleiðis at viðskiftafólkið skal troyta allar møguleikar fyri at fáa arbeiði sjálvur, áðrenn og ímeðan hann er í skipanini. Harafturímóti skal samfelagið gera sítt til fyri at tryggja viðskiftafólkini í teirra veiku støðu. Vit mugu skapa fleiri møguleikar hjá viðskiftafólkinum til endurbúgving og arbeiðsskapandi tiltøk. Við at geva viðskiftafólkunum hesar møguleikar geva vit teimum ábyrgd fyri sær sjálvum og vísa vit teimum veruliga virðing, soleiðis at tey endurvinna sítt sjálvsálit.  

KAP. 2: FORSORGARLÓGIN

Forsorgarlógin er tann lóg, sum kann sigast at orða sjálvt grundarlagið undir sosialpolitikkinum. Lógin umfatar, umframt ásetingar um uppihaldsveitingar og hjálparveitingar sum t.d. hjálpartól, heimahjálp og stovnsuppihald, eisini ásetingar, sum grundleggjandi regulera/javna viðurskifti millum tað almenna og einstaklingin.

Lóggávan inniheldur m.a. reglur um niðanfyri standandi viðurskifti:

Í minsta lagi 3.453 persónar (um 8% av fólkinum) ella 3.271 familjur, hava í 1997 fingið eina ella aðra einstaklingaveiting eftir forsorgarlógini. Tá eru tey ikki tald við, sum hava fingið aðra veiting eftir lógini, t.d. hjálpartól, umbyggingarstuðul, avlamisbil o.t. frá Hjálpartólamiðstøðini ella pedagogiskan stuðul í heiminum til barn ið ber brek.

64 % av brúkarunum - 2.214 í tali - eru kvinnur.

Hjálp til uppihald er bert ein lítil partur av hjálparveitingunum. Hvat kostnaði viðvíkur telja uppihaldsveitingar knappar 40 mió kr. ella 17 % av teimum tilsamans 236 mió kr., sum øll "forsorgin" í veruleikanum kostaði í 1997.

Umsorganarfyriskipanir fyri eldri og brekað (dagtilhald, o.t.), ansingarsamsýning, heimasjúkra- og heilsusystratænastan hava ikki heimild í forsorgarlógini. Umsorganarfyriskipanirnar hava heimild í pensiónslógini. Hinar tænasturnar hava heimild í hvør sínari løgtingslóg. Somuleiðis verða í dag sett stuðulsfólk til einstaklingar og familjur, konterað sum persónlig viðbót til pensiónina. Eisini hetta er ein tænasta, ið náttúrliga hoyrir heima í viðgerðini av forsorgarfyriskipanum (serforsorgini). Í 1997 vórðu nýttar uml. 2,6 mió kr. til hetta endamál.  

Málsetningar handan forsorgarlógina kunnu stutt sigast at vera:

2.1. Skyldan hjá tí almenna mótvegis tí einstaka og hjá tí einstaka mótvegis tí almenna
Forsorgarlógin staðfestir, at tað almenna hevur skyldu til at hjálpa fólki, sum ikki eru før fyri at útvega sær og sínum tað neyðuga til lívsins uppihald og til at hjálpa fólki, sum av sjúkuávum hava brúk fyri hjálp til viðgerð og røkt, tá tey sjálvi ikki hava ráð til tað. Harumframt hevur tað almenna skyldu til at hjálpa fólki, sum av øðrum ávum, sum er ásett í lógini, hava brúk fyri tí.

Tá hjálp verður veitt til uppihalds, skal málið altíð samstundis vera at útvega arbeiði til tann hjálparsøkjandi, heldur enn peningaliga hjálp. Er tað neyðugt - við atliti at arbeiðsevnunum hjá tí, ið søkir hjálp - skal hjálp veitast til at menna ella endurmenna arbeiðsevnini.

Endamálið við at geva fíggjarliga hjálp, sambært forsorgarlógini, er, at tann hjálparsøkjandi skal fáa umstøður til aftur at klára seg sjálvan. Hesin málsetningur hevur tó ikki virkað fult út. Tað hevur ikki verið nóg mikið av arbeiðsorku á Almannastovuni til bæði at veita fíggjarliga hjálp og til at menna fólk til at fara út aftur í arbeiði.

Í komandi trivnaðarlógávu skal størri dentur leggjast á, at fáa viðskiftafólk út aftur á arbeiðsmarknaðin. Størri krøv skulu setast til viðskiftafólkini, og móttakarin av fíggjarligu hjálpini skal hava til ábyrgd eftir førimuni at brúka og menna síni arbeiðsevni, og herundir taka ímóti tilboðið um arbeiði.

Viðvíkjandi uppihaldsskylduni (forsyrgjaraskylduni) hjá tí einstaka mótvegis tí almenna, staðfestir verandi lóggáva, at ein og hvør – maður sum kvinna – hevur skyldu til at uppihalda sær sjálvum, hjúnafelaganum og egnum børnum undir 18 ár. Sínámillum uppihaldsskyldan hjá hjúnafeløgum stendur við til hjúnalagið er endaliga slitið, t.v.s. ikki við sundirlesing (separatión). Uppihaldsskyldan hjá foreldrunum mótvegis eini dóttir undir 18 ár, ið fær sítt egna barn, dettur burtur, 8 vikur áðrenn hon er sett at eiga. Somuleiðis dettur uppihaldsskyldan mótvegis børnum burtur, um tey gifta seg innan 18 ára aldur.

Einum persóni, sum verður uppihildin av tí almenna, kann tað almenna - sum fylgja av uppihalds-skylduni - áleggja at gjalda fyri uppihald, eins og tað almenna kann áleggja einum, ið hevur uppihaldsskyldu mótvegis einum persóni, ið fær hjálp, at gjalda fyri uppihaldið.

Eftir lógini eru skyldurnar hjá tí einstaka sostatt avmarkaðar. Almannapolitikkurin byggir á eina tigandi fyritreyt um, at familjurnar átaka sær umfatandi uppgávur viðvíkjandi uppihaldi og umsorgan.

Aðalspurningurin er ikki um tað almenna nú skal til at átaka sær allar umsorganaruppgávur. Heldur skulu vit umrøða, hvussu uppgávubýtið millum familjurnar og tað almenna skal vera framyvir, skulu vit tryggja okkum eitt betri umsorganarstøði og eitt meiri rættvíst býti av byrðunum.

Hesin spurningur er nú meiri aktuellur enn nakrantíð, serliga á eldraøkinum og viðvíkjandi teimum, ið bera víðgongd sálarlig ella likamlig brek.

Spurningurin eigur at verða viðgjørdur um, hvussu vit kunnu lætta um hjá teimum familjum, sum í dag og framyvir koma at átaka sær stórar umsorganarskyldur, og á hvønn hátt vit kunnu tryggja teimum, at tað almenna tekur yvir , tá uppgávan gerst ov tung hjá familjuni.

Sínámillum uppihaldsskyldan hjá fólki er avgerandi fyri 1) nær tað almenna hevur skyldu til at hjálpa, 2) hvørs fíggjaligu viðurskifti, atlit skal havast til í mun til hjálparveitingar og 3) hvussu nógv kann veitast einum persóni.

Ein spurningur, sum ofta hevur verið frammi, eisini í orðaskiftum í Løgtinginum, er spurningurin um tann mun, sum verður gjørdur í almannalóggávuni millum lógformliga gift fólk og fólk, ið liva saman "papírsleyst" sum hjún. Nógv halda, at tað er órímiligt, at hesi ikki verða viðgjørd á sama hátt.

"Samlivandi" hava – eins og foreldur og vaksnu børn teirra - ongar formligar sínámillum skyldur t.d. uppihaldsskyldur yvir fyri hvørjum øðrum og heldur ikki nøkur rættindi, t.d. arvarætt. Tað hava vaksin børn harafturímóti eftir foreldrini.

Ein persónur, sum giftir seg, átekur sær nakrar skyldur og tryggjar sær nøkur rættindi mótvegis tí, hann giftir seg við. Tað er ikki í tráð við familjurættarligar reglur at áleggja einum – formliga sæð "tilvildarligum" persóni – uppihaldsskyldu mótvegis einum øðrum persóni.

Tá forsorgarveitingar verða ásettar, verður altíð skilt ímillum tey, ið búgva einsamøll og tey, ið búgva saman við øðrum. Veitingarnar til tey, ið búgva saman við øðrum eru lægri enn til tey, ið búgva einsamøll. Hetta út frá útreiðslufyrimunum av, at fleiri eru um at deila útreiðslurnar. Til ber ikki at nokta einum persóni, ið "samlivir" við einum øðrum uppihaldshjálp, vísandi til uppihaldsskyldu hjá hinum partinum, eins og gjørt verður, tá talan er um gift fólk. Hinvegin kann hjálp noktast, um tað er eyðsæð, at tey frammanundan hava innrættað seg við inntøkuni hjá tí eina partinum. Hetta verður gjørt út frá teirri treyt í lógini, at broytingar skulu verða farnar fram í viðurskiftinum hjá tí, ið søkir sær hjálp. Er ongin broyting hend, sum hevur gjørt, at viðkomandi hevur mist inntøku, kann hjálp ikki verða veitt.

2.2. Fyribyrgjandi tátturin í forsorgarlógini
Sosiala ráðgevingin
(sí § 1, stk. 3 í lógini og kunngerð landsstýrisins nr. frá 1993) – ráðgeving í forsorgarligum og persónligum spurningum – hevur fyrst og fremst eitt fyribyrgjandi endamál. Endamálið er at hjálpa fólki úr verandi trupulleikum og forða fyri at hesir verða størri.

Tørvurin á at seta fólk til sosiala ráðgeving varð longu staðfestir í 1970, tá landsstýrinum varð heimilað at seta fólk til hetta, so hvørt sum kvalifeserað fólk var til taks. Tað var tó ikki fyrr enn í seinnu helvt av 80-árunum, at fólk við sosialráðgevaútbúgving av álvara fóru at vísa seg í størri tali í umsitingini. Ætlanir um at seta sosialráðgevar runt um í Føroyum høvdu tikið form. Umframt á núverandi deildum á Tvøroyri, í Klaksvík og Runavík, skuldu fólk setast í Norðurstreymoy, Sandoy o.s.fr.

Men ikki langt aftaná byrjaði arbeiðsloysið at gera um seg. Talið av persónum, sum í árinum fingu veiting vegna arbeiðsloysi vaks frá knøppum 81 persónum í árinum 1988 til 2423 í 1992, tá arbeiðsloysisskipanin varð sett á stovn. Síðan hevur talið ligið um 1300-1500. Úrslitið var, at sosialráðgevarnir máttu konsentrera seg um fyrisitingarligu málsviðgerðina – ásetan, útroknan og avgreiðslu av peningaveitingum. Sosiala ráðgevingin datt nærum niðurfyri.

Heldur ikki fyrisitingarliga málsviðgerðin hevur verið nøktandi vegna knøppu arbeiðsorkuna. Hetta bera grannskoðanarfrágreiðingarnar týðiliga boð um. Lógarkravda uppfylgingin í seinasta lagi 3 mánaðar aftaná at eitt mál er byrjað – ein hin mest týðandi fyribyrgjandi liðurin í sosiala arbeiðnum - hevur somuleiðis verið ógjørlig vegna orkutrot. Við skjótari uppfylging leggur lógin upp til, at støða skal takast til, um sannlíkt er, at viðkomandi, um hjálpin heldur fram, kemur at klára seg sjálvstøðugt framyvir, og hvussu hann møguliga á annan hátt t.d. við umleggjan í fíggjarviðurskiftunum, eitt nú húsalánum, kann hjálpast og stimbrast til skjótast møguligt aftur at klára seg sjálvan. Í hesum sambandi verður eisini spurningurin, um neyðugt er við tiltøkum til mennan ella endurmennan av arbeiðsførinum, tikin upp.

Hjálpin kann halda fram so leingi sum umsitingin metir, at viðkomandi á henda hátt roknast við at blíva førur fyri at uppihalda sær og familjuni sjálvur. Verður til dømis mett, at viðkomandi er í vanda fyri at verða hangandi í skipanini, skal nakað gerast fyri at forða fyri tí.

Avleiðingin av vantandi ráðgeving og uppfylging er eitt ov stórt tal av "langtíðarklientum", sum ongan møguleika hava havt fyri at búgva seg til batnandi støðu á arbeiðsmarknaðinum. Kanningar (vísast kann til "Álit um endurbúgving og ALV-skúlan" 1996, s. 11 ff oh eina ikki endaða úrvalskanning upp á 11% av teim, ið fingu veitingar frá Alm. ávísan mánaða 1996) vísa, at eitt ógvuliga stórt tal av viðskiftafólkum hava livað av "fyribils" hjálp í nógv ár. T.d. høvdu um helvtin av teim, ið fingu veiting í apríl 1996, fingið hjálp í meira enn 2 ár. Ein ógvuliga stórur partur kann sporast heilt aftur til tíðina, tá arbeiðsloysið byrjaði. Arbeiðsloysið hevur sjálvsagt avmarkað møguleikarnar fyri at koma aftur í vinnu. Men í staðin fyri passivt at bíða eftir betri tíðum, eru tað ivaleyst nógv viðskiftafólk, ið áttu at havt nýtt tíðina til út- ella endurbúgving av arbeiðsførinum ella til styrkjan av sosiala førleikanum yvirhøvur . Úrslitið hevur í staðin verið økt tal av fólki, sum ikki einans hvat arbeiðsevnum, men eisini hvat sosiala førleikanum yvirhøvur viðvíkur, eru vorðin "niðurkvalifiserað".

Eitt av aðarmálunum við nýggju trivnaðarlógávuni er at basa hesum vandamáli, at viðskiftafólk ikki koma burturúr óvirknu veitingarstøðuni.

Ráðgeving og uppfylging er sjálvsagt ikki einans neyðug í mun til arbeiðsleys. Støðan hjá fólki, sum enda í forsorgarskipanini er altíð sum útgangsstøði veik, ikki minst tann fíggjarliga.

Búskaparliga kreppan hevur eisini havt við sær – lutvíst avdúkað, øktan tørv hjá pensionistum á sosialari ráðgeving og leiðbeining. Í stóran mun hevur talan verið um ráðgeving um, hvussu fíggjarligu viðurskiftini fáast at hanga saman.

