Vinnuligur fiskiskapur


100-59  Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi lógini um vinnuligan fiskiskap

Ár 1999, 18. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Jákupi Suna Joensen, løgtingsmanni:

  1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera í bólkauppbýtinum (§ 28 og § 29) í samband við størri umsetiligheit millum bólkarnar?
  2. Hvussu verða fiskiloyvini býtt millum rækjutrolararnar verður kvota- ella fiskidagaskipan sett í verk á Flemish Cap og við Svalbard?

 Viðmerkingar:

Við atliti at broytingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap í august 1998, so er møguleikarnir fyri umsetiligheit munandi øktir. Verða broytingar ikki gjørdar í bólkabýtinum, er vandi fyri, at stór fiskifør enda í bólkunum hjá smærru førunum, serstakliga millum útróðrarbátarnar. Tí verður heitt á landssstýrismannin at greiða frá sínum ætlanum á økinum.

Undir Eysturgrønlandi er fiskiskapurin reguleraður við kvotaskipan, har fimm rækjuskip eiga sjey loyvi. Verður samsvarandi skipan sett í verk á Flemish Cap og við Svalbard, so er tað ein spurningur, hvussu landsstýrið ætlar at býta veiðirættindini, og um landsstýrið longu nú umhugsar at nýta ávísan umrokningarlykil.

 
Á tingfundi  19. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 17. mai 1999 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

S v a r

Ad sp. 1. Broytingarnar í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum løgtingið samtykti í august 1998, bóru m.a. í sær, at umframt møguleikar fyri umseting av fiskirættindum (smb.§14), ber nú til at kasta rættindini saman í eitt fiskifar, til tess at hava betri vinnugrundarlag. Talan kann verða um :

at flyta veiðiloyvi frá einum fiskifari á eitt annað, sum er í flotanum frammanundan (§ 8, stk. 2),
at flyta veiðiloyvi frá tveimum ella fleiri fiskiførum á eitt fiskifar uttan veiðiloyvi ella eitt innflutt fiskifar (§ 8, stk. 3).

Flytingar og samanleggingar av veiðiloyvum eru loyvdar, samstundis sum eigararnir av fiskiførunum, ið loyvini verða flutt á ella løgd saman við, kunnu njóta fiskirættindi svarandi til, at fiskiorkan hjá skipunum ikki verður størri ella økist við meir enn tí fiskiorkuni, ið var knýtt at flutta ella samanlagda veiðiloyvinum.

Umsitingin av ásetingunum í § 8 í lógini hevur elvt til orðaskifti, serliga tí at veiðuloyvi og fiskirættindi hjá smáum fiskiførum eru løgd saman og flutt á størri fiskifør, og hesi eru so endaði í bólkinum hjá teimum smærru førunum. Hetta er eisini ein avleiðing av, at sambært lógini (§ 31) er talið av veiðiloyvum, ið koma undir fiskidagaskipan í hvørjum bólki av fiskiførum undir føroyskum flaggi, talið av veiðiloyvum, sum varð útskrivað frá landsstýrinum 1. januar 1995.

Hóast fiskiførini eru skipað í 5 bólkar, so hava fiskiførini í hvørjum bólki ymiska fiskiorku. Í bólki 4 eru t.d. bæði útróðarfør, trolbátar og línuskip, og er ætlanin tí m.a. í útrokningunum av fiskiorku at taka við miðalveiðuna í mun til hvønn nýttan fiskidag í hvørjum bólki sær.

Ætlanin er eisini at hyggja nærri at samansetingini av bólkunum til tess at gera greiðari uppbýti millum veiðihættir og skipastødd. Men til tað krevst lógarbroyting, sum møguliga verður løgd fyri tingið eftir ólavsøku.

Lógaruppskot er lagt fram um at broyta lógina soleiðis, at veiðiloyvi og fiskirættindi ikki kunnu leggjast saman millum fiskifør undir og oman fyri 40 tons. Hetta merkir, at skott verður sett í millum bólk 4A og bólk 4B, soleiðis at samanlegging av veiðiloyvum og flyting av fiskirættindum ikki kann fara fram tvørtur um hetta skott.

