Landbúnaður

 

100-52  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi studningi, láni og verjutolli til landbúnaðin

Ár 1999, 16. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni

 Fyrispurningur

  1. Kann landsstýrismaðurin gjølla greiða tinginum frá teimum studningsskipanum, lánimøguleikum, verjutolli og øðrum tiltøkum, sum framd verða til tess at verja verandi landbúnaðarframleiðslu, serliga við atliti til býtið av hesum fyrimunum?

Viðmerkingar
Í samband við tingmál nr. 108/98 og nr. 109/98 eigur tingið at fáa fult greiði á, hvussu nógv verður latið í almennum stuðli til landbúnaðin, og hvør fær henda stuðul.

Stuðulin til landbúnaðin er sera tørførur at fáa greiði á. Talan er í fyrsta lagi um, at bøndur fáa jørðina til leigu fyri eitt gjald, sum valla er hækkað í øldir. Landsstýrismaðurin eigur at greina, hvat virðið av hesum er.

Síðani er talan um studningin á fíggjarlógini. Afturat hesum hevur Jarðargrunnurin stórar upphæddir at umsita, sum ikki síggjast á fíggjarlógini. Fyri ein stóran part verður hesin peningur latin sum lágrentulán. Harafturat letur landið sær sjálvum endurgjald, tá almenn festijørð verður nýtt til almenn endamál, ikki svarandi til tapið hjá festaranum, men svarandi til, hvat tapið hevði verið hjá einum privatum eigara. Landsstýrismaðurin eigur at greina virðið av øllum hesum.

Serligan áhuga hava sjálvsagt størri samferðsluútbyggingar, sum havnalagið á Gomlurætt ella grótbrotini í Hundsáarbotni og á Glyvursnesi.

Partur av almenna studninginum eru eisini tær serligu mvg-reglurnar, sum galda fyri framleiðarar av landbúnaðarvørum, men ikki øðrum vørum.

Afturat øllum hesum kemur, at verjutollur er á landbúnaðarvørum, hóast hesar ikki eru øðrvísi enn allar aðrar vørur. Serliga margháttligt er, at eitt nú fríhandilssáttmálin við norðurlensku brøðratjóð okkara, Estland, undantekur landbúnaðarvørur frá fríhandli.

Eisini hava framleiðararnir fyrimun av at býta marknaðin sínámillum og sjálvir áseta ein høgan minstaprís.

Landsstýrismaðurin eigur at lýsa árliga virðið av øllum hesum í krónum og oyrum, so vítt sum tað er gjørligt. Síðani eigur landsstýrismaðurin at lýsa býtið av hesum, t.d. við at ávísa, hvussu nógv tey tíggju prosentini av festunum, sum fáa mest, fáa bæði í krónum og prosentum, síðani hvussu nógv tey næstu tíggju prosentini fáa, osfr.

Á tingfundi 17. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 21. apríl 1999 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Lán úr Jarðargrunninum smb. § 40 í Lov nr. 74 af 24.05.1937 for Færøerne om Jordbrugets Fremme, sum seinast broytt við Ll. nr. 160 frá 19. desember 1997, kunnu veitast til persónar, feløg v.m. Tær vanligu treytirnar, sum umsøkjari skal lúka fyri at fáa lán úr Jarðargrunninum, eru ásettar í § 42 í lógini og eru soljóðandi: a) have indfødsret, b) være myndig, c) have ført en hæderlig vandel, d) ikke have nydt fattigunderstøttelse, e) godtgøre at være en flittig, ædruelig og sparsommelig person, som kan antages egnet ... f) godtgøre at være ejer af de fornødne midler, g) ikke selv ved egne midler være i stand til at gennemføre det påtænkte.

Endamál, sum lán kunnu veitast til, framganga av § 40 í lógini. Hesi eru:

  1. Oprettelse af mindre jordbrug. (Henda lániheimild er sjáldan nýtt í dag, tí vanliga verður ikki veitt lán til keyp av jørð).
  2. Jordforbedring og opdyrkning af rå jord. (Hetta punkt varð eitt av høvuðsendamálunum við lógini, nevniliga at stimbra at nógv varð velt upp úr nýggjum).
  3. Opførelse af nye bygninger m.v. på jord i offentlig eje. (Hetta eru lán til festarar og traðarmenn, ið verða veitt til t.d. fjós, seyðahús, hjallar, úthús. Lán kunnu smb. hesi grein eisini veitast til sethús, sum hoyra til festið, tá sethús verða bygd í landbúnaðarøki, har grundstykkir ikki skulu býtast frá. Sethúsalán verða tó sjáldan veitt longur).
  4. Opførelse af avlsbygninger, møddinger m.v.
  5. Driftslån til mindre jordbrugere.
  6. Kommuner eller nybyggerforeninger til indkøb af jord.
  7. Hønsehold
  8. Mælkesalg
  9. Mejerier
  10. Sammenslutning af landbrugere til investeringer i slagterier og fodervirksomheder. Bemyndigelsen omfatter ikke driftslån.

Trygdin, sum setast kann fyri lánum úr Jarðargrunninum, er umrødd í § 47, har sagt verður: "Lån kan kun ydes, når der i den pågældende ejendom kan gives første prioritets panteret, medmindre det drejer sig om jord i offentlig eje, eller foranstående prioritet skyldes til Jordfonden, eller det drejer sig om mindre grundbyrder, hvis kapitaliserede værdi ikke overstiger 20 pct. af jordværdien. Driftslån kan dog ydes, selv om der ikke kan gives første prioritets panteret i ejendommen, men i så fald kræves det, at vedkommende kommune over for Jordfonden garanterer for halvdelen af det tab, som det pågældende lån måtte medføre".

