Skúlaumdømi


100-63  Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi Tórshavnar kommunu sum eitt skúlaumdømi

Ár 1999,19. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni:

  1. Spurnartekin er sett við staðfesting landsskúlastjórans av Tórshavnar kommunu sum eitt skúlaumdømi. Ein foreldrabólkur hevur m.a. víst á, at Tórshavnar býrað ongantíð hevur samtykt, at kommunan skal vera eitt skúlaumdømi, og at hetta smb. fólkaskúlalógini er eitt krav fyri, at ein staðfesting yvirhøvur kann fara fram.

    Kann landsstýrismaðurin vátta yvir fyri tinginum, at staðfestingin er farin rætt fram og tí er gildug?
  2. Foreldrabólkurin hevur somuleiðis víst á, at lógargreinin í fólkaskúlalógini um felags skúladømi aðrastaðni merkir, at foreldrini hava rætt til at fáa barn sítt inn í ein annan skúla enn umdømisskúlan, um pláss er fyri tí har, men at tey tó altíð hava krav uppá at fáa barnið inn í umdømisskúlan, ynskja tey tað. Soleiðis verður hugtakið tulkað í Danmørk, haðani fleiri av ásetingunum í okkara fólkaskúlalóg stava. Kann landsstýrismaðurin yvir fyri tinginum vátta, at tulkingin hjá føroysku skúlamyndugleikunum av, hvat tað merkir, at Tórshavnar kommuna er at rokna sum eitt skúladømi, er, at so er einki, sum eitur skúlaumdømi í Tórshavnar kommunu longur, og at tað er upp til Tórshavnar kommunu sjálva at gera av, hvussu børnini verða upptikin?

    Um svarið er, at skúlaumdømini í Tórshavnar kommunu ikki eru til longur, kann landsstýrismaðurin so greiða tinginum frá, hvussu ásetingarnar í fólkaskúlalógini um skúlaniðurlegging eru at skilja, tá ið tað kemur til at gera av, hvør hevur rætt til at krevja eina atkvøðugreiðslu um skúlaniðurlegging, og hvør sleppur at luttaka i henni?

    Kann landsstýrismaðurin yvir fyri tinginum t.d. lýsa tað skúlaøkið, sum hevði komið uppá tal, um Tórshavnar kommuna gjørdi av at niðurleggja Venjingarskúlan?

    Um svarið er, at skúladømini í Tórshavnar kommunu framvegis eru til, kundi landsstýrismaðurin so upplýst um, hvussu tey síggja út?
  3. Foreldrini hava víst á, at tað ikki er rætt, tá ið sagt verður, at Venjingarskúlin ikki hevur pláss fyri børnunum. Tey vísa m.a. á Heimara skúla, sum í løtuni húsar ymsum kvøldskúlavirksemi. Hesin skúli hevur verið partur av Venjingarskúlanum, og er tað partvíst enn.

    Kann landsstýrismaðurin yvir fyri tinginum vátta, at Heimari skúli ikki hoyrir til Venjingarskúlan ella er partur av skúlaverkinum í Tórshavnar kommunu?

    Er svarið játtandi, nær er hetta so hent, og hevur kommunan latið endurgjald fyri yvirtøkuna?

    Er svarið ikki játtandi, hví velur landsstýrismaðurin so ikki at nýta heimildirnar, hann smb. lógini hevur til at gera av, at Venjingarskúlin kann nýta Heimara skúla, so tey avvístu børnini í Vesturbýnum sleppa í skúla í nærumhvørvinum?

Viðmerkingar:
Fólkaskúlalógin, bæði gamla og nýggja, hevur fleiri ásetingar, har vart verður gjørt við, eftir hvørjum reglum gangast skal, tá ið næmingar verða tiknir inn í skúlan.

Nakrar teirra eru til at skilja sum góðar ætlanir, t.d. at børnini ikki skulu hava ov langan og truplan skúlaveg, og at systkin so vítt gjørligt skulu hava høvi til at ganga í sama skúla.

Aðrar ásetingar eru meira bundnar. Eitt nú tær, ið snúgva seg um skúlaumdømi og broytingar av teimum. Tað er sjálvsagt ein trygd hjá foreldrunum at vita, hvønn skúla børnini hoyra til. Harumframt eru skúlaumdømini avgerandi, verður talan t.d. um at niðurleggja ein skúla.

Flest allastaðni er bara ein skúli i kommununi, og tá hevur hendan áseting sjálvsagt ikki tann stóra týdningin. Men taka vit t.d. Tórshavnar kommunu, har triðingurin av Føroya fólki býr, so er tað ikki heilt líkagildugt, hvussu ásetingin um skúlaumdømi verður umsitin.