Almannastovan hevur í vár umskipað arbeiðið soleiðis, at størri rúmd verður fyri ráðgevandi og uppfylgjandi táttinum í arbeiðnum. Sosialráðgevar skulu í størri mun taka sær av hesum arbeiði, meðan fyrisitingarligir málsviðgerar taka sær av útroknan og avgreiðslu av veitingum. Væntandi og vónandi fer hetta at síggjast aftur í tølunum fyri, hvussu nógv fáa arbeiðsloysisstuðul, hvussu nógv fáa tilboð um arbeiðsfremjandi tiltak, hvussu nógv eru í gongd við útbúgving, upplæring o.t. , umframt tølunum fyri persónar á varandi veiting. Tíð er nýtt til samrøður við fólk um arbeiðsmøguleikar og støða er tikin til, um neyðugt er við arbeiðsevnismennandi fyriskipanum.

Í forsorgarlógini eru ongar ásetingar um uppsøkjandi arbeiði. Mett verður, at tað er umráðandi at slíkar ásetingar verða niðurfeldar í eina komandi forsorgarlóg, tí stórur tørvur er á tí. Nógv kundi verið betri/øðrvísi, um skjótari varð sett inn, fyri at hjálpa og ráðgeva teimum fólkum, sum mest tørva tað. Hetta eru t.d. fólk, ið missa ein av sínum nærmastu, sum koma út fyri vanlukku, ið ger tey avlamin fyri lívið, ella fólk, ið fáa børn við víttfevndum breki. Samanumtikið fólk, sum koma í svára kreppu og tí ikki orka at hugsa um t.d. fíggjarligu viðurskiftini fyrr enn tey veruliga koma í fíggjarligar trupulleikar.

2.3. Fíggjarliga trygdin
Forsorgarlógin er viðvíkjandi uppihaldsveitingum seinasta – og hjá summum einasta – fíggjarliga trygdarnetið. Hendan skipan tekur við, tá fólk ongan annan møguleika hava, t.v.s. onki eiga og ikki hava rætt til ella nóg stórar veitingar frá trygdarskipanum sum t.d. vanlukkutrygging, dagpeninga- ella arbeiðsloysisskipanini ella almennum og privatum eftirlønarskipanum.

Seinastu 10 árini hava alt fleiri fingið uppihaldsveitingar. Tað er fyrst og fremst tað stóra arbeiðsloysið, ið hevur tvungið nógvar familjur at søkja sær fíggjarliga hjálp eftir forsorgarlógini. Talið á teimum, ið fingu fyribils uppihaldshjálp vegna sjúku, arbeiðsloysi ella av aðrari orsøk er meiri enn tvífaldað seinastu 10 árini – frá 800 persónum í 1988 til góðar 1900 í 1997. Í 1988 fingu 81 persónar stuðul vegna arbeiðsloysi og í 1997 var talið 1265. Talið av arbeiðsleysum var í 1992, tá tað var mest, upp ímóti 2500.

Útreiðslurnar eru tvífaldaðar frá góðum 20 mió. kr. í 1988 til knappar 40 mió. í 1997. Hetta hóast veitingarnar hjá arbeiðsleysum og harvið størsta partinum av móttakarunum hava verið sera lágar frá 1992 til fyrst í 1998.

Ein trupulleiki við útgjaldingini av forsorgarhjálp er, at viðskiftafólkini fáa útgoldið forsorgarhjálpina sum eina nettoveiting(sí nærri undir punkt 2.3.1.3um samansetingina av nettoveitingini). Hetta merkir, at tey fáa eina ávísa nettoupphædd hvønn mána, og harútyvir kunnu tey søkja um stuðul til gjald av rímiliga grundaðum stakútreiðslum, útreiðslum til sjúkraviðgerð, tannviðgerð og stuðul til meirútreiðslur til foreldur at børnum, ið bera likamlig og sálarlig brek. Almannastovan skal í hesum førum gera eina tørvsmeting av hvørjum einstøkum viðskiftafólki. Hetta viðførir nógva og óneyðuga umsiting fyri málsviðgerarnar á Almannastovuni og fær, í nógvum førum, viðskiftafólki til at føla seg settan undir sjóneyku.

Sum tað framgongur av nýggju donsku forsorgarlógini, so hava danir skipað seg soleiðis, at forsorgarveitingarnar eru bruttoupphæddir. Tað vil siga, at viðskiftafólkini fáa útgoldið eina bruttoupphædd, sum tey sjálvi kunnu ráða yvir. Sostatt skal umsitingin ikki gera metingar av tørvinum hjá hvørjum einstøkum viðskiftafólki, áðrenn útgoldið verður. Hetta ger umsitingina av forsorgarhjálp nakað væl einklari.

Fyri at koma uttanum teir trupulleikar, sum eru á Almannastovuni í dag viðvíkjandi útrokning av fíggjarligari hjálp, verður mett, at føroyskar forsorgarveitingar í tann mun tað er gjørligt eiga at verða bruttoupphæddir.

Vansin við bruttoveitingum er, at veitingin viðskiftafólkini fáa ikki er nøktandi til teirra forbrúk, ella at tey fáa ov nógvan pening frá tí almenna og aftur summi eru kanska ikki før fyri at hava peningin um hendi. Harafturímóti kann sigast, at umsitingin av forsorgarhjálp verður so mikið nógv minni/lættari, at tann peningur, sum veittur er ov nógv við bruttoveitingunum, verður vunnin inn aftur í eini einfaldari umsiting. Harafturat kemst uttanum, at viðskiftafólkið følir seg settan undir umsiting, við tað at ein tørvsmeting skal gerast av teirra forbrúki.. Tað førir ábyrgd við sær, at fáa eina bruttoupphædd útgoldna, sum ein sjálvur skal umsita.

Mett verður, at tað í Føroyum skuldi verið møguligt at gjørt kontanthjálpsveitingarnar og veitingarnar fyri meirútreiðslur til foreldur at børnum, sum bera likamlig ella sálarlig brek til bruttoveitingar.

 

2.3.1. Fyribils peningahjálp (§ 9)

2.3.1.1. Endamál
Endamálið við hjálpini er at forða fyri, at livikorini hjá tí einstaka og familjuni versna alt ov nógv í samband við arbeiðsloysi, sjúku ella øðrum ikki sjálvvaldum orsøkum.

Veitingin hevur tí, upp til eitt hámark, verið lagað til fíggjarliga tørvin hjá familjuni. Í 1984 var farið burtur frá teirri ógvuliga lágu trongdarveitingini – fyri tey arbeiðsleysu tó ikki fyrr enn í 1988. Byrjunarhjálpin skuldi vera rímilig, men so skuldi hjálpin minka, um mett var, at talan fór at verða um varandi veiting.

Tað hevði víst seg, at tann lága trongdarveitingin, heldur enn at ræða fólk frá at liva av almannahjálp, hevði virka sum ein fátækrafella, sum illa komst burturúr aftur. Tann lítla veitingin hevði ført við sær, at móttakarin føldi avmakt og líkasælu og hevði ringt við at fáa broytt nakað um sína støðu.

Við minkan av veitingini til arbeiðsleys í 1992 niður á støðið fyri fólkapensión, varð aðalendamálið við at geva eina meira hóskandi veiting slept. Sum arbeiðsleysur, ið ikki hevði rætt til fulla arbeiðsloysistrygging skuldi tú liva á fólkapensiónsstøðið. Hjálpin røkk hjá nógvum ikki til tað mest neyðturviliga til uppihalds, enn minni at halda kreditorum frá durunum. Hækkingin av veitingini til uppihaldarar í 1994 bøtti, fyri henda partin av teim arbeiðsleysu, nakað um støðuna.

Nógvir persónar fáa framhaldandi fyribils hjálp og verða ikki settir til eina lægri varandi hjálp. Orsøkin til hetta er fyri tað fyrsta, at júst hjálpin til tey arbeiðsleysu í 1992 varð sett ájavnt við varandi hjálpina (fyri at forða fyri kapping við ALS, sum állíkavæl ongantíð bleiv ein sjálvboðin trygging, sum upprunaliga ætlanin var. Hóast grundgevingin fyri at niðurseta hjálpina sostatt ikki var til staðar, bleiv hjálpin niðursett). Fyribyrgjandi endamálið við at hava eina hægri byrjunnarveiting, ið júst skuldi vera fyribils, og motivatión fyri at sleppa sær útaftur sum skjótast fyri ikki at enda á minimumsveitingini, var vekk. Saman við vantandi møguleikum fyri at gera lógarkravdu uppfylgingina og metingina av, um viðkomandi persónar við mennning ella endurmenning av arbeiðsevnunum høvdu møguleikar fyri at koma úr veitingarhjálpini – var heldur ongin møguleiki og grundgeving til at flyta fólk frá eini fyribils konto til varandi konto.

2.3.1.2. Hvør fær veiting?
Fyribils peningahjálp verður latin til fólk, ið ikki sjálv eru før fyri at útvega sær tað neyðuga til lívsins uppihald orsakað av sjúku, barnsburði og føðing, arbeiðsloysi, samlívssliti ella øðrum broytingum í sínum viðurskiftum (almannahendingum). Nógv tey flestu av teimum, ið hava fingið fíggjarliga hjálp í 90-árunum hava, sum sagt, fingið hjálp orsakað av arbeiðsloysi. Í 80-árunum var orsøkin í flestu førum sjúka.

Størsti parturin av móttakarunum av fyribils uppihaldshjálp eru kvinnur (60%). Tey flestu eru ógift (79%). Ein lutfalsliga stórur partur býr í Tórshavnarøkinum. Í mun til partin hjá økinum av fólkatalinum er økið yvirumboðað. Eisini Sandoyggin og serliga Suðuroyggin eru yvirumboðaðar í mun til partin av fólkatalinum (tølini eru fyri 1997).

Vit kunnu skipa bólkin av móttakarum av fyribils hjálp í hesar undirbólkar:

Roknast kann við, at upp ímóti 1/3 av teim ógiftu "samliva sum hjún" (úrvalskanningin frá 1996). Um 40% mugu tí roknast sum familjur við tveimum uppihaldarum. Av teim ógiftu er eisini ein minni partur, sum livir saman við foreldrunum – hetta til langt upp í aldurin og hóast viðkomandi sjálvi hava børn.

Hvat skúlagongd og útbúgving viðvíkur hava fá meira enn fráfaringarroynd fólkaskúlans, summi einans 7. flokk. Ein stórur partur av kvinnunum hava smáar ella ongar arbeiðsroyndir. Annars er talan um royndir í ófaklærdum arbeiði hjá teim flestu (úrvalskanningin frá 1996).

Í umsitingini verður sagt, at bólkurin av ógiftum kvinnum við børnum er ein blandaður bólkur, har ein partur við stuðli til menning av arbeiðsførinum hevur møguleikar fyri at koma út aftur úr skipanini, meðan ein annar partur, tær (ofta fráskildar kvinnur), ið hava fleiri børn, eisini undir skúlaaldur, koma at hava torført við einsamallar at klára bæði fulltíðararbeiði og ábyrgd av barnauppaling og húshaldi, so leingi sum børnini eru smá. Ein annar (minni) partur hevur so samansettar og álvarsligar sosialar/persónligar trupulleikar, at roknast kann við, at teirra støða er varandi tørvur á almannahjálp.

Hvat teim ógiftu monnunum viðvíkur, eru trupulleikarnir oftast aðrir enn fíggjarligir trupulleikar, ið eru íkomnir av arbeiðsloysinum. Tann langa tíðin frá arbeiðsmarknaðinum saman við persónligum trupulleikum og einum frammanundan veikum sosialum netverki ger tað neyðugt at seta miðvíst inn yvirfyri tí einstaka fyri at fáa viðkomandi aftur í arbeiði.

Hvat teim giftu viðvíkur, er sera sjáldsamt at síggja eina familju, ið einans hevur trupulleikar, ið eru íkomnir av arbeiðsloysi ella aðrari almannahending. Heldur er tað so, at t.d. arbeiðsloysð hevur hert aðrar trupulleikar og gjørt teir sjónligari og tyngri at handfara.

Av teim ungu undir 24 ár er ein partur, sum er skjótur út aftur úr skipanini. Hetta eru fólk, ið einans eru inni "at venda" á veg til víðari útbúgving. Annars er tað sera týðuligt í umsitingini, at møguleikarnar hjá ungum, ið ikki ætlað sær bókliga útbúgving hava verið og eru framvegis sera avmarkaðir. Vegna vantandi royndir eru tey seinastu í bíðirøðini til vanligt ófaklært arbeiði. Og møguleikarnir fyri verkligari upplæring hava so at siga ikki verið til staðar í fleiri ár. Og eru tað framvegis ikki í serliga stóran mun. Hetta merkist sjálvsagt eisini í almannaumsitingini.

2.3.1.3. Veitingarupphæddir
Hjálparupphæddin er treytað av fíggjarligu støðuni í tí einstaka førinum. Í minsta lagi kann verða veitt ein upphædd, ið svarar til grundupphædd og barnaviðbót eftir reglunum í pensiónslógini við einum ískoyti til fastar útreiðslur, ið verða mettar rímiligar at taka við í útrokningina av hjálpini. Sum meginregla verða allar fastar útreiðslur, sum viðkomandi frammanudan hevur megnað at gjalda sjálvur, roknaðar sum rímiligar.

Tá metast skal um, hvørjar fastar útreiðslur skulu takast við í útrokning av hjálpini, skal atlit havast at livikorum hjá viðkomandi og familjuni higartil. Atlit skal eisini havast at framtíðar livikorum, sum kunnu gerast ein avleiðing av teirri broyting, sum er hend í støðuni hjá viðkomandi.

Tó er hægst møguliga sjúkradagpengaupphædd hámark fyri útgjaldinum. Tó so, at hámarkið hjá arbeiðsleysum er hægst loyvda arbeiðsloysistryggingarupphædd. Allar inntøkur hjá umsøkjaranum og hjúnafelagnum í hjálpartíðini verða mótroknaðar í hægst møguliga útgjaldinum hjá tí einstaka.

Veitingin er ikki skattskyldug, men verður útgoldin sum ein nettoupphædd.

Ung undir 24 ár, ið ikki hava uppihaldsskyldu mótvegis børnum, og sum ikki hava havt inntøku av týdningi frammanundan, kunnu tó í mesta lagi fáa eina upphædd, ið svarar til tað, ein kann fáa sum lesandi í studningi og láni (ÚS).

Ásetan og útrokning av veitingum er sera trupul. Til hana krevst nógv skjalprógv. Mangan er ásetanin ein størri granskingaruppgáva. Fyrimunurin við henni er tó, at hon gevur eitt gott yvirlit yvir faktisku fíggjarligu støðuna hjá familjuni. Eitt yvirlit, sum er neyðugt at hava, tá fólk t.d. skulu hava hjálp til at umleggja síni fíggjarligu viðurskifti, ella tá søkt verður um stuðul til at gjalda eina rímiliga stakútreiðslu.

