Frágreiðing um vinnupolitikk

 

101-4  Skjal til frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um vinnupolitikk

 

Innihald

Samandráttur og tilmæli *

Hugsjónin *
Leikluturin hjá tí almenna *
Karmar *
Netverk *
Hagtalsgreiningar *
Framhald *

Hugsjónin *

Hugsjónin - verandi vinna og verandi visjónir *
Samfatan um hugsjónina aftan fyri vinnupolitikkin *

Leikluturin hjá tí almenna *

Vinnupolitikkur í øðrum smátjóðum *
Almenni leikluturin higartil *
Altjóða gongdin *
Niðurstøða og tilmæli *

Karmar *

Tillagað, virkið regluverk til altjóða marknaðarsamstarv *
Vælvirkandi samskifti og samferðsla við útheimin *
Gransking og førleikamenning *
Vælútbygt undirstøðukervi, ið mennir kappingarførum lívskorum um alt landið *
Góðar eginfíggingarumstøður og lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir *
Varlig vinnulóggeving, fyrimyndarligt alment tænastustig *
Einfaldar, studningsveikar vinnuframaskipanir *
Niðurstøða og tilmæli *

Netverk *

Vinnupolitikkur og netverk *
Karmar *
Krøv til føroyskar fyritøku- og stovnsleiðslur *
Niðurstøða og tilmæli *

Hagtalsgreiningar *

Tilmæli *

Eftirmeting og framhald *

Tilmæli um framhald *

 

Samandráttur og tilmæli

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Vinnumálastýrinum er at leggja almenna vinnupolitikkin til rættis. Við hesum verður uppskotið um vinnupolitikk, sum ein arbeiðsbólkur undir Vinnumálastýrinum hevur orðað saman við landsstýrismanninum, lagt fyri løgtingið til viðgerðar.

Í arbeiðsbólkinum hava Karin Toftegaard, Kjartan Kristiansen, Arne Poulsen, Maria Róin, Ari Johanneson og Bjarni Askham Bjarnason sitið, meðan Jens Christian Justinussen hevur verið skrivari. Ta fyrstu tíðina var Karin Toftegaard formaður, men síðan Karin fór úr starvi á Oljumáladeildini, hevur Kjartan Kristiansen virkað sum formaður.

Frammanundan eru fýra rit givin út í hesi verkætlan. Tey hava verið send vinnu, vinnufeløgum, fjølmiðlum, almennum stovnum o.ø., eins og fundir hava verið við partar av vinnuni og aðalstýrini. Vinnumálastýrið takkar fyri viðmerkingar og atfinningar, sum eru komnar, og vónar, at eitt uppbyggjandi orðaskifti heldur fram.

Ritið, sum nú verður lagt fyri løgtingið, er fimta og seinasta ritið, sum setti arbeiðsbólkurin letur úr hondum. Í hesum verður uppskotið um vinnupolitikk orðað, og tí er tað longu lagt fyri hinar landsstýrismenninar til ummælis.

Talan er um eitt uppskot, sum Vinnumálastýrið fer at nýta sum leiðreglu í dagliga arbeiðinum, og tá talan er um at orða ítøkiligar politiskar ætlanir og regluverk fyri samfelagsáhugamál, sum politiskt eru løgd undir Vinnumálastýrið at umsita.

Talan er tó framvegis um eitt uppskot, eina leiðreglu, sum støðugt eigur at verða endurskoðað og lagað til dagsins og komandi krøv, so hvørt tørvur kenst á hesum.

Í tilmælinum kemur fyrst hugsjónin um eitt føroyskt framtíðarsamfelag, sum vinnupolitiska virkið skal miða eftir at gera til veruleika. Roynt verður at orða hugsjónina stutta og greiða, so hon skilst av øllum.

Einstøku tættirnir í vinnupolitikkinum eru síðan viðgjørdir nærri undir hesum yvirskriftum:

 

Hugsjónin

Málsetningurin við vinnupolitikkinum er at fáa gongd á eina fjøltáttan av føroysku vinnuni við at menna verandi vinnur og at eggja til nýtt virksemi, sum er burðardygt og skapar stórt avkast. Hetta er fyrsta fortreytin fyri einum sjálvberandi og stabilum búskapi.

Tað er ein sannroynd, at altjóða kappingin gerst alt meira umfatandi. Skulu vinnurnar standa seg í kappingini og skapa framburð í samfelagnum, mugu tær vera innovativar, hava dagførda vitan og fjøltáttað samskifti. Samstundis mugu tær liva upp til tey krøv, samfelagið setir teimum um virðing fyri umhvørvi og trivnaði.

Fyri at draga bestu fólkini til sín er eisini neyðugt at hava fyri eyga, at vinnan eins og samfelagið sum heild kunnu bjóða góð lívskor og mennandi og tryggar karmar.

Hugsjónin fyri vinnupolitikkinum er tí orðað soleiðis:

 

Leikluturin hjá tí almenna

Gongdin í altjóða rákinum er rættiliga greið viðvíkjandi leiklutinum hjá tí almenna. Tað gongur móti deregulering og fríari kapping. Somu krøv seta vit sjálvi um virknari almennan sektor fyri sama pening. Hetta ger, at almenni vinnupolitiski leikluturin gerst tvørfakligur, og at kravið um professionalismu, fyrimyndarligt tænastustig og góða samskipan verður ófrávíkiligt.

Almenna uppgávan verður at tryggja stabilar karmar, ið eru grundarlagið fyri vinnuligum framburði og harvið búskaparligum vøkstri. Leikluturin hjá tí almenna verður tí:

 

Tað almenna skal tryggja vinnunum ávísar støguðar karmar við virðing fyri trivnaði og umhvørvi.

Vinnuligu karmarnir verða støðugt raðfestir, soleiðis at vinnan fær rúm, ræsur og frið at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum sambært hugsjónini aftan fyri vinnupolitikkin.

Vinnufyrisitingin miðar ímóti:

 

Karmar

At skapa neyðugu og støðugu karmarnir krevur tíð, tillaging og raðfesting. Fleiri av karmunum mugu verða skaptir í dyggum samstarvi við onnur aðalstýri og vinnuna, og fyri at hetta kann fáast í lag er umráðandi, at tað fæst ein breið undirtøka fyri førda vinnupolitikkinum.

 

Miðað verður eftir at skapa karmar, har vinnan megnar at mennast og fylgja altjóða rákinum, t.e. at hon er innovativ og hevur dagførda vitan og fjøltáttað samskifti, við virðing fyri okkara samfelagi.

Tær mest átrokandi broytingarnar og ábøturnar á karmarnar eru:

 

Málsetningurin er, at vinnukarmarnir standa mát við onnur samfeløg soleiðis, at vinnan og kapitalurin eins væl og arbeiðsmegin trívast og fjølgast í Føroyum.

Netverk

Tann, sum ikki fylgir við tíðini, varnast knappliga, at tíðin er runnin frá honum við tí úrsliti, at fyritøkan missir sínar kundar, sítt grundarlag fyri inntøku og tilverurætti, og – meinast – sínar dugnaligastu meðarbeiðarar. Tað eru teir, sum eiga vitanina og geva fyritøkuni førleikan til nýhugsan. Tað er her týdningurin av netverkum kemur inn.

 

Fjøltáttað samskifti er avgerandi fyri, at vinnan fær dagførda vitan, professionella atferð og marknaðaratgongd. Tí er altavgerandi, at netverk verða knýtt og nýtt, bæði hjá tí almenna og tí privata.

Tað almenna eigur í øllum lutum at hava hetta í huga og virka fyri, at Føroyar á nógvum økjum gerast eitt sambindingarlið í samskiftis- og samferðslunetinum.

Hagtalsgreiningar

Vinnupolitikkurin er ikki givin eina ferð með alla. Eftirmetingar og hagtøl fara at verða nýtt sum stýringar- og metingaramboð og mugu vera almenn fyri at menna støðuga orðaskiftið um vinnupolitikkin.

 

Til at orða málsetningar og meta um úrslitini av vinnupolitikkinum verða haldgóðar hagtalsskipanir nýttar.

Hesar skipanir skula:

 

Hagtølini skula kunna dagførast regluliga uttan stórvegis hóvasták, men samstundis vera nóg neyv til at lýsa gongdina.

 

Framhald

Nú sjøtul er settur á, og uppskot er sett fram um yvirornaðu linjurnar í vinnupolitikkinum, er tað umráðandi, at vinnupolitiska tilgongdin við hesum ikki steðgar upp. Tvørurímóti er ætlanin at halda áfram soleiðis

Við vón um góða móttøku og gott orðaskifti alment og á tingi

 

Finnbogi Arge

landsstýrismaður í vinnumálum

 

 

 

 

Hugsjónin

Málsetningurin við vinnupolitikkinum er eyðsæð at fáa gongd á eina fjøltáttan, so at fleiri bein verða hjá samfelagnum at standa á. Tað at byggja alt samfelagið á eina einastu vinnugrein, sum gjørt hevur verið við fiskivinnuni seinastu øldina, gevur eitt ov ótrygt grundarlag, tí samfelagsbúskapurin fylgir alla tíðina fiskaprísum og tilfeingisgrundarlagi. Varð álitið í búskapinum í staðin spjatt út á fleiri inntøkugevandi vinnur, fekst tann stabilitetur, at til bar at arbeiða miðvísari. Raðfestingin í vinnupolitikkinum er soleiðis bæði vøkstur og stabilitetur. Av hesum fylgir, at vinnupolitikkurin skal eggja til vinnur uttan fyri fiskivinnuna, og tær skulu vera lívførar og geva stórt avkast. Hetta merkir sjálvsagt ikki, at vit ikki skulu menna fiskivinnuna, tvørturímóti, men at vit miða eftir at økja um samlaða búskapin við at menna verandi vinnur og at eggja til nýtt virksemi.

Í Riti 3 varð staðfest, at altjóða kappingin gerst altsamt meira umfatandi. Tá vit tala um vinnur, sum skapa avkast, er neyðugt at staðfesta, at ikki er nóg mikið at standa seg í kappingini á heimamarknaðinum ella at byrja her. Í dag er marknaðurin globalur, og henda sannroynd má takast við í vinnupolitikkin. Tær vinnur, ið vinnupolitikkurin skal geva rúm og ræsur at mennast, skulu megna at fylgja altjóða rákinum, t.e. at tær skulu vera innovativar og hava dagførda vitan og fjøltáttað samskifti. Men virða tær ikki tey støðugt herdu umhvørviskrøvini, sleppa tær ikki upp í kappingina, og virða tær ikki trivnaðin, missa tær dugnaliga fólkið og virðing í okkara egna samfelagi.

