Trašir og trašarmenn

 

100-53  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstżrismann, um trašir og ręttindi trašarmanna

Įr 1999, 16. mars, bošaši formašurin frį soljóšandi fyrispurningi frį Hešin Mortensen, lųgtingsmanni
 

Fyrispurningur

  1. Kann landsstżrismašurin lżsa ręttarstųšuna hjį teimum, sum hava trašir ķ leigumįli frį Jaršarrįšnum ella landinum, og kann landsstżrismašurin vissa tingiš um, at mųguligt veršur hjį teimum at ogna sęr traširnar, um tey ynskja taš?

Višmerkingar
Flestu traširnar, sum vóru lutašar śt fyrr ķ hesi ųldini, vóru latnar fólki viš teirri treyt, at tey sluppu at keypa tęr, um traširnar vóru veltar innan įsetta tķš. Sum skilst, hevur Jaršarrįšiš foršaš fyri hesum seinnu įrini.

Landsstżrismašurin eigur at kunna tingiš fult śt um ręttarstųšuna hjį trašarfólki. Serliga eigur landsstżrismašurin at vįtta, at ętlanin ikki er at lata festarunum traširnar, og at til ber hjį hjśnafelaga ella arvingum at taka viš leigumįlinum.

Tį traširnar vóršu lagdar inn ķ sķni tķš, gjųrdust tęr bęši bśskaparliga og ikki minst mentanarliga eitt grundarstųši undir fųroysku menningini. Nógv tann stųrsti parturin av tķ veltu jųršini ķ Fųroyum, sum ikki er velt fyri studning, er velt av trašarfólki.

Tann bśskaparligi tżdningurin av at hava eina trųš er tķbetur minkašur, so hvųrt sum livilķkindini og inntųkumųguleikarnir annars eru batnašir. Men tann metanarligi arvurin og tann stóra gleši og nytta, sum trašarbrśkiš hevur, serliga fyri fólk, iš hava arbeiši į skrivstovum, verkstųšum ella į sjónum, kunnu ikki krógvast burtur.

Bara ķ Havnini hevur kommunan fleiri hundraš umsóknir um trašir, og hevur Tórshavnar kommuna eftir fųrimuni roynt at tryggja borgarunum atgongd til trašir. Landsstżrismašurin eigur at tryggja ųllum borgarum ķ landinum atgongd til ta almennu jųršina, eitt nś viš at velta upp stór ųki ķ Sušurstreymi og sķšani selja og leiga fólki trašir burturav.

Samanumtikiš eigur landsstżrismašurin at vissa tingiš um, at tey, sum nś hava trašir ķ hondum, varšveita tęr, og at fleiri trašir verša bodnar śt.

Į tingfundi 17. mars 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 21. aprķl 1999 svaraši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

S v a r

Sambęrt § 14 ķ lųgtingslóg nr. 59 frį 9. juni 1988 um landsjųrš, sum seinast broytt viš Ll. nr. 58 frį 26 mars 1993, er įsett, at:

"Jaršarrįšiš hevur burtur av landsjųrš rętt til at leiga śt trašir og trašarstykkir, stykkir til urtagaršsbrśk, grundstykkir til hśsabygging, vinnu-, ķtróttar- og frķtķšarmįl og almenn endamįl v.m. fyri eitt įvķst tķšarskeiš."

Eftir § 14 ķ nevndu lóg, skal festarin verša eftirspurdur um hansara hugsan um leigumįliš, įšrenn leigusįttmįli veršur gjųrdur. Jaršarrįšiš skal serliga meta um, hvųrt leigan av lendinum skašar festiš. Rįšiš skal eisini ansa eftir, at jųrš ikki veršur innlųgd av haganum, so leingi innlųgd jųrš er, iš ikki veršur nżtt, sum hon eigur at verša.

Um skyldur leigarans stendur, at tį iš lendi veršur leigaš śt, so skal Jaršarrįšiš seta treytir, sum fremja endamįliš viš lógini, nevniliga at taš fyrisitingarliga skulu skapast mųguleikar fyri at menna framleišsluna av landsjųršini (jvb. § 1).

Ręttindi leigarans verša gjųrd av śt frį ķtųkiligari tulking av tķ leigusįttmįla, sum er galdandi fyri lendiš. Mótvegis festireglunum er eingin framķhjįręttur til at taka viš leigutrųš hjį nęstingum, tį leigari og eftirsitandi hjśnafelagi eru fallin frį. Nakaš annaš er, at Jaršarrįšiš ofta leigar einum av bųrnunum leigutrųšna, tį iš tey gomlu fella frį.

Nęr leigusįttmįlin heldur uppat er įsett ķ sįttmįlanum, sum skal vera tķšaravmarkašur, og er harumframt ķ § 14, stk. 5 ķ lógini įsett, at:

"Leigusįttmįli sambęrt stk. 1 fellur burtur ella kann sigast upp, tį iš

  1. leigari doyr og eftirsitandi hjśnafelagi ikki er,
  2. felag stendur sum leigari, og felagiš veršur tikiš av ella veršur óvirkiš
  3. leigarin ikki fylgir teimum treytum, sum įsettar eru ķ sįttmįlanum ella lóggįvuni annars."

Sambęrt § 16 ķ somu lóg hevur:

"Jaršarrįšiš rętt til burtur av landsjųrš at selja jųrš til almenn endamįl, handils- og ķdnašarendamįl, grundstykkir til hśsabygging, handils-, ķdnašar-, havbśnašar-, ķtróttar- og frķtķšarendamįl v.m. "

Av hesi grein kann takast tżšiligt ųvugdųmi (modsętningsslutning). Heimild er ikki at selja almenna jųrš til trašarbrśk. Ķ višmerkingunum til greinina veršur eisini sagt, at eingin mųguleiki er at keypa almenna jųrš til trašarbrśk. Enn minni gevur greinin Jaršarrįšnum heimild at selja festi (innangaršs viš tilhoyrandi uttangaršsręttindum) til privatar. 

Vķsandi til fyrispurningin frį Hešin Mortensen, lųgtingsmanni, so er viš hesum ręttarstųšan hjį teimum, sum hava trašir ķ leigumįli, herviš lżst. Tį taš samstundis veršur spurt, um landsstżrismašurin kann vissa lųgtingiš um, at mųguligt veršur hjį teimum, sum hava leigumįl, at ogna sęr traširnar, kann bert verša vķst til galdandi lóggįvu, har heimild ikki er fyri at selja almenna jųrš til trašir.

Mįliš avgreitt.