Tá ið broytingar skulu gerast av skúlaætlanini ella skúlabygnaðinum, sum tað eitur í dag, so skal tað sambært lógini gerast á heilt ávísan hátt. Eftir at hava fingið tilmæli frá felagslærararáðnum skal skúlaráðið gera uppskot, sum skal samtykkjast av býráðnum, og verður hetta so síðan sent landsskúlamyndugleikanum til staðfestingar.

Bæði í nýggju og gomlu fólkaskúlalógini er møguligt at broyta skúlabygnaðin soleiðis, at skúlar kunnu hava skúlaumdømi í felag. Spurningurin er so, hvat hetta í veruleikanum merkir.

Foreldrini í Vesturbýnum kenna seg á mangan hátt illa viðfarin í hesum máli. Tey skrivaðu í góðari trúgv síni børn inn í Venjingarskúlan í januar mánaði farna ár. Ein mánað seinni fáa foreldrini at børnunum norðan fyri Landavegin at vita, at børnini ikki sleppa í Venjingarskúlan. Talan er um eitt stórt øki, sum altíð hevur hoyrt til Venjingarskúlan. Tá ið tey kanna málið nærri, varnast tey fleiri løgin viðurskifti.

Tey halda, at staðfesting landsskúlastjórans av Tórshavnar kommunu sum eitt skúlaumdømi byggir á skeivt og ófullfíggjað grundarlag. Býráðið hevur ongantíð samtykt, at kommunan skal vera eitt skúladømi. Býráðið hevur í sambandi við viðgerðina av einum áliti samtykt " at endurskoða skúladømini og møguliga strika tey ". Felagslærararáðið hevur tikið undir við ætlanini um møguliga at strika skúladømini. Einki sæst til at skúlaráðið hevur gjørt eina formliga samtykt í málinum. Tí halda foreldrini, at staðfesting landsskúlastjórans er ógildug.

Somuleiðis eru foreldrini ósamd við kommununa um, hvat tað merkir, at kommunan er eitt skúladømi. Í Danmark er eingin ivi, har er reglugerð gjørd, ið sigur, at hetta merkir, at aðrir skúlar í tí felags skúlaumdøminum skulu taka upp allar næmingar, ið ynskja tað, um annars pláss er fyri teimum, men samstundis verður sligið fast, at tú tó kortini hevur rætt til at krevja at sleppa inn á heimskúlan. Upprunaligu skúlaumdømini liva sostatt víðari. Og er hetta eisini neyðugt, um aðrar ásetingar í lógini skulu lúkast, eitt nú tær sum snúgva seg um skúlaniðurlegging. Er ikki pláss á heimskúlanum, so mugu upprunaligu skúladømini broytast á vanligan hátt, t.e. sum ein broyting av skúlabygnaðinum. Foreldrini undrast tí av røttum á, hví teirra børn, ið hoyra til skúladømið hjá Venjingarskúlanum, ikki sleppa í hendan skúlan, tá ið tey hava kravt tað, og skúladømini ikki eru broytt. Somuleiðis kann ein undrast á, hvørjar reglur eru galdandi, tá ið tað snýr seg um skúlaniðurlegging, um skúladømini ikki longur eru til.

Tað, sum kanska undrar foreldrini einamest, er tó, at Venjingarskúlin ikki tekur allar næmingar inn, tá ið tað er pláss fyri teimum.Hetta halda foreldrini vera sera órímiligt. Heimari skúli er partur av skúlaverkinum í Tórshavnar kommunu, og hevur hann í mong ár verið knýttur at Venjingarskúlanum. Foreldrini skilja ikki, at kvøldskúlavirksemið verður tikið fram um børnini. Hví kann tað ikki flytast til annað stað í býnum, í staðin fyri at tað skulu vera tey minstu børnini, ið verða flutt.

Foreldrini kærdu avgerðina hjá skúlamyndugleikanum á staðnum til landsstýrismannin, men gav hann teimum ikki viðhald.

Foreldrini skilja svar landsstýrismansins á hendan hátt:
- at staðfesting landsskúlastjórans av Tórshavnar kommunu sum eitta skúlaumdømi hevur fult gildi;
- at hetta merkir, at kommunan sjálv kann gera av, hvussu næmingar verða tiknir inn; t.d. kann kommunan bara áseta nøkur
   nýggj skúlaumdømi;
- at kommunan sjálv ger av, hvat hon nýtir síni skúlahøli til, bara hon syrgir fyri, at nóg nógv eru í kommununi sum heild.