Eisini kann upplýsast, at Fiskimálastýrið í løtuni arbeiðir við einum uppskoti til kunngerð um mannagongdir og metingar av fiskiorku í sambandi við samanlegging av veiðiloyvum og flyting av fiskidøgum.

Ad sp.2. Sambært avtaluni við ES hava Føroyar eina rækjukvotu í Eysturgrønlandi. Hesin fiskiskapurin er reguleraður við skipakvotum, har útgangstøðið hevur verið, at rættindini vórðu býtt javnt millum tey veiðiloyvi ella rækjuskip, sum vóru í flotanum. Samanleggingar og flytingar av skipakvotum innan ella millum reiðaríir hava gjørt, at summi rækjuskip hava meira enn eina kvotu at dúva uppá. Í dag eru fimm rækjuskip, sum fiska sambært teimum sjey fiskiloyvunum, sum eru til at fiska eftir rækjum við Eysturgrønland í 1999.

Fiskiskapurin eftir rækjum í altjóða sjógvi á Flemish Cap verður reguleraður við fiskidøgum ásettir í NAFO. Í NAFO hava Føroyar (og Grønland) seinastu árini mælt til, at hildið verður fast við verandi fiskidagaskipan. Onnur lond, serliga Ísland og Kanada stuðlað av USA hava hinvegin mælt til, at rækjuveiðan verður regulerað við eini heildarkvotu. Hesi sjónarmiðini hava hesi londini ført fram á fundum seinastu árini. Grundgevingar teirra eru, at ein kvotaskipan heldur enn ein fiskidagaskipan betur tryggjar, at tað ikki verður fiskað meir enn tann heildarkvota, sum Vísindanevndin mælir til. Eisini verður ført fram, at ein kvotuskipan samsvarar betur enn ein fiskidagaskipan við reguleringum av øðrum fiskastovnum í NAFO økinum og til innlendis skipanir í teirra londum.

Hóast hetta, so hava sjónarmiðini hjá føroyingum og grønlendingum higartil vunnið frama á fundunum í NAFO, og hini londini hava, tá ið av er tornað, tikið undir við uppskotinum frá føroysku og grønlendsku sendinevndini.

Í 1999 kunnu føroysk rækjuskip fiska á Flemish Cap í 1606 dagar tilsamans. Dagarnir eru ikki býttir millum skipini. Umframt á Flemish Cap (NAFO øki 3M) kunnu tey eisini nýta hesar dagarnar í útsynningskantinum á Flemish Cap, sum liggur í NAFO øki 3L.

Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland hava føroysku rækjuskipini møguleika at brúka teir fiskidagar, sum Grønland ikki brúkar.

Føroyski rækjufiskiskapurin við Svalbard fer fram sambært árligu fiskiveiðuavtalunum við Noreg, har Føroyar eiga rætt til eitt ávíst tal av fiskidøgum. Í 1999 kunnu føroysk rækjuskip fiska av einum samlaðum fiskidagatalið uppá 1317. Fiskidagarnir við Svalbard verða ikki býttir millum rækjuskipini.

Seinnu árini hava rækjuskipini ikki brúkt allar fiskidagarnar við Svalbard. Fiskimálastýrið hevur tí givið onkrum skipum eitt tíðaravmarkað fiskiloyvi til rækjur við Svalbard fyri at fullnýta føroysku rættindini har, og á tann hátt m.a. fáa inntøkur til samfelagið og at tryggja søgulig rættindi.

Vísandi til hetta, hevur spurningurin um, hvussu fiskiloyvini verða býtt millum rækjuskipini, um kvotuskipan verður sett í verk á Flemish Cap og við Svalbard, ikki verið uppi í landsstýrinum og hevur hetta heldur ikki verið neyðugt.