Frískúlar


100-62  Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi lóg um frískúlar

Ár 1999,18. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Katrin D. Johansen, løgtingsmanni:

  1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera uppskot til eina føroyska lóg um frískúlar at leggja fyri løgtingið?
  2. Nær verður lógaruppskotið lagt fyri tingið?

Viðmerkingar
Í samgonguskjalinum stendur, at "møguleiki skal vera fyri frí- og eftirskúlum."

Eingin lóggava er á hesum øki. Tí liggur tað so at siga í lógloysi. Skulu Føroyar – eins og onnur Norðurlond – hava møguleika fyri at hava frí- og eftirskúlar, mugu vit hava eina lóg fyri hetta økið.

Nýggja fólkaskúlalógin nevnir privatskúlar í § 27.

"§ 27. Eftir sáttmála kommuna millum kann verða víst næmingum á undirvísing í skúla hjá aðrari kommunu ella í privatar skúlar."

Á hvørjum ári fara nógv ung uttanlands á eftirskúla. Tey hava ikki møguleika at velja millum ymisk skúlatilboð her á landi.

Ein frískúli er í Føroyum. Landið (blokkurin) rindar bert 85% av lønunum hjá starvsfólki við góðkendum læraraprógvi. Í øðrum londum rindar landskassin 85% av øllum rakstrinum.

Allar royndir og kanningar í øðrum londum vísa einmælt, at alt skúlaverkið mennist, um borgarin kann velja millum fleiri skúlatilboð.


Á tingfundi 19. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 1999 svaraði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Ad. 1. Sum kunnugt stendur í samgonguskjalinum, at "møguleiki skal vera fyri frí- og eftirskúlum".

Landsstýrismaðurin hevur tvey álit tøk um eftirskúla, men einki um frískúla.

Annað álitið: "Uppskot um hvussu eftirskúli kann verða skipaður í Føroyum".

Hitt álitið: "Álit um hvussu ein eftirskúli til menningartarnað kann verða skipaður í Føroyum".

Sambært løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan er undirvísingarskyldan nú 9 ár. Sambært § 41, stk. 2 í somu løgtingslóg kann næmingur eftir 7. floksstig lúka undirvísingarskylduna í einum góðkendum eftirskúla, háskúla, húsarhaldsskúla ella á einum góðkendum skeiði. Av hesum sæst, at okkum vantar eftirskúlamøguleikan at bjóða næmingunum.

Við støði í m.a. nevndu álitum og tí longdu undirvísingarskyldu næminganna verður nú fyrireikað lóg um eftirskúla í Føroyum.

Tá ið talan er um frískúlar, er støðan øðrvísi. Einki álit er til skjals um frískúlar í Føroyum. Sambært § 27 í løgtingslóg nr. 58 frá 02.10.1978 um skúlafyrisiting er heimild at skipa privatar skúlar, sum geva eina undirvísing svarandi til undirvísingina í fólkaskúlanum ella eina undirvísing, ið miðar ímóti eini alment góðkendari útbúgving ella roynd, skal góðkennast av landsstýrismanninum við rætti til at geva tílíka undirvísing. Tílikir skúlar mugu bert góðkennast, um so er, at tað er ein rímiligur tørvur á hesum.

Adventistaskúlin er einasti privati skúli í landinum. Hann fær fíggjarligan stuðul av játtan á fíggjarløgtingslógini á hvørjum ári sambært § 27 í omanfyri nevndu løgtingslóg um skúlafyrisiting. Stuðulin verður veittur til 85 % av læraralønunum í skúlanum.

Tá ið háttvirdi løgtingsmaður, Katrin D. Johansen, í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir á § 27 í løgtingslógini um fólkaskúlan, har tað í § 27 stk. 1 í løgtingslógini er orðað soleiðis: Eftir sáttmála kommuna millum kann verða víst næmingum á undirvísing í skúla hjá aðrari kommunu ella í privatar skúlar, skal til kunningar eisini verða víst á "Álit um nýggju fólkaskúlalógina", har viðmerkingarnar til § 27, stk. 1 eru orðaðar soleiðis: Hetta pettið, ið samsvarar við § 6, 1. stk. í rammulóg nr. 51 frá 14. februar 1979, loyvir kommunum at gera sínámillum sáttmála um at senda sínar næmingar í skúla í aðrari kommunu. Tað eru sum kunnugt nógvar kommunur, ið sambært hesi lógargrein senda sínar næmingar í skúla í aðrari kommunu. Hetta er fyrst og fremst galdandi fyri næmingar, sum ganga í 8., 9. og 10. flokki; men nakrar kommunur lata eisini yngri næmingar verða undirvístir í øðrum kommunum.

Í Føroyum, eru nógvir smáir fólkaskúlar. Í hesum skúlaárinum eru 62 fólkaskúlar, harav eru:

21 skúlar við 20 næmingum og færri
18 " "   100 " "     "
  8 " "   200 " "     "
11 " "   400 " "     "
  4 " "   500 " "     "

Av teimum 21 skúlunum, sum hava 20 næmingar og færri, eru 11 skúlar við færri enn 10 næmingum, og 22 skúlar eru við færri enn 50 næmingum. Okkara størstu skúlar eru eisini smáir samanbornir við stórar skúlar aðrastaðni.

Um ætlanin við einari løgtingslóg um frískúlar er at geva betri møguleikar at seta frískúlar á stovn, kann tað seinni fara at koma okkum aftur um brekku í ólukkumáta. Vit fara at fáa uppaftur smærri skúlar spjaddar ymsastaðni um landið ella í býunum. Tað hevur verið sagt, at vit skulu lata krónurnar fylgja næminginum, so skulu foreldrini sjálvi finna barninum skúlan, men at undirvísingarmøguleikarnir verða skerdir í tí lítla skúlanum, verður sjáldan nomið við.

Tað sansar at hjá okkum, sum nú er, at fíggja undirvísingarvirksemi fólkaskúlans. Tímarnir til undirvísing fólkaskúlans verða í dag lutaðir skúlunum við støði í næmingatalinum, og tað er ein sannroynd, at tað er trupult at fáa fíggjarliga karmin at røkka til gerandisdagin. Vit mugu ansa eftir ikki at spjaða børnini út á enn fleiri skúlar, enn vit hava frammanundan.

Ad. 2
Landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot um lóg um eftirskúla fyri løgtingið um komandi ársskiftið.

Tað verður neyðugt at lýsa málið um frískúlar gjølla, áðrenn uppskotið um lóg um frískúlar verður lagt fyri løgtingið.

Landsstýrismaðurin arbeiðir við spurninginum, men er ikki komin til eina ávísa niðurstøðu um frískúlar, sum í fyrsta lagi fer at verða løgd fyri politisku samgonguna, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið.

Málið avgreitt.