Landsverkfrøðingurin



100-65  Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi uppsøgnini av landsverkfrøðinginum og um bygnaðarbroytingarnar í landsumsitingini


Ár 1999, 19. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Heina O. Heinesen, løgtingsmanni:

  1. Fyrisitingarligi parturin í málinum: Nær kunnu kemur tann fráboðaða frágreiðingin sum boða varð frá í tíðindaskrivi tann 5. januar 1999?
  2. Politiski parturin í málinum: Nær verður farið undir politisku viðgerðina av bygnaðarbroytingunum innan landsfyrisitingina sum heild, soleiðis sum fráboða í tíðindaskrivi tann 5. januar 1999?


Viðmerkingar:

Uppundir jól segði landsstýrismaðurin í samferðslumálum Finnbogi Arge Landsverkfrøðingin úr starvi og ætlaðið at niðurleggja stovnin. Úrslitið av hesum gjørdist ein politisk kreppa, sum endaði við niðanfyri standandi tíðindaskrivi:

"Landsstýrissamgongan hevur í dag viðgjørt málið um uppsøgn av landsverkfrøðinginum og ætlanirnar um at leggja Landsverkfrøðingsstovnin og Strandferðsluna saman.
Samgonguflokkarnir eru samdir um, at víðari framferðin í málinum verður hendan:
Fyrisitingarligi parturin í málium: løgmaður og avvarandi landsstýrismaður leggja eina frágreiðing fram um, hvat er fari fram fyrisitingarliga í uppsøgnini av landsverkfrøðinginum.
Politiski parturin í málinum:
Landsstýrismaðurin boðar frá, at málið um samanlegging hevur verið viðgjørt óheppið.
Ein ítøkilig ætlan verður løgd fyri samgonguna um samferðslustovnarnar.
Ein frágreiðing verður løgd fyri tingið um ætlanirnar fyri samferðslukervið.
Trygd verður veitt fyri, at ætlaðar broytingar verða viðgjørdar saman við starvsfólki á stovninum, áðrennn tær verða settar í verk (sambært sáttmála).
Farið verður politiskt undir viðgerðina av bygnaðabroytingunum innan landsfyrisitingina sum heild og ætlan fyri framtíðar bygnað verður gjørd.

Í Tinganesi 05-01 –99
Anfinn Kallsberg
løgmaður"

Í ásannan av, hvussu týdningarmikið hetta mál er verður hesin fyrispurningur settur fram.

Á tingfundi 25. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 20. apríl 1999 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

S v a r

Til spurning 1:
Løgmansskrivstovan er í ferð við at gera eina frágreiðing um fyrisitingarligu gongdina í málinum, og verður hon latin løgmanni fyrsta dagin.

Til spurning 2:
Stórar broytingar eru farnar fram innan almennu miðfyrisitingina seinastu tvey árini, har vit eru farin frá eini felags landsstýrisfyrisiting til nú at hava eina Løgmansskrivstovu og fimm aðalstýri, har tey ymisku fakøkini í stóran mun eru løgd saman. Hóast væl er komið áleiðis við at fáa hesa nýggju skipan at virka, so eru enn nøkur viðurskifti at fáa í rætt lag.

Tað at hesar bygnaðarbroytingar eru framdar merkir ikki, at broytingar ikki eisini liggja fyri framman. Vit mugu altíð vera opin fyri broytingum, fyri at vera til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum og fyri at hava eina so virkna og smidliga fyrisitingarliga skipan sum gjørligt. Harafturat mugu núverandi bygnaðarbroytingar eftirmetast og um neyðugt tillagast.

Enn eru øki serliga uttan fyri miðfyrisitingina, ið eiga at verða tikin upp til viðgerðar bygnaðarliga. Í hesum sambandi er tað ikki bara ein spurningur um, hvussu vit broyta sjálvan bygnaðin innan fyri karmin av almennu fyrisitingini, men eisini í hvønn mun vit eiga at seta á stovn almenn

partafeløg, privatisera ella leggja út ávíst virksemi, ið kanska liggur betur uttan fyri almennu fyrisitingina.

Í sambandi við fullveldisætlanina er settur ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Løgmansskrivstovuna og aðalstýrini at gera útgreiningar av, hvussu fyrisitingin formliga og óformliga er knýtt at donskum lógum og skipanum. Hetta arbeiðið skal m.a. nýtast sum grundarlag, tá støða skal takast til, hvussu Føroyar kann umsita hesi øki í framtíðini bæði bygnaðarliga og innihaldsliga.

Harafturat er Fíggjarmálastýrið farið undir eina verkætlan til tess at fáa kunnleika um, hvussu okkara lógargrundarlag kann broytast, so at fyrisitingin kann gerast bíligari og betur (rationaliserast).

Alt hetta eru viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á, hvussu bygnaðurin í almennu fyrisitingini eigur at verða tillagaður í framtíðini

Tá tilfar frá nevndu kanningum og greiningum eru lidnar, fer løgmaður at skipa fyri politiskari viðgerð av teimum broytingum innan almennu fyrisitingina, ið vera neyðugar til tess at verða betur brynjað til tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman.

Málið avgreitt.