Formliga framferðin í sambandi við áseting av rentum og avdráttum er ásett í § 49 í lógini, har sagt verður: "Udlånsrenten samt afdragstiden fastsættes af landbrugsrådet efter indhentet godkendelse fra landstyret. For driftslån fastsættes afdragstiden i hvert enkelt tilfælde og må aldrig overstige 5 år…"

Forfalsdagur fyri rentu og avdráttir er eina ferð árliga, hvønn hin fyrsta desember.

Samlaða upphæddin yvir útgoldin nýggj lán var í 1997: 10,9 mió. kr.

Studningur úr Jarðargrunninum. Reglurnar um studning úr Jarðargrunninum eru ásettar í somu lóg §§ 50-56. Tær vanligu treytirnar, sum umsøkjari skal lúka fyri at fáa studning úr Jarðargrunninum, eru í høvuðsheitum tær somu, sum galdandi eru fyri lán úr Jarðargrunninum, jvb. § 42 í somu lóg. Eftir § 51 hevur landsstýrið heimild at gera nærri reglur fyri studningar úr Jarðargrunninum. Endamál, sum studningur úr Jarðargrunninum kann veitast til, eru m.a:

a)Jordforbedring. b) Opførelse af møddinger. c) Indhegning af Jord. d) Landboforeninger til delvis dækning af transportudgifter for gødning m.v. e) Nybyggere. f) Driftslåneforeningers administrationsudgifter. Viðmerkjast skal, at studningur til hesi endamál í høvuðsheitum ikki hevur verið veittur tey seinastu mongu árini.

Studningur á løgtingsfíggjarlóg "landbúnaðarstudningur", sum Jarðarráðið umsitur landsstýrisins vegna. Við átekning á løgtingsfíggjarlóg er studningur til landbúnaðin treytaður av, at umsøkjari er:

  1. bókhaldsskyldugur smb. § 1B, pkt 27 í løgtingslóg nr. 75 frá 24 oktober 1978, og b) meirvirðisgjaldsskrásettur smb. løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 við seinni broytingum.

Endamál, sum hesin studningur kann veitast til, eru m.a.:

Studningur veittur til:

Býtið av studninginum í kr. 1998:

a) Mjólk

8.195.000

b) Stráfóður

1.148.000

c) Súrhoyggjbrunnar

179.000

d) Neytakjøt

1.146.000

e) Seyðakjøt

1.383.000

f) Velting

1.132.000

g) Húsdýralógin

80.000

h) Frítíðaravloysing

480.000

AVLOP 1998

457.000

Samlaða studningsupphæddin fyri fíggjarárið 1998 var 14,1 mió kr. Viðmerkjast skal, at omanfyrinevnda býti av studninginum skal takast við fyrivarni, av tí at studningsbýtið fyri 1998 ikki er gjørt upp endaliga.

Heðin Mortensen spyr, um tær serligu mvg-reglurnar, sum eru at galda fyri landbúnaðin, og verður við hesum lýsing gjørd av studninginum til seyðakjøt. Á landsstýrisfundi tann 19. september 1995 varð samtykt at veita studning til seyðakjøt svarandi til 100% av goldnum meirvirðisgjaldi. Viðgerð av umsóknum um studning til seyðakjøt er grundað á uppgerð umsøkjarans yvir goldið meirvirðisgjald til Toll- og Skattstovuna. Um treytirnar fyri at søkja um studning eru til staðar, verður goldið mvg endurrindað sum studningur.

Verjutollur. Við handilssáttmálum landa millum er ikki óvanligt, at partarnir hava vørur, sum ikki eru umfataðar av fríhandilsásetingum. Tá tingingar um ein handilssáttmála við ES byrjaðu í 1990, var skjótt greitt, at ein megintreyt fyri einum sáttmála var, at føroyska toll- og avgjaldsskipanin fyri vørur skuldi vera sambærilig við vanligar alheims- og ES-reglur á hesum øki. Hetta við atliti til at mismunur ikki verður gjørdur í avgjaldsskipanini fyri føroyskt framleiddar vørur og vørur, innfluttar úr ES.

Við handilssáttmálanum frá 1992 varð innflutningsgjaldsskipanin tikin av, og í staðin varð meirvirðisgjaldsskipan sett í gildi. Tær innfluttu vørurnar, ið fyrr høvdu borið gjald upp á 33%, sluppu nú inn fyri 25%. Meirvirðisgjaldsskipanin er sett í gildi eftir somu meginreglum sum í ES. Slík skipan virkar eins á innfluttar vørur og vørur, framleiddar í Føroyum, og er sostatt ikki kappingaravlagandi.

Verjutollur kann sum høvuðsregla ikki setast á í teimum londum, sum hava bundið seg til GATT-skipanina. Tó hava flest øll lond, eisini í GATT-høpi, serligar skipanir viðvíkjandi landbúnaðarvørum. Samsvarandi sáttmálum, ið hava møguleika fyri serskipanum til tess at taka fyrilit fyri útreiðslumuninum á landbúnaðarframleiðslum, herundir íroknað innlendis studningsskipanir, hava Føroyar somuleiðis møguleika fyri at seta tiltøk í verk (jvb. Frumskjal 2 í handilssáttmálanum). Í hesum hava Føroyar treytað sær, at fyri seyðakjøt og mjólk kann gjald verða lagt á útlendskar vørur til tess at verja føroyska framleiðslu. Hesin møguleiki er einans nýttur fyri mjólk við tí úrsliti, at mjólk ikki verður innflutt.

Samlaði "verjutollurin" innan landbúnað er afturbering av mvg (í 1998: 1.383 mió. kr.), svarandi til 100% av goldnum mvg á seyðakjøti.

Málið avgreitt.