Eg skilji væl, at foreldrini eru ørkymlað av hesum svari. Sum tey síggja tað, so:
- lógligger landsstýrismaðurin umsitingarlig brot,
- letur landsstýrismaðurin  kommununa frítt tulka ásetingar í fólkaskúlalógini til egnan fyrimun, og
- vil landsstýrismaðurin ikki nýta heimildina, sum hann smb. lógini hevur til at siga, hvat skúlahøli skulu nýtast til.

Tí havi eg biðið landsstýrismannin útgreina sítt svar til foreldrini. Eg ivist onga løtu í, at eisini onnur foreldur í Tórshavnar kommunu, har triðingurin av Føroya fólki býr, fegin vilja vita, hvussu støða teirra er.

Á tingfundi 25. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 1999 svaraði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

ad. 1. Í skrivi, dagfest 20. november 1996, hevur Tórshavnar Skúlaráð heitt á Landsskúlafyrisitingina um at staðfesta samtyktina um felags innskriving fyri Argja skúla, Venjingarskúlan, Tórshavnar Kommunuskúla, Eysturskúlan, Sankta Frans skúla og Hoyvíkar skúla, og at skúladømini verða strikað.

Við støði í omanfyri nevnda skrivi og sambært galdandi reglum staðfesti landsskúlastjórin, at skúlaætlanin fyri Tórshavnar Kommunu verður broytt soleiðis, at skúlaøkið í Tórshavnar Kommunu verður í framtíðini at rokna sum eitt skúlaumdømi.

Landsskúlaráðið hevði við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 58 frá 02.10.1978 um skúlafyrisiting tillutað landsskúlastjóranum m.a. tað at staðfesta veruligar skúla- og undirvísingarætlanir.

Heimildin m.a. at staðfesta veruligar skúla- og undirvísingarætlanir lá hjá landsskúlastjóranum, til Landsskúlafyrisitingin frá 1. januar 1998 fór í søguna, tá ið nýggja fyrisitingin – Undirvísingar- og Mentamálstýrið – formliga í sínari heild fór at virka.

Við atliti at omanfyri nevnda er staðfesting landsskúlastjórans av Tórshavnar Kommunu sum eitt skúlaumdømi sostatt gildug.

ad. 2. Sambært § 26, stk. 1, í løgtingslóg nr. 125 frá 20.06.1997 um fólkaskúlan er tað skylda skúlamyndugleikanna á staðnum (í Tórshavnar kommunu hjá býráðnum og skúlaráðnum) at skipa fyri, at øll børn, hvørs foreldur ynskja tað, kunnu fáa undirvísing í øki skúlamyndugleikans tey 7 fyrstu skúlaárini. Viðmerkjast skal tó, at henda skylda skúlamyndugleikanna á staðnum kann eisini verða lokin við einum góðkendum skúlasambandi sambært § 31 í somu lóg.

Tórshavnar kommuna er eitt skúlaøki. Ásetingarnar í § 29, stk. 1, um skúlaumdømi og § 29, stk. 4, um umlegging av umdømismarkinum millum verandi skúlar eru at rokna sum ein endamálsfráboðan ("hensigtserklæring"), og skúlamyndugleikin á staðnum hevur tí rætt til - tá ið hann heldur tað vera neyðugt – at býta skúlaøkið upp í fleiri skúlaumdømi, eins og hann hevur rætt til at umleggja ella strika tey aftur.

Niðurlegging av skúla:
Um so er, at kommunustýrið - býráðið – ger av, at ávísur skúli í Tórshavnar Kommunu skal verða lagdur niður, so skal hetta verða kunngjørt í føroysku bløðunum. Í kunngerðini verður skilað til, at býráðið hevur skyldu til at skipa fyri atkvøðugreiðslu um at leggja ein ávísan skúla niður, um nóg nógvir íbúgvar í viðkomandi skúlaumdømi, sambært § 29, stk. 5, í løgtingslógini um fólkaskúlan, sum hava valrætt til kommunustýrið, seta fram innan ein mánað eftir kunngerðina skrivliga áheitan um tað, so skal kommunustýrið halda atkvøðugreiðslu um at leggja skúlan niður. Atkvøðurætt hava teir íbúgvar í skúlaumdøminum, t.v.s. í Tórshavnar Kommunu, ið hava atkvøðurætt til kommunustýrið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um tílíkar atkvøðugreiðslur.