Útreiðslurnar til fyribils uppihaldshjálp vóru í 1997: 28.560.212 kr. til arbeiðsleys og 9.952.391 kr. til fólk, ið fingu veiting vegna sjúku, barnsburð, samlívsslit ella annað. 

 

2.3.2. Stuðul til rindan av rímiligt grundaðum stakútreiðslum (§ 15, stk. 1)

Fólk, ið hava verið fyri somu broytingum í sínum viðurskiftum, sum treyta fyribils pengahjálp, t.v.s. eru vorðin sjúk, arbeiðsleys ella annað, kunnu fáa stuðul til eina rímiligt grundaða stakútreiðslu, um gjald av útreiðsluni avgerandi kemur at minka um fíggjarligu møguleikarnar hjá viðkomandi og familjuni fyri í framtíðini at klára seg sjálvi. Treytin er ikki, at viðkomandi eisini fær fyribils hjálp. Til dømis kann ein persónur, ið livir av arbeiðsloysistrygging eisini søkja stuðul til rindan av rímiligum stakútreiðslum.

Í 1997 fingu tilsamans 272 persónar tílíka veiting. Talan kann vera um stuðul til keyp av húshalds-tóli, pinkubarnaútstýri, íbúðarinnskot, brillum, rindan av leysaskuld o.t.

Útreiðslurnar til stuðul til stakútreiðslur vóru í 1997 1.657.937 kr.

2.3.3. Stuðul til gjald av útreiðslum av sjúkraviðgerð, tannviðgerð o.t. (§ 15, stk. 2)

Stuðul til rindan av útreiðslum til sjúkraviðgerð, heilivág, tannviðgerð og líknandi kann verður veittur til fólk yvirhøvur, tá mett verður at tey ikki sjálvi hava ráð til at rinda útreiðsluna, t.v.s. tá roknast má við, at ein fíggjarætlan, sum annars er rímilig og hongur saman, verður koppað, um tey sjálvi skulu gjalda útreiðsluna. Kravið er ikki, at viðkomandi skal hava verið fyri broytingum í sínum viðurskiftum. Talan er um útreiðslur, ið ikki verða endurgoldnar av sjúkrakassa, vanlukkutrygging ella aðrari trygging.

Í 1997 fingu 183 fólk veiting av hesum slagi. Fyri tað mesta var talan um stuðul til fysioterapi og tannviðgerð.

Umsitingarligu trupulleikarnir av hesum eru serliga viðvíkjandi tannviðgerðini. Tað er ógvuliga trupult at avgera, hvønn tannviðgerðarligan standard/norm, stuðul eigur at verða veittur til.

Neyðugt er at fáa ein óheftan persón til at gera ein meting av, í hvøn mun viðgerðin hjá hvørjum einkultum persóni er neyðug og um príslegan er á einum rímiligum støði.

Útreiðslurnar til stuðul til sjúkraútreiðslur, tannviðgerð o.t. vóru í 1997 kr. 513.324. 

2.3.4. Varandi uppihaldshjálp (§ 13)

Varandi uppihaldshjálp ella varandi veiting er ein pensiónslíknandi veiting. Veitingin er treytað av, at tann, sum fær hana, varandi hevur tørv á fíggjarligari hjálp til sítt egna og familjunar uppihald, og ikki lýkur treytirnar fyri at fáa pensión. Heldur ikki skal viðkomandi eiga ogn, sum kann nýtast til uppihald. Treytin fyri at fáa hjálp er, at viðkomandi og møguligur hjúnafelagi kunnu gera sannlíkt, at tey ikki kunnu fáa nakað arbeiði, vegna heilsuviðurskiftum ella øðrum viðurskiftum, sum gera seg galdandi .

Er møguleiki fyri at hjúnafelagin hjá einum persóni, ið annars vildi fingið varandi veiting, við stuðli til útbúgving, avgerandi vil kunna bøta um fíggjarstøðuna hjá familjuni, kann hjálp verða veitt hjúnafelagnum til menning ella endurmenning av arbeiðsevnunum.

Vanliga er hámarkið fyri hjálpini ein upphædd, ið svarar til fólkapensiónina til ein pensionist, ið ikki hevur aðrar inntøkur. Hevur viðkomandi børn, fær hann eisini barnaviðbót eftir reglunum í fólkapensiónslógini. Hevur viðkomandi rímiligt grundaðar stakútreiðslur, ið ikki kunnu verða rindaðar av vanligu veitingini, kann hann fáa stuðul til at rinda hesar. Í undantaksførum kann hjálpin til uppihalds verða hægri enn fólkapensiónsupphæddin.

Í 1997 fingu 29 persónar hesa veiting, og er talið nærum ikki broytt gjøgnum 90-árini. Tað átti tað helst, men sum víst á omanfyri, hevur tað einans verið ein konterings orsøk til at flyta persónar frá arbeiðsloysisveiting til varandi veiting. Møguleikarnir fyri at døma um persónar hoyra til her, ella um hjálp kundi verði veitt til at menna arbeiðsevnini, hava ikki verið tilstaðar.

Útreiðslurnar til varandi veiting í 1997 vóru 1.391.682 kr.

2.3.5. Endurgjald fyri meirútreiðslur til foreldur at børnum, ið bera likamlig ella sálarlig brek (§17)

Foreldur, sum heima uppihalda børnum, ið bera likamligt ella sálarligt brek ella sjúku, sum hevur við sær serligar útreiðslur til uppihalds, hava rætt til at fáa slíkar neyðugar meirútreiðslur endurgoldnar, um hesar ikki kunnu gjaldast við fyriskipanir undir serforsorgini. Hjálpin er treytað av, at ávísingar læknans viðvíkjandi ansan o.a. verða fylgdar.

Tilsamans 404 persónar úr 384 familjum fingu veitingar í 1997. Av hesum vóru 346 kvinnur. Tá eru tey, ið fáa stuðul heima ella í dagstovni ikki tald við.

Sum dømi um meirútreiðslur, ið endurgoldið verður fyri, kunnu nevnast útreiðslur av fysioterapi, serligum kosti, klæðum, heilivág o.s.fr. Endurgjald fyri inntøkumiss, tá mett verður, at tað besta fyri barnið og familjuna er, at ein av foreldrunum er heima hjá tí sjúka / brekaða barninum í styttri ella longri tíð, ella í samband við at barnið verður viðgjørt á Ríkissjúkrahúsinum verður eisini veitt.

Ongin ivi er um, at møguleikin fyri at veita endurgjald fyri mista inntøku eigur at vera har. Neyðugt er tó at gera eina aðra greiðari heimild til tess. Harumframt mugu vit taka greiða støðu til, undir hvørjum umstøðum hetta skal veitast, hvussu leingi og um endurgjaldið skal vera uttan hámark og uttan mun til, hvussu leingi tað skal veitast.

Tilsamans vóru útreiðslurnar til omanfyri standandi endamál kr. 7.604.818 kr. í 1997. Herav vórðu kr. 3.637.346 nýttar til endurgjald fyri inntøkumiss.

Stuðulsfólk
Størsti útreiðsluposturin eftir hesi lógarheimild er stuðulsfólk, ið verða sett at lætta um hjá foreldrunum ella í dagstovni og/ella geva barninum serligan pedagogiskan stuðul, likamliga venjing o.t. Útreiðslurnar til hetta endamál vóru í 1997 umleið 4.2 mió. kr.

Útreiðslan – saman við útreiðsluni til veitingar til vaksin í somu støðu, ið verða veittar sum persónligt ískoyti sambært pensiónina – átti í stóran mun at ligið aðrastaðni. Útreiðslan átti lutvíst at ligið á serstovnaøkinum sum útreiðsla til eina fyriskipan, ið hevur til endamáls at veita persónum, ið bera víðgongt brek og familjum teirra, serligan stuðul, lutvíst í útreiðslum í heimarøktini til umlættingar av familjum í somu støðu og lutvíst sum eykanormering til dagstovnar, ið hava børn, ið krevja meiri enn vanligt er av starvsfólki. Sum so kann útreiðslan takast sum dømi um avleiðingarnar av vantandi møguleikum at økja játtannir til stovnsendamál á fíggjarlógini.

Tørvurin á at fáa greiðu á hesum øki er stórur. Roynt hevur verið at stýra hesum økinum um fíggjarlógina, men útreiðslan verður ikki strikað/burtur av hesi orsøk. Útreiðslan sæst aftur sum lógarbundin játtan kortini. Trupulleikarnir hjá hesum familjum eru so stórir, at teir ikki kunnu yvirsíggjast. Teir mugu loysast. Tí síggjast vantandi játtanir á eitt nú stovnsøkinum aftur, sum meirútreiðslur á lógarbundnum einstaklingaveitingum.

Almannastovan setur sambært § 17 í forsorgarlógini stuðulsfólk til at ansa eftir omanfyrinevndu børnum í heiminum. Tørvur er á betri samskipan av stuðulsskipanini, soleiðis at hesir støðast betri í arbeiði sínum. Sum nú er, er ov stór útskifting ímillum stuðlarnar. Børnini skulu alla tíðina venja seg við nýggjar stuðlar, ið koma at ansa eftir teimum. Trupulleikin við skipanini er eisini, at hon er dýr at reka. Skipanin kundi verið bíligari í rakstri, um dagstovnar til hesi børn vórðu settir á stovn. Áhugavert hevði verið at fingi eitt orðaskifti í lag um játtanin skuldi fylgt barninum, sum stuðul, ella um jattanin skuldi verði løgd afturat dagstovnunum.

2.4. Fremjan, menning og endurmenning av arbeiðs- og sosiala førleikanum (§ 10, stk. 4, § 18)

2.4.1. Arbeiðsfremjandi tiltøk – aktiveringsskipan

Heimildin til arbeiðsfremjandi tiltøk finst í § 10 í forsorgarlógini. Fyrstu stigini til at aktivera arbeiðsleysan ungdóm í Føroyum vórðu tikin í 1992. Síðan 1993 hava arbeiðsskapandi tiltøk verið fyriskipaði runt um í landinum. Meginparturin av fíggingini er fingin til vega frá landinum, men kommunurnar hava eisini rindað sín part.

Eitt álit er skrivað um aktivering, sum gav landsstýrinum nógv góð hugskot til, hvussu ein skipan viðvíkjandi arbeiðsfremjandi tiltøkum kundi betrast. Nøkur tiltøk eru sett í verk. Álitið er: "Álit um aktivering av forsorgarlógini" frá 1996. Í álitinum var uppskot til nýggja kunngerð um aktivering. Hendan kunngerð varð sett í gildi við ávísum broytingum í 1996. Kunngerðin fevnir um fólk undir 27 ár, sum fáa hjálp eftir grein 9, stk. 3 í forsorgarlógini. Kunngerðin hevur tó ikki verið nýtt í forsorgararbeiðinum.

Í februar 1998 varð ein samskipari settur á Almannastovuni til at taka sær av eini komandi aktiveringsskipan og av tiltakinum "Ung í arbeiði". Áðrenn hetta varð "Ung í arbeiði" umsitið av Almanna- og heilsumálastýrinum. Stýrið gav stuðul til kommunurnar, soleiðis at hesar kundu seta tiltøk í verk fyri ung arbeiðsleys, fyri at tey ungu kundu fáa møguleika fyri at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Tá ið umsitingin var løgd á Almannastovuna, var tað ætlanin, at býta upphæddina, avsett til "Ung í arbeiði" ímillum arbeiðsfremjandi tiltøk sum heild, og stuðul til kommunurnar til arbeiðsleysan ungdóm.

Í farna tíðarskeiði hevur verið arbeitt við nýggjari kunngerð um aktivering. Uppskotið tekur útgangsstøðið í forsorgarlógini og í galdandi kunngerð, men er tillagað teimum umstøðum, sum eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum og sosialu støðuni í dag. Í hesum sambandi eru møguleikarnir fyri arbeiðsfremjandi tiltøkum, gjørdar í grannalondum okkara, kannaðar.

Ætlanin við nýggju kunngerðini um aktivering er, at betra um møguleikarnar hjá teimum sum fáa forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi til at útvega sær eitt varandi arbeiði. Almannastovan skal við arbeiðsfremjandi tiltøkum stuðla teimum ungu við tí endamálið, at tey einstøku ikki steðga upp, men í staðin betra sínar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Fyri teimum veikaru brúkarunum er ætlanin, at skipast skal fyri mennandi tiltøkum, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Áðrenn tilboð um aktivering verður givið, skal Almannastovan bjóða tí einstaka ráðgeving og vegleiðing um, hvussu viðkomandi kann styrkja sínar yrkis- og útbúgvingarmøguleikar í Føryum. Møguleikarnir fyri um eitt viðskiftafólk kann fáa eitt vanligt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum, og møguleikarnir fyri endurbúgving skulu sostatt troytast, áðrenn hugsað verður um aktivering.

Almannastovan hevur ábyrgdina av at aktivera tey, ið fáa forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi. Arbeiðsfremjandi tiltøk skulu tó, so vítt tað er møguligt, sameinast við onnur tiltøk, sum fara fram á økinum, eitt nú tiltøk hjá verkafeløgunum, ALS og "Ung í arbeiði".

Tá ið talan er um arbeiðsfremjandi tiltøk, kunnu fylgjandi møguleikar eisini verða umhugsaðir:

Ætlanin var at omanfyrinevnda aktiveringsskipan skuldi virka frá 1.februar 1999. Starvsfólkini skuldu fyrst og fremst arbeiða við at fáa eitt tætt samband til arbeiðsmarknaðin, og á tann hátt kanna møguleikarnar fyri arbeiðsfremjandi tiltøkum til viðskiftafólk. Sjálva málsviðgerðina av viðskiftafólkunum gera sosialráðgevararnir, áðrenn víst verður til "aktiveringsdeildina".

Hendan ætlan datt niðurfyri, av tí at løgtingið ikki gekk uppskotinum á møti um játtan til aktivering.

Tað er alneyðugt at leggja størri dent á arbeiðsfremjandi tiltøk. Tí er tað neyðugt at peningur verður settur av, soleiðis at fleiri aktiveringsmøguleikar kunnu finnast/skapast til viðskiftafólkini á Almannastovuni.

Aktiveringstilboðini geva viðskiftafólkinum veruliga barlast og sjálvsálit til at fara út aftur á arbeiðsmarknaðin, soleiðis at hesi ikki steðga upp og verða verandi viðskiftafólk á Almannastovuni. Á henda hátt loysir tað seg eisini frá samfelagsins síðu at seta størri játtan av til aktivering: peningurin kemur inn aftur í samfelagið við tað, at fleiri arbeiðsleys koma aftur í arbeiði. 

