Frįgreišing um kommunumįl


101-5  Frįgreišing um kommunumįl

Įr 1999, 14. aprķl, legši Anfinn Kallsberg, lųgmašur,vegna landsstżriš fram hesa frįgreišing

Frįgreišing sambęrt § 51, stk. 4 ķ tingskipanini frį lųgmanni um kommunumįl

Landsstżriš hevur ķ sambandi viš kommunumįl sett sęr fleiri politiskar mįlsetningar. Arbeišiš viš at rųkka hesum mįlsetningum er byrjaš og kemur at halda fram. Uttan iva fer arbeišiš hjį landsstżrinum m.a. at taka stųši ķ tķ įliti, sum Kommununevndin hevur gjųrt fyri at lżsa, śtgreina og tilmęla broytingar į ųkinum.

Landsstżriš hevur sett sęr fyri:

Kommunuskuldin
Višvķkjandi spurninginum um kommunuskuldina, hevur landsstżriš mett taš sum eina umrįšandi fyritreyt fyri tey mįl, iš ętlanin er at fremja, at ein varandi loysn fęst į hesum trupulleika.

Trupulleikarnir viš kommunuskuldini eru fyrst og fremst, at um kommunan skyldar ov nógv, veršur avleišingin, at bęši rentur og avdrįttir taka ov stóran part av fķggjarętlan kommununar. Ašrir trupulleikar eru eisini viš kommunuskuldini, m.a. at skuldin er ein foršan fyri sjįlvbodnum kommunusamanleggingum, sum landsstżriš metir, eiga at verša framdar.

Landsstżriš hevur kannaš ymiskar mųguleikar, hvussu trupulleikarnir viš kommunuskuldini kunnu loysast, og hava ķ hesum sambandi fleiri ymsar loysnir veriš višgjųrdar.

Landsstżriš hevur tó, ķ samrįš viš kommunurnar, valt, ikki nś at gera eina generella umfķgging fyri allar kommunur ķ Fųroyum, men heldur at loysa skuldartrupulleikarnar hjį teimum kommunum, sum eru ringast fyri.

Landsstżriš og umboš fyri kommunurnar eru samd um, at er skuldarbyršan hjį eini kommunu hęgri enn 3 įlķkningar viš 23% ķ kommunuskattaprosenti, hevur kommunan trupulleikar viš at klįra sķnar uppgįvur og skyldur. Nakrar kommunur eru ķ hesi truplu stųšu. Harafturat eru nakrar kommunur, sum hava eina skuld, sum er jśst undir 3 įlķkningar, men sum hava eina slķka samanseting av sķnum lįnum, at mett hevur veriš neyšugt, at hesar eisini eiga at vera viš ķ eini loysn, soleišis at eisini hesar kunnu fįa fķggjarligt fótafesti aftur.

Fyri at loysa skuldarspurningin hjį hesum kommunum, er ętlanin at nżta pening śr kommunala lįni- og vešhaldsgrunninum til at afturgjalda skuld viš.

Landsstżriš hevur ķ hesum sambandi sųkt lųgtingiš um eina eykajįttan uppį 25 mió. kr. sum studning til kommunala lįni- og vešhaldsgrunnin. Hetta fyri at grunnurin kann lśka treytirnar ķ lįniavtaluni um, at hann skal hava 100 mió. kr. ķ innskoti, eisini eftir at saneringin er framd.

Lįniavtalan, sum er gjųrd ķmillum kommunurnar og teirra lįnveitarar, fer śr gildi tann 1. desember 2000. Ķ góšari tķš er ętlanin at fįa greišu į, um grunnurin skal halda įfram eftir 1. desember 2000, og veršur taš tį upp til hvųrja einstaka kommunu, um hon vil vera viš ķ eini felags fķgging ella ikki. Landsstżriš er sinnaš at višvirka til eina felags endurfķgging av kommunalu skuldini, tį verandi lįniavtala fer śr gildi.

Kommunulógin
Landsstżriš hevur ętlanir um at leggja fram eitt uppskot til nżggja kommunustżrislóg. Nżggja lógin kemur ķ stóran mun at byggja į taš arbeiši, sum Kommununevndin hevur gjųrt. Lógin skal avloysa verandi kommunulóg, sum er frį 1972. Vęntandi veršur hetta lógaruppskot lagt fyri lųgtingiš ķ august ella september 1999.

Umframt at lógin veršur dagfųrd, soleišis at hon fer at samsvara viš nśtķmans kommunala umsiting, eru eisini grundleggjandi broytingar ķ lógaruppskotinum. Ętlanin er at ųkja kommunala sjįlvstżriš, soleišis at kommunurnar fįa stųrri avgeršarrętt og eina meiri sjįlvstųšuga įbyrgd av egnum mįlsųkjum.

