100-54 Fyrispurningur til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann viðv. grundlógarbroyting
Ár 1999, 18. mars, boðaði
formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni:
Kann Ríkisumboðsmaðurin greiða løgtinginum frá, um neyðugt er við broytingum í
grundlóg ríkisins fyri at skipa Føroyar sum fullveldi eftir teirri kós, sum samgongan
hevur sett út í kortið í samgonguskjalinum frá 9. mai 1998.
Viðmerkingar
Samgongan er í samgonguskjalinum 9. mai 1998 samd um hetta:
1. Ríkisrættarliga støðan
Samgongan staðfestir:
* at føroyingar eru tjóð og Føroyar eitt land, og at politikkur samgongunnar
verður at fremja henda suverenitet í verki
Samgongan er samd um: Uppskot verður lagt fyri løgtingið og samtykt í 1998, sum
skal fremja henda suverenitet í verki og staðfesta:
* at løgtingið hevur heimild til at gera sáttmála við donsku stjórnina um
ríkisrættarligu støðuna, og at tingið hevur heimild til at siga sáttmálan upp,
* at tað bara er gjøgnum sín demokratiska umboðsstovn, Føroya Løgting, at Føroya
fólk kann seta eina grundlóg í gildi fyri Føroyar.
Samgongan fremur hesi stig:
I. Farið verður undir samráðingar við donsku stjórnina í tingsetuni 1998
um føroysk-donsk viðurskifti við tí endamáli, at Føroyar verða sjálvstøðugar
(suverenar). Føroyskur heimarættur verður staðfestur frá 1. januar 1999. Ein
sáttmáli verður gjørdur, sum leggur fast framtíðar samstarvið millum Føroya og
Danmark í útbúgvingar-, heilsu-, uttanríkis- og rættarmálum. Málsøki eiga at kunna
útdelegerast til danska ríkið at umsita, og sáttmálin kann umfata felags kongahús,
felags gjaldoyra og felags skyldur og rættindi hjá føroyskum og donskum ríkisborgarum
búsitandi hjá hvørjum øðrum, men føroyingar verða frítiknir fyri herskyldu. Tá
ið sáttmálin millum Føroyar og Danmark er gjørdur og samtyktur á Føroya Løgtingi,
verður hann lagdur til fólkaatkvøðu.
II. Føroya løgting samtykkir í komandi tingsetu (1998) lóg um at seta
grundlógarnevnd, ið skal gera uppskot til føroyska grundlóg. Tá grundlógin er
samtykt á løgtingi, fer hon til fólkaatkvøðu í seinasta lagið ár 2000.
III. Farið verður undir at fáa øll málsøki undir føroyskt lóggávu- og
umsitingarvald. Arbeitt verður fyri, at danski Tjóðbankin eins og Fíggjareftirlitið
hava fráboðanarskyldu til Føroya landsstýri viðvíkjandi føroysku peningastovnunum.
Ein avgjørd fyritreyt fyri, hvussu síggjast skal uppá fullveldisætlanir landsstýrisins í politiskum og løgfrøðiligum høpi, er tó, um hesar ætlanir krevja grundlógarbroyting ella ikki, og tí verður hesin spurningur settur
Á tingfundi 19. mars 1999 setti løgtingsformaðurin ikki fyrispurningin undir atkvøðugreiðslu, men boðaði frá, at tað var upp til Ríkisumboðsmannin sjálvan at gera av, um hon svaraði fyrispurninginum.
Á tingfundi 21. apríl 1999 svaraði Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, fyrispurninginum soleiðis:
S v a r
Jeg er blevet bedt om at redegøre for, hvorvidt det er nødvendigt at ændre i rigets grundlov for at indrette Færøerne som en suveræn stat efter den linje, som koalitionen har lagt i koalitionsdokumentet af maj 1998.
Jeg kan efter at have indhentet udtalelse fra Statsministeriet besvare forespørgslen kort:
Spørgsmålet lader sig ikke umiddelbart besvare med et ja eller nej.
Regeringen har noteret sig det færøske landsstyres ønsker om selvstyre, således som disse ønsker er indholdt i koalitionsaftalen.
Regeringen er indstillet på, at der på denne baggrund, og på landsstyrets foranledning, indledes forhandlinger om landsstyrets ønsker om et nyt grundlag for de fremtidige bilaterale relationer mellem Danmark og Færøerne.
Regeringen har den opfattelse, at debatten på Færøerne er et internt færøsk anliggende, der må afklares hos landsstyret, lagtinget og det færøske folk.
Når man på Færøerne er afklaret om ønsker til de fremtidige relationer i form af et konkret oplæg, er regeringen naturligvis rede til at drøfte disse spørgsmål med det færøske landsstyre.
Afklaring i forhold til grundloven forudsætter et konkret oplæg fra Færøerne.
Málið avgreitt.