2.4.2. Menning ella endurmenning av arbeiðsevnunum – "endurbúgving" (§ 18, stk. 1 og § 10, stk. 2 í forsorgarlógini, Kunngerð nr. 139 frá 19. sept. 1997 um forsorgarstuðul til fólk undir útbúgving)

Hjálp kann verða veitt einum persóni til útbúgving og vinnuliga upplæring ella umskúling, tá tað er avgjørt neyðugt, við atliti til møguleikarnar hjá viðkomandi fyri framyvir at klára seg og uppihalda familju síni.

Tá tað hevur avgerandi týdning fyri eitt fólk við niðursettum arbeiðsføri, og tað samstundis sýnist rímiligt út frá fíggjarviðurskiftunum hjá viðkomandi, kann pengahjálp verða veitt til útvegan av amboðum og arbeiðsmaskinum. Eisini kann hjálp, ið kann veitast sum lán, verða veitt til at seta í verk sjálvstøðugt virkið, tá tað verður mett rímiligt við atliti til framtíðar vinnumøguleikarnar hjá umsøkjaranum.

Sambært avlamispensiónslógini kunnu avlamispensionistar, ið eftir hava ein ónýttan lutvísan vinnuførleika, fáa eitt rentufrítt lán í mesta lagi svarandi til pensiónina í 2 ár, tá tað, ið lánið verður nýtt til, hevur við sær varandi betran av arbeiðsevnunum hjá viðkomandi.

Í 1997 vóru útreiðslurnar til menning og endurmenning av arbeiðsførinum 15.325.107 kr.. Tilsamans 245 persónar, herav 104 menn og 141 kvinnur, fingu í árinum hesa veiting. Av teimum vóru 195 ógift. Størsti parturin búðu í Tórsahavnarøkinum (136 persónar), Syðru Eysturoy (40) og Klaksvíkarøkinum (20). Restin javnt býtt um landið.

Nógv tann størsti parturin av móttakarunum hava fingið stuðul til bókligar útbúgvingar. Heimildirnar til játtan av arbeiðsmaskinum, amboðum og íverksetan av sjálvstøðugum virki eru so gott sum ikki nýttar. Orsøkirnar til at heimildirnar eru so lítið nýttar eru at finna í búskaparligu støðuni, sum hon hevur verið seinnu árini, men eisini – og kanska serliga – í at Almannastovan ikki hevur serkunnleikan, sum skal til fyri at fara inn í slík mál, og tískil heldur ikki kann gera nógv fyri at upplýsa um møguleikan.

Tá fá eru, ið eru í gongd við verkligar útbúgvingar, snýr tað seg sjálvsagt eisini um støðuna á arbeiðsmarknaðinum sum heild. Ongi lærupláss verða stovnaði . Og lítil dugur er í at lata fólk fara í gongd við ástøðiliga partin av vinnuútbúgvingum, tá so gott sum eingin møguleiki er fyri at fáa lærupláss aftaná.

Nøkur tiltøk hava verið sett í verk í Føroyum viðvíkjandi endurbúgving. ALV-skúlin varð settur á stovn í 1956 við tí endamálið, at hjálpa avlamnum í gongd við at arbeiða aftur, fyrst og fremst við at tey avlamnu tilevnaðu vørur til sølu. Ein bólkur, niðursettur av landsstýrinum í 1994, hevur í 1996 lagt fram álit har útgreinað verður, hvussu virksemi á ALV-skúlanum viðvíkjandi endurbúgvingini kann skipast. Virksemið hjá stovninum í dag fevnir um ein vardan verkstað, eina sølubúð, og ein pylsuvogn.

Ein endurbúgvingarstova var sett á stovn í 1984. Endamálið við stovninum var at skapa endurbúgvingarmøguleikar fyri viðskiftafólki og betra sambandi við arbeiðsmarknaðin hesum viðvíkjandi. Stovnurin var lagdur undir Almannastovuna í 1993.

Alt endurbúgvingarøkið treingir til endurskoðan og støðutakan til, nær hjálp skal veitast, meiri nágreiniliga hvussu peningarhjálpin skal ásetast, á hvønn hátt avtalur kunnu gerast við arbeiðspláss um býtið av lønarútreiðslunum o.s.fr. Tað er alneyðugt at tað í nýggju forsorgarlógini verður lagdur størri dentur á endurbúgving. Hetta, og so tað at fáa fólk út aftur í arbeiði, er tann mest veruliga loysnin uppá støðuna hjá viðskiftafólkinum.

Ein ógvuliga stórur trupulleiki er, at vit ongan veruligar karmar hava fyri endurbúgving. Ongastaðni er møguligt at fáa roynt síni arbeiðsevni, og harvið fáa hjálp til at avgera vinnuval fyri framtíðina. Endurbúgvingarmøguleikar mugu skapast fyri viðskiftafólki og at betri samband má fáast við arbeiðsmarknaðin. Tilboðið til hvønn einstakan sær má verða tillaga honum, og tað skal verða størri møguleiki hjá viðskiftafólkinum at verða við í teirra loysn.

Men í samband við endurbúgvingina er ikki neyðugt at avmarka seg til virksemi hjá ALV-skúlanum, men hugsað kundi eisini verið um verandi útbúgvingarstøð, sum t.d. Handilsskúlin, teknisku skúlarnar v.m. Hetta kundi verið gjørt við at fingið eina avtalu við tey ymisku útbúgvingarstøðini, um t.d. at upptaka eitt ávíst tal av næmingum pr. skúlaár. Hetta bæði til at tryggja eitt so fjølbroytt tal av útbúgvingum, men hetta skuldi eisini verið bíligari, ístaðin fyri at gera somu útbúgving, bara á einum øðrum stovnið.

Væntast kann, at tørvurin til tann einstaka í samfelagnum verður vaksandi, tí krøvini, hvat útbúgving og persónligum og sosialum førleika viðvíkur, gerast alsamt størri á leiðini inn í eitt tøknisamfelag. Tí verða tað fleiri, sum – ikki av likamligum, men av meiri samansettum sosialum orsøkum – koma at hava tørv á eyka stuðli fyri at forða fyri, at tey ikki detta burtur ímillum í framtíðarsamfelagnum.

Neyðugt er, at vit frá politiskari síðu taka støðu til, um og í játtandi føri hvussu, bæði privati og almenni arbeiðsmarknaðurin í framtíðini kunnu verða við til at taka sosiala ábyrgd júst í førum sum hesum fyri at tryggja tey, ið lutvíst missa sín arbeiðsførleika, framhaldandi koma at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Bæði viðvíkjandi arbeiðsfremjandi tiltøkum og endurbúgving átti eitt betri samstarv fingist í lag við Arbeiðsloysisskipanina. Sum nú er, er samstarvið ikki nøktandi. Tað átti at verið umhugsað, at stytt tíðina, ið tey arbeiðsleysu eru í arbeiðsloysisskipanini. Sum nú er, er tað trupult hjá Almannastovuni at fáa viðskiftafólk virkin aftur, ið hava verið arbeiðsleys í meira enn 3 ár. Neyðugt er at geva viðskiftafólkum tilboð um endurbúgving ella arbeiðsfremjandi tiltøk, so skjótt sum gjørligt eftir at viðkomandi er vorðin arbeiðsleysur. Ein møguleiki hevði eisini verið at Arbeiðsloysisskipanin og Almannastovan samskipaðu og samstarvaðu um øll arbeiðs-, arbeiðsfremjandi- og endurbúgvingartilboð. 

2.4.3. Hjálpartól o.t. (§ 18)

Avlamin fólk og fólk við sjúku- ella ellistreytaðum veikleika kunnu sambært § 18 í forsorgarlógini fáa stuðul til hjálpartól, herundir meirútreiðslur til serlig klæðnapløgg, sum eru neyðug fyri at tey kunnu nýta síni arbeiðsevni, munandi hjálpa uppá sjúkuna / brekið ella í avgjørdan mun lætta um dagligu tilveruna í heiminum.

Útreiðslurnar til hjálpartól vóru í 1997: kr. 22.266.607,-, ímeðan raksturin av Hjálpartólamiðstøðini í 1997 var: kr. 2.428.312,-.

Bæði Almannastovan og Hjálpartólamiðstøðin (HTM) umsita heimildirnar í hesi lógargrein. HTM er við í ráðgeving, viðgerð og játtan av avlamisbilum o.ø. í tí dýrara endanum, umframt at hon lænir hjálpartól út. Talið av persónum, ið fáa veitingar liggur um 1200. Tá eru tey, ið einans lána hjálpartól frá HTM, ikki tald við. Harumframt hava sjúkrahúsini sambært sjúkrahúslógini skyldu til at útvega viðgerðartól og neyðug hjálpartól til láns til teir sjúklingar, ið eru í viðgerð á sjúkrahúsinum og til fyribilsnýtslu í samband við útskriving.

Sum støðan er í dag má sigast, at viðurskiftini í samband við málsviðgerð og útvegan av hjálpartólum eftir grein 18 í forsorgarlógini als ikki er nøktandi. Ein av høvuðstrupulleikunum eru, at tað eru alt ov fá hjálpartólakøn fólk í mun til tær uppgávur ið eru, serliga á primera økinum. Hetta førir fyrst og fremst við sær eina bíðitíð, ið er fullkomiliga óskiljandi fyri bæði brúkarar, avvarðandi og fakfólk. Avleiðingarnar eru m.a. at fólk mugu verða óneyðuga leingi á sjúkrahúsi, tí hjálpartól og íbúðarbroytingar eru ein av fortreytunum fyri at sleppa heim. Ein avleiðing er eisini, at starvsfólki ikki fær stundir til at røkja uppgávu sína viðvíkjandi upplýsandi virksemi, ráðgeving og undirvísing av ymiskum fakbólkum innan almanna- og heilsuverkið og at skipa fyri varandi framsýning og serframsýningum av ymiskum hjálpartólum.

Ein undirmannað HTM virkar eisini forðandi fyri aðra málsviðgerð á hjálpartólaøkinum, tað finnast vælkvalifiseraðir ergo- og fysioterapeutar bæði á sjúkrahúsum og stovnum, sum mugu ígjøgnum drúgvu játtanarskipanina á HTM. Hesin trupulleiki kundi verið loystur, við at givið fakfólkunum í skipanini eina avmarkaða játtanarheimild, soleiðis at tey skjótt kundu avgreitt smámál, ímeðan tað bert vórðu stórmál, ið vórðu løgd fyri ráðið, niðursett sambært § 18 í forsorgarlógini.

At ábyrgdin fyri útvegan av hjálpartólum er býtt ímillum tvey ymisk "verk", alt eftir um talan er um fyribils ella varandi nýtslu, hevur tær óhepnu avleiðingar, at í teimum førum sjúkrahúsverkið hevur útflýggjað hjálpartól til fyribilsnýtslu, men tørvurin seinni vísir seg at verða varandi, verður neyðugt at kalla hjálpartólið innaftur, fyri síðani yvir forsorgarlógina at søkja nýtt til varandi nýtslu. Møguliga áttu hesi starvsfólkini á sjúkrahúsinum eisini fingið eina avmarkaða játtanarheimild, soleiðis at tey kundu avgreitt smámál viðvíkjandi varandi nýtslu, ella skuldi skipanin viðvíkjandi fyribils og varandi nýtslu verið gjørd øðrvísi.

Í samband við allar íbúðar/húsabroytingar, ið verða játtaðar á HTM, skal fyrireikingararbeiðið, tekning , útbjóðingartilfar o.a. gerast av byggikønum. Sum er hevur HTM ongan byggikønan og má tí leita sær tænastur frá øðrum byggikønum stovnum, í løtuni Húsalánsgrunninum. Hetta hevur við sær uppaftur økta bíðitíð, tí helst verða ikki uppgávur fyri aðrar stovnar raðfestar fremst. Sostatt kann tað í dag taka upp til eitt ár at fáa eina íbúðarbroyting framda. Møguliga kundi hesin trupulleiki verði loystur, við tað at ein byggikønur varð settur á HTM, og við at HTM fekk heimild til sjálvstøðugt at taka avgerð í hesum fyrireikingararbeiðinum.

Við verandi skipan er kravið, at stovnar og serstovnar sjálvir hava skyldu til at útvega sínum brúkarum/búfólkum neyðug hjálpartól um raksturin, meðan tey ið búgva heima ella á sambýli eru at rokna sum einstaklingar, og tí kunnu søkja um hjálpartól eftir § 18 í forsorgarlógini. Sama er galdandi fyri tól, ið brúkarar hava fingið útflýggjað sum einstaklingar, men mugu lata frá sær tá tey flyta á stovn. Hetta hevur við sær at mismunur verður gjørdur á brúkarum alt eftir hvønn "status" teir hava, tí sum fíggjarvánirnar hava verið seinastu árini hevur ikki verið nógv eftir á rakstrinum hjá teimum ymisku stovnunum til nýkeyp. Endamálið má verða at veita øllum brúkarum somu tænastu. Ein onnur avleiðing av hesi skipan er, at tá stovnshjálpartólini eru stovnsins ogn, verða tey ikki at ganga inn í eina endurnýtsluskipan – og kunnu tí bæði góð og dýr hjálpartól standa í einum røktarheimskjallara, ið onnur kundu havt gleði av. Ein loysn á hesum trupulleikanum er, at bæði tey sum búgva á stovnum og tey, sum búgva heima verða at rokna sum einstaklingar og kunnu søkja um hjálpartól eftir § 18 í forsorgarlógini. HTM kundi sostatt umsitið øll hjálpartól í landinum.

Trupulleikin viðvíkjandi Hjálpitólum er sera átrokandi, og Almanna- og heilsumálastýrið hevur tí sett ein persón til at skriva eitt álit um, hvussu skipanin kann betrast. Hetta álit verður liðugt um stutta tíð.

2.5. Sosial trygd, trivnaður og umsorgan (§ 16, 32, 32A)

2.5.1. Serforsorg - hjálp á stovnum og sambýlum til fólk, ið bera umfatandi likamlig ella sálarlig brek

Sambært § 32, stk. 1-3, í forsorgarlógini kunna persónar, ið bera umfatandi likamlig ella sálarlig brek fáa hjálp til viðgerð, undirvísing, upplæring og arbeiði, vinnuligari uppvenjing o.t , umframt til røkt og stuðul á serligum stovnum og sambýlum, sum landsstýrið rekur ella hevur gjørt sáttmála við. T.d. stovnar, ið seta íverk og fáa í lag vinnuliga uppvenjing ella útbúgving, vart arbeiði og líknandi vinnuligar fyriskipanir fyri fólk, ið av likamligum, sálarligum e.ø. orsøkum ikki eru før fyri at fasthalda ella fáa arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinum við vanligum treytum.

Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur gjørt ávísar reglur á hesum økinum, men nógvar av útfyllandi reglunum eru enn undir gerð. Hetta eru reglur fyri leiðslu og rakstur av serforsorgarstovnum, reglur ið áseta treytir og avmarkingar viðvíkjandi nýtslu av frælsisskerjandi viðgerðarhættum, sum tað í einstøkum førum kann vera avgjørt neyðugt at nýta, umframt at áseta reglur um gjald fyri uppihaldið o.a.

Eftir forsorgarlógini kann landsstýrið til tess at nøkta tørvin á viðgerð, røkt, vinnuligari uppvenjing o.t. upprætta og góðkenna stovnar og sambýlir av ymiskum slagi. Møguleikarnir fyri upprættan av nýggjum stovnum og fíggjarligu karmarnir fyri rakstrinum av verandi stovnum eru tó viðurskifti, sum eru treytað av játtanini á løgtingsfíggjarlógini á hvørjum ári. Tað er tí løgtingið sum í seinasta enda tekur avgerð um nýggjir stovnar ella onnur tiltøk skulu upprættast.

Almannastovan hevur sambært kunngerð (Kunngerð nr. 11 frá 11. januar 1994 um reglur fyri skipan av sambýlum sambært forsorgarlógini. Við heimild í § 11, stk. 2 í kunngerðini hevur Almannastovan tilevnað "Reglugerð fyri sambýli" tann 4. august 1997) og siðvenju umsjón við stovnum, sambýlum og øðrum tiltøkum á serforsorgarøkinum.

Tilboðini sum serforsorgaarøkið hevur í dag eru hesi:

Sum nú er, er tørvur á fleiri tilboðum til viðskiftafólkini. Tørvur er bæði á verkstaðartilboðum, nýggjum búplássum og á serligum stovnum til ógvuliga brekaði børn. Eisini er tørvur á viðgerðarstovnum fyri fólk, sum eru komin til skaðis, td. arbeiðsskaðar ella ferðsluskaðar.

Hóast tørvurin hevur verið alsamt vaksandi tey seinastu mongu árini, so eru alt ov fá nýggj tilboð sett í verk í nýtiárunum til at nøkta tørvin. Av nýggjum tiltøkum á økinum hjá Serstovnadeildini er tað bert Sambýlið í Vági við 5 føstum búplássum, sum varð sett á stovn í 1996. Nøkur fá pláss eru tó fingin til vega við at taka fólk inn uppá "yvirbelegning" hesi árini. Í 1999 er tó játtað eitt hálvtíðar dagtilboð til eini 10 fólk í Vágum.

Talið av teimum, sum hava bráfangis og skjótan tørv á tilboðum frá Serstovnadeildini er í løtuni á leið 30. Hetta hevur ført við sær at Almannastovan í stóran mun hevur verið noydd til at veita hesum illa støddu menniskjunum stuðulsveitingar á annan hátt.

 2.5.2. Sosialar íbúðir

Í Føroyum er stórur tørvur á bústøðum til viðskiftafólkið á Almannastovuni sum heild. Fyri at fáa íbúðartrupulleikan loystan er alneyðugt at umhugsa bygging av sosialum íbúðum. Tílíkar íbúðir kundu verið bygdir kring alt landið. Tað kundi eisini verið møguligt at umbyggja hús til sosialar íbúðir.

Tørvur er á ymiskum møguleikum fyri bústaðum. Nevnast kann, at eisini í Føroyum er tørvur á plássum til fólk sum beinleiðis eru heimleys, sum hava ein akuttan tørv á einum staði at sova (herberg). Tað er ikki greitt hvørt kommunurnar ella landið hevur ábyrgdina av hesum fólkum, og tí er ynskiligt, at hesin spurningur verður tikin til viðgerðar í samband við eina nýggja trivnaðarlóg. Tað finnast í dag felagsskapir sum eftir førimuni royna at hjálpa á hesum økið. Tað kundi tí eisini verið umhugsa, hvørt stuðul skuldi verið veittur slíkum felagsskapum til virksemi sítt.

Eisini er tørvur á vanligum íbúðum, sum skulu verða eitt bíligt bústaðartilboð til sosialt illa stillaði fólk. Tílíkar íbúðir áttu at verði í smærri eindum spjaddir yvir alt landið. Møguliga kundi Húsalánsgrunnurin í størri mun verið við til at fíggja slíkar ætlanir. 

2.5.3. Heimarøkt og stovnar til eldri

Eftir forsorgarlógini § 32, stk.4, kann landsstýrismaðurin í almannamálum til tess at nøkta tørvin á viðgerð og røkt, upprætta og góðkenna stovnar og sambýlir fyri persónar, ið ikki kunnu klára seg í egnum heimi vegna teirra heilsustøðu. Í løtuni eru 8 ellis-, røktar- og vistarheim við 267 persónum, 2 eldrasambýlir og ellisheim og sambýli á Sandoynni. Harumframt eru í fleiri kommunum upprættað kommunal eldrasambýli.

Trupulleikin á hesum økinum er, at tað er tørvur á nógv fleiri røktarheimsplássum. Tørvur er eisini á ymsum øðrum skipanum/tilboðum til eldri, so sum eldrabýli sum heild.

Seinastu árini eru nøkur eldrasambýlir sett á stovn. Starvsfólk frá Heimarøktini veita tænastur til hesi eldrasambýlir um dagin, um kvøldið og í nøkrum førum eisini um náttina.

Í 1996 fekk landsstýrið heimild at seta í verk royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni. Endamálið við royndartiltakinum er at royna eina skipan, sum sameinir røktarheimsrakstur og heimarøkt.

Royndartíðin er sett til 5 ½ ár frá 1. juli 1996 til 31. desember 2001.

Royndartiltakið verður skipað soleiðis, at røktarheim er heima á Sandi, meðan eindirnar í Skálavík og í Skopun verða nýttar til eldrasambýlir.

Royndartiltakið verður rikið sum landsstovnur og verður fyriskipað undir Heimarøktini, sum hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum. Leiðarin fyri royndarskipanina er økisleiðari fyri Sandoyarøki. 

2.5.3.1. Heimarøktin
Heimahjálparafyriskipanin varð sett á stovn fyri at gera tað møguligt hjá serliga eldri fólki at verða verandi í egnum heimi sum longst. Hetta lutvíst út frá teirri sannføring, at tað er best fyri tey eldru at vera heima hjá sær sjálvum, men lutvíst eisini út frá einum kostnaðarsjónarmiði, tí ein heimahjálparaskipan er nógv bíligari enn útbyggingar á ellis- og røktarheimsøkinum, ikki minnst, tá havt verður í huga, at livialdurin hjá fólki gerst alsamt hægri við tí úrslitið, at talið á teimum, ið krevja røkt økist meira og meira.

Aðalmálið fyri heimarøktarskipanina er við miðvísari heimatænastu, umsorgan, heilsu og sjúkrarøkt, at stuðla til sjálvbjargni og gera tað møguligt at búgva sum longst heima, undir best møguligum umstøðum, um hetta er læknaliga og samfelagsliga ráðiligt.

Uppgávan hjá eini heimahjálp er fyrst og fremst at veita hjálp til persónar, sum varandi hava brúk fyri hjálp í heiminum. Ein heimahjálp hevur eisini til uppgávu at taka sær av vanligum húsligum arbeiðsuppgávunum, tá brúk er fyri tí í einum heimi í styttri tíðarbilum t.d. í samband við føðing, sjúku og eftirbata. Harumframt kann ein heimahjálp verða send út at lætta um hjá fólki, sum heima ansa einum barni ella einum vaksnum, ið ber likamligt ella sálarligt brek.

Í november 1992 varð samtykt, at Heimahjálparskipanin og Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanin skuldi leggjast saman til ein stovn - Heimarøktin. Leiðari varð kortini ikki settur fyrr enn í november 1995.

Heimarøktin er býtt upp í 6 økir, sum eru: Suðurstreymoy, Norðurstreymoy/Vágar, Eysturoy, Norðoyggjar, Suðuroy og Sandoy. Fyri hvørt øki er settur ein økisleiðari.

Á hvørjum øki arbeiða heimahjálparar, heimasjúkrasystrar og sosial og "sundheitsassistentar" (heilsuassistentar), sum í høvuðsheitum taka sær av eldri fólkum.

Heilsusystrarnar virka ikki undir økisleiðarunum, og eru heldur ikki býttar upp á økir. Tær vísa til eina leiðandi heilsusystur í meginfyrisitingini. Heilsusystrarnar taka sær í høvuðsheitum av børnum frá 0-1 ár og skúlabørnum.

Árliga eru tað umleið 10.402 brúkarar í Heimarøktini:

Heilsusystratænastan er ein partur av Heimarøktini, men er ikki býtt út á økir. Tænastan liggur undir meginfyrisitingini, við eini leiðandi sjúkrasystir sum leiðara.

Virkisøkið hjá heilsusystrunum er í flestum førum stórt og tvørtur um fleiri kommunumørk.

Ein heilsusystir er ein sjúkrasystir við serútbúgving innan primera profylaksu og pedagogik, við serligum atliti at familjum og børnum. 17 ( ársverk) heilsusystrar arbeiða í skipanini. Normering er ásett í mun til føðital, skúlabarnatal og uppgávur í økinum.

Heilsusystratænastan fevnur um øll børn sum búgva í Føroyum, frá føðing til skúlaaldur, og í undirvísingarásetta aldrinum. Høvuðsuppgávurnar sambært galdandi reglum eru, at virka fyri at fremja likamliga og sálarliga heilsu og trivna hjá børnum, við at

KAP. 3: BARNAFORSORGARLÓGIN

Barnaforsorgarlógin inniheldur m.a. ásetingar viðvíkjandi:

Málini við barnaforsorgarlógini kunnu sigast at vera fyribyrging, umsorgan og menning.

Mett verður, at børn í umleið 150 føroyskum familjum eru undir barnaforsorg, her eru familjurnar í Havn og Klaksvík ikki tiknar við.

Lógin áleggur eisini einum og hvørjum, sum fær kunnleika um, at eitt barn verður vanrøkta, er fyri ágangi ella á annan hátt livir undir hóttandi viðurskiftum, at boða barnaverndarnevndini frá.

Útreiðslur til einstaklingar (familjur) sambært barnaforsorgarlógini var í 1997 kr. 6.112.479. 

3.1. Barnaverndarnevndir o.a. (§ 1)

Sambært barnaforsorgarlógini hava barnaverndarnevndirnar rætt og skyldu til

Barnaverndarnevndin hevur skyldu til at gáa eftir teimum viðurskiftum, børn sum so í kommununi liva undir, t.d. skal nevndin verða serliga ansin, tá útbyggingar verða gjørdar ella ætlaðar í kommununi. Nevndin eigur at gáa eftir, at viðurskiftini viðvíkjandi menning, uppihald og trivna hjá einum barni geva ábending um, at barninum tørvar hjálp. Somuleiðis eigur barnaverndarnevndin at gera bý-/bygdarráð vart við møguligar barnaansingartrupulleikar, t.d. um ansingin ikki er nóg góð ella børn koma í trupulleikar av, at tørvurin á ansingarplássum ikki er nøktaður.

Barnaverndarnevndir skulu veljast av bý-/ bygdaráðnum 4. hvørt ár aftaná hvørt kommunuval.

Í nevndina verða vald minst 5 og í mesta lagi 7 fólk. Veljast kunnu fólk, sum annars lúka treytirnar fyri at stilla upp til bý-/bygdaráðið. 1 barnavernd verður vald í hvørjari kommunu.

Barnaverndarnevndin hevur sjálvstøðugar heimildir.

Foreldrini, ella onnur í teirra stað, hava ikki bara rætt til, men skulu av barnaverndarnevndini elvast til at úttala seg fyri nevndini, áðrenn hon tekur avgerð í einum máli.

3.2. Færøernes Nævn for Børneforsorg (FNB)

FNB er fyrst og fremst kærustovnur, men kann harumframt taka avgerðir um forboð móti heimtakan av einum barni frá einum pleyguheimi, og um at seta eitt barn heiman við tvingsli, tá barnaverndarnevndin ikki fremur tær fyriskipanir, sum eru neyðugar við atliti til vælferðina hjá einum barni. Í FNB sita dómarin, landslæknin og ein av landsstýrinum fyri 4 ár í senn tilnevndur persónur við pedagogiskum innliti.

Henda funksjón eigur at verða varðveitt í einari nýggjari barnaforsorgalóg. Neyðugt er at hava ein kærumøguleika, hjá teimum, ið eru fevnd av lógini.

3.3. Løgfrøðingur

Landsstýrismaðurin í almannamálum tilnevnir ein løgfrøðing at vera hjástaddur, tá serlig mál sambært lógini verða viðgjørd. Tað er somuleiðis uppgávan hjá tilnevnda løgfrøðinginum at leiðbeina nevndinar, hvussu lógin skal skiljast og nýtast í mun til viðgerðina av einum máli. 

3.4. Veitingar til barnið

Barnaforsorgarlógin hevur fyrst og fremst eitt fyribyrgjandi endamál (§ 22). Hon skal verja korini hjá børnum sum heild og hjá tí einstaka barninum, tí verða fyribyrgjandi fyriskipanir oftast nýttar sambært lógini. Barnaverndarnevndirnar skulu royna tað, tær kunnu, fyri at gera tað møguligt, hjá barninum at verða verðandi heima. Støðan kann tó vera tann, at rættasta loysnin er at seta barnið heiman beinanvegin. Tí skulu fyribyrgjandi fyriskipanir ikki altíð roynast fyrst.

Fyribyrgjandi fyriskipanin kunnu setast í verk. t.d. tá

Sum serligur stuðul skal skiljast stuðul til endamál, sum ikki eru umfatað av øðrum lógum, t.d. innan almanna-, undirvísingar- og heilsuverkið.

Avgerandi fyritreytin fyri at seta í verk fyribyrgjandi fyriskipanir í staðin fyri at seta barnið heiman er, at tað er forsvarligt við atliti til vælferð barnsins.

Forsorgin fyri barninum er framvegis hjá foreldrunum, tá vit tosa um fyribyrgjandi fyriskipanir, ikki hjá barnaverndarnevndini.

Sambært § 22 í barnaforsorgarlógini kann barnaverndin seta ein stuðul til eitt barn fyri at forða fyri at eitt barn verður sett heimanífrá . Stuðulin skal royna at fáa heimið til at virka og hjálpa barninum í heiminum. Trupulleikin við stuðulsskipanini er, at tørvur er á at fáa meiri skipaði viðurskiftið viðv. stuðlunum, og at tørvur er á at fáa fleiri dagstovnar fyri børn við serligum trupulleikum.