Vinnulívið skal ikki bara megna at bera samfelagsbúskapinum og støðugt endurnýggja seg og sýna framburðshug. Tað skal eisini skapa grundarlag undir vælferð í samfelagnum. Hetta er ikki bara ein býtisspurningur, men kemur eisini vinnulívinum sjálvum til góðar, tí kappingin um fólk við førleika er so stór, at neyðugt er at hava fyri eyga, at samfelagið sum heild skal kunna bjóða góð lívskor og geva tí einstaka mennandi og tryggar karmar.

Hugsjónin aftan fyri vinnupolitikkin er tí stutt orðað soleiðis:

 

Hugsjónin - verandi vinna og verandi visjónir

Í hugsjónini verður einki sagt um, hvørjar vinnugreinar vit í framtíðini eiga at leggja okkum eftir at menna í Føroyum. Hetta er tilvitað, tí hugsjónin má vera høvuðsskipað, og tí at ein langsiktað visjón ikki eigur at verða læst føst í vinnugreinum. Ræsur skula vera nóg rúmar til at taka av nýggjum avbjóðingum, sum koma undan kavi.

Hin vegin spyrst einki burturúr, um satsað verður upp á allar møguligar vinnugreinar samstundis. Ein raðfesting má til, og tað liggur í raðfestingini, at tað fer at liggja betur fyri hjá summum vinnugreinum enn øðrum.

Nøkur øki eru longu átrokandi at arbeiða við. Her verður serliga hugsað um vinnur, sum eru tongdar at tilfeingisgrundarlagnum. Eisini fyri hesar vinnur kann hugsjónin nýtast sum leiðregla. Miðað eigur at verða eftir, at vinnurnar gerast sjálvberandi og klára seg í globaliseringini. Málsetningurin er at fáa fleiri vinnur, og í hesi fjøltáttanartilgongd kann verandi vinna verða inngangslykilin. Er verandi vinna innovativ, við dagførdari vitan og fjøltáttaðum samstarvi, kann hesin førleiki leggja lunnar undir aðrar og nýggjar vinnur við somu eyðkennum.

Eisini í vinnupolitisku møguleikunum í oljuvinnuni kann hugsjónin verða leiðreglan. Vit skula stremba eftir at fáa nýggjar, altjóðaðar vinnutættir burtur úr hesum møguleika, sum eitt rávørutilfeingi her kann fara at geva okkum.

Vinnupolitiska hugsjónin kann soleiðis vera tann reyði tráðurin, ið gongur gjøgnum politikkin fyri einstakar vinnugreinar sum t.d. alipolitikkin, kt-politikkin og politikkin fyri veitingar til oljuvinnuna. Eisini fyri onnur nýggj øki er hetta galdandi, sum t.d. fyri hugsjónirnar um Føroyar sum ressourcecentur og arbeiðið á biðotøkniliga økinum.

Raðfesting av vinnugreinum og at leggja politikk fyri hesar kann verða næsta stig í vinnupolitisku tilgongdini, og vinnupolitikkurin eigur eisini at verða leiðregla fyri onnur umsitingarøki, sum t.d. útbúgvingar- og granskingarpolitikk, skattapolitikk og umhvørvispolitikk.

Samfatan um hugsjónina aftan fyri vinnupolitikkin

Sum víst á í Riti 4, kann tað vera drúgt og krevja áhaldið arbeiði, frá tí at eitt land fer at orða ein vinnupolitikk, til úrslit spyrjast burturúr. Tað er tí ógvuliga týdningarmikið, at breið semja er um politikkin, soleiðis at sama kósin kann verða hildin fleiri ár fram, og at kósin ikki verður slept á hálvari leið. Samstundis er tað týdningarmikið, at hugsjónin er so mikið breitt orðað, at tað ikki er neyðugt við broytingum og tillagingum í tíð og ótíð.

Ynskið um at fjøltátta okkara vinnu er íkomið, tí vit vilja hava betri stabilitet, men stabiliteturin er eins nógv treytaður av, at sama kósin verður hildin yvir eitt langt áramál. Hetta krevur semju og støðufesti. Eisini hetta undirstrikar týdningin av, at ein samfatan er um, hvussu vinnupolitikkurin verður førdur.

Í arbeiðinum at orða vinnupolitikkin hevur dentur verið lagdur á at lurta eftir sjónarmiðunum hjá ymiskum pørtum, men tað er sjálvsagt ikki fyrr enn nú, ið endaliga álitið fyriliggur, at tað er gjørligt hjá áhugaðum at fáa eina heildarmynd av tí, sum Vinnumálastýrið mælir til.

Heitt verður tí á ein og hvønn, ið hevur áhuga fyri vinnupolitikki, at hugsa um hvat hugsjónin ber við sær og at koma fram við sjónarmiðum um betringar skjótast til ber, soleiðis at miðvísa arbeiðið kann halda áfram til gagns fyri samfelagið.

 

Leikluturin hjá tí almenna

Í arbeiðinum at orða ein vinnupolitikk hevur spurningurin um at áseta leiklutirnar hjá tí almenna, og harvið eisini tí privata, verið mettur sum ein ógvuliga týdningarmikil táttur. Eisini í orðaskiftinum, ið verið hevur um vinnupolitikk, er hetta ein afturvendandi spurningur.

Í Riti 1 eru nevndir teir tættir, sum verða tiknir við og raðfestir í vinnupolitikki; vøkstur, stabilitetur og býti. Við búskaparvøkstur verður hugsað um størri virðisøking. Við stabilitet verður hugsað um stabilar lógarkarmar, reglur og skipanir og ein stabilan arbeiðsmarknað. Við býti verður hugsað um, hvussu virðini í samfelagnum verða býtt millum fólk og samfelagsbólkar. Hetta er gjøllari útgreinað í Riti 2, har eisini varð víst á, at spurningurin um leiklutir veldst um demokrati, ella hvat tann einstaki skal taka sær av, og hvørjar uppgávur eiga ella við fyrimuni kunna verða loystar av tí almenna.

Vinnupolitikkur í øðrum smátjóðum

Vinnupolitiskt hava vit verið ígjøgnum fleiri av teimum skipanunum, sum vit í dag síggja brúktar ella hava verið í brúki í teimum smátjóðum, sum eru viðgjørdar í Riti 4.

Eitt nú hava vit sjálvi brúkt almenn eginpeningsíkast, studningslán, partapening og veðhald til privat fyritaksemi. Vit hava havt serligar skattaskipanir at eggja fólki til at seta pening í privat fyritaksemi. Vit hava loyvt kommunum at seta skattapening borgarans í privat fyritaksemi, ið borgarin eins væl sjálvur kundi sett sín pening í.

Vit hava t.d. eisini havt eina røð av ymiskum láns-, veðhalds- og stuðulsskipanum, bæði til rakstur og til nýggj tiltøk, til flutningsloysnir og til at tryggja fyritøkum arbeiðsfólk.

Sum víst á, eru kannaðu smátjóðirnar í ymiskari støðu. Nakrar hava arbeitt málvíst við vinnupolitikki, meðan aðrar standa við eitt vegamót, eins og vit sjálvi. Gongdin tykist tó allastaðni at vera at leggja størsta dentin á stabilitet, síðan vøkstur, meðan býti ikki er so frammarlaga.

Almenni leikluturin higartil

Almenni leikluturin í Føroyum higartil hevur mest snúð seg um býti og vøkstur, meðan nógv minni dentur hevur verið lagdur á stabilitet.

Royndirnar frá áttati- og nítiárunum eru ein av orsøkunum til, at føroyskar fyritøkur nú raðfesta stabilitet fremri enn vøkstur. Í hesum árum royndi tað almenna at skapa ein stabilitet við at basa einum og hvørjum óstabiliteti, sum ein vinnugrein ella fyritøka metti sum eina hóttan, ella sum kundi hava negativa ávirkan. Henda fatan av stabilitetshugtakinum førir júst til tað øvugta, við óstøðugum lógar- og regluverki og við einum viknaðum kappingaranda í vinnuni.

Vinnan hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at hon vil hava tað almenna at blanda seg so lítið uppí sum møguligt, og at tann ógreiði leiklutur, ið tað almenna í Føroyum higartil hevur leikt, hevur minkað um váðafýsnið hjá íleggjarunum.

Tað er tí við okkara egnu royndum, royndunum í øðrum smátjóðum og ynskjunum frá vinnuni, at tað almenna, vinnupolitiska málið, sum longu nevnt í Riti 1, eigur at bera við sær ’at fleiri – við vinningi fyri eyga - vilja leggja teirra lív, tíð, orku, eldhuga, samansparing og lánføri í føroyskt vinnulív.’

Føroyskur vinnupolitikkur má sostatt hava sum mál at tryggja stabilitet og skapa karmar fyri vøkstri. Samstundis má greitt skiljast ímillum, hvat er ein privat uppgáva, og hvat tað almenna skal taka sær av.

Altjóða gongdin

Gongdin í altjóða rákinum er rættiliga greið viðvíkjandi almenna leiklutinum. Tað gongur móti deregulering og fríari kapping. Almenni leikluturin verður broyttur frá at vera tann planleggjandi ígongdsetarin, ið hevur eftirlit við, at alt gongur sum ætlað, til at vera tann, ið ger umstøðurnar hjá tí váðafúsa, einstaklingi ella fyritøku, enn betri, samstundis sum tann váðafúsi sjálvur tekur ábyrgd av egnum viðurskiftum.

Men gongdin í altjóða rákinum hevur samstundis eisini eina aðra gongd. Tær einstøku tjóðirnar kappast um at draga vinnur til sín. Hetta verður bæði gjørt við at kappast um at veita góðar og lagaligar karmar og við at kappast um at fáa vælútbúgvin fólk at búsetast í landinum við at bjóða teimum haldgóðar tænastur og góð lívskor.

Almenni leikluturin broytist soleiðis fullkomuliga, men gerst ikki minni ella týdningarleysur, heldur hin vegin. Almenni leikluturin gerst tvørfakligur, og kravið um professionalismu, fyrimyndarligt tænastustig og góða samskipan verður ófrávíkiligt.

