Frįgreišing um vinnupolitikk

 

101-4  Frįgreišing frį landsstżrismanninum ķ vinnumįlum um vinnupolitikk

 

Įr 1999, tann 8. aprķl, legši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram hesa frįgreišing

 

Viš hesum veršur tilmęli landsstżrismansins ķ vinnumįlum lagt fyri Lųgtingiš til oršaskifti.

Tilmęli

Ķ tilmęlinum kemur fyrst hugsjónin um eitt fųroyskt framtķšarsamfelag, sum vinnupolitiska virkiš skal miša eftir at gera til veruleika. Roynt veršur at orša hugsjónina stutta og greiša, so hon skilst av ųllum.

Einstųku tęttirnir ķ vinnupolitikkinum eru sķšan višgjųrdir nęrri undir hesum yvirskriftum:

Hugsjónin

Mįlsetningurin viš vinnupolitikkinum er at fįa gongd į eina fjųltįttan av fųroysku vinnuni viš at menna verandi vinnur og at eggja til nżtt virksemi, sum er buršardygt og skapar stórt avkast. Hetta er fyrsta fortreytin fyri einum sjįlvberandi og stabilum bśskapi.

Taš er ein sannroynd, at altjóša kappingin gerst alt meira umfatandi. Skulu vinnurnar standa seg ķ kappingini og skapa framburš ķ samfelagnum, mugu tęr vera innovativar, hava dagfųrda vitan og fjųltįttaš samskifti. Samstundis mugu tęr liva upp til tey krųv, samfelagiš setir teimum um viršing fyri umhvųrvi og trivnaši.

Fyri at draga bestu fólkini til sķn er eisini neyšugt at hava fyri eyga, at vinnan eins og samfelagiš sum heild kunnu bjóša góš lķvskor og mennandi og tryggar karmar.

Hugsjónin fyri vinnupolitikkinum er tķ oršaš soleišis:

Ein sjįlvberandi bśskapur, iš byggir į fleiri ymiskar vinnur, sum skapa avkast, framburš og vęlferš ķ frķari, altjóša kapping, og sum rašfesta trivnaš og umhvųrviš ovarlaga

 

Leikluturin hjį tķ almenna

Gongdin ķ altjóša rįkinum er ręttiliga greiš višvķkjandi leiklutinum hjį tķ almenna. Taš gongur móti deregulering og frķari kapping. Somu krųv seta vit sjįlvi um virknari almennan sektor fyri sama pening. Hetta ger, at almenni vinnupolitiski leikluturin gerst tvųrfakligur, og at kraviš um professionalismu, fyrimyndarligt tęnastustig og góša samskipan veršur ófrįvķkiligt.

Almenna uppgįvan veršur at tryggja stabilar karmar, iš eru grundarlagiš fyri vinnuligum framburši og harviš bśskaparligum vųkstri. Leikluturin hjį tķ almenna veršur tķ:

Taš almenna skal tryggja vinnunum įvķsar stųgušar karmar viš viršing fyri trivnaši og umhvųrvi.
Vinnuligu karmarnir verša stųšugt rašfestir, soleišis at vinnan fęr rśm, ręsur og friš at virka eftir marknašarbśskaparligum treytum sambęrt hugsjónini aftan fyri vinnupolitikkin.
Vinnufyrisitingin mišar ķmóti:
at vera vęl samskipaš
at hava hųvušsskipašar og greišar mannagongdir
at virka į hųgum tęnastu- og vitanarstigi
at hava fjųltįttaš samskifti
at geva sęr far um og virka fyri vinnumųguleikum viš stórari viršisųking

Karmar

At skapa neyšugu og stųšugu karmarnir krevur tķš, tillaging og rašfesting. Fleiri av karmunum mugu verša skaptir ķ dyggum samstarvi viš onnur ašalstżri og vinnuna, og fyri at hetta kann fįast ķ lag er umrįšandi, at taš fęst ein breiš undirtųka fyri fųrda vinnupolitikkinum.

Mišaš veršur eftir at skapa karmar, har vinnan megnar at mennast og fylgja altjóša rįkinum, t.e. at hon er innovativ og hevur dagfųrda vitan og fjųltįttaš samskifti, viš viršing fyri okkara samfelagi.

Tęr mest įtrokandi broytingarnar og įbųturnar į karmarnar eru:

Tillagaš, virkiš regluverk til altjóša marknašarsamstarv
Vęlvirkandi samskifti og samferšslu viš śtheimin
Gransking og fųrleikamenning
Vęlśtbygt undirstųšukervi, sum mennir kappingarfųrum lķvskorum um alt landiš
Góšar eginfķggingarskipanir og lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir
Varlig vinnulóggeving, fyrimyndarligt alment tęnastustig
Einfaldar, studningsveikar vinnuframaskipanir

Mįlsetningurin er, at vinnukarmarnir standa mįt viš onnur samfelųg soleišis, at vinnan og kapitalurin eins vęl og arbeišsmegin trķvast og fjųlgast ķ Fųroyum.

 

Netverk

Tann, sum ikki fylgir viš tķšini, varnast knappliga, at tķšin er runnin frį honum viš tķ śrsliti, at fyritųkan missir sķnar kundar, sķtt grundarlag fyri inntųku og tilverurętti, og – meinast – sķnar dugnaligastu mešarbeišarar. Taš eru teir, sum eiga vitanina og geva fyritųkuni fųrleikan til nżhugsan. Taš er her tżdningurin av netverkum kemur inn.

Fjųltįttaš samskifti er avgerandi fyri, at vinnan fęr dagfųrda vitan, professionella atferš og marknašaratgongd. Tķ er altavgerandi, at netverk verša knżtt og nżtt, bęši hjį tķ almenna og tķ privata.

Taš almenna eigur ķ ųllum lutum at hava hetta ķ huga og virka fyri, at Fųroyar į nógvum ųkjum gerast eitt sambindingarliš ķ samskiftis- og samferšslunetinum.

 

Hagtalsgreiningar

Vinnupolitikkurin er ikki givin eina ferš meš alla. Eftirmetingar og hagtųl fara at verša nżtt sum stżringar- og metingaramboš og mugu vera almenn fyri at menna stųšuga oršaskiftiš um vinnupolitikkin.

Til at orša mįlsetningar og meta um śrslitini av vinnupolitikkinum verša haldgóšar hagtalsskipanir nżttar.

Hesar skipanir skula:
Lżsa gongd og śtlit fyri teir tęttir og tey hugtųk, iš verša nevnd ķ hugsjónini, ella sum eru fortreyt fyri hugsjónini
Kunna samanberast viš tųl fyri onnur lond og altjóša gongdina
Hagtųlini skula kunna dagfųrast regluliga uttan stórvegis hóvastįk, men samstundis vera nóg neyv til at lżsa gongdina.

Framhald

Nś sjųtul er settur į, og uppskot er sett fram um yvirornašu linjurnar ķ vinnupolitikkinum, er taš umrįšandi, at vinnupolitiska tilgongdin viš hesum ikki stešgar upp. Tvųrurķmóti er ętlanin at halda įfram soleišis

at breiš semja fęst um vinnupolitikkin
at orša ķtųkiligar mįlsetningar, tillaga vinnukarmarnar og eftirmeta
at oršašur veršur politikkur fyri einstųku vinnugreinarnar

Viš vón um góša móttųku og gott oršaskifti alment og į tingi

Hjįlagt Rit nr. 5.

Lųgtingiš umrųddi frįgreišingina į tingfundi 14. aprķl 1999.