Barnaverndirnar í Havn og í Klaksvík hava sett á stovn stuðulsfólkaskipanir, sum samskipa stuðlarnar í økjunum. Nakrar kommunur hava latið hølir til stuðlarnar at ráða yvir, har stuðlarnir kunnu samlast. Hetta er í samstarvi við Almannastovuna.

Sambært barnaforsorgarlógini er tað møguligt at fáa børn í pleygu við loyvi frá barnaverndarnevnd ella at fáa børn í familjurøkt.

Tá vit tosa um pleyguloyvi (§ 18) til privata familju- ella dagrøkt, er ikki talan um ein fyriskipan, sum barnaverndarnevndin setur í verk, tá vit tosa um, men um eina fylgju av eftirlitsskyldu nevndarinnar. Stórur dentur verður í lógini lagdur á, at reglurnar um pleyguloyvi verða yvirhildnar. Lógin sigur, at tann sum tekur børn í pleygu uttan loyvi, kann revsast við bót.

Høvuðsreglan er sambært barnaforsorgarlógini, at pleyguloyvi verður givið til samlivandi hjúnarfelagar. Tá lógin er orðað soleiðis, er tað ikki sivilstøðan(hjún), sum er avgerðandi, men at tað eru tvey foreldur. Havast skal í huga, at lógin er gomul og stavar frá eini tíð, har samlag uttan giftu nærum var eitt ókent fyribrigdi. Tí er onki til hindurs fyri, at pør, ið samliva sum hjún, fáa pleyguloyvi á sama hátt sum gift pør, um treytirnar annars eru loknar og samlívið er støðugt og hevur vart nøkur ár.

Einsamallar kvinnur kunnu eisini góðkennast sum pleygur hjá gentum og hjá dreingjum í pinkubarnaaldri, meðan menn einans undir serligum umstøðum kunnu fáa pleyguloyvi.

Pleygufamiljan má sjálv ikki hava fleiri enn 3 heimabúgvandi børn undir 14 ár. Høvuðsreglan er, at einans 1 barn undir 1 ár kann vera í somu pleygufamilju og í mesta lagi 2 børn samstundis. Undantaksvís er møguleiki fyri at hava fleiri pleygubørn, um tey eru systkin.

Barnaforsorgarlógin ásetur, at ongin má taka eitt barn undir 14 ár í familjurøkt(døgnrøkt) uttan fyrst at hava fingið loyvi til tess av barnaverndarnevndini. Her hevur tað minni at siga, um viðkomandi familja fær gjald frá foreldrunum ella ei. Uttan mun til hvat, so skal røktarfamiljan hava loyvi.

Tá ið tosað verður um privata familjurøkt, er talan um, at eitt barn fyribils ella varandi býr hjá øðrum enn foreldramyndugleikanum, uttan at barnaverndarnevndin hevur viðvirkað. Hevur barnaverndar-nevndin viðvirkað, sett barnið heiman við ella uttan samtykki foreldranna, er ikki talan um privata familjurøkt, men um setta ella í lag fingna familjurøkt.

Tá vit koma inn á fyriskipanir, sum snúgva seg um, at barnaverndarnevndin yvirtekur forsorgina av einum barni, kann hetta verða gjørt við ella uttan foreldranna samtykki (§ 24).

Eru trupulleikarnir soleiðis háttaðir, at vit framvegis tosa um tryggjan av tørvi barnsins og ikki um, at vælferð barnsins er hótt, kann nevndin seta eitt barn heiman eftir foreldranna áheitan ella við samtykki teirra.

Kemur barnaverndarnevndin í kanning síni av viðurskiftunum hjá einum barni til ta niðurstøðu, at fyribyrgjandi fyriskipanir ikki kunnu brúkast ella ikki eru nóg góðar við atlitið til tørv barnsins, kann nevndin avgera, at barnið fyribils ella varandi verður uppalt og útbúgvið uttanfyri heimið, á barnaheiminum, á einum serstovni, hjá eini røktarfamilju ella aðrastaðni, alt eftir, hvør trupulleikin er.

Í Føroyum eru tað sera fá dømir um, at børn verða tikin frá foreldrum sínum ímóti egnum og foreldranna vilja, hóast tað er møguligt sambært lógini. Dømini, hesi seinastu 10 árini, kunnu teljast á einari hond.

3.5. Dagrøkt og dagstovnar

Barnaforsorgarlógin ásetur, at ongin móti gjaldi má taka eitt barn undir 14 ár í dagrøkt uttan fyrst at hava fingið loyvi til tess frá barnaverndarnevndini. Onki forðaar fyri, at fólk gera sínámillum avtalur um at ansa børnini hjá hvørjum øðrum. Heldur ikki, um barnagentur fáa eina lítla samsýning fyri at ansa børnum av og á. Ætlar persónur at átaka sær ansing, lutvíst fyri at útvega sær inntøkur, skal nevndin hoyrast og geva loyvi til tess.

Talan er um eina privata dagrøkt, tá røktin ikki er skipað undir eina dagrøktarskipan, ið er góðkend av tí almenna. Alment góðkendar dagrøktarmammur (§ 32) verða settar av kommununi og eru undir eftirliti av dagrøktarskipanini. Tí er her ikki talan um at barnaverndarnevndin skal geva pleyguloyvi og hava eftirlit, tað ger skipanin fyri barnaverndarnevndina.

Við dagrøkt er ikki einans skilt við ansing og røkt av børnum ávíst tímatal hvønn dagin, men eisini reglulig ansing og røkt um kvøldið ella náttina, umframt einstøk samdøgur í senn.

Tað fylgir av ásetingunum um tal av børnum, at ongin kann hava meira enn 2 børn í privatari dagrøkt, harav í mesta lagi 1 barn kann vera undir 1 ár. Loyvið kann einans verða givið til fleiri børn, um talan er um systkin. Annars má ansingin skipast undir dagrøktarskipanini.

Landið skal góðkenna dagstovnar, dagrøktir og døgnstovnar fyri børn og ung (§ 32 og kunngerð nr. 62 frá 1. apríl 1993). Raksturin til hesar skipanir verða fíggjaðar við 35% frá landinum, 35% frá kommunini og 30% frá foreldrunum (§ 43 b). Áðrenn 1. januar 1998 var hetta býtið 40% frá landinum, 30% frá kommununi og 30% frá foreldrunum. Broytingin sum kom í gildi í 1998 er galdandi til og við 31. desember 1999. Húsaútreiðslurnar verða goldnar við 60 % av landinum og 40% av kommununi (sambært løgtingslóg um býti av almannaútreiðslum v.m.). Gjaldið fyri at hava børn í dagrøkt og dagstovnum (kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995) verður ásett av stovnsnevndini. Tá talan er um sjálvsognarstovnar, tá talan er um kommunalar stovnar ella dagrøktir av býráðnum/bygdaráðnum og av leiðaranum, tá talan er um stovnar, sum leiðarin eigur. Gjaldið skal bera 30% av útreiðslunum, burtursæð frá húsaútreiðslum.

Barnaverndarnevndin kann játta frípláss fyri 1 ár í senn, um inntøkan frá foreldrunum ikki er hægri enn ein ávís upphædd. Á hvørjum ári ger Almannastovan nýggjar útrokningar av markinum fyri frípláss. Markið fyri frípláss, sum er galdandi fyri tíðarskeiðið 1. august 1998 og 31. juli 1999 er, fyri inntøku lægri enn 149.300 kr. verður latið fult frípláss. Fyri hvørjar 1.000 kr. inntøkan er hægri enn 149.300 kr. lækkar frípássi við 2% av gjaldinum. Fyri inntøkur omanfyri 194.401 kr. verður einki frípláss latið.

Barnaverndarnevndin kann í einstøkum førum, har frípláss ikki kann verða veitt vegna ov høga inntøku, men har uppihald í dagstovni/dagrøkt er serliga neyðugt av sosialum og pædagogiskum orsøkum, gera av, at veitt verður heilt ella partvíst frípláss, um gjaldsspurningurin forðar fyri, at barnið annaðhvørt fer ella verður verandi í dagstovni/dagrøkt.

Tá ið eitt barn við víðgongdum likamligum ella sálarligum breki av viðgerðarligum orsøkum er á dagstovni/dagrøkt, verður foreldragjaldið sett niður í hálvt gjald.

Í dag fáa uml. 40 % av børnum í aldrinum 0-10 ár tilboð um ansing á dagstovnum ella á frítíðarskúlum kring alt landið. Vit kunnu skjótt verða samd um, at hesar umstøðurnar eru ikki nøktandi. Men samanbera vit okkum við onnur lond sær talið gott út.

Landskassans partur av útreiðslunum til døgnstovnar var uml. 9 mió. kr. í 1997 og landskassans partur av útreiðslunum til dagstovnar og dagrøktir var í 1997 kr. 51.415 mió.kr. Útreiðslurnar til frípláss í dagstovnum og dagrøktum var í 1997 kr. 4.546.018.

Hetta er eitt øki, sum miðað verður eftir at kommunurnar fáa sum ábyrgdarøki. Tað er sera ymiskt frá kommunu til kommunu, hvør tørvurin er á barnaansingarplássum, og hvussu nógvur peningur sostatt skal avsetast til hetta endamál. Mett verður ikki, at tað er rætt, at landsstýrismaðurin skal hava møguleika fyri at avgera, hvussu nógv barnaansingarpláss verða í hvørjari kommunu. Rættast hevði tí verið um bæði útreiðslur og ábyrgd av plássum lá hjá kommununum. Á hendan hátt verður tað upp til kommunurnar at meta um, hvussu stórur tørvurin er á barnaasning í hvørjari kommunu sær, og hvussu stórt tilboðið skal verða í hvørjari kommunu sær.

Skipanin viðvíkjandi góðkenning av dagrøktarplássum má endurskoðast. Sum nú er, er skipanin ov stirvin og tað er ov trupult hjá framtakssomum fólkum at skapa øðrvísi loysnir fyri barnaansing.

3.6. Uppgávur Almannastovunar eftir barnaforsorgarlógini.

Almannastovan og starvsfólk hennara hava, eins og onnur í almennari tænastu, fráboðanarskyldu yvir fyri barnaverndarnevndini, tá tey koma til kunnleika um viðurskifti hjá børnum, sum geva grund til at halda, at fyriskipanir eftir barnaforsorgarlógini eiga at verða settar í verk.

Lógin heimilar Almannastovuni- áleggur ikki, tí tað er álagt barnaverndarnevndini- at seta fyribyrgjandi fyriskipanir í verk ella við samtykki foreldranna, at syrgja fyri at eitt barn verður uppalt uttanfyri heimið, tá hon metir, at ein barnaverndarnevnd ikki ger tað, sum verður mett neyðugt við atliti til tørv ella vælferð barnsins. Víðgongd tiltøk kann einans Færøernes Nævn for børneforsorg taka avgerð um, tá ein nevnd ikki ger tað.

Omanfyristandandi heimild Almannastovunar inniber eisini, at ein persónur, ið hevur latið inn fráboðan til barnaverndarnevndina um viðurskifti hjá einum barni, sum eftir hennara ella hansara tykki krevur, at barnaverndarnevndin ger nakað við málið, kann boða Almannastovuni frá, um nevndin ikki letur við seg koma ella onki ger við fráboðanina.

Harumframt áliggur tað Almannastovuni at loysa trætur millum barnaverndarnevndir, tá tær ikki eru samdar um, hvør eigur at viðgera og taka avgerðir í einum máli. Í summum førum er Almannastovan, sambært barnaforsorgarlógini, kærustovnur. Almannastovan setur eisini foreldur, hvørs børn eru flutt úr heiminum, í gjald.

Almannastovan hevur skyldu til at veita øllum persónliga og forsorgarliga ráðgeving og leiðbeining. Endamálið er at stuðla teimum, ið leita sær hjálp til at loysa persónligar og forsorgarligar trupulleikar, sum tey hava, og at hjálpa teimum til at gerast betur før fyri sjálvi at loysa egnar trupulleikar framyvir.

Almannastovan skal - við tilráðing frá barnaverndarnevndunum í øðrum kommunum enn Tórshavnar og Klaksvíkar - taka avgerð um játtan av fíggjarligum stuðli við at játta frípláss í dagstovn ella dagrøkt, grundað á pedagogisk ella sosial viðurskifti.

Barnaverndarnevndin skal hava eftirlit við teimum børnum undir 14 ár, sum móti gjaldi eru sett í familjupleygu ella dagrøkt. Nevndin kann, tá atlitið til vælferð barnsins í tí einstaka førinum krevur tað, avgera at hava eftirlit við børnum, sum eru sett eru í familjupleygu uttan gjald. Nevndin skal eisini frammanundan hava givið loyvið til at hava børn í pleygu, um hetta undir leiðbeining.

Dagrøktareftirlitið er í flestøllum kommunum skipað undir einum dagrøktarleiðara. Ein persónur, ið hevur barn í dagrøkt móti gjaldi, uttan at vera undir dagrøktarskipanini, kann ikki gera hetta, uttan við loyvi frá barnaverndarnevndini.

Mett verður ikki, at stórvegis broytingar eiga at verða gjørdar í uppgávunum hjá Almannastovuni í nýggju barnaforsorgarlógini. Sum sosial fyrisiting kemur Almannastovan tætt at nógvum familjum og børnum, umframt at hon hevur starvsfólk, ið útbúgvingarliga júst hava lært m.a. at síggja møguligar barnaforsorgarligar trupulleikar, kanska áðrenn teir verða sjónligir fyri onnur. Hon hevur tí serligan møguleika fyri at gáa eftir, um børn líða neyð ella hava serligar trupulleikar, ið barnaverndarnevndirnar eiga at verða kunnaðar um og eigur tí at hava tær heimildir, sum hon hevur í dag.

Almannastovan kundi møguliga eisini verið partur av høvuðs- og/ella økisbarnaverndunum ella virkað sum skrivstova fyri nevndirnar.

KAP. 4: SAMANTAK OG FELAGS NIÐURSTØÐA

Fíggjarliga trygdin
Orsøkirnar til at tað framvegis vóru upp ímóti 2000 persónar, sum fingu fyribils veitingar í 1997 eru fleiri, ið samvirka sínámillum.

Í fyrsta lagi sýnist arbeiði framvegis ikki at vera til allar hendur, serliga ikki ófaklærdar, hóast stór framgongd hevur verið hesi seinastu 1-2 árini. Hetta hava vit ikki møguleika til at broyta.