Niðurstøða og tilmæli

Tað kann valla vera nakar ivi um, at vit mugu raðfesta búskaparligan vøkstur sera ovarlaga. Hetta kann eisini beinleiðis síggjast í vinnupolitisku hugsjónini, ið byrjar við orðingini ‘Ein sjálvberandi búskapur.’ Skulu vit verða sjálvbjargin, gerst hetta bert við stórum, vinnuligum vøkstri og kappingarføri í altjóða arbeiðsbýtinum.

Samstundis má ásannast, at ynskini frá vinnuni í Føroyum snúgva seg fyrst og fremst um at fáa stabilitet, stabilar karmar og stabilitet í lóggávu. Sum longu viðgjørt í Riti 3, er júst stabilitetur ein fortreyt fyri at fara inn í og taka avbjóðingarnar í tí óstabiliteti, sum framtíðin førir við sær.

Føroyskur vinnupolitikkur má sostatt hava sum mál at tryggja stabilitet og skapa karmar fyri vøkstri. Við karmar verður her hugsað um teir tættir, sum fyrimunir eru í, at tað almenna tekur sær av, heldur enn tann einstaka fyritøkan.

Frá áttatiárunum hava vit sum sagt lært týdningin av at skilja ímillum hesar leiklutir. Hetta var eisini nevnt í Riti 3. Vinnupolitiskt kann virkishugurin í vinnuni heldur styrkjast við kveikjandi karmum fyri virksemi og við at taka forðingar burtur, samstundis sum tað almenna heldur seg frá at spæla leiklutin hjá tí váðafúsa. Verða leiklutirnir ikki hildnir hvør sær, koma stabiliserandi tiltøk at vera tulkað sum óstabilitetur, og samstundis viknar kappingarandin í vinnuni. Hin vegin eigur tað almenna at fáa íblástur og ávirkan frá vinnuni. Tað er tí týdningarmikið, at tað almenna við høvuðsskipaðum og greiðum mannagongdum tryggjar sær at fáa eitt gott samanspæl við vinnuna, so at bland ikki kemur í leiklutirnar.

Út frá vinnupolitisku hugsjónini sæst, at tað eru nakrir karmar, ið koma at hava serligan týdning framyvir. Hetta eru øki sum úbúgvingar og gransking, samskiftis- og samferðslumiðlar, marknaðaratgongd, deregulering og harmonisering.

Vinnukarmarnir eru tó so víðfevndir, at ikki ber til at broyta allar í senn. Ein týdningarmikil almennur leiklutur verður tí at raðfesta karmarnar og at broyta og tillaga teir, sum eru. Henda raðfesting má fylgja tí langsiktaða politikkinum, soleiðis at hetta ikki verður fatað sum óstabilitetur ella almenn uppíblanding. Arbeiðið skal skipast, og neyðugt er við samskipan millum stýrini, tí nógvir av vinnukarmunum verða ávirkaðir av øðrum stýrum. Her eigur Vinnumálastýrið at ganga á odda og eggja til gott innanhýsis samstarvslag.

Ein fortreyt fyri eini kappingarførari vinnu er, at almenni leikluturin fylgir altjóða rákinum. Hetta merkir, at tað almenna má kappast fyri at fáa neyðugar íleggjarar og ta vitan, sum skal til fyri at fáa gongd á fleiri og nýggjar vinnur í Føroyum. Eisini her er neyðugt við neyvum samstarvi við hini aðalstýrini, tí kappingin stendur um bæði teir meira vinnuligu karmarnar, men eisini um tænasturnar til borgaran. Tað almenna skal kappast við aðrar tjóðir um at fáa lært fólk og kapital at leita til Føroyar.

Ástøðiliga (Rit 1&2) fara vit sostatt frá politiskari búskaparfrøði og ota okkum spakuliga nærri institutionellari- og reinari búskaparfrøði. Tann institutionella búskaparfrøðin skundar samstundis undir eitt professionelt arbeiðslag í almennu fyrisitingini, tí á tann hátt kann tað almenna vera við til at menna vinnuna við at skunda undir eina hugburðsbroyting og stimbra vinnuna til at lúka nútímans krøv. Hetta krav er eisini í góðum samsvari við globaliseringina, ynskini um betri stabilitet og krøvini frá borgaranum. Eitt professionelt arbeiðslag fæst m.a. við at arbeiða miðvíst út frá dagførdari vitan og við nógvum samskifti úteftir.

Í stuttum kann almenni leikluturin orðast soleiðis:

 

Tað almenna skal tryggja vinnunum ávísar stabilar karmar við virðing fyri trivnaði og umhvørvi.

Vinnuligu karmarnir verða støðugt raðfestir, soleiðis at vinnan fær rúm, ræsur og frið at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum sambært hugsjónini aftan fyri vinnupolitikkin.

Vinnufyrisitingin miðar ímóti:

 

 

Karmar

Frammanfyri er leikluturin hjá tí almenna lýstur, herímillum hvussu týdningarmikið tað er, at tað almenna sær tað sum sín leiklut at skapa vinnuni sum heild gagnligar karmar, so hon støðugt mennist. Men at skapa neyðugu karmarnar krevur tíð, tillaging og raðfesting, og tað setir stór krøv til tað almenna.

Í fyrsta lagi mugu viðurskiftini hjá verandi vinnum gerast betri, ikki minst tá tað ræður um vøkstur, altjóðan og vinning, og samtíðis má trúvirðið á, at nýggju viðurskiftini verða støðug, byggjast upp. Í øðrum lagi mugu umstøðurnar – sammett við onnur lond - gerast so kappingarførar, at nýggjar vinnur mennast í Føroyum og fjøltátta føroysku vinnuna. Summir karmar kunnu tykjast at hava bráðskund, meðan aðrir karmar í størri mun leggja heildarstøðið undir vinnuligan vøkstur.

Miðað eigur at verða ímóti at menna bæði verandi og nýggjar vinnur. Í báðum førum er greitt, at menningin má og kann bert fara fram í fríari, altjóða kapping, og tí mugu teir karmar verða raðfestir frammarlaga, sum leggja dent á vitan og kunnleika um altjóða marknaðir, og sum styrkja atgongdina at hesum marknaðum. At skapa hesar karmar tekur tíð og krevur tillaging og raðfesting, og tað krevur samstundis, at tað almenna í sínari raðfesting av karmum heldur seg til sín leiklut og fremur hann virkið og professionelt.

Niðanfyri eru umrøddir teir karmar, sum Vinnumálastýrið heldur eiga at verða raðfestir frammarlaga. Sum víst á í Riti 1 er vinnupolitikkur tvørfakligur. Fleiri av karmunum mugu tí verða skaptir í dyggum samstarvi við onnur aðalstýri og vinnuna. Umrøðan av karmum er skipað eftir frammanfyri standandi høvuðsuppbýti, t.e. fyrst verða umrøddir teir karmar, sum hava týdning fyri tillagingina til altjóða rákið, síðan verða teir heimligu karmarnir tiknir upp og til endans virkishátturin hjá tí almenna sum karmur.

Tillagað, virkið regluverk til altjóða marknaðarsamstarv

Seta vit krav um vælferð og framburð, ið okkara búskapur sjálvur heldur uppi, sleppa vit ikki undan, at Føroyar mugu verða partur av einum altjóða marknaðarsamstarvi so langt, sum eitt slíkt samstarv vísir seg at vera neyðugt. Tollmúrar og kvoteringar eru um at falla burtur; nú eru tað standardiseringar í tekniskum krøvum, heilsukrøvum, umhvørviskrøvum og etiskum krøvum, sum verða forðingarnar.

Slíkir standardir eru ikki bara galdandi og nýttir fyri matvørur. Í ES og EBS økinum koma nýggir standardir, sum skulu minka um óvissu í handli, við at vørur, amboð og útbúnaður, tænastur og mannagongdir kunnu metast upp ímóti ásettum krøvum. Standardirnir verða settir í millumtjóða og altjóða samstarvi, men teir kennast sum forðingar hjá teimum, sum ikki megna at prógva, at teirra veitingar eru í samsvari við hesar standardir.

Ein av týdningarmestu uppgávunum hjá Vinnumálastýrinum verður tí støðugt at lýsa, hvar vit eru eftirbátur á áhugaverdum vinnuligum marknaðum, bæði tá tað ræður um atgongd, og tá tað ræður um at liva upp til marknaðarkrøv, og út frá hesum virka við til, at hesar forðingar verða tiknar burtur. Løgmansskrivstovan verður stuðlað í arbeiðinum at gera fríhandilssáttmálar við øll lond í Evropa og at bøta um verandi sáttmálar við ES og EFTA, so handilssamskiftið kann fara fram so ótarnað og smidligt, sum til ber. Men samstundis má Vinnumálastýrið tryggja, at okkara regluverk ikki liggur aftanfyri, tá tað snýr seg um at verja umhvørvi, náttúru og heilsu- og arbeiðstrygd í øllum fyritaksemi; ikki bara tí at altjóða marknaðurin og samvinnan krevur tað, men tí at tað er neyðugt fyri trivnaðin í Føroyum.

Altjóða kapping er ikki einans í útlondum, hon er altsamt vaksandi í Føroyum eisini. Tá tað ræður um veitingar til skip, sum koma á okkara leiðir, og um frálandavinnu her í nánd, verður krav sett um altjóða kappingarføri. Vit hava ikki ráð til hugburðin, tað er ikki so farligt, tí ein slíkur hugburður er illkynjaður og drepandi. Tí hevur Vinnumálastýrið sum málsetning, at eingin marknaður í Føroyum verður vardur, men má liva upp til altjóða kapping.

Vælvirkandi samskifti og samferðsla við útheimin

Har samskiftis- og samferðslumøguleikarnir eru góðir, taka seg upp nýggjar vinnur, ið byggja sína tilveru á samskifti og tær tænastur, sum hanga uppi í skjótum atgeingi og góðum sambondum.

Sum víst á í Riti 3 fáa vit støðugt virknari tøkni, sum fyllir lítið, og sum ger, at vit kunnu hava sambond og samskifta runt allan knøttin við myndum, ljóði og data. Slík sambond og samskifti eru lívsneyðug, um vit vilja fylgja við og støðugt hava dagførda vitan um okkara marknaðir, neyðugu tøknina og rákið annars í umheiminum. Tað er tí ein fortreyt fyri vinnuligari menning, at okkara samskiftismiðlar skula verða líka góðir og skjótir sum aðrastaðir, og tað skal vera lætt hjá umheiminum at fáa samband við okkum.

