Próvtøka uttanfyri Danmark



100-64  Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi próvtøku uttanfyri Danmark

Ár 1999,19. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni:

  1. Kann landsstýrismaðurin vissa tingið um, at aðrar próvtøkur enn danskar verða virdar innan bæði almenna og privata fyrisiting.

 
Viðmerkingar:
Í øldir hava føroyingar at kalla einans søkt sær útbúgvingar í Danmark.Hetta er sjálvsagt fyri nógv ein góð loysn, men hví skal alt ljósið í landssuðri vera?

Nógv eru tó tey, sum tíbetur fyri samansetingina av framtíðar akademikara liði okkara hava tikið annað skinn um bak og eru farin burtur í onnur lond at lesa. Bæði ÚSUN og SU skipanin tryggja, at so kann vera, ein lesandi í eitt nú Bretlandi fær danskan SU við sær til Bretlands og fær skúlagjaldið  goldið av stuðulsstovninum.

Men trupulleikin er, at skal ein akademisk útbúgving vera til nakra nyttu, má hon fáa viðurkenning, har hon skal nýtast. Ein lækni má soleiðis viðurkennast sum lækni, skal hann kunna virka innan heilsuverki ella sum kommunulækna her á landi.

Tað er at gleðast um, at landsstýrið sjálvt hevur sett fólk við eitt nú bretskum útbúgvingum í starv. Tað frættist tó, at í starvssetanum hevur landsstýrið ikki viljað viðurkent útlendskar løgfrøðisligar útbúgvingar á sama hátt sum tær donsku. 

Fyri juristar hevur fulltrúatíðin alt at siga. Annaðhvørt sum advokatfultrúi, dómarafulltrúi ella fulltrúi innan almennu fyrisitingina kann løgfrøðingurin vinna sær viðurkenning og fáa bestalning sum advokatur. Avgerandi er bert, at hansara arbeiði verður mett at vera á nóg høgum  støði, og at tað fer fram eftir lokna løgfrøðiliga útbúgving.

Landsstýrismaðurin má tí greiða tinginum frá, at øll neyðug stig eru tikin at tryggja viðurkenning av útlendskum próvtøkum. Serliga eigur landsstýrismaðurin at tryggja sær, at vinnugreinar sum løgfrøðingur, lækni, grannskoðari og onnur týðandi prógv verða viðurkend.

Landsstýrismaðurin eigur at vissa tingið um, at landsumsitingin viðurkennir hesi prógv ella hevur eina einfalda skipan til tess at viðurkenna tey, tá tey koma fyri. Eisini eigur landsstýrismaðurin at kanna, um danskir myndugleikar viðurkenna hesi prógv, og um teir treyðugt vilja, so í øllum førum krevja, at føroyskir ungdómar fáa sínar útbúgvingar viðurkendar fult út, um hesar verða nýttar í Føroyum. 

Á tingfundi 25. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 1999 svaraði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Síðani 1990 hevur ÚSUN-skipanin virkað í Føroyum. ÚSUN-skipanin gevur lesandi fíggjarligar møguleikar at leita út um Norðurlond at nema sær hægri útbúgving. Ein av treytunum fyri, at ÚSUN letur lestrarstuðul, er, at útbúgvingin er SU-heimilað.Hetta merkir, at útbúgvingin og útbúgvingarstovnurin eru av slíkum slagi, at tey verða góðkend av donskum myndugleikum. Tað er sostatt eitt krav fyri at fáa ÚSUN-stuðul, at tann lesandi søkir um váttan frá SU um, at útbúgvingin er viðurkend av SU, áðrenn hesin byrjar útbúgvingina. Við hesari skipan er tryggjað, at lesandi, sum fáa ÚSUN-stuðul, fáa sær útbúgvingar, sum eru viðurkendar eins og tær donsku.

Tí eiga øll, sum ætla sær at lesa uttan fyri Norðurlond, at tryggja sær, at útbúgvingin er viðurkend av SU. Gera tey tað, so er útbúgving teirra frammanundan viðurkend í Føroyum.

Lagt kann verða afturat, at í løtuni er eingin myndugleiki í Føroyum, sum hevur til uppgávu at góðkenna útbúgvingar, loknar uttan fyri danska ríkið. Men hinvegin hava vit konventiónir, sum áseta, at Norðanlond eru felags arbeiðsmarknaður fyri ávísar útbúgvingar.

Sum nevnt frammanfyri, er viðurkenningin knýtt at ÚSUN-skipanini, ið aftur er knýtt at SU-skipanini.

Arbeitt verður við at tryggja góðkenning av útbúgvingum, ið eru tiknar uttan fyri Danmark, í størst møguligan mun. Útbúgvingar, sum verða tiknar í sambandi við løggildan (autorisation), t.d. lækni og løgfrøðingur, hava eina serliga støðu í hesum sambandi, við tað at tær mugu góðkennast av tí myndugleika sum hevur løggildingarmyndugleikan.

Málið avgreitt.