Í øðrum lagi hevur støðuga og tronga fíggjarstøðan og frástøðan til arbeiðsmarknaðin hjá nógvum einstaklingum og familjum, sum frammanundan hava verið í eini veikari støðu, lutvíst økt um og lutvíst skapt nýggjar sosialar trupulleikar, sum gera, at tey hava ilt við at koma uppundan aftur. Umsitingin hevur ikki havt møguleikar fyri at bøtt um hetta við fyribyrgjandi arbeiði. Við at gera ávísar ábøtur í forsorgarskipanina, kunnu vit betra um møguleikan hjá umsitingini at gera fyribyrgjandi arbeiði, soleiðis at viðskiftafólkini kunnu koma uppundan aftur.

Roynt verður at skapa eina skipan, sum ger tað til fyrimun hjá vinnulívinum at seta viðskiftafólk á Almannastovuni í arbeiði aftur. Fram um alt er tað neyðugt, at viðskiftafólkini koma út aftur í arbeiði, og tí skal arbeiðast fyri, at fáa samstarvsavtalur í lag við vinnulívið, sum tryggja viðskiftafólkum arbeiði.

Vantandi barnaansingarmøguleikar ger tað torført - hjá summum ómøguligt - at fara til arbeiðis, sjálvt um møguleiki er til tess.

Roknast má við, at ein stórur partur av teimum, sum í dag fáa uppihaldsveitingar, einans við umfatandi stimbran og stuðli frá tí almenna, einum stuðli, ið tekur støði í viðurskiftunum hjá hinum einstaka, kunnu væntast at gerast sosialt og fíggjarliga sjálvbjargin.

Helst má eisini síggjast í eyguni og livast við, at ein rættuliga stórur partur av teimum einsamøllu, sosialt veiku, kvinnunum við børnum, so leingi sum børnini eru undir skúlaaldur, ikki megna ábyrgdina av børnum og fullum tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tað átti at verið møguligt ella eitt krav hjá eini einsamallari kvinnu við børnum, sum fær eitt arbeiðstilboð, at fáa barnaansing.

Sum sagt, so er eingin forðing í galdandi forsorgarlóg at meira arbeiðsorka verður nýtt til ráðgevandi og uppfylgjandi arbeiði á Almannastovuni. Neyðugt er at uppprioriterað hetta arbeiði á Almannastovuni. Møguliga fer hetta at hava ávísar eykaútreiðslur við sær, men hesin peningur verður vunnin inn aftur í síðsta enda við tað at fleiri fólk í forsorgarskipanini koma út aftur í arbeiði.

Orka sum verður nýtt fyribyrgjandi er altíð væl nýtt. Vit síggja tað best, um tað ikki verður gjørt. Tíanverri eru í dag nógv tekin um, at fyribyrgjandi arbeiðið ikki er gjørt júst í einum tíðarskeiði, har tørvurin á tí hevur verið størstur.

Mett verður, at við at gera forsorgarveitingarnar til bruttoveitingar vildu umstøðurnar hjá Almannastovuni verið betri, men allir trupulleikarnir høvdu tó ikki verið loystir við hesum.

Um vit skulu hava bruttoveitingar í føroysku trivnaðarlógini er spurningurin, hvussu stórar hesar veitingar skulu verða. Upphæddirnar mugu verða so stórar, at tær røkka til allar rímiligar útreiðslur hjá forsorgarviðskiftafólki í Føroyum. Ein møguleiki er at áseta bruttoupphæddina til eitt ávíst prosenttal undir ta til eina og hvørja tíð verandi vanligu lønarinntøkuni í landinum. Bruttoupphæddirnar kunnu hareftir verða javnaðar einaferð um árið eins og upphæddirnar í lógini um almannapensiónir.

Tá ið tosað verður um støddina av forsorgarveitingini, er eisini umráðandi at tosa um, hvussu stóra ogn ein persónur kann hava fyri at fáa forsorgarhjálp. Undir øllum umstøðum verður mett, at eitt minsta mark eigur at verða sett í forsorgarlógina, hvat fólk sum fáa hjálp kunnu eiga av ogn.

Fyri Almannastovuna krevur tað nógva arbeiðsorku, at leita fram upplýsingar um ogn hjá viðskiftafólkinum. Tað er trupult at hava eftirlit við, um teir røttu upplýsingarnir eru fingnir til vega, av tí at eingin ognaruppgerð er longur. Mett verður, at ein heimild til at gera neyðugar kanningar viðvíkjandi ognarviðurskiftum eigur at verða sett inn í komandi forsorgarlóg.

Mett verður, at tað eisini í einari komandi forsorgarskipan er tørvur á, at hava eina áseting um varandi uppihaldshjálp. Tað vil altíð í einum samfelagi sum okkara verða tørvur á, at ein heilt lítil partur av fólkinum fær varandi hjálp. Fólk, sum tað ikki á nakran hátt hevur víst seg at verða møguligt at fáa út aftur í arbeiði. Tað kann ikki góðtakast at summi fólk í samfelagnum fella heilt burtur úr sosialu skipanini.

Fremjan, menning og endurmenning av arbeiðs- og sosiala førleikanum
Tað er alneyðugt at tað í nýggju forsorgarlógini verður lagdur størri dentur á endurbúgving. Hetta, og so tað at fáa fólk út aftur í arbeiði, er tann mest veruliga loysnin uppá støðuna hjá viðskiftafólkinum.

Alt endurbúgvingarøkið treingir til endurskoðan og støðutakan til, nær hjálp skal veitast, meiri nágreiniliga hvussu peningarhjálpin skal ásetast, á hvønn hátt avtalur kunnu gerast við arbeiðspláss, um býtið av lønarútreiðslunum o.s.fr.

Eisini er neyðugt at størri dentur verður lagdur á arbeiðsfremjandi tiltøk. Her verður serliga hugsað um at áseta størri játtan til endamálið. Arbeiðsfremjandi tiltøk geva viðskiftafólkinum barlast og sjálvsálit til at fara út aftur á arbeiðsmarknaðin, soleiðis at tey ikki steðga upp og verða verandi í forsorgarskipanini. Hetta er eisini gagnligt sæð út frá samfelagsins síðu við tað at peningurin kemur inn aftur í samfelagið, um fleiri arbeiðsleys koma aftur í arbeiði.

Viðvíkjandi endurbúgving er tað ein ógvuliga stórur trupulleiki í verandi skipan, at vit ongan veruligar karmar hava fyri endurbúgving. Ongastaðni er møguligt at fáa roynt síni arbeiðsevni, og harvið fáa hjálp til at avgera vinnuval fyri framtíðina. Endurbúgvingarmøguleikar mugu skapast fyri viðskiftafólki og at betri samband má fáast við arbeiðsmarknaðin. Tilboðið til hvønn einstakan sær má verða tillaga honum, og tað skal verða størri møguleiki hjá viðskiftafólkinum at verða við í teirra loysn.

Men í samband við endurbúgvingina er ikki neyðugt at avmarka seg til virksemi hjá ALV-skúlanum, men hugsað kundi eisini verið um verandi útbúgvingarstøð, sum t.d. Handilsskúlin, teknisku skúlarnar v.m. Hetta kundi verið gjørt við at fingið eina avtalu við tey ymisku útbúgvingarstøðini, um t.d. at upptaka eitt ávíst tal av næmingum pr. skúlaár. Hetta bæði til at tryggja eitt so fjølbroytt tal av útbúgvingum, men hetta skuldi eisini verið bíligari, ístaðin fyri at gera somu útbúgving, bara á einum øðrum stovnið.

Væntast kann, at tørvurin til tann einstaka í samfelagnum verður vaksandi, tí krøvini, hvat útbúgving og persónligum og sosialum førleika viðvíkur, gerast alsamt størri á leiðini inn í eitt tøknisamfelag. Tí verða tað fleiri, sum – ikki av likamligum, men av meiri samansettum sosialum orsøkum – koma at hava tørv á eyka stuðli fyri at forða fyri, at tey ikki detta burtur ímillum í framtíðarsamfelagnum.

Neyðugt er, at vit frá politiskari síðu taka støðu til, um og í játtandi føri hvussu, bæði privati og almenni arbeiðsmarknaðurin í framtíðini kunnu verða við til at taka sosiala ábyrgd júst í førum sum hesum fyri at tryggja tey, ið lutvíst missa sín arbeiðsførleika, framhaldandi koma at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Vit tala her um eina ógvuliga týdningarmikla sínámillum sosiala ábyrgd.

Bæði viðvíkjandi arbeiðsfremjandi tiltøkum og endurbúgving átti eitt betri samstarv fingist í lag við Arbeiðsloysisskipanina. Sum nú er, er samstarvið ikki nøktandi. Tað átti at verið umhugsað, at stytt tíðina, ið tey arbeiðsleysu eru í arbeiðsloysisskipanini. Sum nú er, er tað trupult hjá Almannastovuni at fáa viðskiftafólk virkin aftur, ið hava verið arbeiðsleys í meira enn 3 ár. Neyðugt er at geva viðskiftafólkum tilboð um endurbúgving ella arbeiðsfremjandi tiltøk, so skjótt sum gjørligt eftir at viðkomandi er vorðin arbeiðsleysur. Ein møguleiki hevði eisini verið at Arbeiðs-loysisskipanin og Almannastovan samskipaðu og samstarvaðu um øll arbeiðs-, arbeiðsfremjandi- og endurbúgvingartilboð.

Sum støðan er í dag má sigast, at viðurskiftini í samband við málsviðgerð og útvegan av hjálpartólum eftir grein 18 í forsorgarlógini als ikki er nøktandi. Høvuðstrupulleikin er, at tað eru alt ov fá hjálpartólakøn fólk í mun til tær uppgávur ið eru, serliga á primera økinum og at mannagongdin viðvíkjandi játtanarskipanini á Hjálpitólamiðstøðini (HTM) er sera drúgv. Hetta førir fyrst og fremst við sær eina bíðitíð, ið er fullkomiliga óskiljandi fyri bæði brúkarar, avvarðandi og fakfólk. Avleiðingarnar eru m.a. at fólk mugu verða óneyðuga leingi á sjúkrahúsi, tí hjálpartól og íbúðarbroytingar eru ein av fortreytunum fyri at sleppa heim. Ein avleiðing er eisini, at starvsfólki ikki fær stundir til at røkja uppgávu sína viðvíkjandi upplýsandi virksemi, ráðgeving og undirvísing av ymiskum fakbólkum innan almanna- og heilsuverkið og at skipa fyri varandi framsýning og serframsýningum av ymiskum hjálpartólum.

Hesin trupulleikin kundi verið loystur við at givið fakfólkunum í skipanini eina avmarkaða játtanarheimild, soleiðis at tey skjótt kundu avgreitt smámál, ímeðan tað bert vórðu stórmál, ið tey ikki kundu avgreitt sjálvi. Tað hevði eisini bøtt um støðuna, um ein byggikønur varð settur á HTM. Sum er hevur HTM ongan byggikønan og má tí leita sær tænastu frá øðrum byggikønum stovnum, í løtuni Húsalánsgrunninum.

 

Endamálið við skipanini er, at veita øllum brúkarum somu tænastu viðvíkjandi hjálpartólum, tí hevur eisini verið upp á tal, at bæði tey viðskiftafólk, ið búgva á stovnum og tey, sum búgva heima verða at rokna sum einstaklingar og kunnu søkja um hjálp eftir § 18 í forsorgarlógini. HTM kundi sostatt umsitið øll hjálpartól í landinum og harvið høvdu vit fingið eina skipan, sum varð meira eins fyri øll.

Av tí at hesin trupulleikin er sera átrokandi, hevur Almanna- og heilsumálastýrið sett ein persón til at gera eitt álit, sum skal útgreina økið og finna loysnir til hvussu økið kann skipast betri. Álitið er nærum liðugt og verður almannakunngjørt í næstum. 

Sosial trygd, trivnaður og umsorgan
Eitt felag er sett á stovn av landsstýrismanninum sum hevur til endamál at reka og keypa sambýlir til breka. Higartil hevur felagið keypt tvey sethús og ætlanin er at keypa fleiri í ár. Hetta fer at bøta bústaðartruðulleikarnar hjá teimum brekaðu. Stovnar undir Almanna- og Heilsumálastýrinum hava gjørt eina kanning av bráfengis tørvinum á búplássum til brekaði, og er niðurstøðan, at bráfengis tørvurin er um 20 pláss. Tørvslistin er viðlagdur sum skjal. So hvørt sum tað verða keypt sethús til bæði bráfengis tørvin og eisini uppá longri sikt er neyðugt, at tað umframt íløgujáttanir verður játtaður neyðugur rakstrarpeningur til húsini.

Umframt at keypa hús til menningartarnaði er eisini ætlanin, at nevnda felag skal útvega og reka búpláss til rørslutarnaði og onnur brekaði. Tey rørslutarnaðu hava mest sum ongi tilboð um búpláss í Føroyum í dag. Tíverri mugu vit ásanna, at hesin bólkur støðugt veksur, ikki minst orsakað av ferðsluskaðum. Almannastovan kann játta ávísan peningaligan stuðul til umbyggingar og broytingar í heiminum, men hetta er ikki nøktandi. Hesar umbyggingar eru ofta heima hjá foreldrunum hjá tí rørslutarnaða og bindur hervið viðkomandi at verða heimabúgvandi - helst alt lívið.

Ein triðji bólkur, sum hevur ein munandi størri tørv enn tað sum er nýtt uppá henda bólk higartil, eru tey sálarliga brekaðu. Tilboðini um búpláss til henda bólk er langt frá nøktandi, og mótvegis øðrum bólkum av fólki við brekum, so hava hesi heldur ongi tilboð um arbeiði á serligum verkstaðum e.l., og hesin bólkur hevur heldur ongi tilboð havt um dagtilhald. Almanna- og heilsumálastýrið tekur vánaligu korini hjá teim sálarliga brekaðu í størsta álvara, og tí er í ár blivin góðkent eitt sambýlið (stovn) afturat, sum verður rikin undir Almanna- og heilsumálastýrinum. Harumframt er sett á stovn eitt dagtilhald. Hóast hesar batar er framvegis langt á mál, áðrenn sigast kann at tilboðini til tey sálarliga brekaðu er nøktandi.

Sum liður í nýggja bygnaðinum innan meginfyrisitingina hjá landstýrinum hevur Almanna- og heilsumálastýrið eisini endurskoðað allan bygnaðin innan Almannastovuna, sum hevur verið tann fyrisitingarliga eindin innan bæði almannaøkið og heimarøktina. Úrslitið av hesum er, at ávísar tænastur og uppgávur sum fyrr lógu undir Almannastovuni eru savnaðar í deildum í sjálvum Almanna- og heilsumálastýrinum, og harumframt eru framdar ávísar broytingar sum hava til endamáls at fáa eina betri samskipan av arbeiðinum á almanna- og heimarøktarøkinum. Her er serliga hugsað um serforgarøkið og heimarøktina, sum nú eru undir somu leiðslu. Higartil hava t.d. fólk úr somu fakbólkum røkt uppgávur á sambýlum fyri brekaði og í samband við vanliga heimarøkt. Við at samskipað hesi øki undir einari leiðslu gerst møguligt at nýta fakligu arbeiðisorkuna innan bæði økir, og sostatt at fáa eina munandi meira fleksibla og rationella skipan.

