Stórhvalaveiða


100-58  Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi stórhvalaveiðu

Ár 1999, 18. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni:   

  1. Hevur landstýrismaðurin nakrar ætlanir um at skipa so fyri, at føroyingar aftur fara undir veiðu/royndarveiðu eftir stórhvali.
  2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at taka upp samstarv við Ísland um hvalveiðu, nú Ísland hevur samtykt at fara undir aftur stórhvalaveiðu.

 

Viðmerkingar
Tað eru nú góð hundrað ár, síðan føroyingar fóru undir stórhvalveiðu. Tey fyrstu mongu árini sum beinleiðis veiða, sum gav fitt av virksemi á landi, serliga við Áir og í Lopra. Seinastu árini er eingin veiða farin fram, tó fór fram royndarveiða til nakað upp í 80-árini.

Ikki kann væntast, at stórhvalaveiðu aftur fer at skapa stórvegis virksemi aftur á landi, men hugsast kundi, at í fyrsta umfari kundi veitt verið so mikið, sum nýtt verður í Føroyum. Skip og bátar hava seinastu tíðina sæð væl av stórhvali í føroyskum sjógvi, so áhugavert hevði verið at tikið uppaftur hvalaveiðu í fyrstani sjálvandi varðisliga.

Málið var fyri í løgtinginum sum uppskot til samtyktar í 1995, men var ikki liðugt viðgjørt, og kom sostatt ikki til atkvøðugreiðslu.

Hesin fyrispurningur kundi givið landstýrismanninum eina ábending um, hvat politiski viljin er í hesum málið.


Á tingfundi 19. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 1999 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

  1. Tað er føroyskur fiskivinnupolitikkur at gagnnýta tilfeingið í havinum burðardygt. Hetta er bæði galdandi fyri fiskastovnarnar og fyri havsúgdýr, og merkir tí, at hvalur og kópur eiga at verða veidd.

    Hetta sjónarmið gjørdi, at Føroyar saman við Íslandi, Grønlandi og Noreg í 1992 stovnaðu NAMMCO – Norðuratlantiska nevndin fyri havsúgdýr. Málsetningurin hjá nevndini er gjøgnum økisráðgeving og samarbeiði at gera sítt til at varðveita, skynsamiliga at umsita og granska havsúgdýr í Norðuratlantshavi.

    Fiskimálastýrið hevur ikki nakra ítøkiliga ætlan í løtuni um at fara undir hvalaveiðu, men spurningurin er tikin upp. Neyðugt er, at vit í Føroyum politiskt viðgera spurningin og taka støðu til, um vit vilja taka upp aftur hvalaveiðu. Verður hvalaveiða tikin upp, er eisini neyðugt at vita, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru at fara undir veiðu, eftir hvørjum sløgum, og hvørja útgerð ætlanin er at nýta.

    Áðrenn hvalaveiða verður tikin upp, eigur at kannast, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri aðrar vinnuvegir. Her kunnu okkara royndir viðvíkjandi grindadrápi vera okkum til gagns. Seinastu 15 árini hava Føroyar fingið mótmæli og hóttanir um grindadráp. Summir felagsskapir hava hótt við brúkaraboykotti av føroyskum fiskavørum, og summir fiskaseljarar mæltu til, at grindadrápið skuldi steðgast. Men grindadrápið helt fram, og tað sýnist ikki at hava ávirkað fiskivinnuna. Eisini ferðavinnan klárar seg væl og talið av ferðafólkum veksur hvørt ár.

    Grindadráp hevur sostatt ikki havt avleiðingar fyri aðrar vinnur, sjálvt um tað er lætt at taka myndir, sum vísa nógv blóð og nógvar hvalir. Onnur hvalaveiða er als ikki so løtt at brúka í mótmælistiltøkum. Har er bara talan um ein hval í senn, skotin úti á havinum.

    Rákið í Altjóða hvalaveiðinevndini IWC er, at hvalaveiða als ikki skal vera møgulig. Meirilutin av limalondunum gongur inn fyri at friða allan hval. Danmark er limur í IWC, og danski limaskapurin umfatar eisini Føroyar. Føroyar eru tí ikki sjálvstøðugur limur í IWC og eru umboðaðar sum partur í donsku sendinevndini. Men tað er ikki altíð semja um, hvørja støðu danska sendinevndin skal hava, tí Danmark tekur partvíst undir við altjóða rákinum móti stórhvalaveiði. Hetta er ímóti áhugamálunum hjá Føroyum.

    Tað er ætlan landsstýrisins at viðgera føroyska limaskapin í IWC, og størri orka eigur at verða løgd í arbeiðið í NAMMCO. Hesin felagsskapur hevur ment seg nógv og eigur at verða styrktur, tí tað økisbundna samstarvið virkar væl í felagsskapinum, ið hevur til endamáls at gagnnýta hval og kóp á burðardyggum grundarlagi. Stovnurin lýkur krøvini í Havrættar-sáttmálanum hjá ST fyri umsiting av havsúgdýrum.

     
  2. Síðst í mars mánaði var fundur millum føroysku og íslendsku fiskimálaráðharrarnar um hvalamál. Íslendska Alþingið hevur samtykt at heita á ríkisstjórnina at fara undir fyrireikingar at taka upp hvalaveiðu. Avtalað varð, at Ísland skal kunna Føroyar um, hvat hendir í teirra hvalaspurningi. Íslendingar fara nú at kanna møguligar avleiðingar, og hvalaveiðan verður í fyrsta lagi tikin uppaftur næsta ár. Um føroyingar velja at taka upp aftur stórhvalaveiðu, eru Íslendingar áhugaðir at tosa nærri um samstarv.

    Partarnir tosaðu eisini um NAMMCO-felagsskapin. Semja varð um at styrkja NAMMCO, so hesin felagsskapur í enn størri mun kann tryggja gagnnýtslu av havsúgdýrum í Norðuratlantshavi. Partanir vórðu samdir um at gera enn eina roynd at fáa Russland og Kanada við í Felagsskapin.

Málið avgreitt.