Ein av føroysku samskiftisstovnunum er skipaður sum sjálvstøðug fyritøka og arbeitt verður við at leggja annað virksemi um eftir sama leisti. Áherðsla verður løgd á, at hesar nýggju fyritøkurnar koma at veita eina tænastu, sum er eins góð og betri enn tær, sum samsvarandi fyritøkur veita í øðrum londum.

 

Men eisini á samferðsluøkinum mugu vit fylgja við, bæði tá tað ræður um flutning av persónum og vørum. Vit mugu royna á ymsan hátt at fáa samband við høvuðssamferðsluleiðir og deplar, ið høvuðssamferðsla gongur um.

Vinnupolitiskt verður stevnan at ansa eftir, at altjóða kappingarførar samskiftis- og samferðslutænastur verða tryggjaðar við føroyskari fyritøkuluttøku. Hugsa vit um óstøðuga og avmarkaða føroyska eftirspurningin eftir samskifti og samferðslu, eru íløgurnar so stórar og rakstrarinntøkurnar so ótryggar, at lítið skal ofta til, at samskiftis- og samferðsluleiðir mugu halda uppat. Vit mugu ikki koma í ta støðu, at einstaklingar og fyritøkur gerast ov varin við at váða orku og samansparing í vinnulig tiltøk, tí tey halda vanda vera fyri, at samskiftis- og samferðslumøguleikarnir knappliga detta niður fyri.

Gransking og førleikamenning

Við valinum av almenna leiklutinum er ásannað, at framtíðar kósin verður ikki stýrd við planlegging. Sum víst á í Riti 3, er tað einasta, ið vit hava møguleika at stýra, at karmarnir fyri kreativari og innovativari hugsan eru góðir, at upplýsingar um gongdina eru tøkar, og at hugburðurin ikki verður læstur av egnum normum. Tí eru gransking og førleikamenning lyklaorð, tá talan er um at royna at stýra vinnuni móti betri kappingarevnum og meira vitanarkrevjandi vinnu.

Upplýsingar um gongdina úti og heima verða ikki tøkar, uttan so at onkur hevur tað sum sína serligu uppgávu at savna og meta um teir. Í dag liggur uppgávan spjadd og mangan ósamskipað á fleiri ymiskum stovnum við tí úrsliti, at føroyska samfelagið fær ov lítið burturúr. Trúliga fer eitt sindur størri orka á hvørjum stovni og betri samskipan at geva heilt munandi framstig. Tá hevði eisini borið til at víðkað um og útbygt tey sambond, sum hesir stovnar í dag hava við útlendskar granskingarstovnar, og føroyskir stovnar høvdu havt lættari við at sloppið upp í fleiri útlendsk granskingarsamstørv. Gongdin í Íslandi við eitt nú luttøku í EBS-granskingarsamstarvinum er týðiligt dømi um, hvønn týdning hetta hevur fyri innovativa tilgongd í verandi vinnum og fyri menningina av nýggjum vinnum. Men ikki er nóg mikið hjá okkum bara at dúva upp á tað, ið onnur granska, vit mugu hava eitt umhvørvi í Føroyum, ið hevur neyðugan førleika at fylgja við og at formidla vitan. Tí eigur dentur at verða lagdur á at fáa økt um og samskipað granskingarumhvørvið í Føroyum og at víðka og útbyggja tey sambond, sum vit í dag hava við útlendskar granskingarstovnar.

Í Riti 3 varð eisini víst á, at altjóða marknaðurin fyri ítøkiligar vørur og tænastur ikki hevur tann ovurstóra vøkstur, sum marknaðurin fyri upplivingum, tí kognitiva, so sum tónleiki, list, bókmentum, søgu og kropsligum og andaligum avbjóðingum. Týdningurin av góðum umstøðum til kreativ verkevni í t.d. list eigur ikki at verða undirmettur.

Á sama borði liggur nógv umrødda kunningartøknin. Hon er neyðugt amboð hjá øllum vinnum, um tær ætla at standa seg í kappingini. Men hon er samstundis ein altjóða vinna, tí eftirspurningurin eftir kreativum og virknum skipanum, ið kunnu loysa truplar spurningar og harvið styrkja kappingarførið hjá fyritøkum og sambondum av fyritøkum, veksur við ómetaligari ferð.

Tað liggur ikki á Vinnumálastýrinum at skipa fyri føroyska skúlaverkinum og almennu útbúgvingini. Men skulu vit hava ein sjálvberandi búskap, skulu vit eisini hava útbúgvingar, sum geva øllum í landinum møguleika at menna sínar gávur og brúka tær í skapandi vinnuligum og tænastuligum virksemi. Ta leið, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið longu er farið undir við at menna kunningartøkniligar útbúgvingar, er Vinnumálastýrið sera fegið um og vil veita tí sín fulla stuðul. Vinnumálastýrið vónar og vil eggja til, at enn størri dentur verður lagdur á slíkar útbúgvingar, ið helst skulu føra við sær, at tað skal verða gjørligt í Føroyum at taka altjóða virda útbúgving í kunningartøkni á fróðskaparstigi.

Vinnumálastýrið fer fyrst og fremst mótvegis øðrum aðalstýrum, skúlum, granskingarstovnum og vinnuni at eggja til samarbeiði um mennandi karmar fyri altjóða førleikagevandi samstarvi, betri umstøður og stuðul av kreativum verkevnum og fyri fjølbroyttari stimbran av kunningartøkni og samstarvi við kunningartøkniligar deplar í øðrum londum. Í hesum samstarvi fer Stýrið eisini at leggja dent á leiðslumenning fyri at styrkja leiðsluførleikan í fyritøkum og harvið fatanina av støðugari útbúgving av starvsfólki til gagns fyri trivnaðin.

Vælútbygt undirstøðukervi, ið mennir kappingarførum lívskorum um alt landið

Frammanfyri eru samskiftis- og samferðsluviðurskiftini við umheimin serliga umrødd. Men eisini innanoyggja hevur tað týdning, at allir partar av Føroyum hava so gott atgeingi og samskiftismøguleikar við hinar partarnar og við týðandi felagsstovnar (sjúkrahús, hægri skúlar, almanna- og mentanardeplar) sum gjørligt, skulu teir kunna eiga sín lut í altjóða marknaðinum.

Sum greitt er frá frammanfyri, eru samskifti og samferðsla týðandi fyritreytir fyri vøkstri. Kann alt føroyska samfelagið samskifta og hava gott og trygt samband sínámillum, eru møguleikarnir fyri vøkstri so góðir, sum teir yvirhøvur kunnu verða. Sum er, eru møguleikarnir fyri vinnuligum vøkstri og vinnuligari samvinnu avmarkaðir, tá ið tær báðar størstu oyggjarnar eru undantiknar. Millum Streymoy og Eysturoy slepst ímillum og í hvønn krók eftir einum tíma, allar tíðir á samdøgrinum og allar dagar í viku, men sambandið við hinar oyggjarnar er treytað av ferjum, sum sigla ávísar tíðir á degnum. Tískil eru íbygdu menningar- og vakstrarmøguleikarnir í Vágum, Norðuroyggjum, Suðuroy og Sandoy skerdir til ógagns fyri hesar oyggjar sjálvar og fyri alt samfelagið, ið illa fær tikið dygga samvinnu upp við hesar oyggjar.

At tryggja øllum pørtum av landinum eitt dygt undirstøðukervi gerst bert eftir eini miðvísari og skilfestari ætlan. Vinnumálastýrið leggur og fremur hesa ætlan fremst eftir vinnuliga tørvinum og heildarsamfelagsgagninum, uttan tó at leggja teir mest fjarskotnu partarnar burturúr, og Stýrið ansar eftir, at kervið verður hildið, so tað lýkur hóskandi samtíðarkrøv.

Góðar eginfíggingarumstøður og lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir

Kapitalfátækt hevur verið eitt eyðkenni fyri føroyskt fyritakssemi. Soliditeturin hevur verið í minna lagi, og peningastovnar hava tískil kravt trygd í persónligari borgan fyri lánveiting til fyritøkurnar. Virkisførið hevur av somu orsøk verið skert. Ein avleiðing av hesum hevur uttan iva verið, at fyritøkurnar hava verið meira stýrdar eftir tryggleika enn eftir vøkstri og avkasti.

Vinnumálastýrið fer at styrkja tilgongdina at fáa sett á stovn frælsan partabrævahandil, ið umframt at handla við føroyskum partabrøvum til føroyingar og útlendskar íleggjarar, eisini skal umsita almenn og privat lánsbrøv.

Í aðra máta heldur stýrið, at almennir grunnar undir Vinnumálastýrinum, í fyrsta umfari Føroya Ídnaðargrunnur og Menningargrunnur Ídnaðarins kunnu verða umskipaðir í framtaks- ella venture-felag við tí endamáli at seta pening – serliga innan nýggjar vinnur - í føroyskar og útlendskar vinnuligar verkætlanir í kapping við verandi Framtaksgrunn. Seinni kunnu aðrir almennir grunnar verða umskipaðir á sama hátt.

Fleiri av teimum londum, sum eru lýst í Riti 4, hava lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir sum part av sínum vinnupolitikki, bæði tá tað ræður um fyritøkuskatt og persónsskatt. Vinnumálastýrið heldur, at eisini í Føroyum eiga skattir og avgjøld generelt at vera lág og skipaninar einfaldar.

Lágur persónsskattur yvirhøvur er við til at fremja uppsparingina í samfelagnum og linkar lønarkrøv. Lægri fyritøkuskattir fremja somuleiðis uppsparingina í fyritøkunum og gera fyritøkurnar sterkari.

Einfeldi í skatta- og avgjaldsskipanum fremur stabilitet og lættir um fyrisitingarliga arbeiðið hjá fyritøkum og persónum. Samstundis ger einfeldi og lág avgjøld, at eftirlitsarbeiðið hjá myndugleikunum krevur minni orku.