Eldraøkið er eitt sera stórt økið, og sum gongdin viðv. aldurssamansetingini er í Føroyum, eins og í grannalondum okkara, so er bólkurin av eldri støðugt vaksandi. Um ikki so langa tíð fyriliggur úrslitið av eini kanning sum er gjørd av tørvinum á røktarheimsplássum e.l., men ábendingar longu nú vísa, at tað kring landið standa eini 6-700 fólk á bíðilista. Fyri 1999 eru á fíggjarløgtingslógini avsettar kr. 7,0 mió. sum ætlaðar eru sum íløgustuðul til sambýlir sum kommunur taka stig til. Tá umrødda tørvskanning fyriliggur er harumframt ætlanin at takað stig til at byggja røktarheim. Tað er kortini greitt, at tann játtan sum er fyri 1999 munar lítið í mun til tann sera stóra tørv sum er.

Ein grundleggjandi spurningur sum politisk støða má takast til í samband við framtíðar eldrarøkt er, hvussu býtið skal verða millum land og kommunur. Men uttan mun til hvussu hetta býtið verður, so gerst tað eisini neyðugt at taka støðu til langtíðaríløguætlanir og raðfestingar, á sama hátt sum fyri so nógvar aðrar almennar íløgur. Í samband við slíkar íløguætlanir og raðfestingar er eisini neyðugt at taka støðu til, hvussu eldrarøktin skal skipast í framtíðini. Í løtuni er ein royndarverkætlan viðv. eldrarøkt í gongd á Sandoynni. Munurin á hesari royndarskipan, samanborið við vanliga arbeiðsháttin í restini av landinum er, at á Sandoynni er heimarøktin, sambýlir og røktarheimsrakstur samskipað undir einari leiðslu, og eisini hvat starvsfólkum v.m. viðvíkur. Tá henda royndarverkætlan er liðug fer at verða mett um, hvørt ein slík skipan er betur enn vanliga skipanin. Longu nú kann kortini sigast, at skipanin á Sandoynni gevur munandi størri fleksibilitet fyri bæði starvsfólk og fyri tey eldru.

Spurningurin um døgnvakt innan heimarøktina hevur leingi verið umrøddur, og flest øll eru samd um, at neyðugt er við slíkari skipan. Almanna- og heilsumálastýrið er av tí áskoðan, at rætt er at samskipa slíka døgnvaktarskipan við røktarheimini, har starvsfólk eru til arbeiðis alt døgnið. Og ein møguleiki at tryggja teir brúkarar, sum búgva heima, er at seta í verk eina kalliskipan fyri alt landið, har møguligt verður hjá brúkaranum at geva boð frá sær, í tann mun tað gerst neyðugt.

Nógva staðni kring landið eru settar á stovn vitjunartænastur. Hetta kann uttan iva gera umstøðurnar hjá teim eldru meira hugaligar, og frá almennari síðu eigur hetta tí at stimbrast, t.d. við at veita styttri frálæru um viðurskifti hjá eldri fólki og um bráðfeingis hjálp.

Onkrastaðni í landinum er sett á stovn dagtilhald fyri eldri. Hesi tiltøk vísa seg at fáa góða undirtøku.

Á umlættingarheimum, røktarheimum og á summum sambýlum í dag er møguligt hjá eldri fólki at koma til umlætting í eitt avmarkað tíðarskeið. Um fleiri umlættingarpláss høvdu verið runt um í landinum, høvdu tað ivaleyst verið fleiri yngri fólk, sum bæði høvdu ynskt og høvdu havt umstøður til at tikið sær meira av teimum gomlu.

Ein annar møguleiki er "ansan av eldri og óhjálpnum heima". Henda skipan verður ikki so nógv nýtt. Helst er orsøkin tann, at tungt er at taka sær av øðrum, serliga um tann sum ansaður verður er óhjálpin, møguliga alt samdøgrið. Harumframt er upphæddin, sum latin verður, ikki serliga stór. Umhugsað verður at broyta hesa skipan. Antin at hækka samsýningina, ella at veita viðkomandi sum ansar meira hjálp t.d. frá heimarøktini. Ein annar møguleiki er, at heimarøktin veitir hjálp í dagtímunum, meðan samsýning verður veitt fyri aðrar tíðir av døgninum.

Fleiri eldri fólk búgva eisini í egnum sethúsum í dag, sum ikki eru so væl egnaði til eldri fólk. Nógv av hesum fólkum høvdu ivaleyst ynskt sær ein annan bústað, tá ið tey eru komin upp í árini. Ein loysn á hesum trupulleika kundi verðið, at eldraíbúðir og tarnagóðar íbúðir vórðu býgdar, sum bæði kundu verið til ognar og til leigu.

Neyðugt er, at tað politiskt verður tikin ein avgerð um, hvussu farast skal fram viðv. eldraøkinum í framtíðini, og ein langtíðr íløguætlan má gerast.

Barnaforsorgarøkið
Høvuðstrupulleikarnir í sambandi við barnaforsorgarlógina eru, at barnaverndirnar eru so nógvar í tali. Sambært lógini er 1 barnavernd í hvørjari kommunu. Tað góða við hesum er, at barnaverndirnar eru nær við lokalsamfelagið, har trupulleikarnir uppstanda. Vansin við skipanini er tó, at barnaverndarnevndirnar kenna tær familjur, sum kunnu hugsast at koma undir barnaforsorg, ov væl, soleiðis at barnaverndirnar hava ringt við at taka avgerðir sambært lógini. Tað kann tá verða sera trupult at taka neyðugar víttfevnandi avgerðir, og ger tað trupult at finna veruligu orsøkirnar til trupulleikarnar og at taka avgerðir um rætta hjálparfyriskipan. Úrslitið av hesum er, at nógv børn, ið krevja stuðul, ikki fáa stuðul.

Tað kundi bøtt um hendan trupulleikan, bert at havt 1 barnaverndarnevnd fyri hvørja oyggj ella fyri hvørja sýslu í Føroyum og harumframt havt eina høvuðsbarnaverndarnevnd fyri alt landið.

Økisbarnaverndarnevndirnar eiga at vera samansettar soleiðis, at ein limur verður valdur fyri hvørja bygd, ið økisbarnaverndarnevndin umfatar. Hetta fyri at varðveita lokala framtakssemi og tilknýti til lokalsamfelagið. Harumframt eigur tað fakliga at verið styrkt í nevndini, soleiðis at ávísir fakpersónar eru føddir limir í nevndini. Mett verður, at heimildirnar hjá hesum nevndum til at taka avgerðir eiga at vera avmarkaðar. Nevndirnar eiga at taka sær av vanligu trupulleikunum hjá børnum í kommununum, tvs. trivnaði hjá børnum generelt. Hesar nevndir eiga ikki at taka sær av trivnaðinum hjá hvørjari familju sær, sum tær gera í dag, men í staðin gáa eftir trupulleikum hjá familjum í lokalsamfeløgunum og í so fall tær meta, at ein álvarsligur trupulleiki stingur seg upp, skulu tær hava skyldu til at seta seg í samband við høvuðsbarnaverndarnevndina og upplýsa um trupulleikan.

Høvuðsbarnaverndarnevndin eigur at vera fakligt samansett. Til dømis kundi nevndin verið samansett av sosialráðgeva, heilsusystir, psykologi, lærara, kommunulækna og løgfrøðingi. Uppgávan hjá nevndini skuldi verið, at viðgjørt álvarsligar trupulleikar í teimum einstøku familjunum. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann hava somu ábyrgd og heimildir til at taka avgerðir, sum lokalu barnaverndirnar hava í dag viðvíkjandi trivnaðinum hjá hvørjari familju sær, bæði av sínum eintingum og eftir tilstuðlan frá økisbarnaverndunum.

Heimildirnar hjá løgfrøðinginum í samband við barnaverndirnar mugu endurskoðast, møguliga skuldi løgfrøðingurin bert verið ráðgevandi og ikki havt heimild at taka avgerð í barnaverndarmálum. Tað er ein trupulleiki í dag, at løgfrøðingurin ikki er við í allari viðgerðini av málinum. Tá ið løgfrøðingurin kemur inn í eitt mál, hevur málið longu verið viðgjørt leingi av øðrum myndugleikum. Ein annar møguleiki er, at løgfrøðingurin verður við í høvuðsbarnaverndar-nevndini, soleiðis at hann hevur betur grundarlag fyri at taka løgfrøðisliga støðu í málinum.

Umráðandi í einari nýggjari barnaforsorgarlóg er at tryggja, at barnafamiljur fáa eitt trygt grundarlag at vaksa børnini upp í. Arbeiðast má fyri, at eitt betri trygdarnet verður útvikla, soleiðis at tað verður tryggja at ongar barnafamiljur fella ímillum. Neyðug hjálp og stuðul skal verða við hondina, tá ið teimum tørvar hjálp.

Tað er neyðugt at nútímansgera summar reglur viðvíkjandi veitingunum til børn sambært galdandi barnaforsorgarlóg.

Eisini er neyðugt at verandi stuðulsskipan verður endurskoðað, og at settu stuðlarnir fáa kvalifiseraða ráðgeving. Í staðin fyrieina so víðfevnda stuðulsskipan, hevði tað verið betri, um størri orka varð løgd í fyribyrgjandi virksemi, ið styrkir grundarlagið og fyritreytirnar fyri eini góðari byrjan hjá barninum.

Stórur tørvur er eisini á øðrum tilboðum til familjur og børn við serligum tørvi. T.d.einari familjuviðgerðarligari ráðgeving, har børn við serligum tørvi kundu verið víst til. Í dag er støðan tann, at tá ið heilsusystirin gerst varug við, at eitt barn hevur serligan tørv á hjálp, t.d. vegna sálarlig eyðkenni, umsorganarsvík ella insest, hevur hon einki skipað tilboð at bjóða barninum. Í flestu førum verður søkt um játtan til stuðul til sálarliga viðgerð ella um játtan til onnur stuðulstiltøk í familjuni. Hetta er ein dýr loysn.

Um tíðliga verður sett inn er tað ofta lítil orka, ið skal til fyri at fyribyrgja skeiva menning, ið seinni kann elva til sosialar-, heilsuligar- og tillærutrupulleikar.

Trupult er at samskipa ta ráðgevandi, viðgerandi og fyribyrgjandi virksemi á barna- og familjuøkinum ímillum stovnarnar, sum bygnaðurin er í dag. Partar av somu funktiónum liggja í dag hjá stovnum undir 3 ymiskum verkum: Almanna-, heilsu- og skúlaverkinum.

Tað eru í dag ongar greiðar meginreglur og ongar skipaðar mannagongdir viðvíkjandi samskiping og ábyrgd av felags málum. Tað kemur tí alt ov ofta fyri at mál, ið viðvíkja einum barni lættliga kunnu verða viðgjørd innan øll trý verkini, um somu tíð uttan at verkini vita av hvørjum øðrum.

Hetta er ineffektivt, kostnaðarmikið og sera óheppið fyri málsviðgerðina hjá barninum og/ella familjuni.

Arbeitt eigur at verða fram ímóti, at greiðar meginreglur verða gjørdar viðvíkjandi ábyrgdarbýtinum av barna- og familjumálum, og at mannagongdir verða gjørdar viðvíkjandi samskipan og samstarvi av felags málum.

Ætlanin er, at kommunurnar í framtíðini skulu hava ábyrgdina av barnaansingarøkinum. Hetta av teirri orsøk, at tað er sera ymiskt frá kommunu til kommunu, hvør tørvurin er á barnaansingarplássum og hvussu nógvur peningur sostatt skal avsetast til hetta endamál. Mett verður ikki, at tað er rætt, at landsstýrismaðurin skal hava møguleika fyri at avgera, hvussu nógv barnaansingarpláss verða í hvørjari kommunu. Rættast hevði tí verið um bæði útreiðslur og ábyrgd av plássum lá hjá kommununum. Á hendan hátt verður tað upp til kommunurnar at meta um, hvussu stórur tørvurin er á barnaasning í hvørjari kommunu sær, og hvussu stórt tilboðið skal verða í hvørjari kommunu sær.

Hetta er eisini í samsvar við kommunuálitð, har sagt verður at alment er forsorgin eitt øki, sum eigur at vera kommunalt. Grundgevingin er, at kommunan kennir nógv betur sínar íbúgvar og tørv teirra enn ein miðsavnað umsiting.

Samanumtikið
Í einari nýggjari forsorgarskipan eiga at verða skaptir møguleikar fyri borgaran, í staðin fyri at borgarin er bundin at vælferðarsamfelagnum. Sostatt er arbeiði sjálvt hjarta í vælferðini, t.m. arbeiði fyri tey, ið kunnu, - tryggleika fyri tey, ið ikki kunnu. Forsorgarskipanin eigur at verða virkin og fyribyrgjandi – við at tryggja, at viðskiftafólk fáa útbúgving og stuðul til at koma út aftur í arbeiði. Tey veiku í samfelagnum eiga at føla, at tey ikki verða slept upp á fjall, at samfelagið tekur sær av teimum, men tó soleiðis at tey eisini hava eina skyldu yvirfyri samfelagnum. Eina skyldu til at verða ein partur av samfelagnum, so at ein ábyrgd verður givin teimum og krøv verða sett til tey.

Besta skipanin er ein skipan:
sum hjálpir og eggjar fólki í arbeiðsførum aldri, til at arbeiða,
sum ger, at óhjálpin fáa tann stuðul, sum tey hava tørv á, fyri at kunna liva eitt virðiligt lív,
sum stuðlar familjum og børnum,
sum skapar ábyrgd hjá viðskiftafólki,
sum eggjar fólkum í at vera opin og reiðilig,
har møguleiki skal verða fyri veitingum og har viðskiftafólk fáa neyðuga upplýsing um veitingarnar.

Tað er alneyðugt at fremja sosiala ráðgeving á hesum økinum. Ráðgeving sum allýsir tørvin hjá tí einstaka fyri endurbúgving, arbeiðsmøguleikar, barnaansing o.a. Tí tað er á hesum økinum fólk fáa eina varandi loysn á teirra trupulleikum. Um vit halda áfram við at raðfesta forsorgarstuðulin framum endurbúgvingina, skapa vit fleiri almannaviðskiftafólk. Við framtíðini í huga kostar hetta samfelagnum meira, enn um vit her og nú nýta økt tilfeingi til endurbúgving.