Bygdaleiðir


100-61  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi Bygdaleiðum


Ár 1999, 18. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni:


  1. Er tað ætlanin hjá Strandferðsluni at niðurleggja fyrsta túrin hjá Bygdaleiðum á morgni av Skálafjørðinum til Tórshavnar?


Viðmerkingar:

Í fjør heyst tók landsstýrismaðurin í vinnumálum ta avgerð, at siglingin hjá Strandferðsluni, millum Tórshavn og Skálafjørðin, skuldi niðurleggjast.

Sum eitt plástur á sárið bleiv ein sonevndur "snarbussur" settur at koyra til Tórshavnar.

Hetta stig landsstýrismansins elvdi til øsing millum tað fólk, sum búleikast rundan um Skálafjørðin.

Landsstýrismaðurin ásannaði tá, at talan var um eina tænastulækking fyri hendan partin av Føroya fólki.

Eysturoyartingmenn hava síðani lagt lógaruppskot fyri løgtingið, sum vónandi fær hesi viðurskifti aftur í rættlag.

Í øðrum lagi gongur vónandi ikki so long tíð, til annar landsstýrismaður umsitur vinnumál og kann bøta um hesa óbótagerð.

Nú ljóðar, at ætlanir eru um at skerja túratalið hjá Bygdaleiðum til sama øki.

Skerjingin, sum nú sigst at vera aktuell, er fyrsti túrurin á morgni til Tórshavnar.

Fyri okkum sum politiskt varða av Eysturoyar valdømi, kann tað ikki annað enn sýnast sum um, at ætlanin er at økja frástøðuna millum høvuðsstaðin og økið rundan um Skálafjørðin, tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í vinnumálum.

 
Á tingfundi  19. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 1999 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Sum Sámal Petur í Grund nevnir í viðmerkingunum til fyrispurningin, varð ein snarbussur settur inn í rutu til Havnar, tá siglingin uppá Skálafjørðin helt uppat. Mett varð, at hesin bussur nøktaði tørvin hjá fólkinum við Skálafjørðin at koma til Havnar um morgunin og heim aftur um kvøldi.

Strandferðslan hevur til fyri nýliga ikki havt nakrar ætlanir um at niðurleggja ella skerja túratalið hjá Bygdaleiðum til økið við Skálafjørðin. Men síðan uppskotið um broyting í Ll. Um fólka- og farmaflutning varð samtykt av Føroya løgtingi, eru fortreytirnar fyri túrunum hjá snarbussinum eisini broyttar. Tað er eyðsæð at Strandferðslan má takað spurningin um sambandið til Skálafjørðin upp til nýggja viðgerð, nú lógin um fólka- og farmaflutning er broytt, eisini sambandið við bussunum. Helst verður úrslitið, at kapasiteturin hjá bygdaleiðum verður skorin í mun til kapasitetøkingina sjóvegis, men enn er eingin endalig avgerð tikin um at niðurleggja ella skerja túrarnar hjá Bygdaleiðum.

Málið avgreitt.