Vinnumálastýrið virðir truplu uppgávuna hjá Fíggjarmálastýrinum at fáa inntøkurnar til landsins húsarhald til vega og ætlar sær ikki at leggja seg út í, hvussu stór henda inntøka skal vera. Men hin vegin krevur vinnupolitiski málsetningurin, at onnur aðalstýri ikki við sínum politikkum leggja forðingar fyri vinnuligu menningini, uttan har heilt serlig stýrislig áhugamál gera seg galdandi. Tí fer Vinnumálastýrið at eggja til, at tað samstarv, sum hevur verið millum vinnuna og Fíggjarmálastýrið um avgjaldsskipanir, verður styrkt og víðkað til eisini at umfata skattlig viðurskifti, og Stýrið ætlar sær at verða partur av hesum samstarvi. Vinnumálastýrið mælir til at settur verður serligur arbeiðsbólkur at gjøgnumganga verandi skatta- og avgjaldsskipanir og gera tilmæli um neyðugar broytingar og grundgeva vinnupolitiskt fyri teimum.

Varlig vinnulóggeving, fyrimyndarligt alment tænastustig

Í Riti 2 varð víst á vandan, ið stóðst av ov bráum lóggávusmíði. Úrslitið av hesum verður tvørrandi álit á politisku skipanina, vinnuligur óstabilitetur og í øllum stuttsiktaðar loysnir. Øll aðalstýri seta sær góðar setningar um at endurskoða og endurskipa verandi lóggávu til dagsins og framtíðar tørv, men mongu staklógirnar, sum stinga seg upp og tykjast krevja loysn her og nú, gera, at lóggávuarbeiðið kemur upp í røkur og skal eftir ongari tíð samtykkjast av løgtinginum, uttan at stundir eru til at síggja samanhang og avleiðingar av einari lóggávu.

Vinnumálastýrið ætlar at betra sítt fyrireikandi lógararbeiði, fyrst og fremst á tann hátt, at áðrenn farið verður undir lógararbeiði sjálvt, verður gjølligt upprit um tørvin og áneyðirnar við møguliga ætlaðu lógini gjørt og viðgjørt. Endar viðgerðin við, at neyðugt er við lóg, verður lógarsmíð sett í verk, samstundis sum kannað verður eftir, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri verandi lóggávu, hvørjar byrðar ella lættar hetta gevur verandi vinnum og, um yvirhøvur gjørligt, komandi trúligum vinnum. Tástaðni verður lógarætlanin sett á listan yvir ætlaðar lógir at leggja fyri landsstýri og ting.

Í lógarsmíði fer Vinnumálastýrið framhaldandi at meta gjølla um nýtsluna av útlendskum lógum og reglum sum fordømi. Sjálvt um lættar kunnu vera í slíkum fordømum, eru royndirnar eisini, at hesar lógir hóska betur, har skrivstovuveldið er nógv útbygt, og tí hava ringt at virka væl í lítlum samfelagi sum okkara.

Næsta stig hjá Vinnumálastýrinum verður at styrkja enn meira um fyrireikandi arbeiði og draga vinnuna og persónar við serligum vinnuinnliti inn í arbeiðið at viðgera uppritini, so Vinnumálastýrið við enn størri sannføring kann leggja tey lógaruppskot fram, sum tá verða eftir.

Aktivi almenni leikluturin at skapa karmar fyri vinnuligum virksemi setir krøv um professionelt virksemi hjá Vinnumálastýrinum, ikki bara mótvegis vinnuni og hinum aðalstýrunum, men eisini mótvegis útlendskum fyritøkum og stovnum. Tað eigur ikki at fyrikoma, at ein fyrispurningur ikki beinanvegin verður svaraður í samsvari við vinnupolitiska málsetningin. Tí hevur Vinnumálastýrið ta stevnu, at allar deildir og stovnar tess hava eitt dygt tænastustøði mótvegis øllum, sum tey koma í samband við, soleiðis at allir borgarar og fyritøkur fáa avgreitt síni mál og fyrispurningar uttan drál og við greiðum grundgevingum.

Men Vinnumálastýrið fer samstundis at hava ta stevnu ikki at fara upp í verkætlanir, sum vinnan ikki vendir sær til myndugleikarnar um, og tað fer sum longst at skáka sær undan at koma upp í vinnuligar verkætlanir, tí vinnan er best før fyri at royna lívføri í slíkum. Almenn uppíblanding førir alt ov ofta til, at lívførisgrundarlagið broytist, og verkætlanin fær eina gongd, sum í longdini tekur kappingarførið úr henni.

Einfaldar, studningsveikar vinnuframaskipanir

Ætlanin er, í avmarkaðan mun at skipa fyri og nýta vinnuframaskipanir, soleiðis sum hesar eru kendar úr okkara grannalondum, serliga tær skipanir, ið ikki hava innbygdan rakstrar- ella íløgustuðul. Dentur verður lagdur á, at vinnan skal mennast at verða kappingarfør og lívfør uttan stuðul.

Hin vegin mælir Stýrið til at halda fast um grunnin til ídnaðarfremjandi endamál, sum tað nú fer undir at endurskoða og í hesum sambandi at gera tað meira sjónligt, at grunnurin ikki bert er ætlaður ídnaði sum slíkum, men líka so nógv kreativum vinnum sum t.d. kunningartøkni, eins og hann longu hevur gjørt.

Grunnurin hevur sum kunnugt til endamáls at stuðla innovativum verkætlanum og tiltøkum hjá vinnuni, har váðin, tøkniliga og búskaparliga, verður mettur at vera stórur. Grunnurin fer eisini framyvir at stuðla tiltøkum, ið kunnu økja um atgongdina hjá vinnuni inn á útlendskar marknaðir, og somuleiðis tiltøkum og verkætlanum til frama fyri góðsku-, tænastu- og umhvørvisstýring á føroyskum fyritøkum og at eggja teimum til at royna seg á útlendskum marknaðum, bæði sum beinleiðis veitarar og sum undirveitarar.

Í sambandi við at grunnurin verður endurskoðaður, verður arbeitt við at umskipa og styrkja marknaðarføringina uttanlands av føroyskum vinnum og Føroyum ,sum heild.

Niðurstøða og tilmæli

Miðað verður eftir at skapa karmar har vinnan megnar at mennast og fylgja altjóða rákinum, t.e. at hon er innovativ og hevur dagførda vitan og fjøltáttað samskifti, við virðing fyri okkara samfelagi.

Tær mest átrokandi broytingarnar og ábøturnar á karmarnar eru:

 

Málsetningurin er, at vinnukarmarnir standa mát við onnur samfeløg, soleiðis at vinnan og kapitalurin eins væl og arbeiðsmegin trívast og fjølgast í Føroyum.

 

 

Netverk

Um leið ár 500 fyri Kristi føðing vóru skandinavar komnir eftir at gera jarn úr málmi. Um leið ár 1500 fyri okkara tíðarrokning høvdu hittittarnir í eystara parti av Lítluasiu funnið fram til hetta kynstur. Tað tók v.ø.o. eini 1.000 ár at flyta hesa ómetaliga týdningarmiklu nýskapan teir góðar 3.000 km.

So góða tíð hevur eingin í dag. Bert løtu eftir at ein nýskapan er gjørd á einum øki, er hon kend um næstan allan heimin, og serliga millum teirra sum hava lagt seg eftir at fáa vitan um nýskapanir á økinum. Og alt gongur við rúkandi ferð. T.d. var í 1993 sagt, at bert 10% av okkara vitan um heilan var eldri enn 10 ár (T. B. Jansen, Institut for Anvendt Fremtidsforskning).

Danska Velfærdskommissionen vísti í 1994 á, at mest týðandi kappingareginleikin hjá fyritøkum í framtíðini verður teirra evni at brúka nýggja vitan. Nýhugsan er ikki (longur) bara tað at laga framleiðslu og produkt til broytt brúkarakrøv, men at hugsa í nýskapan, sum er bygd á vitan. Tað slepst ikki undan, at krøvini um góðsku gerast til krøv um, at gransking og menning, sum standa altjóða mát, verða nýttar í nýhugsanini. Nýggja vitanin má vera bygd á úrslitini av egnari gransking ella kunnleika og vitan um úrslitini av gransking hjá øðrum.

Verðin stendur ikki í stað. Broytingar koma alla tíðina, og tað verður stytri millum tær. Tann, sum ikki fylgir við tíðini, varnast knappliga, at tíðin stillisliga er runnin frá honum við tí úrsliti, at fyritøkan missir sínar kundar, sítt grundarlag undir inntøku og tilverurætti, og - meinast - síni dugnaligastu starvsfólk. Tað eru tey, sum eiga vitanina og geva fyritøkuni førleikan til nýhugsan.

Vitan hevur annað ferðingarmynstur og annað virði enn vørur og tænastur. Verður vitan brúkt, legst meiri vitan afturat; men ónýtt vitan eldist og fánar burtur. Hann, sum kann fáa hendur á nýggjastu vitanini og brúka hana, hevur altíð munin á tí, sum má bíða, til vitanin er almannakunnug gjøgnum bøkur, tíðarrit og fjølmiðlar. Eisini tí hongur vitanin hjá fyritøkum og stovnum fult og heilt uppi í starvsfólkunum og teimum møguleikum, hesi hava at fáa viðkomandi og dagførda vitan av týdningi fyri tey sjálvi og teirra starv.

Tað er her, at týdningurin av netverkum kemur inn. Netverk er hugtak, ið fevnir um samskifti og samskiftismiðlar. Netverkið byrjar ofta við formligum ella tilrættisløgdum samskifti, ið síðan verður víðkað til persónliga kontakt, tá tørvur verður á tí. Bara vitanin um, hvar upplýsingar kunnu fáast, kann roknast upp í netverk.

Við kontaktum runt um á marknaðinum er nógv skjótari at fáa eina mynd av, hvat fer fram. Við kontaktum í granskingar- og menningarumhvørvum, fæst skjótt ein dagførd mynd av, hvønn veg menningarrákið ber. Við persónligum kontaktum hjá einum almennum stovni ella hjá eini fyritøku slepst uttan um formligu bygnaðirnar, og tað gerst lættari og skjótari at fáa tann kunnleika, sum krevst at loysa trupulleikar. Um netverkið fæst vitan og meting av einum møguligum samstarvsparti skjótari og við meira trúvirði, enn kostnaðarmiklar analýsur geva, og góð starvsfólk verða í dag funnin gjøgnum persónligar kontaktir, netverk.