Viš broytingunum er ętlanin, at kommunurnar innan fyri lógarinnar karmar koma at stżra egnum višurskiftum. Neyšugt veršur ikki longur viš góškenning av ųllum smįlutum frį hęgri staš. Eftirlitiš viš kommununum veršur ķ stóran mun broytt frį at verša góškenning av smįlutum til at verša eitt sokallaš legalitetseftirlit, sum skal tryggja, at kommunurnar arbeiša innanfyri karmarnar av lóggįvuni.

Nevnast kann sum dųmi, at kommunur ķ dag ikki kunna taka lįn uttan samtykt landsstżrisins. Ętlanin er, at kommunur eftir nżggju lógini skulu kunnu taka lįn, uttan samtykt landstżrisins, tó treyta av, at nettoskuldin hjį kommununi er undir eina įlķkning. Eisini er ętlanin, at mųguleikin hjį landsstżrinum at krevja broytingar ķ fķggjarętlanum veršur skerdur, so leingi skuldin er undir eina įlķkning.

Į fleiri ųšrum ųkjum veršur lógaruppskotiš nżskapandi. Uttan at fara ķ smįlutir viš broytingunum, kann tó nevnast, at hesar ķ stóran mun vera įsetingar av reglum fyri arbeiši og višurskiftini hjį kommunustżrinum og tess limum. Viš at įseta tķlķkar reglur veršur ķ framtķšini ikki neyšugt hjį kommunustżrunum ķ heilum at fįa góškenningar ella ašrar višmerkingar frį landsstżrinum um arbeiši og avgeršir tess.

Framtķšar kommunubygnašur
Landsstżriš fekk ķ september 1998 handaš eitt įlit frį Kommununevndini, hvųrs hųvušsendamįl m.a. var at gera eitt uppskot til eitt greitt uppgįvu- og įbyrgdarbżti millum land og kommunur.

Ķ verandi skipan er uppgįvu- og įbyrgdarbżtiš ķ fleiri fųrum sera ógreitt. Nógvar kommunalar avgeršir ķ dag krevja, at jįttan fęst frį hęgri myndugleika, įšrenn avgerširnar verša settar ķ verk. Uppgįvur, sum įttu at veriš kommunalar, verša loystar heilt ella fyri ein part av landinum, og fųrir hetta viš sęr, at tann veruligi avgeršarrętturin ikki liggur hjį kommununum. Ein av orsųkunum til, at skipanin er soleišis, er, at tęr śtreišslur, sum hesar avgeršir fųra viš sęr, bert partvķs verša fķggjašar av kommununum.

Meginreglan ķ nżggju kommunalu skipanini, sum veršur skotin upp ķ įlitinum hjį Kommununevndini, er, at tann sum hevur avgeršarręttin eisini skal bera ta fķggjarligu įbyrgdina. Tęr uppgįvur, sum verša kommunalar, skulu sostatt verša fult og heilt kommunalar. Kommunurnar skulu tķskil innan fyri lógarkarmarnar hava fullan avgeršarmyndugleika, men eisini bera fulla fķggjarliga įbyrgd av uppgįvunum.

Landsstżriš heldur, at hesi tilmęli Kommununevndarinnar eru rųtt. Landsstżriš fer tķ sum skjótast at byrjaš arbeišiš viš at fįa hesi višurskifti nęrri śtgreinaši, og er ętlanin m.a. at seta arbeišsbólkar at śtgreina višurskiftini fyri hvųrt ųki sęr, soleišis at uppgįvu- og įbyrgdarbżtiš millum land og kommunur ķ komandi tķšum fer at gerast munandi greišari. Nevnast kann ķ hesum sambandi, at fyrsti arbeišsbólkurin viš hesum arbeišssetningi, sum skal višgera barnaansingarųkiš, er undir skipan, og fer til verka fyrsta dagin.

Viš greišum uppgįvu- og įbyrgdarbżti veršur ongin ivi, hvųrt taš er landiš ella kommunurnar, iš hava įbygdina av teimum einstųku uppgįvunum. Spurningurin er so, hvussu uppgįvurnar skulu bżtast millum land og kommunur.

Kommununevndin męlir ķ įliti sķnum til, at taš er eitt krav, at kommunurnar sjįlvstųšugt skulu kunna umsita tęr kommunalu uppgįvunar, og at uppgįvur ikki verša latnar kommununum at fyrisita, fyrr enn hesar umsitingarliga eru bśnar til tess. M.a. ķ hesum sambandi męlir kommununevndin til, at ein fyritreyt fyri, at uppgįvur verša latnar kommununum er, at kommunurnar leggja saman.

Hetta er sambęrt Kommununevndini avgerandi fyri, at tęr sjįlvstųšugt eisini kunnu įbyrgdast. Tķ skulu bert tęr uppgįvur leggjast til kommunurnar, sum tęr eru fųrar fyri at rųkja sjįlvstųšugar, mešan uppgįvur, sum kommunurnar ikki kunnu rųkja sjįlvstųšugar, verša landsuppgįvur.

