Barnaansingartrupulleikar

 

100-51  Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi barnaansingartrupulleikunum í landinum

Ár 1999, 16. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni
 

Fyrispurningur 

  1. Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at nøkta stóra tørvin á barnaansing?
  2. Um svarið er ja, nær verður tað so gjørt?
  3. Er svarið nei, hví ætlar landsstýrið ikki at loysa barnaansingartrupuleikan?

Viðmerkingar:
Tað hevur leingi verið kent, at barnaansingartrupulleikarnir eru overhonds stórir. Í farnu viku vísti sjónvarpið aftur á trupulleikan, og m.a. var formaðurin í barnaverndini í Havn, Finnur Helmsdal, á skíggjanum. Hann segði, at foreldur vóru so illa fyri, at tey tóku tiltøk, sum kundu vera lívshættislig fyri barnið.

Og kvøldið eftir hevði sjónvarpið aftur eitt innslag, har vit sóu sjón fyri søgn. Foreldur lata børnini sita í bilinum, meðan tey eru til arbeiðis!!!!

Álvaratos, samfelagið kann ikki vera bekent at virða børnini so lítið, at tey skulu sita í einum bili, í trygdarseðlum, í fleiri tímar, meðan foreldrini eru til arbeiðis.

Hvat kann ikki henda í eini slíkari støðu?

Tórshavnar Býráð hevur gjørt nógv fyri at fáa tamarhald á barnaansingartrupulleikanum í høvuðsstaðnum. M.a. eru býlingshús útbygd, og eitt nýtt býlingshús er bygt. Men tað torskilda í øllum hesum er, at landsstýrið játtaði pening til at byggja tað nýggja býlingshúsið fyri, men ikki til raksturin. Tað er burturvið, tí almenni parturin er hóast alt 35 prosent.

Eg veit, at Helena Dam á Neystabø fleiri ferðir hevur sagt, at barnaansingin skal leggjast til kommunurnar at umsita. Men nær tað verður, er ikki greitt, og so leingi sum verandi skipan er, sum hon er, so hevur landið skyldu at vera við til at loysa trupulleikan.

Tað ber heldur ikki til at leggja barnaansingina til kommunurnar, uttan so at peningur fylgir við. Annars hava fáar kommunur ráð at skipa ella menna barnaansingina.

Eg haldi, at vit eru komin til markið, sum vísir, at tørvurin á barnaansing er so stórur, at nógv meir má gerast fyri at loysa hann, enn gjørt verður nú.

Eg kann leggja aftrat, at formaðurin í barnaverndini í Havn er limur í samgonguni, og tí skuldi verið lagað manni at fingið loyst, um ikki annað tann ringasta tørvin.

Á tingfundi 17. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 20. apríl 1999 boðaði Heðin Mortensen, løgtingsmaður, frá, at fyrispurningurin verður tikin aftur. Málið avgreitt.