Gjøgnum netverk kunnu fyritøkur betra síni sambond við t.d. veitarar, kundar, lángevar, myndugleikar o.fl., heima eins og í útlondum.

Avgerandi fyri at hava góð netverk er at kenna nógv fólk og at hava góð sambond, ið geva atgongd at enn fleiri kontaktum. Hin vegin er tað sjálvsagt ein treyt fyri at fáa og varðveita tílíkar kontaktir, at ein sjálvur hevur áhugaverda og dagførda vitan, sum í tøkum tíma kann koma hinum í netverkinum tilgóðar. Hetta er ikki trupult hjá teimum, sum hava eitt stórt netverk; tey eru partur av fleiri øðrum netverkum og virka sum millumlið millum hesi.

Sum alt annað, kunnu netverk brúkast og misbrúkast, gagna og skaða og føra við sær alt frá samansvørjing til fakliga upplýsingartænastu. Niðurstøðan er tó greið. Hevur tú eingi netverk, kanst tú bert virka í einum heimføðisligum umhvørvi við tí, sum tú hevur verið vanur at gera. Tú verður snøgt sagt afturúrsigldur.

Vinnupolitikkur og netverk

Aðalmálið við vinnupolitikkinum er fjøltátni, tí fáa vit ikki fleiri sínámillum óheftar, kappingarførar vinnur, fæst eingin stabilitetur. Fjøltátni má fremjast við at menna vinnuligt virksemi, ið ikki bara er grundað á okkara tilfeingi.

Vit muga ásanna, at vitanin og tøknin, ið hesar vinnur skulu byggja á, í stórum mugu koma uttanífrá. Kontaktirnar út í heim fáa tískil ein avgerandi leiklut, og tí verður í vinnupolitisku hugsjónini so stórur dentur lagdur á virkið samskifti og fjøltáttað heimligt og millumlanda samstarv.

Í Riti 4 er greitt frá teimum møguleikum fyri netverksgerð, sum tey seks viðgjørdu londini hava roynt at elvt til. Lýsingin er ikki so umfatandi, sum ætlanin var, men hon hevur tó eggjað til niðanfyri standandi ætlanir hjá Vinnumálastýrinum.

 

Karmar

Tað hvørki er ella eigur at verða leikluturin hjá tí almenna at leggja seg út í persónligt samskifti ella netverk hjá persónum ella fyritøkum. Men við tí týdningi, sum netverk longu hava og fara at hava fyri ein sjálvberandi búskap í Føroyum, liggur tað á Vinnumálastýrinum at leggja viðurskiftini fyri netverksgerð so væl til rættis sum yvirhøvur gjørligt. Tí varð í partinum um karmar lagdur so stórur dentur á samskifti og samferðslu, á útbúgvingar- og granskingarsamstørv, á marknaðaratgongd og á undirstøðukervið sum heild. Vinnumálastýrið kann virka fyri, at samskiftismiðlarnir, ið netverkini samvirka um, støðugt eru álítandi og virknir, og Stýrið kann virka fyri, at førleikin og áhugin at nýta samskiftismiðlarnar ikki verður forðaður av tvørrandi útbúgving og møguleikum at royna seg.

 

Netverksfremjandi tiltøk

Sambond og netverk verða skapt, har menniskju hittast andlit til andlit, frætta um hvørt annað ella eisini hittast virtuelt. Nýggja kunningartøknin, internót og teldupostur, er dømi um virtuella sambandið, sum fær alt størri týdning. Tó at til ber at ringja til persón, sum tú hevur frætt um frá øðrum, roynist í dag eitt teldubræv til sama persón sum besta byrjan til eina telefonsamrøðu.

Vinnumálastýrið fer at virka fyri, at fólk og fyritøkur fáa bestu umstøður at hittast andlit til andlits við at stuðla og stimbra til granskingarsamstarv, luttøku á útlendskum framsýningum og við at skipa fyri altjóða seminarum og framsýningum í Føroyum. Sjálvt um tað ikki ber til at siga, hvørji netverk spyrjast burtur úr slíkum tiltøkum, eru royndirnar higartil, at føroyskar fyritøkur og granskarar fáa fyrispurningar úr øllum heimi, tí tað frættist um tey gjøgnum hesi tiltøk.

 

Útbúgving í enskum máli

Nýggja kunningartøknin og teldupostsambandið byggja á enskt mál. Vinnumálastýrið tekur tí undir við royndunum at fáa økt um enskkunnleikan í vinnu og samfelagi og við at fáa tey, sum leita sær útbúgving, nýggja ella eftir- og endurútbúgving, at leita til onnur lond enn bert Danmark og onnur Norðurlond, og Vinnumálastýrið vil hava hesa gongd styrkta, ikki bara til ensktalandi samfeløg, men eisini til onnur týðandi máløki í heiminum. Stýrið stuðlar tí arbeiði, sum fer fram á Landsbókasavninum og Fróðskaparsetrinum at savna allar ritgerðir, sum føroyskir lesandi hava avrikað, og at hava dygt samband við allar lesandi um allan heim. Hesar skrásetingar kunnu fáa størri týdning fyri netverksgerð, enn vit vanliga gáa um. Hvussu virkið Stýrið sjálvt skal vera, er støða ikki tikin til, men í øllum sínum virki og á øllum stovnum, sum Stýrið varðir av, fer tað at eggja til at byggja upp netverk, bæði til gagns fyri vinnu, men eisini fyri gransking og útbúgving.

 

Kunning um Føroyar úteftir

Stýrið fer at menna arbeiðið at gera almennar upplýsingar um Føroyar og vinnuligu umstøðurnar í Føroyum tøkar hjá útlendingum og fer somuleiðis at gera Føroyar kendar fyri vinnuliga áhugaðum útlendskum fyritøkum at gera íløgur í og at seta fyritøkur á stovn í. Alt eftir, hvussu hetta fer at eydnast, fæst nýggj vitan um marknaðir og tøkni til føroyska samfelagið, og tað er við til at økja um føroyskar netverksmøguleikar.

 

Samband við føroyingar uttanlands

Ein av sterku síðunum hjá føroyingum er, at teir hava vælútbygd netverk sínámillum. Illa ber til at koma til fremmant land, uttan at tú innan stutta tíð hevur samband við onkran føroying har. Føroyingar hava enntá fingið útisetatelefonbók, ið ger, at tú kanst finna tær kontaktpersónar runt allan knøttin. Tílík netverk kunna hava stóran vinnuligan týdning, men vit skulu læra okkum at leggja eins stóran dent á at útbyggja netverkini mótvegis útlendingum eisini. Vinnumálastýrið heldur tað vera vert at taka við royndunum hjá Man og byggja út alment netverk við allar teir mongu føroyingar, sum búgva og virka uttanlands, bæði fyri at fáa sambond og vitan gjøgnum teirra netverk og fyri at eggja teimum til at umhugsa at koma heim við sínum serliga kunnleika og virka her / hiðani.

 

Tiltøk at fáa útlendskar serfrøðingar at liva og virka í Føroyum

Royndirnar at fáa dugandi føroyingar at koma heim at virka eiga hin vegin ikki at halda Vinnumálastýrinum og øðrum aðalstýrum aftur at fáa útlendingar at taka á seg nevndaruppgávur og týðandi størv í almennu umsitingini, annaðhvørt teir virka í tíðaravmarkaðum størvum ella sum ráðgevar. Í sjálvum sær føra hesi fólk kunnleika og nýtt orðaskifti inn í føroyska samfelagið, men tey kunnu eisini verða fordømi fyri føroyingar í professionalismu og kveikja hug at taka upp nýggjar førleikar.

Í hesum sambandi fer Vinnumálastýrið eisini at eggja útlendingum til at seta búgv í Føroyum. Hugsað verður serliga um fólk, sum virka og samvinna virtuelt við umheimin, har teirra marknaður ella meginarbeiðsgevarar eru. Eru vit í Føroyum før fyri at kappast við útheimin um at fáa hesi fólkini at virka ella at búgva her, so eru vit eisini kappingarfør, tá tað ræður um at geva okkara egnu slíkar eggjandi umstøður og tann trivnað, sum krevst. Vita dugandi starvsfólk, at børn teirra sleppa at vaksa upp í góðum og mennandi umstøðum, og at tey gomlu kunnu vera trygg, so støðast tey. Megna vit at skapa slík lívskor í okkara samfelagi, verður mentanarlívið eisini ríkt og er við til at menna føroyskt vinnulív og netverk.

 

At menna Føroyar sum ferðamannaland

Ein týðandi táttur í hesum er tí eisini at menna Føroyar sum ferðamannaland. Her verður ikki einans hugsað um sjálvt ferðavinnuyrkið, tí skulu Føroyar veruliga vera eitt gott ferðaland og eitt samfelag, sum fær nógvar útlendskar gestir, antin í vinnu- ella í frítíðarørindum, so eru aðrir tættir líka umráðandi. Samfelagið má veita gestunum góðar tænastur, vera opið og vísa vælvild, tað má hava eitt ríkt mentanarlív og fragd av reinari og vakrari náttúru. Hetta skapar trivnað og eggjar fleiri útlendingum til at taka upp vinnuligt samband við einstaklingar og fyritøkur í Føroyum, og av tí sama fáa vit betri og víðari netverk.

 

Eggjan til samstarv millum føroyskar og útlendskar fyritøkur

Um allan heim síggjast nú stórar fyritøkur leggja saman. Hetta er ein gongd at leggja partar av fyritøkum, sum annars kappast, saman og harvið minka um kostnaðin hjá samanløgdu fyritøkuni. Um somu tíð síggja vit eisini fyritøkur leggja partar av virkseminum út til sjálvstøðugar fyritøkur ella fyritøkueindir, ið mugu kappast við aðrar um at veita gomlu fyritøkuni teirra veitingar. Í báðum førum gevur hetta føroyskum fyritøkum størri møguleikar fyri at vera uppi í kappingini. Men tær sleppa ikki upp í part, uttan so at tær liggja framvið og hava tey sambond, sum geva teimum vitan um møguleikarnar. Netverkini skapa bæði neyðugu vitanina og møguleikarnar at nýta hana.