Landsstżriš er partvķst samt viš Kommununevndini ķ hesum spurningi og metir tķskil eisini, at kommunurnar fyrisitingarliga eiga at vera fųrar fyri at įtaka sęr tęr uppgįvur, sum teimum verša latnar. Hinvegin er landsstżriš ikki samt viš Kommununevndini ķ spurninginum um tvungna kommunusamanlegging, sum eina treyt fyri, at uppgįvur kunnu latast kommununum at umsita. Landsstżriš er av tķ įskošan, at tilmęliš kommununevndarinnar um mųguleikan fyri tvungnari samanlegging ikki er ķ samsvari viš arbeišssetningin, sum lųgtingiš samtykti, har m.a. varš sagt, at broytingar ķ kommunuskipanini skulu byggja į sjįlvbodna samanlegging.

Landsstżriš heldur framvegis, at kommunurnar sjįlvbodnar eiga at leggja saman, og metir landsstżriš, at um uppgįvu- og įbyrgdarbżtiš millum land og kommunur veršur framt į ein skinsaman hįtt, fara kommunurnar sjįlvar at finna fram til best hóskandi loysnina, soleišis at eisini umsitingin av teimum uppgįvum, sum verša kommunalar, verša at fara fram į ein góšan og rįšiligan hįtt.

Landsstżriš er ikki ķ iva um, at stųrri eindir eru ein fyritreyt, um fleiri uppgįvur skulu latast kommununum at umsita. Mųguleikarnir fyri, hvussu hesar eindir eiga at verša skipašar, eru fleiri. Besta loysnin er tó helst, at kommunurnar sjįlvbodnar finna saman, um so talan er um samanlegging ella um samstarv. Mųguleikin fyri at skipaš verša fylki, sum fįa įbyrgdina av at fyrisita tey tyngru mįlsųkini, er eisini til stašar, men av tķ at taš eru fleiri ógreiš višurskifti um, hvussu tķlķk fylki skulu virka, og at hesi helst vilja verša viš til at dżrka um fyrisitingina, er helst ręttast, at framhaldandi veršur hildiš fast viš ein tvķbżttan almennan sektor.

 

Višvķkjandi tķ fķggjarliga spurninginum męlir Kommununevndin eisini til at broyta nśverandi skipan, har land og kommunur ofta bżta śtreišslurnar. Heldur eigur taš at verša soleišis, at kommunurnar sjįlvstųšugt fķggja tęr kommunalu uppgįvurnar yvir kommunuskattin, tvs. at verša uppgįvur fluttar millum land og kommunur, veršur samstundis samsvarandi regulering gjųrd millum lands- og kommunuskattin. Ein tķlķk skipan gevur borgaranum eina greiša fatan av, hvat kommunan kostar, og hvat fęst fyri kommunuskattin.

Landsstżriš tekur undir viš hesum tilmęli, men metir, at ein tķlķk skipan fer at verša torfųr at umsita ķ einum tķšarskeišiš, har stórar broytingar skulu fremjast višvķkjandi uppgįvu- og įbyrgdarbżti. Heldur eigur at verša umhugsaš, um ikki ręttast er, at kommununum veršur givin ein blokkstušul, so hvųrt uppgįvur verša fluttar frį landi til kommunu. Hesin stušul eigur at byggja m.a. į sųgulig tųl eins og mųguligar ašrar objektivar faktorar.

Eftir at arbeišiš viš at fįa eitt greitt uppgįvu- og įbyrgdarbżti millum land og kommunu er komiš undir land, eiga blokkstušulsskipanirnar at verša avtiknar, og ķstašin eiga landiš og kommunurnar sjįlvi at fķggja sķnar uppgįvur viš at krevja inn lands- og kommunuskatt.

Samandrįttur og endi
Sum greitt frį ķ hesi frįgreišing, hevur landsstżriš sett sęr fleiri politiskar mįlsetningar višvķkjandi kommunumįlum, og liggja tķ stórar politiskar og fyrisitingarligar avbjóšingar fyri framman.

Landsstżriš fekk ķ september 1998 handaš eitt įlit frį Kommununevndini, sum ikki bert er stórt ķ vavi, men eisini er vęl śr hondum greitt. Landsstżriš hevur vegna tżdningin av hesum mįlsųki ynskt eitt ašaloršaskifti um kommunumįl, har Fųroya Lųgting viš stųši ķ hesum įliti, fęr hųvi at višgerša hetta sera viškomandi og tżšandi mįlsųkiš. 

Į tingfundi 19. aprķl 1999 var ašaloršaskifti um frįgreišingina. Mįliš avgreitt.