Ad. 3. Heimari Skúli:
Venjingarskúlin hevur ávísar skúlastovur tøkar til sítt undirvísingarvirksemi. Í desember 1990 fekk Læraraskúlin/Venjingarskúlin eina lon aftur at skúlanum. Venjingarskúlin fekk tá rúmkað um húsaumstøðurnar. Skúlastovurnar í Heimara skúla, sum kommunan hevði havt tøkar til Vejingarskúlan, vóru tiknar til annað virksemi. Venjingarskúlin var í sínari tíð bygdur sum venjingarskúli hjá læraraskúlanum at vera 7-flokkaður skúli við tveimum breytum. Barnatalið í Tórshavnar Kommunu vaks nógv í sekstiárunum. Tá ið læraraskúlin/venjingarskúlin var bygdur og tikin í nýtslu, kom tað Tórshavnar Kommunu væl við. Tað vóru 20 flokkar í skúlanum longu tað fyrsta árið í staðin fyri 14, sum upprunaliga ætlað. Tórshavnar Kommuna sá seg tí noydda at taka skúlastovurnar í Heimara Skúla upp í Venjingarskúlan. Heimari Skúli hevur sostatt ikki verið sjálvstøðugur skúli, men Venjingarskúlin er sloppin at brúka skúlastovurnar, ið vóru í Heimara Skúla, sum saman við øðrum skúlabygningum í kommununi var partur av Tórshavnar Kommunuskúla. Tað er neyðugt at hava í huga, at Venjingarskúlin í fyrsta lagi skuldi verða venjingarskúli hjá læraraskúlanum. Tórshavnar Kommuna fekk tann fyrimun, at hon fekk barnaskúla bygdan uttan stórvegis hóvasták. Tann møguleiki hevur verið umrøddur at flyta 10. flokkarnar í Heimara skúla, samstundis sum tann 3. flokkur, sum hevur skúlastovu har heimi, verður fluttur út í Venjingarskúlan sum komandi 4. flokkur, men tað tað fer at rúmka so lítið um í Venjingarskúlanum, av tí at handarbeiðsstovan í Venjingarskúlanum verður í dag brúkt sum vanlig skúlastova, sum ikki fer at bera til í framtíðini, og í skúlanum skulu verða tríggir 1. flokkar í komandi skúlaári. Sambært løgtingslóg nr. 70 frá 30.06.1983 um frítíðarundirvísing v.m. hevur Tórshavnar Kommuna skipað frítíðarundirvísing fyri íbúgvum komununnar. Kommunan skal hava egin høli til frítíðarundirvísingina og neyðugan útbúnað tøkan. Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli brúkar í løtuni 3 skúlastovur í Heimara skúla til frítíðarundirvísing, sum setir serlig krøv um útbúnað. Venjingarskúlin kann, sum er, ikki brúka nevndu skúlastovur. Um tað hevði verið gjørt av, at tær 4 skúlatovurnar í Heimara Skúla skuldu verðið tiknar upp í aftur Venjingarskúlan, so hevði tað kanska nøktað ein part av kravinum hjá foreldrum um at fáa børnini í Venjingarskúlan, men tað hevði samstundis darvað skúlanum at skipa sín gerandisdag og ikki verið fullgóð framtíðarloysn at nøkta tørvin á skúlastovum til øll børn, sum í dag eru í skúlaaldri í Vesturbýnum. Landsstýrismanninum kunnugt hevur Tórshavnar Býráð sett arbeiðsbólk at lýsa hølisviðurskiftini á fólkaskúlaøkinum í Tórshavnar Kommunu.  

Landsstýrimaðurin fer ikki at krevja, at Tórshavnar Kommuna skal taka Heimara Skúla aftur at Venjingarskúlanum. Tað hevði heldur ikki loyst upp fyri kravinum um at fáa børnini í skúla í nærumhvørvinum. Spurningurin er eisini, nær talan er um nærumhvørvi í skúlahøpi.

Landsstýrismaðurin hevur tikið til eftirtektar, at Tórshavnar Kommuna er eitt skúlaumdømi, og fer ikki at geva kommununi boð um annað. Sum sagt frá omanfyri, arbeiðir Tórshavnar Býráð við spurninginum um hølisviðurskiftini á fólkaskúlaøkinum í kommununi. Landsstýrismaðurin ætlar ikki at órógva arbeiði kommununnar á økinum.

Lagt kann verða afturat, at tað er kommunalt sjálvstýri í Føroyum, og av tí at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ikki metir, at Tórshavnar Kommuna í hesum máli hevur gjørt nakað, sum stríðir ímóti lóggávuni á skúlaøkinum, hevði tað eisini verið at gjørt seg inn á kommunala sjálvstýrið, um Undirvísingar- og Mentamálastýrið broytti avgerðina hjá Tórshavnar Kommunu í hesum máli.

Málið avgreitt.