Krøv til føroyskar fyritøku- og stovnsleiðslur

Kravið um nýhugsan og at fylgja við setir fyritøkum og stovnum stór og øðrvísi krøv. Stundir eru ikki til at lata vitan og nýhugsan ganga kendu vegirnar frá leiðslu og niður ígjøgnum skipanina. Hon má sleppa beina leið til teirra, sum skulu brúka hana, og hesi mugu kenna tørv á at fáa hana. Tær mest innovativu fyritøkurnar hava tí eisini broytt sín bygnað soleiðis, at uppgávan hjá leiðsluni er at røkja tað samskiftið, sum snýr seg um at skapa felags fatan av viðkomandi máli, ressoursubýti og máluppfylling í fyritøkuni.

Við hesum fær tann einstaki tann eginmennandi lutin sjálvur at fáa til vega neyðugu vitanina, sum honum tørvar í tí fyritøku ella tí samstarvi, hann er í. Tað kann tykjast, sum vit eru á veg út í eitt fullkomið anarki, men megna leiðslurnar sín leiklut at skapa samfatan um mál og góðar karmar fyri trivnaði og eginmenning, fara vitan og innovativ hugsan ikki at tróta fyritøku ella stovni gjøgnum netverkini hjá tí einstaka.

Niðurstøða og tilmæli

Fjøltáttað samskifti er avgerandi fyri, at vinnan fær dagførda vitan, professionella atferð og marknaðaratgongd. Tí er altavgerandi, at netverk verða knýtt og nýtt, bæði innan tað almenna og tað privata.

Tað almenna eigur í øllum lutum at hava hetta í huga og virka fyri, at Føroyar á nógvum økjum gerast eitt sambindingarlið í samskiftis- og samferðslunetinum.

 

 

Hagtalsgreiningar

Hagtøl kunna stillast upp í ørgrynnu av talrøðum. Møguleikarnir eru nærum óendaligir. Men skulu hagtølini nýtast sum eitt eftirlits- og stýringaramboð, er neyðugt at hava ein málsetning, sum hagtølini kunna samanberast við. Soleiðis er eisini við vinnupolitikkinum. Neyðugt er við haldgóðum hagtølum, ið kunna lýsa, hvørt vit nærkast hugsjónini; men fyrst má hugsjónin umsetast til ítøkiligar málsetningar, ið kunna lýsast í tølum. Málsetningarnar og harvið eisini hagtølini, ið skulu lýsa gongdina, eiga soleiðis at taka støði í økjum og hugtøkum, sum eru lýst í hugsjónini. Samstundis er tað ein fyrimunur, um til ber at samanbera ávís hagtøl við onnur lond og altjóða gongdina, tí harvið ber til at samanbera okkum við kappingarneytarnar. Neyv og góð hagtøl fáast bert til vega við neyvum fyrireikingararbeiði og sjálvsagt í samráði við teir stovnar og feløg, ið kunna útvega haldgóð tøl.

Arbeiðið við hagtølum sum mátitóli kann býtast sundur í tríggjar partar:

  1. Sundurgreining av hugsjónini í tíðarraðfestar málsetningar.
  2. Lyklatøl um framtíðarvánir.
  3. Eftirmeting av, um málini eru rokkin.

Ad 1. Sundurgreining av hugsjónini í tíðarraðfestar málsetningar

Hugsjónin inniheldur fleiri undirmálsetningar, sum skulu gjøgnumgangast, raðfestast og umsetast til tøl (kvantifiserast). Her verður hugsað um hugtøk sum: sjálvberandi búskap, fleiri vinnur, skapa avkast, framburð, vælferð, fría altjóða kapping, trivnað og umhvørvi. Ítøkiligu málsetningarnir kunna byggja á lyklatøl um framtíðarvánir (sí punkt 2) og eiga at verða settir upp í tølum, ið kunna eftirmetast (sí punkt 3).

At sundurgreina hugsjónina í ítøkiligar og málbarar málsetningar er eitt arbeiði, sum eigur at byrja, so skjótt breið semja er um hugsjónina. Arbeiðið við málsetningum verður ongantíð liðugt, men má alla tíðina endurskoðast, og nýggj mál eiga at verða sett upp.

Ad. 2 Lyklatøl um framtíðarvánir

Vinnupolitikkurin er langsiktaður, men málsetingarnir kunnu bara røkkast, um fortreytrinar fyri ætlaðu menningini eru góðar og allatíðina betrast. Tí er týdningarmikið at hava mátitól at meta um framtíðarvánirnar.

Í tilmælinum til vinnupolitikk er stórur dentur lagdur á, at vit skulu megna at kappast á altjóða stigi. Skal hetta bera til, mugu fyritøkurnar vera innovativar, t.e. hava dagførda vitan og fjøltáttað samskifti. Treytin fyri hesi menning er, at fyritøkurnar raðfesta førleikamenning, útbúgving, gransking og samskifti ovarlaga. Gera tær ikki tað, so er hugsjónin um altjóða kappingarføri og innovativar fyritøkur ikki realistisk.

Hyggja vit at føroyskum fyritøkum í dag, so er ikki vanligt at raðfesta førleikamenning í fyrstu røð. Kanska tí at flestu fyritøkur í Føroyum eru smáar og illa megna at vera so váðafúsar og framtíðarsøknar, sum innovatiónshugsanin leggur upp til. Hetta hongur soleiðis saman við virkisstødd og eginpeningsviðurskiftunum. Eginpeningsviðurskiftini, og hvussu fyritøkurnar megna at fáa og fasthalda váðafúsan, innlendskan ella útlendskan kapital, kunnu tí nýtast sum eitt framtíðarrættað hagtal.

Førleikamenning er annar lykil at lýsa gongdina at røkka ætlaðu framtíðarstøðuni. Onnur lond føra hagtøl fyri ’Research and Development’ ella ’gransking og menning’, ávikavist fyri tað almenna og tað privata. Hetta mát kunna vit eisini nýta sum eitt lyklatal fyri framtíðarmenningina. At hava tøl, ið eru sambærilig við onnur lond, gevur samstundis eisini eina mynd av, hvussu vit koma at standa okkum í kappingini við aðrar tjóðir.

Høgt útbúgvingarstig er grundarlagið undir førleikamenning. Tað almenna eigur at leggja áherðslu á at lýsa útbúgvingarstøðið hjá íbúgvunum í landinum við t.d. at lýsa, hvussu nógvir verkfrøðingar, lærarar, búskaparfrøðingar, handverkarar o.s.fr. eru hjá ávikavist tí almenna og tí privata. Er føroyski arbeiðsmarknaðurin nóg spennandi til at draga vælútbúgvin fólk til sín? Hvussu nógv av teimum, ið fara undir hægri útbúgving uttanlands, flyta heim aftur?

Hagtøl um kunningartøkninýtsluna kann eisini nýtast sum mátitól, tí kunningartøkni kann gerast ein týðandi partur av virðisøkingini í framtíðini. Ein háttur at máta kunningartøkninýtsluna er at máta internetnýtsluna hjá føroyingum. Eitt nú hevur Ísland tól, sum kunnu máta samlaðu ferðsluna á internetinum tíma fyri tíma.

Ad. 3 Eftirmeting av, um málini eru rokkin

Sum sagt ber til at býta hugsjónina sundur í nógvar undirmálsetningar, ið byggja á framtíðarrættað hagtøl. Tá so ein tíð er fráliðin, eigur ein eftirmeting at verða gjørd. Henda eftirmeting skal nýtast til at endurskoða tiltøk, málsetningar og karmar.

Hagtølini at eftirmeta vinnupolitikkin við kunnu í mongum føri byggja á roknskaparupplýsingar frá fyritøkum. Hagstovan hevur í mong ár arbeitt við at seta á stovn ein dátagrunn fyri virkisroknskapir. Endamálið við hesum hevur verið at fáa til vega tilfar, sum kann lýsa gongdina í teimum einstøku vinnugreinunum. Arbeiðið við hesum er nú komið undir land, og møguleikarnir fyri at fáa haldgóð vinnupolitisk hagtøl til vega eru sostatt nógv betraðir.

Her skulu vit bert nevna nøkur dømi upp á hagtøl, ið kunna nýtast sum amboð, bæði til orða málsetningar við og at eftirmeta við, og sum kunna útleiðast beinleiðis av hugsjónini:

 

Sjálvberandi búskapur

Vinnupolitikkurin skal miða ímóti at fáa størri virðisøking fyri hvørt starvsfólk, soleiðis at búskapurin kann gerast sjálvberandi og geva grundarlag undir vælferð. Tí kann virðisøkingin fyri hvørt starvsfólk verða eitt mát fyri, hvussu gongst við at útinna henda málsetning.

Virðisøkingin hjá einum virki verður roknað sum:

Yvirskot + lønir + avskrivingar + rentuútreiðslur

Niðanfyri verður lýst eitt dømi um virðisøkingina hjá einum tilvildarligum virki.

 

 

Roknskapartøl/vinnuslag (1000 kr.)

Yvirskot

750

Lønir

1.440

Avskrivingar

970

Rentuútreiðslur (netto)

1.170

Starvsfólk

5

Virðisøking fyri hvørt starvsfólk

527

 

 

 

Hagtalið lýsir virðisøkingina fyri hvørt starvsfólk, og vinnur, har henda virðisøking er størst, eru tær, sum geva størsta íkastið til búskapin.

 

Hóast virðisøkingin er stór hjá eini fyritøku er eisini neyðugt at hyggja eftir lønseminum og soliditetinum hjá fyritøkuni. Eitt virki við stórari virðisøking kann hava stóra skuld, og harvið er framtíðar virksemið ikki tryggjað.

 

Altjóða kapping

Tað er ein vinnupolitiskur málsetningur, at føroyskar fyritøkur skulu megna at kappast á altjóða stigi. Búskaparráð Føroya gevur út hagtøl, sum lýsa kappingarevnið hjá útflutningsvinnuni. Kappingarevnið verður m.a. roknað við at samanbera lønarvøksturin í Føroyum við lønarvøksturin í útlandinum. Hóast vinnupolitikkurin leggur upp til, at vit ikki bert skulu kappast á kostnaðarsíðuni, kann hetta lyklatal verða hent at hava, eisini fyri at meta um og samanbera effektivitetin í vinnuni.

Eitt annað mát fyri kappingarevnið eru útflutningshagtøl, ið lýsa, hvørjar vørur og tænastur verða seldar til útlond. Hetta tal kann harafturat geva ábending um, hvussu fjøltáttaður útflutningurin er.

 

Avkast og framburður

Tað eru nógv hagtøl, ið kunna nýtast at máta avkast. Mest sjálvsagt er at nýta roknskapartøl sum mát. Harafturat kann vinnusamansetingin eisini nýtast. Hon verður vanliga býtt upp í tríggjar eindir:

Menningarlond eru eyðkend við at hava nógva primervinnu og harvið eina lítla virðisøking. Tess meira av einari vøru verður framleidd í landinum, tess størri er virðisøkingin. Tann størsta virðisøkingin fæst við vitan, "human resources". Kann ein selja vitan, nærkast ein einari virðisøking upp á 100%.

Menningin frá ídnaðarsamfelagnum til vitanarsamfelagið broytir soleiðis vakstrarstøðið, bæði hjá samfelagnum og einstøka virkinim, og hetta vísir seg eisini í eginpeninginum, við tað at býtið millum materiellar og immateriellar ognir broytist, og immateriellu ognirnar fáa alsamt størri týdning. Vakstrarstøðið hongur ikki uppi í íløgum í maskinur, bygningar o.tl., men í at vitan er avgerandi fyri at fáa avkast.

Føroyski vinnupolitikkurin skal serliga fremja menningina í sekunder- og tertiervinnunum. Hagtøl, sum lýsa gongdina hjá hesum vinnum, eru tí avgerandi fyri at lýsa vinnupolitikkin.

 

Trivnaður og umhvørvi

Trivnaður og umhvørvi kann verða trupult at lýsa í tølum, men onkur tøl kunna tó finnast. T.d. kunnu hagtøl um arbeiðsloysi, tal av brotsverkum o.tl. nýtast í sambandi við trivnað, og tøl um dálking frá virkjum og umhvørvisgóðkenningar siga okkurt um umhvørvisviðurskiftini.

 

Tilmæli

Vinnumálastýrið miðar eftir regluliga at geva út tilfar, sum lýsa vinnupolitisku gongdina móti einum sjálvberandi búskapi, sum byggir á fleiri ymiskar vinnur, sum skapa avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping, og sum raðfesta trivnað og umhvørvið ovarlaga.

Málsetningar og hagtøl, sum Vinnumálastýrið ætlar skula lýsa vinnupolitikkin gjøllari í framtíðini, eru hesi:

Hagtølini hava sum sagt týdning bæði fyri at hyggja fram- og aftureftir. Um hagtølini bera boð um afturgongd ella versnað framtíðarútlit, so er neyðugt at kanna orsakirnar og møguliga gera tillagingar í politikkinum.

 

Til at orða málsetningar og meta um úrslitini av vinnupolitikkinum verða haldgóðar hagtalsskipanir nýttar.

Hesar skipanir skulu:

 

Hagtølini skula kunna dagførast regluliga uttan stórvegis hóvasták, men samstundis vera nóg neyv til at lýsa gongdina.

 

 

 

 

 

 

 

Eftirmeting og framhald

Tá farið varð undir arbeiðið at orða vinnupolitikkin, var arbeiðssetningurin rættiliga breiður, og fyrsta tíðin fór við at avmarka uppgávuna og finna ein arbeiðsform, ið var hildin at vera hóskandi. Gjørt varð av at avmarka tilmælið og útgreiningina í fýra ymiskar yvirskriftir, ið eru vístar í talvuni niðanfyri:

 

 

 

- Skipan

av

verkætlanini

Útgreinan/analysa

1.

2.

3.

4.

Ástøði (teori) Royndir í øðrum smátjóðum Framtíðarútlit Støðan í Føroyum

Tilmæli

1.

Almenni leikluturin

2.

Raðfesting gjøgnum karmar

3.

Netverk

4.

Hagtøl

 

 

At gjørt varð av at skipa og avmarka verkætlanina beinanvegin hevur havt stóran týdning, tí hetta hevur givið arbeiðsbólkinum yvirlit og høvi at arbeiða miðvíst. Uttan hetta forarbeiði hevði verið trupult at hildið fast um kósina og avmarkað evnið undir kjaki, ritgerðum, innsavnan av upplýsingum o.ø.

Útgreiningararbeiðið og arbeiðið at orða tilmælið gjørdist drúgvari enn ætlað, og nakrir tættir, kanska serliga hagtøl og um støðuna í Føroyum í dag, eru ikki viðgjørdir so neyvt, sum bólkurin upprunaliga kundi hugsað sær. Komið er hóast alt víða um, og tað hevur størri týdning at seta kós, sum síðan kann verða rættað og møguliga broytt, enn at tøva so leingi, at eingin kann lata seg í bulin, tá hann er liðugur.

Umframt at orða eitt uppskot um vinnupolitikk, setti arbeiðsbólkurin sær sum týdningarmikið mál at arbeiðið skuldi vera liður í og skunda undir tilgongdina at gera vinnupolitisku málini til týðandi part í orðaskiftinum, bæði alment, í vinnuni og á tingi. Tí varð ein opin arbeiðsformur valdur, har rit vóru útgivin so hvørt, sum arbeiðinum leið, og við fundum við hini aðalstýrini og vinnuna.

Bólkurin má ásanna, at rokkið er longri við fyrra setninginum - at orða uppskot um vinnupolitikk, enn við tí seinna - at fáa í lag orðaskifti, og tað heldur arbeiðsbólkurin vera spell. Tí tilgongdin, har ymisk sjónarmið koma fram og verða umrødd við tí álvara, sum øll sjónarmið hava uppiborið, hevur alt at siga fyri at skapa ta samfatan, sum er neyðug, um mál skulu verða rokkin. Hóast stórvegis kjak ikki hevur spurt burtur úr arbeiðinum, so hevur arbeiðslagið við at geva út rit verið gott fyri bólkin, tí tað hevur býtt arbeiðið sundur í minni partar, sum bólkurin fekk gjørt burtur av sær so hvørt.

Arbeiðið við verkætlanini hevur verið sera áhugavert og mennandi. Serliga heldur bólkurin, at ferðirnar til Isle of Man, Álands og Íslands góvu íblástur, innlit og ikki minst orðaskifti og gott arbeiðslag í bólkinum. Arbeiðsbyrðan hjá hvørjum einstøkum limi í bólkinum hevur verið stór, og verkætlanin hevði ikki komið so langt, um ikki peningur varð avsettur til skrivara til at arbeiða burturav við verkætlanini.

Tilmæli um framhald

Nú er sjøtul settur á, og uppskot er sett fram um høvuðslinjurnar í vinnupolitikkinum. Tað er at vóna, at vinnupolitiska tilgongdin ikki steðgar við hesum uppskoti, men at tað verður grundarlag undir støðugari tilgongd.

Bólkurin heldur, at framhaldandi arbeiðið kann verða býtt sundur í tríggjar partar:

  1. At fáa breiða semju um vinnupolitikkin.
  2. At orða ítøkiligar málsetningar, tillaga vinnukarmarnar og eftirmeta.
  3. Orða politikk fyri vinnugreinar.

 

 

Ad 1. At fáa breiða semju um vinnupolitikkin

Ein av høvuðstreytunum fyri, at vinnupolitiska hugsjónin kann gerast veruleiki, er, at vinnan fær stabilar karmar at arbeiða í. Tí er av alstórum týdningi, at breið politisk og vinnulig semja er um vinnupolitikkin, soleiðis at kósin kann verða hildin í eitt longri tíðarskeið. Í arbeiði sínum hevur bólkurin tosað við vinnuna, men ikki við politiskar flokkar. Nú, tilmælið verður lagt fram, byrjar hetta kjakið. Vinnumálastýrið má her verða ein virkin partur í kjakinum og, um neyðugt, tillaga orðingarnar í høvuðspolitikkinum, soleiðis at breið semja er um hetta.

Ad 2. At orða ítøkiligar málsetningar, tillaga vinnukarmarnar og eftirmeta

Vinnumálastýrið skal í samstarvi við hini aðalstýrini, vinnuna og ráðgevar seta arbeiðið í gongd at orða ítøkiligar málsetningar, tillaga vinnukarmarnar og áseta, hvussu hagtøl skula nýtast sum máti- og stýritól. Í hesum áliti er víst á, hvørji øki eiga at verða raðfest ovarlaga, men arbeiðið at tillaga karmar, eftirmeta og seta nýggj mál verður ongantíð liðugt, tí umstøður og møguleikar broytast alla tíðina, og tí krevst tillaging. Hetta arbeiðið eigur at vera skipað sum fastur táttur í Vinnumálastýrinum í einum bólki, líkur einum búskaparráði, har mett verður um vinnupolitisku gongdina, og tilmæli verða gjørd, hvussu kósin kann verða rættað.

Ad 3. Politikkur fyri ymisku vinnugreinarnar

Triðja stigið verður at gera politikkin ítøkiligan fyri teir ymisku sektorarnar í neyvum samstarvi við vinnuna og aðrar interessentar. Yvirornaði vinnupolitikkurin tryggjar, at ein reyður tráður er í politikkinum fyri ymisku vinnugreinarnar, men tó eru nógv evni, ið eiga at verða útgreinað fyri einstøku økini. Hetta arbeiðið kann (men nýtist ikki) at verða skipað í verkætlanir. Her er víst eitt dømi um, hvørji evni kunna verða tikin upp.

 

 

-Framhaldandi

arbeiði

Vinnugrein

1.

2.

3.

4.

5.

6.

7.

8.

Aling Landbúnaður Ídnaður Veitarar innan oljuvinnu KT-vinna Biotøkni Flutningur …..

Evni (raðfylgja tilvildarlig)

1.

Málsetningur

2.

Førleikamenning

3.

Gransking

4.

Altjóða samstarv

5.

Marknaðaratgongd

6.

Kapitalviðurskifti

7.

Undirstøðukervi

8.

Lógarkarmar

9.

Umhvørvisviðurskifti

10.

Vinnuframatiltøk

11.

Hagtalsútgreiningar

..

Osfr.

 

Arbeiðsbólkurin mælir til, at Vinnumálastýrið framhaldandi fer at seta serstaka orku av til at menna og styrkja vinnupolitikkin og framhaldandi at geva út rit, ið viðgera vinnupolitisk mál og fylgja gongdini upp. At stuðla sær í hesum arbeiði eigur ein serligur bólkur at verða settur við fólki úr vinnu, fakfeløgum, granskingar- og útbúgvingarstovnum og øðrum aðalstýrum, sum Stýrið kann hitta javnan á máli.